Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1990síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

útvarps- og sjónvarpsummæli Helgi Jacobsen vildi hava nakað at vita um nýggju navnalóggávuna. Hann prátaði við Jóhan Hendrik Winther Poulsen, og vit fingu greið beskeð. Sonur Helga Jacobsen eitur Sveinur. So vita vit tað, - ein greiður máti taka fram, hvørt hann kundi eita Sveinur Helgason ella mátti eita Jacobsen. Og Helgason er ólógligt eftir galdandi lóg. Áhugavert var at hoyra, í hvussu stóran mun sjálvt hetta málið verður roknað sum politiskt í viðurskift- unum millum Føroyar og Danmark, - í hvussu er í amtmansborgin, har før- oysku myndugleikarnir måttu ganga varisliga vid hurdunum. Jéhan Hendrik gekk eisini varisliga um hurðar- nar, tå talan kom inn å, hvussu bindandi navna- listin skuldi vera. Tad luktaði langan veg av bestiltari framferð, tá málmaðurin bedýraði, at her var ikki talan um noydlsu, tvingsil ella ann- að, væl vitandi, at í hvussu er nøkur erkvisin oyru sótu kring landið. Harvið varð ikki greitt, hvar markið gekk: Pelé æt leikarin eg var mest hug- tikin av sum Óviti, - kann eg rópa sonin tað ella... og hvat við Lech og Vaclav og Madonna og Maradona ella okkurt annað, sum fólk kunnu verða inspirer- aði av gjøgnum fjølmidl- arnar í hesum tíðum? Hard misti samrødan - púra óneyðugt - nakað av síni dygd. Verturin í Degi er skift- ur út. Jógvan Jespersen er farin niðan aftur í Sortu- díki og vit hava sæð Dagmar Joensen Næs á skíggjanum. Í henni hava vit higartil fingið ein voksdukkuvert, har eg mest havi heft meg við snotuligu og litføgru klæði hennara. Fer hon ikki TRIKOTAGE & MANUFAKTUR EN GROS Nógvar nýkomnar verur á goymslu i letuni — nýggjar verur koma heim hverja viku. Lýsið i SATARNI R tíðindablaðið Olavur Høgnesen skrivar skiggjanum skjótt at draga ondina og bragda bara eitt sindur við eygunum, so eigur eisini hon at leita niðan í Sortu- díki, tí hattar er frálíkur útvarpsupplestur. Møguleikar hennara Skuldu ikki verið verri nú. Yvirhøvir er tað eitt aft- urvendandi eyðkenni fyri sjónvarpsfólkini, at tey arbeiða ov nógv sum út- varpsfólk, t.e. at antin eru tey sjálvi á skerminum og tosa ella tosa tey við onkr- an uttan at brúka myndir (livandi ella frystar) aft- urvið práti ella frásøgn. Her eigur at verða bøtt um, eitt nú við skeið- luttøku. Tey kundu byrja við einum innahysisi skeiði, har tey hugdu eftir filminum Sólareygu, - um ein føroyskan barnagarð, ið varð sendur týskvgldið. Hetta man vera nakað av tí besta, sum er sent og gjørt her á landi. P/f Georg Nolsøe Heilsøla * Tlf. 145 57 sosialinum SRKRK" Mikil hornblåstur var at hoyra i Havn í síðstu viku, har bern og eldri vístu royndan leik og leik, vit i framtid- ini fara at hoyra tað besta burtur- úr. Havnar Jazzfe- lag hevði ein svarting at sýna fram afrikanskt kynstur. Eisini feroyingar sluppu í part leygarkveld- ið, tá Jazzfelagið skipaði fyri kveldi við útlendska gestinum í Bad- mintonhøllini. Hesum og onk- rum afturat fara vit at siga frå i teiginum i dag. Jazzfelagid Edward Debes, James Olsen, Penti Niemi og Kristian Blak standa fyri bólkinum »Drekha- minn«. Leygarkveldið, tá eg hoyrdi teir, í Bad- mintonhellini, fingu teir eisini hjálp frá Leivi Thomsen og Rógva Á Rógvi. Havnar Jazzfelag hevði vitjan av sene- galska tónleikaranum Malang Cissokho og fyri tær fýra framferslurnar, hann hevði í Feroyum, vandi hann saman við nevndu tónleikarum. Teir høvdu savnað ein bólk, sum skuldi taka ímóti afrikanaranum og leika undir, tá hesin fór at frambera tónleik sín alment. Bólkurin hevði onki navn, men við merkisverdu úttaluni hjá Malang Cissokho av føroyskum orðum, varð skjótt funnið fram til navnið »Drekhamiinn«. Eg fór spentur niðan í Gundadal at lurta eftir afrikanskum sereyð- kennum, men har var eg vónsvikin. Tónleikurin Malaga og »Drehka- múnn< framferdu, var væl framferdur, men nakað eðrvísi enn so nógv annað, vit hoyra, var hann ikki. Malang Cissokho hevði ein forn- aldar-, drynjutan afri- kanskan hátt at syngja uppá og var hetta sett saman við meira nýmót- ans vesturlendskum rútmum. Vit hoyrdu blues, rock/popp og rock'n'roll tónleik. Eitt lag var tó úr Latín- amerika, eitt samba reaggie lag, sum eins og ell hini ljóðaði væl, men ikki skrivaði nakra søgu. Tá ið tað endiliga skal vera afrikanskt, haldi eg, at tit skulu innflyta meira av tí ektaðu ver- uni og ikki plagieraðan vesturlendskan tónleik við einum ískoti úr Afrika. Hetta var tó eitt dansikveld, so meguliga hava hinar framferslur- nar verið eðrvísi. Um onkur hevur verið aðra- staðni og hoyrt >Malang Cissokho< er viðkom- andi vælkomin við eini viðmerking. Big Band Eisini Big Bandið í Havn var at hoyra í Jazzfelagnum leygar- kveldið. Tíanverri var ikki skrivað, nær tað spældi, og eg var so óheppin, bert at fáa ein lítlan part við av tí tey framferdu. Tað, sum eg hoyrdi, ljóðaði bara heilt væl. Okkurt »kiks« var, men tað gjørdi ikki so nógv, og leggjast kann afturat, at >Big Band« ikki ven- ur so nógv og regluliga. Tey venja bara, tá tað liggur fyri. Hetta kveld- ið vóru tríggir luttakar- ar, sum bert høvdu vant einaferð. I „Big Band« leika annars fólk í ellum aldri. Eg metti aldursmunin frá tí yngsta til elsta at vera umleið 25 ár. Annars Tónleikabólkurin >Plúmm< skuldi eftir ætlan verið farin eystur- eftir á konsertferð síðsta leygardag. Eystureftir meinast millum annað Nr. 66 — 5. mai 1990 við býin »Singapore«. Men av tí, at limirnir í »Plimm« av fyrireikar- unum ikki figgjarliga vóru tryggjaðir allan vegin, aftur og fram, valdu teir ongan veg at fara. Leygarkveldið spældu »Terji & Føstufressar« og »Springs« til dans fyri »Havnar Jazzfelag«. Føstufressarnir spældu tónleik, sum talar til okkum teenagarar frá 70-unum, men tíverri var mikrofonin hjá Terja sera illa innstillað og var tað spell, tí tónleikurin var frálíkur. »Springs« framferdu leg, sum foreldrini hjá teimum dansaðu eftir, tá tey vóru ung. Leg sum „Have You Ever Seen The Rain< og >Proud Mary« vóru at hoyra frá einum bólki, sum átti at farið at hugsa >í eðrum banum« ella givist! Stuttligt er at siggja, hvussu stórur aktivitet- urin er millum ung og bern, tá talan er um at finna sær eitthvert ljóð- føri at leika. Musikkdag- ar vóru í Havn í síðstu viku og endaðu teir við eini konsert í Norður- landahúsinum sunnu- dagin. Fólk, sum fóru í Norð- urlandahúsið sunnudag- in, mettu einum riðli av børnum í forhøllini og gingu tey antin við ein- um horni í hondini ella eini violin. Ja, áhugin er stórur í teimum lágu aldursbólkunum. Vón- andi fara vit at njóta gott burtur úr teimum um nekur ár. Tey í betra endanum fara ivaleyst at halda fram. >Tónavikan< fer um eina viku m.a. at siga frá trimum finskum fólka- tónleikarum, sum eru her hetta vikuskiftið, kanska teir hava okkurt spennandi á konsert- skránni. Hetta var so alt hesu ferð. J.MAG. KE NEP á