Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mai 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UA TØ DUS A SRS Ariel Luftfoto: 2] 990 TEN] Selt myndir fyri 3 mió. kr. eftir tveimum vikum! Teir átta "flinke og dygtige" menninir frá Ariel Luftfoto, sum ganga hurð av hurð at selja fotomyndir fyri um 7.000 kr. stykki, hava eftir tveimum vikum selt 400 myndir! Í fyrstani visti eingin hvat lýsingarnar í SvF frá "Ariel Luftfoto A/S" vóru fyri. Onki varð í hesum lýsingum sagt um virk- semi ella endamál hjá fyri- tøkuni. Sidani hava lysingar verið í Dimmalætting. Og har fæst eitt sindur meir at vita. Ariel er "beskæftigede indenfor visuel dokument- ation" og "vores absolutte specialitet er lærreds- billeder". Eisini verður sagt, at framleiðslan hjá fyritøkuni "er i de andre nordiske lande blevet et uvurderligt minde for fremtiden for børn og børnebørn, fødehjemmet, bygden etc." Visa møguleikarnar Tað ljóðar alt samalt sera gott. Men tað einasta sum sigur eitt sindur um hvat hetta er fyri nakað, er tað sum stendur síðst í lýsingini: "Vi har af Føroya Løgting fået tilladelse til at lade vore flinke og dygtige sælgere besøge Færøerne fra 18.4.90 og hele maj. Således vil det færøske folk få mulighed for at se hvilke muligheder der er". 7-10.000 krénur Framvegis eru tað kortini bert fólk í bygdum á eysturoy og Streymoy, ið hava fingið møguleika at síggja "hvilke muligheder der er". Og tað er at keypa fotomyndir! Teir átta sølu- menninir frá Ariel banka uppá frá fólki, og bjóða nakrar myndir fram til sølu. Prísurin er eitt sindur ymiskur. - Hann liggur frá 4 ul 8.000 krónur! Har- afturat koma 33% i tolli! Vit hava tosad vid leidaran, Steen Petersen, um, hvussu tað hevur gingist. 400 myndir Og hann letur sera væl at. Teir hava eftir tveimum vikum selt ikki færri enn 400 myndir! sigur hann. Er meðalprísurin 5.000 kr. gevur tað Ariel tvær milliónir í kassan. Og tað hevur eydnast at fáa fólk í kreppuraktu Føroyum at gjalda einar triggjar milli- ónir, rokna vit tollin uppí! So tað er valla ov nógv sagt, at sølumenninir hjá Ariel eru "flinke og dygtige"... Men hvussu bera teir seg at? Hvat eru hetta fyri myndir? Og hví eru tær so dýrar? A lørifti - Myndirnar vórðu tiknar úr flogfari í september í fjør, sigur Steen Petersen. Tá tók Ariel 6.600 myndir av Føroyum, býttar í 165 Av hesum eru gjørdar pappírsmyndir í støddini 13x18. Teir "flinke og dygtige” sølumenninir banka so uppá hjá fólki, og vísa teimum eina mynd av eitt nú húsum teirra. Eisini vísa teir eina "royndarmynd" í stórri stødd, ið er trykt á lørift, so hon líkist einum málningi. Tilboði teir "flinke og dygtige" geva, er so at tann heimliga pappírs- myndin verður vidgjørd eins og royndarmyndin, soleiðis at hon kemur at líkjast einum málningi. Er kundin áhugaður, lesur sølumadurin ein sølusåttmåla upp fyri honum har treytir og prísur standa, og boðar frá, at 33% verða løgd afturat í tolli. Er kundin framvegis áhugaður, verður skrivað undir. Væl móttiknir Steen, stjóri, leggur stóran dent á, at teir ikki bara hava selt nógv, men at teir eisini hava verið sera væl móttiknir í Føroyum. - Onkur heldur at hetta líkist bóndafangaríi. Hen- dir tað ikki at fólk - eitt nú gomul fólk - skriva undir sáttmálan uttan rættiliga at skilja at tað fer at kosta teimum upp ímóti 10.000 krónum? - Nei, sigur Steen. Øll eru púra greið yvir treytir- nar, áðrenn tey skriva undir, og at tollurin "efter det vi har fået oplyst”, er 33%. Hann visir eisini å, at møguleiki er at ganga frå sáttmálanum, síggja fólk at tey ikki klára at gjalda, Nar man ser det hele idt fra oven Færgerne 1989 Lýsingin frá Ariel Luftfoto A/S, sum staðið hevur í Dimmalætting nakrar ferðir. Prísurin á myndunum verður kki upplýstur, fyri at sleppast skal undan óneyðugum "misskiljingum"... eftir at tey hava skrivað undir. - Vit eru ikki bandittar, sum fara grínandi avstað aftur eftir at hava gjørt góða forrætning í Før- oyum, sigur hann. - Og ti skalt minnast til, at vit koma aftur onkuntíð. Tí vilja vit ikki fáa ringt orð á okkum. Nógv arbeiði Steeni dámar ikki, at ov nógv verður gjørt burtur úr myndaprisunum í blødu- num. - Tað er ikki ti eg eri bangin fyri tí á nakran hátt, men eg vil helst at fólk greitt skilja, at hetta also ikki eru vanligar myndir, sigur hann. - Hvør einasta mynd hevur nógv arbeiði við sær, sum alt verður gjørt við hond. Tí verður prísurin so høgur - men hann er ikki hægri enn i hinum nordurlondunum! Steen vil eisini fegin hava fram, at myndirnar tola sólarljós, tola at verða vaskaðar, og eru sera slitsterkar… S-S- Fleiri og fleiri 32 fólk fleiri fingu í apríl enn í mars fingu forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi frá Almannastovuni Meðan alt enn í hvussu er at síggja til sá væl út í land- inum, vórðu tað 5-10-15 fólk, sum Almannastovan hvgnn maánd rindadi for- sorgarhjålp til vegna vinnu- loysi. Í fjør vår var veðrið ringt, og tí lítið arbeiði á flakavirkjunum, og tað hevði við sær, at í apríl mánaði í fjør fingu 73 fólk hjálp. Tað var hægsta talið tå. Men tað vóru små tøl sammett við støðuna nú. Í mars mánaði fingu 154 fólk forsorgarhjálp vegna vinnuloysi frá Almanna- stovuni, og 149 fingu frá Tórshavnar býráð. Og í apríl hevði Almanna- stovan uppaftur fleiri út- gjaldingar. Tá fingu samanlagt 186 arbeiðsleys fólk forsorgarhjálp. Tølini fyri Havnina eru minkað nakað. 18 fólk færri fingu seinasta mánað enn í mars forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Enn er ikki gjørt upp, í hvgrjum aldursbólkum tey flestu arbeiðsleysu eru. Tommy Petersen, stjóri á Almannastovuni, sigur, at tey nú fara at kanna tølini nærri og gevalggmánni eina frágreiðing, sum hann eisini fekk fyri einum mánaði síðan. Sosial deild Tórshavnar býráðs hevur helduri kki enn útgreinað yvirlit yvir sínar útgjaldingar. Eyðun HØVUDSVINNINGUR: Stås Brumstad leðurstólur — bert ein av mongum i stóra og góða úrvalinum frá KA møblassian Ib innsúGv J.C Svabosgeta 8, 100 Tórshavn Jensen, leiðari á deildini, hevur varhugan av, at tað nú eru færn ungfólk, sum hava biðið um forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Tað kundi bent á, at fleiri ung eru farin av landinum, td. til Svørikis at arbeiða, sum fleiri hava tosað um, heldur hann. randi