Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mai 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 65 — 4. maí 1990 Sjónvarp Føroya Síða 9 Fríggjadagin kl. 21.30: Matur og matgerð Í sendingini Matur og matgerð hjá Óluvu Skaale er gesturin Malla Samuelsen. Malla Samuelsen, sum er 80 ára gomul, byrjaði í 1954 ein kveldskúla í matgerð, sum hon rak í 13 ár. Størsti denturin var lagdur á føroysk- an mat, men har var eisini annar matur og bakstur å skrånni. Tveir flokkar gingu å skeiånum samstundis, t.v.s. at tvey kvøld um vikuna undirvisti Malla næm- ingum heima hjå sær sjålvum. Friggjadagin kl. 20.30: Matador — Hr. Stein Trioin frá tidini, áðrenn Kirsten giftist, er komin saman aftur, og tey spæla nýggj leg. Kríggið kemur heilt inn í stov- una hjá Varnæs og í bankan. Agnes legg- ur framtíðarætlanir, meðan Rede er burt- uri. Ellen Skjern giftist, og aftur einaferð hittast tey hjá Skjern og Varnæs. Fríggjadagin kl. 23.25: Cowboyliv — am. filmur Hvussu mundi tad vera at vera cowboy i Vilde Vesten i sinari tíð? Hvussu vóru korini, maturin og gerandisdagurin sum heild? Hetta eru spurningar, leikstjórin Dick Richards hevur sett sær fyri at svara í filminum »Cowboyliv«, sum ikki er ein vanligur westernfilmur. „Tú verður ikki cowboy, tå ið tú ikki dugir nakað annad«, soleiðis verður ofta tikið til í filminum. Men hjá høvudsper- sóninum, tí 16 ára gamla, góðtrúgvna Ben, er ein cowboyari ein romantisk mynd. Hann fær Frank Culpepper, sum leiðir ein neytaflutning, at lata seg hjálpa til við matgerðini á ferðini. Ben tímir ikki longur at ganga heima hjá mammu síni, hann vil vísa hinum, at nú er hann vaks- in. Men skjótt uppdagar hann, at aloftast er cowboylívið strævið, arbeiðið hjá ein- Óluva Skaale og Malla Samuelsen John Hahn-Petersen og Jesper Lang- berg #4 Gary Grimes sum hin ungi Ben um cowboyi er ikki bert strævið, men eis- ini vandamikið, og vinalagið er heldur ikki tað, sum Ben helt tað vera. Sam- stundis sær hann, at summir vilja fegnir seta lívið í vága fyri æruna. Fýra cow- boyar eru við á ferðini, og hesir fáa stóran týdning fyri Ben. Hvønn friggjadag í Sosialinum HYGG & HOYR 4 síður at taka út vid fullfiggjadum út- varps- og sjónvarpsskráum — fyri allar rásir — umframt umrødur av mest týð- andi sendingunum. Leygardagin kl. 14.00: Mandela á Wembley Tann 16. apríl var veitslurómur á Wembley Stadion í London. Hevuðsper- sónurin har var Nelson Mandela, sum 71 ára gamal varð leyslatin eftir at hava sit- ið í fongsli í 27 ár. Fyri hesum veitslu- haldi stóðu BBC og nógvir heimskendir rocktónleikarar, sum hava játtað at fara á pallin at hátíðarhalda leyslatingina av Mandela. Leygardagin kl. 20.00: Grand Prixið Frá Grand Prixinum Sunnudagin kl. 19.05: Tað einsamalla fjallið Hetta er ein filmur um vandamiklu ferðina hjá seks australiumonnum frá Australiu til Antarktis við skipi, sum rendi seg fast í ísinum. Síðani fóru teir til gongu við sletum og wnow-mobil teir 150 km inn í fastlandið. Teir klivu eisini upp á hægsta fjallið í Antarktis — uml. 4000 m í 60 kuldastigum. Á heimvegnum kom kavarok, og teir óttaðust fyri um teir náddu aftur til skipið hjá teimum. Týsdagin kl. 21.10: Gentur Hetta er amerikanskur filmur, Darlings« frá 1980. Tær báðar genturnar Ferris Whitney og Angel Bright hittast í bussinum á veg á summarleguna Camp Little Wood. Genturnar eru ymiskar: Ferris er forkel- að ríkmansdóttir í fínum klæðum, meðan „Little Tvey ár eru liðin, síðan »matadorarnir« í rock- og popptónleikinum stóðu á sama palli at geva sítt til »frælsiskam- pagnuna« fyri Mandela. Endiliga eydn- aðist tað — og hetta skal hátíðarhaldast. Úrslitið er ein fýra tímar long framfersla, sum verður at hoyra um allan heimin. Tónleikarar eru: U2, Tracy Chapman, Dire Straits, Simple Minds, Peter Gabriel. Sjálvandi verður Nelson Man- dela eisini at hoyra á pallinum. Arsins sangdystur: Luttakarar úr 22 londum syngja og spæla sítt lag, og at f enda verður ársins vinnari kosin. Jørgen de Mylius sigur frá úr Zagreb í Jugo slavia. Danski luttakarin er Lonnie De- vantier við »Hallo, hallo« Luttakarin úr Onglandi er Emma Louise Booth og úr Noregi iuttekur Ketil Sokkan Angel er í cowboybuksum. Hon býr einsamøll við mammu síni. Á leguni verð- ur tosað um ymiskt. Allar genturnar — uttan Ferris og Angel — lata sum tær vita alt um kærleika, og tær hava roynt eitt sindur av hverjum, siga tær. Ein genta, sum eitur Dana, skipar fyri eini kapping um, hver verður tann fyrsta av teimum báðum, Ferris ella Angel, sum sleppur at uppliva, hvat kærleiki er Ferris velur sær fimleikalæraran Gary Callahan, meðan Angel hevur gott eyga á einum javngomlum drongi, Randy, sum er á dreingjalegu nærhendis. Hvussu leikur fer, vísir filmurin á ein skemtiligan hátt. Tær báðar genturnar, sum hava høvudsleiklutirnar, eru: Kristy McNichol og Tatum O'Neal. Leikritið hava Kimi Peck og Dalene Young skrivað. Leikstjóri er Ronald F. Maxwell.