fríggjadagur 14. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 31 - 14. februar 2003
Nr. 31 - 14. februar 2003
9
Fyrireikingar til yvirgang
Yvirmenn í Sam-
bandsherinum hava
hesa síðstu vikuna
ráðgivið fólki í USA,
um hvussu tey skulu
bera seg at, um yvir-
gangsatsóknir skuldu
komið, nú kríggið við
Irak nærkast
YVIRGANGSRÁÐ-
GEVING
Annika S. Olsen
USA hevur fingið hóttanir
um
yvirgangsálop
tær
síðstu vikurnar. Tí eru her-
yvirmenn og onnur køn
fólk farin undir at greiða
frá, hvussu fólk í USA
kunnu fyrireika seg, um nú
yvirgangsatsóknir ella líkn-
andi skuldu tikið seg upp.
Serliga er tað yvirgangs-
bólkurin hjá Osama Bin
Laden, al Queda, ameriku-
menn eru bangnir fyri. Tað
er ikki víst, um al Queda
hevur kjarnorkuvápn, men
tey serkønu eru vís í, at
yvirgangsbólkurin hevur
evnafrøðilig, lívfrøðilig og
geislavirkin vápn.
Tey serkønu ávara ímóti
yvirgangsálopum,
men
ringt er at siga, júst hvat er
í væntu. Tá, ella um Irak-
kríggið byrjar, kunnu am-
erikanarar verða raktir av
øllum frá sjálvmorðsat-
sóknum, skjótiálopum og
politiskum
morðum
til
burturflytanir av fólki.
Fyrireikingarnar
Tey serkønu ráða fólki til at
fyrireika seg sálarliga upp á
møgulig álop og aðrar
trupulleikar, og eisini skulu
tey syrgja fyri at hava alt,
sum tørvur er á undir
slíkum umstøðum.
Fyrst og fremst siga tey
serkønu, at best er, um
hvørt heim hevur nóg mik-
ið av mati og vatni í tríggjar
dagar. Harafturat ráða tey
fólki til at gera avtalur við
familju og kenningar, so-
leiðis at tey kunnu fáa sam-
band við hvønn annan, um
neyðstøða verður. Hetta
kunnu tey til dømis gera
við at finna ein triðja part,
sum kann taka ímóti øllum
boðum. Tey serkønu siga
eisini, at øll mugu eiga
sterkt tape og stórar plast-
posar
ella
plastteppir
heima, fyri at verja seg
ímóti møguligum álopum.
Afturat tí skulu øll heim
eisini hava saksar, dósaopn-
arar, teppir, lummalyktir,
útvørp og battarí.
Bygningar og trygd
Sum vit jú kenna aftur frá
11. septembur 2001 eru
bygningar vælumtóktir sum
yvirgangsmál. Tað amerik-
anska fólkið hevur fingið at
vita, at nakrir bygningar
fara at vera truplari at koma
inn í av trygdarligum áð-
um, men tað mesta innan
hetta fer at vera loyniligt
arbeiði hjá eftirlitsfólki, og
fer tann vanligi amerikan-
arin tí ikki at leggja stór-
vegis merki til nakað.
Nýggjar reglur skulu
gerast viðvíkjandi vitjanum
í høgum bygningum, og ar-
beiðararnir, ið avlevera
vørur, skulu hava góðkenn-
ing, áðrenn farið verður
inn. Stórir bygningar skulu
eisini hava luftskipanina
kannaða.
Sølumiðstøðir hava fing-
ið boð um at flyta parker-
ingsplássini, serstakliga har
lastbilarnir parkera, eitt
sindur burtur frá sølumið-
støðini. Nógvar sølumið-
støðir hava harafturat sett
vápnaðar vaktir í starv.
Amerikanarar ræddir
Amerikanarar
eru
sera
ørkymlaðir, nú teir fáa øll
hesi ráðini, tí tey virka jú
sera álvarsom. Men amer-
ikanskir heryvirmenn vilja
fyrst og fremst hava hesar
upplýsingarnar út til fólki
sum eitt “betur fyrivarin,
enn eftirsnarin”-tiltak. Tað
varð eisini nógv funnist at,
tá trygdar heryvirmenn eft-
ir 11. september 2001
komu við nógvum ávaring-
um, men ikki greiddu fólk-
inum frá, hvussu tey kundu
gera nakað, og hetta er ein
onnur orsøk til fyrireiking-
arnar nú.
Harafturat hongur tað
saman á tann hátt, at al
Queda ikki eru líka so
áhugaðir at leypa á, um
amerikanska fólkið hevur
vant seg við tankan um
álop. Eisini leypa teir ikki á
støð, sum teir vita eru væl
tryggjað. Tað vil siga, at um
USA er meira fyrireikað,
missir al Queda meira og
meira áhugan fyri at leypa
á, halda serfrøðingarnir.
Serfrøðingarnir halda tað
eisini vera sera týdningar-
mikið at fólkið fyriheldur
seg róliga og at tey ikki øsa
seg upp. Meiningin er ikki
at ræða fólk, men bert geva
kunning, sigur ein gransk-
ari. Tey serkønu siga, at um
støðan verður sera ring,
skulu fólk lurta eftir tíðind-
unum. Um boðini eru, at øll
skulu vera við hús, so mugu
fólk ikki fara út, tí vegirnir
høvdu kortini verið sperr-
aðir.
Alíkavæl eru amerikan-
arar ræddir. Teir siga seg nú
veruliga kenna, at kríggj er
í nánd, og tað ger teir
bangnar.
-Tað kann ikki
góðtakast, at landsins
myndugleikar geva
suðuroyingum boð
um, at antin taka teir
av hesari loysnini til
tunnil ímillum
Øravík og Hov, ella
dettur alt niðurfyri,
sigur Petur Hammer,
byggimeistari á
Tvøroyri
HOVSTUNNILIN
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Tað var Petur
Hammer, byggimeistari á
Tvøroyri, sum av sínum
eintingum vendi sær til
NCC at fáa teir at meta um
ætlanina at byggja tunnil
ímillum Øravík og Hov og
sum vit hava greitt frá
omanfyri.
Vit hava spurt hann,
hvussu tað bar til, at hann,
sum vanligur borgari, tók
eitt so óvanligt stig.
Hann sigur, at tað er
ongin loyna, at nógvir
suðuroyingar hava havt ilt
av
linjuføringini,
sum
Landsverkfrøðingurin
hevur lagt, tí hildið verður,
at tunnilin liggur alt ov
ovaliga.
Eftir uppskotinum hjá
Landsverkfrøðinginum, fer
tunnilin inn sunnanfyri
Tjaldavík og kemur út aftur
nakað væl uppi á Hovsegg.
Hetta uppskotið fer at føra
við sær, at tað verður neyð-
ugt at gera yvir fýra kilo-
metrar av nýggjum vegi í
sambandi við tunnilin og
tað fer eisini at føra við sær,
at suðuroyingar bert í av-
markaðan
mun
sleppa
undan tí, sum ætlanin var,
at tunnilin skuldi bjarga
teimum
undan:
Tí
vandamikla fjallavegnum
báðu megin Hovsegg.
- Men tað, sum gjørdi
endaliga útslagið, var, tá ið
eg hoyrdi, at Landsstýris-
maðurin í vinnumálum
hevur gjørt av, at gera
tunnil undir Leirvíksbygd í
sambandi við Undirsjóvar-
tunnilin.
- Hetta haldi eg eisini var
tann rætta loysnin. Men
hetta var ein loysn, sum
varð góðtikin, uttan nakað
hóvasták, hóast hon kostar
27 milliónir, minnist meg
rætt.
Samstundis ljóðaði ímill-
um manna, at bý- og
bygdaráðspolitikarar
úr
Suðuroy fingu greitt, at
vita, at loysnin, sum Lands-
verkfrøðingurin hevur skot-
ið upp, var einasta loysnin,
sum kundi koma uppá tal til
ein tunnil ímillum Øravík
og Hov.
Ein nógv betri loysn
Petur Hammer sigur, at
hetta kundi hann, sum
suðuroyingur
als
ikki
góðtakast, serliga tá ið
hugsa verður um ónøgdina,
sum hevur verið við ætlaðu
linjuføringina hjá Lands-
verkfrøðinginum.
Hann sigur, at NCC hev-
ur framt eitt tekniskt bragd
í sambandi við Vágatunn-i-
lin og tískil setti hann seg
av sínum eintingum í sam-
band við felagið og legði
málið fyri teir.
Teir hava síðani kannað
málið og tað tilfar, sum, er
til taks og gjørt sínar
útrokningar.
- Úrslitið, sum NCC er
komið til, er so mikið
spennandi, at tað má av-
gjørt takast við í metingun-
um, sigur Petur Hammer.
Hann sigur, at ongin ivi
er um, at linjuføringin, sum
NCC hevur stungið út í
kortið, er nógv betri enn
tann, sum Landsverkfrøð-
ingurin hevur valt.
Tunnilin kemur at liggja
nógv lægri. Hon verður
sera orkusparandi, tí nú
sleppa bilar undan at sleipa
seg niðan á hálva Hovsegg,
samstundis sum bæði SEV
og telefonverkið kunnu
leggja kaðalar ígjøgnum
handa, heldur enn at fara
upp í fjøllini. Og so fer tað
eisini at gera ætlaðu sam-
ferðsluhavnina í Trongis-
vági einar 15 milliónir
bíligari.
Petur Hammer sigur, at
hansara vón er, at suðuroy-
ingar standa sum ein maður
í hesum máli og ikki góð-
taka, at landsins myndug-
leikar sleppa at kroysta eina
loysn niðuryvir okkum,
sum ikki er nøktandi.
Men framum alt vónar
hann, at politikarar úr øll-
um flokkum standa saman
og ikki gera hetta málið til
eina partapolitiska kasti-
bløku.
Suðuroyingar skulu hava fleiri møguleikar
Suðuroyingar eiga ikki at
góðtaka at ein loysn verður
kroyst niðuryvir okkum, sum
ikki er nøktandi og tí eiga vit
at kanna allar møguleikar,
sigur Petur Hammer, sum av
sínum eingtingum setti seg í
sambandi
við
NCC
í
sambandi við Hovstunnilin.
Her vísir hann okkum kortið
við báðum linjuføringunum á
Ein býarmynd fer í søguna
Tos er í býnum um, at
tað møguliga verður
skrivað »stongt« á
hurðina hjá Konditt-
arínum í næstum. Eitt
av starvsfólkunum á
kondittarínum, hevur
váttað, at tær, sum nú
arbeiða har, fara at
gevast
Býarmynd
Ingrid Bjarnastein
»... ein túr inn á kon-
dittaríið, og siti so fitt har
og bíði...«. Soleiðis syngur
Margretha í sanginum »Eg
eri so spent til jóla«. Men
nú verður kanska ikki
møguligt hjá teimum, sum
plaga at ganga inn á
kondittaríið í miðbýnum í
Havn, at sessast til eitt prát
og ein kaffimunn longur.
Tað er nevniliga komið upp
á tal, at kondittaríið skal
snara lyklinum.
Eitt av starvsfólkunum á
kondittarínum hevur vátt-
að, at tær, sum reka konditt-
aríið í løtuni, helst fara at
gevast, men hvat verður í
framtíðini, visti hon ikki at
siga. Kanska onkur annar
tekur yvir ella letur tað heilt
aftur.
Apríl søga
Kondittaríið er vorðið til
eina býarmynd í Havn. Tað
er har tú kanst fara innar
ein kaldan vetrardag til ein
kopp av kaffi ella kakao, og
har er eitt heilt serligt um-
hvørvið.
Tá Sosialurin leitaði sær
inn á kondittaríið hósmorg-
unin var umhvørvið soleið-
is, sum tað altíð er. Kaffi-
roykur út í gongina, prát,
látur, koppar, sum verða
settir niður á borðið hoyrd-
ist beinanvegin komið var
innar í gongina.
Við diskin arbeiða tvær
kvinnur. Tær eru ikki ser-
liga tíðindafróðar, men tað
eru teir føstu og fúsu kund-
arnir, sum sita yviri við tað
fyrsta borðið. Tað fasta
borðið. Teir somu menninir,
sum hava gingið inn í
kondittaríið ár eftir ár.
– Vit hava hitst her,
hvønn morgun í 25 ár.
Onkur eisini meira, sigur
tann eini.
Hvønn morgun klokkan
9, tá Kondittaríið letur upp,
sessast teir við borðið við
kaffikoppi og rundstykki.
– Vit hopa, at hetta er ein
apríl søga. Tað ber ikki til,
at kondittaríið skal latast
aftur. Okkurt má gerast,
siga teir til slaturin um, at
kondittaríið nú helst fer í
søguna.
Hugnaligt
Inni á Kondittarínum er
hugnaligt. Tað fyllist skjótt
við fólki, sjálvt um klokkan
ikki meira enn farin er av
níggju henda hósmorgun.
Við borðini, tey borðini,
teir altíð sita við, sita eini
12 mans í morgun. Allir
hava hvør sín kaffikopp.
Nakrir lesa bløðini, meðan
aðrir sita og práta.
– Vit sita her og práta um
alt møguligt. Loysa verð-
instrupulleikar og fótbólts-
prát er tað mesta, sigur ein,
meðan hinir grína og siga,
at tað er ikki bara fótbólts-
prát.
– Vit prátað um tað, sum
er farið og tað sum kemur,
vil ein annar vera við.
Nú kemur ein við einum
kaffikoppi og einum borð-
iski við einum rundstykki
afturat.
– Hetta hevur ógvuliga
nógv at siga fyri okkum
sosialt. Hetta er byrjanin
upp á ein góðan dag.
Hugnaligt er tað eisini. Vit
eru her hvønn morgun,
eisini leygarmorgun.
Nakrir trúgvir kundar
plaga at sita yviri í hornin-
um. Teir koma eitt sindur
seinni enn teir, sum sita við
fyrsta borðið.
– Vit eru eini 12-20
mans, sum plaga at hittast.
Allir havnarmenn, sigur
ein, sum situr í horninum,
meðan ein leggur skemt-
ingarsamt afturat, at talan
er bert um reint blóð, og so
flenna allir hinir so hjarta-
liga.
– Tá vit skulu hava meira
kaffi, so gera vit soleiðis,
verður greitt frá. Hann ristir
við lokinum til mjólkar-
ílætið, og so kemur meira
kaffi á borðið.
Nógvar góðar søgur eru
úr kondittarínum, og teir
trúgvu, góðu og gomlu
kundarnir eru vísir í, at tað
verður ein stórur missur,
um kondittaríið snarar lykl-
inum fyri seinastu ferð.
Kondittaríið ein hósmorgun.
Um tosið og slatrið er satt, so
verður onki kondittarí meira
Mynd: Jens Kr. Vang
Fiskirannsóknarstova
n hevur fingið send-
andi ein sera sjáld-
saman fisk. Hetta er
fyrstu ferð, sum
Fiskirannsóknar-
stovan veit um, at
hesin fiskur, sum
hevur fingið navnið
Sankta Pætursfiskur,
er fingin á føroyskum
sjógvi
FISKASLAG
Ingrid Bjarnastein
Ein sjáldsamur fiskur er
komin
Fiskirannsóknar-
stovuni í hendi. Talan er um
ein fisk, sum hevur fingið
heitið Sankta Pætursfiskur,
og er hann ongantíð sæddur
á føroyskum sjógvi fyrr.
Sendari av fiskinum er
Dánjal Jóhan Lisberg úr
Sumba.
Fiskurin
varð
veiddur av ísfiskatrolanum,
Akraborg, tann 11 august
2001, men av tí hann var
kruvdur, so var ikki møgu-
ligt at síggja, hvat hann
hevði etið. Talan var tó um
ein kvennfisk við hvílandi
rognum, sum var 39 cm til
longdar, og tá hann var
kruvdur vigaði hann 910
gramm.
Vísindaliga
heitið
á
Sankta Pætursfiski er Zeus
faber, og á ørðum tungu-
málum eitur hann Saint-
Pierre, Pesce San Pietro,
peixe-galo.
Sum sagt, so er hetta
fiskaslagið ikki sæð á før-
oyskum sjógvi fyrr. Hann
verður tó veiddur út fyri
strendurnar á Afrika og
Vestur Evropa og norður til
Suðurnoreg. Eisini er hann
at síggja í Miðjarahavinum
og í sunnara parti av
Svartahavinum.
Sankta
Pætursfiskur
svimur stakur ella í smáum
torvum á 50 til 150 metra
dýpi, og viðhvørt niður á
einar 400 metrar.
Nýggja fiskaslagið er
eyðkent í útsjónd. Hann er
hávaksin og smalur, høvdið
stórt og kjafturin kann
skjótast langt frameftir, tá
hann tekur føði. Teinarnir,
serliga í ryggfjøðurini, eru
langir. Liturin er ymiskur,
mest blankt silvurlittur og
heldur myrkari á rygginum
enn á búkinum, harliturin
ofta skyggir grønt.
Gýtingin er við Suður-
ongland í juni-august, og í
Miðjarðarhavinum í mars-
mei.
Fiskurin er ein glúpskur
ránsfiskur, ið livir mest av
fiskasløgum sum sardin,
sild og brislingi, men eisini
av høgguslokki og ymisk-
um krabbadýrum.
Sankta Pætursfiskur hev-
ur stóran týdning, sum
hjáveiða í trol- og línufiski-
skapi í Miðjarðahavinum
og við vesturstrondina á
Afrika, og hann sigst vera
sera vælsmakkandi.
Borgarar í Tórshavnar
Kommunu gera nú
vart við sína ónøgd, og
vilja hava Rás Tórs-
havn aftur at senda.
Undirskriftir verða
savnaðar saman í
býnum, sum skulu
handast býráðnum í
næstum. Jógvan Arge,
býráðslimur, fer nú at
reisa málið á býráðs-
fundi komandi hósdag
RÁS TÓRSHAVN
Ingrid Bjarnastein
Ónøgdir borgarar gera nú
vart við seg. Teir vilja hava
Rás Tórshavn at senda
aftur, og liggja nú seðlar úti
í handlum kring býin, har
fólk, ið vilja gera vart við
sína ónøgd kunnu skriva
undir uppá, at tey vilja hava
Rás Tórshavn at aftur í
kassan.
Jógvan Arge var ein av
teimum, sum var ímóti, at
Rás Tórshavn varð tikin frá
borgarunum í kommununi,
og fer hann nú at reisa
málið í býráðnum.
– Eg haldi, at tað er
áhugavert, at fólk nú gera
vart við sína ónøgd, og tað
er neyðugt av býráðnum at
taka málið uppaftur, sigur
Jógvan Arge, sum komandi
hósdag á býráðsfundi skjýt-
ur upp, at Rás Tórshavn
verður endurstovnað skjót-
ast gjørligt.
Jógvan Arge heldurikki, at
tíðin er komin frá ókeypis
tænastum, og heldur hann, at
henda tænastan er ein góð
kommunal tænasta, og á
heimasíðuni ger hann greitt,
at hann heldur, at Rás Tórs-
havn skal senda aftur skjót-
ast gjørligt, og rokningina
skal kommunan gjalda.
Rás Tórshavn í Býráðið
Jógvan Arge vil hava Rás Tórshavn aftur at senda. Býráðið
skal gjalda tað, ið tað kostar at fáa rásina aftur at senda
Sjáldsamur fiskur á
føroyskum sjógvi
C
M
Y
K
9
8