leygardagur 5. mai 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
KRÍGSROMANTIKKUR
Men eisini eitt høvi til at knyta samstarvsbond millum okkum og
Millum annað á handilsliga og mentannarliga
næsta granna.
økinum, sigur bretski konsulin í Føroyum, Johan Mortensen í
á
samband við bretsku vikuna, sum verður frá 12. til 19. mai.
Fimti ár síðan! sernast
teir komu higar í SO
stórum tali, og nú
koma teir aftur
kortini í heilt øðrum
grindum. Tá fyri at
verja okkum móti
týskari herðseting, og
hesaferð at minnast
aftur í gamlar dagar
og knýta bond land-
anna millum.
Útlit eru fyri, at vit í
minsta lagi fáa tvær
"ólavsgkur" í ár. Hin fyrra
byrjar longu næsta leygar-
dag - 12. mai og verður
væl drúgvari enn hin í julí
mánað. Og skráin stendur
heldur einki aftan fyri
nakrari ólavsgkuskrá.
Tá fáa vit vitjan frá
næsta granna okkara í
landsuðri - Stórabretlandi.
Fyrstu gestirnir koma
við HMS Brilliant leygar-
morgunin og restin kemur
við Smyrli sama kveld. Tá
verður stór måttøka á
keiini og tey, sum minnast
stríðsárini, fara aftur at
uppliva bretar marsjera
niðan eftir Áarvegnum við
sekkjapípum á odda. Einir
hálvtannaðhundrað av
gestunum hava fingið
privat innivist, og tá verða
teir eisini móttiknir av
føroysku vertsfólkunum.
DRÚGV OG
SPENNANDI SKRÁ
Skipað verður fyri
ymiskum tiltøkum hvønn
dag hesa vikuna bretska
vikan vardir.
Fyrsta tiltakið verður
minnisguðstænasta í
Havnar Kirkju, har Hans.
J. Joensen, prestur prædik-
ar og walisiskt manskór
fer at syngja. Hetta er
fyrstu fer eitt walisiskt
manskór vitjar í Føroyum.
Seinri sama dag verður
minnishald í kirkjugarð-
inum har Bergur Jacobsen,
talar. Í samband við
minnishaldið fara Guard
of Honour við manning frá
HMS Brilliant at ganga
skrúðgongu av skipinum
og út í kirkjugarðin.
Seinrapartin verður fót-
bóltsdystur millum HB og
B7I, og tá fara Gordon
Highlanders at spæla í
Gundadali. Walisiska
manskórið hevur konsert í
Vesturkirkjuni og almenn-
ur enskur dansur verður í
Gundadalshøllini. Hetta
dansikvgldið kalla tey
"Aftur í stríðsárini".
SUM UNDIR
KRIGNUM
Hetta er partur av
skránni hendan dag, og
eins fjølbroytt skráin er
fyri sunnudagin verður
hon eisini hinar dagarnar.
Westward Ho verður
riggað til, sum hon sá út
undir krígnum. Við merki-
num málaðum á síðuni,
vardum stýrihúsi og bjarg-
ingarbáti og maskinbyrs-
um.
Og í sjónleikarhúsinum
ber til í leiki og talu at
minnast aftur á hesa tíð.
Seinastu tíðina hava leika-
rar úr Sjónleikarfelagnum
í Havn vant saman við
strandingum eina cabaret
har eisini Scottish Country
Dancers vera við. Okkurt
brotið úr Havnamyndum
verður eisini at síggja í
cabaretuini.
GALLAKONSERT
Eitt hitt størsta tiltakið
verður gallakonsertin í
Norðurlanda Húsinum.
Bretsk jarðarferð undir
krígnum. Líkfylgið
kemur niðan eftir
Tórsgótu og fer so í
Fransabrekkuna.
Har fara walisiska mans-
kórið og Havnakórið at
syngja, og vit fara at hoyra
og síggja Scottish Country
Dancers, Highland Danc-
ers og Royal Marines
Brass Band. Luttakararnir
í konsertini verða einir
hálvtannaðhundrað í tali.
Norðurlanda Húsið verð-
ur annars ramman um
fleiri uiltøk. Millum annað
listaframsýning hjá Fri-
modt Joensen og ein
sokallað Work-Shop, har
greitt verður frá útbúg-
vingarmøguleikum í
Bretlandi. Eisini verður
ein fotoframsýning har.
Sekkjapípur á Vaglinum
„A i WED,
í G 4
á + På
Nr. 66 — 5. mai 1990
TILTØK —.
VÍÐAHVAR I
BYNUM
Skipað verður fyri til-
tókum ymsastaðni. Fram-
sýning verður umborð á
Westward Ho, listafram-
sýning í Listaskálanum,
framsyning í Dvøljuni í
SMS, bókaframsýning á
Landsbókasavninum og á
Býarbókasavninum og
tónleikur verður í gongu-
gøtuni.
I samband vid bretsku
vikuna letur "Savnið
1940-45" upp. Savnið lýsir
ein part av søgu okkara
krígsárini.
TATOO Á
SVANGASKARÐI
Eitt hitt størsta tiltakið
uttan fyri Havnina verður
á Svangaskarði. Har fara
at luttaka Gordon High-
landers, Scottish Country
Dancers, Royal Marines
Bras Band, Dansifelagið,
fimleikarar og sangkór.
Haraftrat stendur felags-
sangur á skránni.
Annars ferðast bretsku
gestirnir víða um í Før-
oyum. Konsert verður í
Christianskirkjuni í Klaks-
vík, konsert verður eisini í
knýtt, og hvat skuldi verið
meira natúrligt við einum
stórri samskifti millum
londini bæði, serliga nú
fast rutusamband er hvørja
viku. Í samband við
bretsku vitjanina kemur
eitt sjónvarpslið frá BBC
higar, sum fer at senda
eitthvørt frá vitjanini
hvgnn dag í bretska sjón-
varpinum.
Í fyrireikingarnevndini
fyri tiltakið sita Johan
Mortensen, Magni Arge,
Ingigerd á Trødni, Hildi-
gunn Lágberg, Tórður
Jóansson og Helgi Fossa-
dal. Kunningarstovan í
Havn hevur dagligu
leiðsluna av fyrireiking-
unum.
tór.-
NREN
sene
UR
ANNO
VU
8