Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mai 1990síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 65 — 4. mai 1990 = - Varastjórin sagt seg úr starvinum 1. mai, tí hon hevur hug at royna okkurt annað. Starvið er ikki lýst leyst enn, hóast starvsfólkini í Norðurlanda- húsinum hava úr at gera. Stýrið fer á fundi í morgin og sunnudagin at viðgera málið. Varastjórin í Norðurlanda- húsinum, Åsa Justinuss- en, hevur sagt seg úr starvinum 1. mai. Hon hevur verid i Nord- urlandahúsinum i sjey ár, og sidani tad byrjadi fyrst i mai 1983. Hon vard sett nakað frammanundan, hús- ið læt upp. Eina tíð var hon stjóri, ella frá tí Hjørtur Pálsson fór til Karin Flodstrøm kom í 1985. - Tað var ongantíð ætl- anin hjá mær at vera her alt lívið, sigur Ása Justin- ussen. Hon heldur tað er rætt at skifta starv av og á. Hon sigur, hon hevur fingið annað skrivstovu- arbeiði í Havn. Virksemin hjá Norður- landahúsinum er gkt ikki sért, síðani Jan Kløvs:sd gjørdist stjóri. Hetta hevur vid sær meiri umsiting. Men bara tvey fólk eru í umsitingini og húsið hev- ur ikki fleiri normeringar. Ása Justinussen sigur, at hon hevur nógv at tak- ast við heima við hús. Hon umsitur bøkurnar, madur hennara, Finnbogi Ísakson, skrivar. Arbeiðs- byrðan var farin at verða ov tung og harafturat hevði hon hug at skifta starv nú, sigur hon. Seinasti arbeiðsdagur hjá Ásu Justinussen í Norðurlandahúsinum skuldi vera mánadagin 30. Alb indavia - = ed s0SIalurin Gevst í Nordurlanda- husinum april. Men hon er har enn og hjålpir vid at fyrireika komandi styrisfund. Rokn- skapurin skal gerast liðug- ur fyri hendan fundin. Hóast ein mánaður er farin, síðani Ása Justinus- sen segði upp, er ikki enn søkt eftir fólki í hennara stað. Vit hava spurt Torbjørn Poulsen, stýrislim, um ikki er ætlanin at lýsa starvið leyst. - Eg kann bara stutt siga, at tað verður stýris- fundur nú um vikuskiftið og á verður málið við- gjørt. Tað hevur ljóðað, at størv skulu umskipast í húsinum, men hetta veit Torbjórn Poulsen onki um, sigur hann. hd Símun úr Konoy syngur á Strondum í kvøld. Rimmar tiltak á Strondum - Konsert, dansur og undirhald fyri vaksin og bórn í Bygdarhúsinum á Strondum. Í kveld kl. 20.00 verður konsert í Bygdarhusinum á Strondum. Fimm nøvn eru á plakatini: Dynamit, Róði á Magni, Aquila, Cojon og Símun úr Kon- Oy. Atgongumerkið kostar 60,00 kr. Matstovan verður opin, meðan konsertin er. Eftir konsertina spælir Dynamit til dans. Í morgin kl. 14.00 fer Dynamit at spæla fyri børnunum. Orkestrið spælir barna- sangir og børnini kunnu syngja við. Harafturat vitj- ar "omman við Gjógv". I annadkvøld verður so aftur dansur í Bygdarhús- inum. Dynamit spælir. Stíf og NHF-Booking skipa fyri tiltakinum. Meningokoksjúkan: Hegni Debes Joensen, landslækni Longu seks tilburðir í ár Tíðleikin av meningokok- meningitis og blóðeitran elvd av meningokokkum, meningokoksjúku, hevur seinastu 10 árini verið ógvuliga hegur í Feroy- um. Undir vanligum um- steðum átti bert at verið 1—3 tilburðir av sjúkuni um árið, samanbera vit við talið á tilburðum í Danmark. Men í ár, higar- til, er talið í Feroyum longu 6. Ringasta árið var 1981 við 42 tilburðum. Hóast tíðleikin er lægri enn fyrst í 80-árunum, so er hann ikki minkaður í mun til seinastu árini og framvegis so hegur, at rættast verður mett enn einaferð at geva eina stutta frágreiðing um sjúkuna, ið er sera álvar- som og krevur skjóta við- gerð. Uttan viðgerð doyggja umleið 90% av sjúkling- unum. Verður sjúkan við- gjørd, so er deyðtíðleikin eini 10% ella minni, í mun til, hvussu skjótt sjúkan verður staðfest og við- gjørd á rættan hátt Í 1987—89 vóru ingir deyðatilburðir av meningokoksjúku í Feroy- um. Av teimum 211, ið fingu sjúkuna í tíðarskeið- num 1980—89, doyðu 10. Higartil er eingin deyður av sjúkuni í ár. Meningokokkarnir smitta við dropasmittu frá nasa- og svelgrúmi. Tað eru fleiri sløg av meningitis, men tað er bert hetta eina slagið, sum er smittandi. Royndir vísa, at tað er bert heilt sjáldan, at bakterian, meningokokk- arin, elvir til meningitis. Vanliga livir bakterian í nasa- ella svelgrúmi hjá tí smittaða uttan at hetta førir við sær sjúku. Tað er ein rættiliga stórur partur av frískum fólkum, ið gongur við meningokokk- um, serliga born. Hugsast kann, at millum 10 og 30% av okkum í Feroyum í letuni hýsa hesum bak- terium. Tær halda sær í okkum í vikur ella kanska upp í nógvar mánaðar. Sum nevnt førir hetta vanliga ikki til sjúku hjá okkum. Hví tað eru nøkur okkara, sum fáa meningit- is, tað vita vit ikki. Av fyribyrgjandi at- gerðum er tann, ið nógv sterstan týdning hevur, at tey, ið hava nært sam- band við meningitissjúk- lingin í tíðini við sjúku- byrjan, skulu vera serliga ansin við sjúkuteknum, ið kunnu stava frá meningit- is, serliga eitt nú hevuð- verkur, skjálvti, fepur, ússalig almensteða, eitt útbrot við smáum bleð- ingum í húðini, ið kunnu gerast sterri, spýggja, svimbul og stirni í nakka og ryggi (fáa ikki høkuna niður á bringuna), og tey skulu, um sjúkutekin vísa Aldursbólkar: 1990 - Landslæknin ger aftur í ár vart við meningokokmeningitis, sum fram- vegis er nógv vanligari í Føroyum enn í eitt nú Danmark. Higartil í ár hava longu verið seks tilburðir. Ongin er tó deyður. seg, beinanvegin fáa fatur á lækna við skjótari við- gerð fyri eyga. Hin atgerðin er fyri- byrgjan við heilivági, van- liga rifampicin, sum vit í Feroyum hava nýtt við at- liti til fyribyrgjan síðan 1981. Allir kommunu- læknar í Feroyum hava henda heilivág tekan at geva teimum fólkum, ið skulu hava hann, eftir nærri tilskilaðum reglum. Tað er av stersta týdn- ingi, at eisini tey, ið fáa hesa viðgerð, eru sera ans- in ella at ansað verður væl eftir teimum, so at tey við byrjandi sjúkuteknum sum skjótast verða sædd av lækna, tí tað er eingin trygd fyri, at rifampicin verjir móti sjúkuni. 1989 1988 1987 Av heilsufreðiligum tættum, sum meguliga kunnu hava ein ávísan týdning til tess at minka um vandan fyri meningo- koksjúku, hevur verið nevnt, at ein eigur at hava góða luftnýgging (av og á lata vindeyguni upp) i húsinum og hava rúmhit- an undir 22 hitastig. Vissa er tó ikki enn fingin fyri, at hetta hevur nakran týdning. Viðvíkjandi fyribyrgjan skulu vit taka upp aftur, at tað, ið hevur stersta týdning er, at tey, ið hava havt nært samband við meningitissjúklingin í tíð- ini við sjúkubyrjan, skulu vera serliga ansin við teimum ådurnevndu sjúkuteknum, ið kunnu 1986 1985 1984 stava frá meningitis ella blóðeitran elvd av meningokokkum, soleiðis at tey, um slík sjúkutekin vísa seg, beinanvegin fáa fatur á lækna. Hetta ansnið fyri áður- nevndu sjúkuteknum eigur tó eisini at vera galdandi fyri okkum onn- ur, so leingi vit enn hava ein lutfallsliga stóran tíð- leika av meningitissjúk- uni í Feroyum. Enn ber tíverri ikki til at koppseta móti tí slag- num av meningokokkum, ið elvir okkum hesar trupulleikar í Feroyum. Tær frásagnir, ið higartil eru komnar viðvíkjandi framleiðslu av nýtiligum koppingarevni, hevur ikki enn givið tað úrslit, at slík evni eru tek. 1983 1982 1981 (pr. 1.5.90) TILSAMANS: