fríggjadagur 14. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 31 - 14. februar 2003
Nr. 31 - 14. februar 2003
7
Havnar Timburhand-
il fer at byggja nýggj-
an bygning á Kambs-
dali. Tað var vorðið
ov trongligt og óar-
beiðsligt í gamla
handlinum
BYGGIVINNA
Edvard Joensen
Kambsdali: Plássið er ov
lítið í timburhandlinum á
Kambsdali. Tí hevur leiðsl-
an í Havnar Timburhandli,
sum
eigur
handilin
á
Kambsdali, gjørt av at
byggja nýgjan bygning til
timburhandilin.
Havnar
Timburhandil
hevur havt deild á Kambs-
dali síðan 1994, sigur Heini
Fossaa, stjóri í Havnar
Timburhandli.
Handilin
hevur hildið til í einum
gomlum snikkaraverkstaði.
Men har er ov óarbeiðsligt
til at reka timburhandil,
sigur stjórin. Tað er ov
trongt og ov lágt, sigur
hann.
Heini Fossaa letur at, at
tað hevur bara gingið upp-
eftir, síðan latið varð upp á
Kambsdali, og hann metir
avgjørt tørv vera á eini
deild í økinum. Virksemið
er avgjørt til tað, heldur
hann.
Fuglafjarðar Kommuna
hevur gjørt eina heildar-
ætlan fyri Kambsdal, og har
er millum annað lagt øki av
til ídnaðarendamál. Timb-
urhandilin hevur hesi árini
ligið uttan fyri tað økið.
Men nú, bygt verður av
nýggjum, verður bygt inni á
ídnaðarøkinum, soleiðis at
tað fer at passa inn í ætlan-
ina hjá kommununi, sigur
Heini Fossaa. Fuglafjarðar
Kommuna hevur keypt
bygningin, har timbur-
handilin heldur til í løtuni.
Nýggi bygningurin, sum
Havnar Timburhandil fer at
byggja á Kambsdali, verður
1.600 fermetrar til víddar,
sigur stjórin. Hann verður
bygdur bæði til byggibúð-
ina, sum selur amboð og
annað, sum horyir byggi-
vinnuni til, eins og sjálv-
andi eisini stór goysmluhøll
verður uppií. Bygningurin
skal hýsa allari goymslu
undir taki, sigur Heini
Fossaa.
Hann veit enn ikki neyvt
at siga, hvussu nógv bygg-
ingin fer at kosta. Higartil
er bara grivið út, og gjørt
verður nú klárt at planera
grundstykki, sigur hann.
Detail projektering er
ikki gjørd, og heldur ikki er
arbeiðið boðið út enn. Tað
fyriliggur bara ein fyribils
tekning, sigur Heini Foss-
aa, stjóri í Havnar Timbur-
handli.
Umframt høvuðssætið á
Hálsi i Havn og deildina á
Kambsdali, hevur Havnar
Timburhgandil eisini eina
deild heima á Sandi.
Sørvingar royna eina
betran av línuspælin-
um hjá Oilwind, sum
greiðir húkarnar á
stokk, so hvørt drigið
verður
TØKNI
Edvard Joensen
Sørvági: Við einum nýggj-
um »splittara« í spælinum,
verður tað gjørt nógv lætt-
ari at egna stampin aftur, tá
hann kemur á borðið.
So einfalt er úrslitið
higartil teimum royndum,
Bjarni Joensen í Miðvági
ger við gamla, kenda línu-
spælinum frá Oilwind.
Brøðurnir Helgi og Jákup
Heri Leonson rógva út úr
Sørvági við glastrevjabát-
inum Álitið, sum smiðju-
menninir í Miðvági eiga.
Samstundis royna teir eisini
eitt nú nýggju ábøturnar á
línuspælið, sum Bjarni
Joensen arbeiðir við.
– Hetta riggar bara heilt
væl, letur Helgi Leonson at.
Bjarni hevur gjørt ein
nýggjan »splittara«, sum
fangar húkin og stýrir hon-
um beinleiðis niður á ein
stokk, sum settur verður í
sjálvan stampin. Stampurin
verður síðan festur undir
spælið, soleiðis at samband
er við traktina, sum húkurin
kemur ígjøgnum. Soleiðis
fer húkurin beinleiðis niður
á stokkin, meðan línan
sjálv verður kveilað niður í
stampin.
Úrslitið hevur higartil
verið gott, sigur Helgi
Leonson. Eingin snúður er
á teymunum, tá liðugt er at
draga, og tað hava egnarar-
nir funnið útav. Og tað ger
so aftur, at tað ikki stendur
á hjá teimum at fáa egnarar
í Sørvági.
– Smádreingirnir eru
púra villir eftir at sleppa at
egna hjá okkum, heldur
hann fyri.
Bøta um línuspælið
Nýggjur timburhandil
á Kambsdali
Byrjað er upp á útgrrevsturin
fyri nýggja bygninginum hjá
Havnar Timburhandli á
Kambsdali.
Mynd: Jens Kristian Vang
Línuspælið líkist einki frá tí vanliga, tá ein sær tað...........
.......men húkurin fer beinleiðis niður á stokkin, og eingin snúður er í
teyminum, tá egnast skal aftur
Álitið
hevur
fingið
mein
Tað er gott at vera í
Føroyum.
Jane
og
Allan stórtrívast við
dóttrini
Emiliu
og
hundinum
Smut
á
Eiði, har tey hava búð
síðstu tvey árini.
Og tey hava ongar
ætlanir um at flyta
aftur til Danmarkar.
– Vit eru glað fyri at
vera her, og okkum
dámar serliga væl frið-
in. Landið og fólkið er
barnavinarligt.
Tað
sama kunnu vit ikki
siga um politikararnar,
sum
uttan
nakað
kunnu finna upp á at
broyta lógirnar og til-
verugrundarlagið hjá
barnafamiljum, sigur
Allan, sum undrast
stórliga á, at barsilsút-
gjaldið hjá konuni eftir
einum mánað er mink-
að við 5000 krónum.
Hansara álit á politik-
arar hevur altíð verið
so sum so. Og tað
verður ikki betri av
hesum, sum tey nú
hava verið fyri.
– Hetta vísir bara, at
politikarar ikki vita,
hvat rørir seg millum
fólk. Eg eri vísur í, at
fólk vilja gjalda til
eina góða barsilsskip-
an, tí fólk flest halda
tað vera best, at barnið
er heima hjá mammuni
og kanska eisini páp-
anum fyrstu tíðina,
sigur Allan.
Nú fer hann aftur til
skips við Fuglfirðingi.
Tað hevur hann onki
ímóti, men hann kundi
bara hugsað sær, at
hann fekk at vita í góð-
ari tíð, hvørjum hann
kundi rokna við.
Lítið barnavinarlig barsilskipan
Tá Jane og Allan av
Eiði fingu dóttrina
Emiliu løgdu tey ætl-
anir eftir tí, sum tey
fingu úr barsilsskip-
anini. Men tá løgting-
ið broytti skipanina á
nýggjárinum, fingu
tey brádliga 5.000
krónur skryktar úr
húsarhaldskassanum.
Nú noyðist mamman
kanska aftur á flaka-
virki, pápin til skips
og dóttirin í pleygu,
hóast hon bert er fýra
mánaðir enn
BARSILSBROYTING
Ingi Rasmussen
Órímiligt. Tað er orðið.
Unga mamman á Eiði
líkasum leitar eftir orðinum
fyri, hvussu órættvíst tað er,
sum henni hevur verið fyri.
21 ára gamla Jane Lar-
sen, fýra mánaðar gamla
dóttirin Emilia Jónhild Eid-
esgaard Poulsen og maður-
in Allan Eidesgaard Poul-
sen eru komin í klemmu í
barsilsskipanini, sum varð
broytt á nýggjárinum.
Útrokningargrundarlagið
fyri barsilspengunum er
farið frá at vera teir bestu
seks samanhangandi mán-
aðirnir seinasta árið, til at
vera miðalinntøkan 12 teir
síðstu mánaðirnir undan
barsilsfarloyvinum. Lógin
varð broytt við gildi frá
nýggjárinum við vælsign-
ilsi frá løgtinginum.
5.000 krónur minni
Fyrstu tríggir mánaðirnir av
barsilsfarloyvinum hjá Jane
Larsen vóru brúktir í 2002,
og teir næstu tríggir skuldu
brúkast í 2003. Og har ímil-
lum er ein himmalvíður
munur.
Við eitt fær hon slakar
5.000 krónur minni í bars-
ilsgjaldi um mánaðin, tí
skipanin varð broytt frá
nýggjárinum. Heilt neyvt er
hennara inntøka farin úr
13.566,18 kr. um mánaðin
niður í 8.817,70 kr. Eitt
minus í húsarhaldinum upp
á 4.748,48 kr. eftir einum
degi.
Tað gongur út yvir lítlu
Emiliu Jónhild Eidesgaard,
sum
kanska
noyðist
í
pleygu, hóast hon bara er
fýra mánaðir gomul. Hon er
sostatt eitt offur fyri, at
meirilutin av okkara fólka-
valdu hildu, at barsilsskip-
anin var ov dýr, og at summi
tískil skuldu fáa minni
útgoldið í barsilstíðini. Tað
blivu tey við tí óstøðugu
inntøkuni. Fólk sum Jane, ið
arbeiðir á flakavirki.
Afturvirkandi
Vit skrúva tíðina nakað
aftur. Jane Larsen, sum er
donsk, og Allan Eidesgaard
Poulsen, sum er ættaður av
Eiði, búgva saman uttan
fyri Aalborg. Í 2000 gera
tey av at flyta til Føroya. Í
fyrstu atløgu vilja tey royna
at búgva í landinum eina
tíð, men longu eftir einum
hálvum ári eru tey fallin so
væl til á Eiði, at tey velja at
keypa eini gomul hús, sum
tey seta í stand.
Hann siglir úti, og hon
arbeiðir á fiskavirkinum
FARITA í Haldórsvík. Tað
gongst heldur striltið hjá
Jane at gerast við barn. Hon
hevur mist tvey børn undir
belti, so tá hon varnast, at
hon aftur er við barn, ger
læknin av at sjúkramelda
hana frá mars 2002.
18. oktober eigur hon
dóttrina, og hon gleðir seg
at ganga heima.
Tey hava roknað tað út.
Um hon fær tær 13.000
krónurnar um mánaðin frá
barsilsskipanini, soleiðis
sum lógin leggur upp til, so
hongur tað saman. Allan
kann eisini vera heima
fyrstu mánaðirnar, og tey
klára kortini at gjalda
hvørjum sítt.
Men so fer løgtingið at
viðgera barsilsskipanina av
nýggjum. Ein dagin fer Jane
í bankan at taka pengar út, tí
nakrar
rokningar
skulu
gjaldast. Men í bankanum
siga tey, at onki er komið
inn á kontuna. Hon undrast
og ringir til Barsilsskip-
anina. Har greiða tey frá, at
hennara útgjald skal roknast
umaftur, tí broytingar eru
samtyktar á løgtingi.
Pengarnir koma í bankan,
men nú eru teir nógv færri.
Síðan kemur brævið frá
Barsilsskipanini við kunn-
ingini. Útrokningargrund-
arlagið er broytt, siga tey,
so at útgjaldið hjá teimum
flestu verður lækkað frá 1.
januar 2003. Brævið, sum
er dagfest í februar, endar
við orðunum, at »hetta er
eisini galdandi fyri tey, sum
fóru í barsilsfarloyvi áðr-
enn 1. januar 2003«.
Lítið barnavinarligt
Jane og Allan fáa sum
frammaná, nú tey so knapp-
liga eru vorðin fátækari.
– Hetta er órímiligt.
Høvdu vit vita í góðari tíð,
hvørjum vit kundu rokna
við, so kundu vit lagt ætlan-
ir eftir tí. Vit hava fingið sett
lánsgjøldini niður í eina tíð,
so vit kunnu klára okkum
við tí, sum eg fekk. Men at
fáa skrykt 5000 krónur
burtur av mánaðarligu inn-
tøkuni eftir einum degi, tað
er
meira
enn
okkara
økonomi klárar, sigur Jane.
Nógv er at gjalda, sigur
hon. Blæur, matur, streym-
ur og rokningar hjá einari
familju við pinkubarni er
dýrt. Tað hjálpir lítið við
teimum 5.000 krónunum,
sum eftir eru, tá skatturin er
goldin.
– Um eg ikki fái hjálp frá
Almannastovuni, so noyð-
ist eg aftur til arbeiðis, og
tað haldi eg vera ov galið.
Landið kann ikki bara
knappliga broyta fortreytir-
nar hjá fólkum við aftur-
virkandi kraft, sigur Jane.
Nú noyðist Allan aftur til
skips sum skjótast. Tað
hjálpir heldur onki beinan-
vegin, tí tann lønin kemur
ikki til høldar, fyrr enn túr-
urin er av. Avleiðingin av
øllum kann tískil gerast, at
Jane má til arbeiðis aftur á
fiskavirkinum, meðan fýra
mánaðar gamla dóttirin
verður sett í pleygu.
– Tað er ikki serliga
barnavinarligt, og um onnur
verða viðfarin á sama hátt,
so kann tað forskrekkja
fólkum frá at fáa fleiri børn,
sigur Jane, sum hevur hoyrt
um fleiri, ið eru í líknandi
støðu sum tey.
Fara ongan veg
Niðrifrá kenna tey bæði til
tað sosiala trygdarnetið,
sum verður spent undir
familjur við børnum, og tey
eru vitandi um, at høvdu
tey verið niðri nú, so vóru
tey í eini heilt aðrar støðu.
Men tey vilja ikki aftur til
Danmarkar, hóast tey kenna
seg illa viðfarin av føroysku
skipanini beint nú.
– Vit vilja gjarna búgva í
Føroyum. Í Danmark er lætt
at fáa hjálp, men har er
nógvur kriminalitetur. Her
er ongin kriminalitetur, men
heldur ongin serlig hjálp,
sigur Jane við einum smíli.
Við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002
broytti løgtingið útrokningargrundarlagið fyri
barsilspengunum.
Fyrr var mánaðarliga barsilsútgjaldið roknað
við støði í annaðhvørt inntøkuni seinastu 12
mánaðirnar frammanundan barsilsfarloyvinum,
ella einum samanhangandi 6 mánaða skeiði, um
hetta var hægri.
Nú verður útgjaldið einans roknað við støði í
inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar frammanund-
an barsilsfarloyvinum. Hetta hevur við sær í
flestu førum, at útgjaldið lækkaði frá 1. januar
2003. Tað er eisini galdandi fyri tey, sum fóru í
barsilsfarloyvi áðrenn 1. januar 2003.
Fakta
Tey hugna sær við dóttrini
Emiliu. Men Jane og Allan er
eisini ill inn á, at myndug-
leikarnir brádliga kunnu
broyta fortreytirnar fyri
barslinum, sum tey eru í
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6