fríggjadagur 14. februar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 31 - 14. februar 2003
Nr. 31 - 14. februar 2003
11
Sunnudagin var eitt sera áhugavert tiltak í Norð-
urlandahúsinum, har fleiri av teimum rithøv-
undum, ið eru innstillaðir til bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins, lósu upp úr egnum verkum.
Eisini svaraðu teir spurningum frá áhoyrarunum.
Hetta er eitt tiltak, sum Norðurlandahúsið og
Norrønu feløgini eiga tøkk uppiborna fyri. Í eini
tíð, har alt samskifti alt meira fer fram yvir elek-
tronisku miðlarnar, er tað sera viðkomandi at
fólk hitta rithøvundarnar "live".
Tveir føroyingar hava áður fingið bókmenta-
virðisløn Norðurlandaráðsins, nevniliga William
Heinesen og Rói Patursson. Fleiri av okkara
mætastu yrkjarum og rithøvundum hava verið
innstillaðir, men ikki fingið prísin, hóast tað
mangan hevur verið nær við. Í fjør var yrkjarin
Tóroddur Poulsen innstillaður og í ár er tað rit-
høvundin Hanus Kamban. Vit her á blaðnum
ynskja Hanusi góða eydnu, nú málið um, hvør, ið
skal fáa hesa høgt mettu virðisløn, fer inn í sina
avgerandi gongd.
Tað hevur stóran týdning fyri føroyska mentan,
at okkara listafólk fáa viðurkenning uttanlanda. Í
fjør fekk Sunnleif Rasmussen Tónlistavirðisløn
Norðurlandaráðsins og Jóannes Nielsen fekk
dramavirðislønina hjá norðurlendska sjónleika-
sambandinum. Slíkar hendingar hava stimbrandi
og mennandi týdning fyri ávikavist tónlist og
bókmentir og fyri føroyskt mentanarlív sum
heild. Eisini føroyskur nútímans tónleikur vekir
ans uttanlanda og er hesin tónleikurin í stórari
menning. Føroyska myndlistin hevur leingi vakt
miklan ans uttanlanda og stendur sterkari og
sterkari fyri hvørt ár, sum gongur. Føroyskir
sjónleikarar standa seg væl á donskum og øðrum
leikpallum, og eru við til at geva útlandinum eina
góða mynd av okkara mentanarlívi.
Landsins myndugleikar eiga nú av álvara at
stuðla mentan og list. Listin er eitt øki, ið ikki
kann vera búskaparliga sjálvberandi, og eigur tí
at fáa almennan stuðul. Men hinvegin hava
mentan og list týdning fyri vinnulív og búskap á
sama hátt, sum eitt nú fótbólturin. Hesi øki skapa
okkum goodwill uttanlanda og skapa trivna
innanlanda, og er hetta ein týðandi orsøk til, at
løgting og landsstýri eiga at geva mentanini og
listini ans. Tað er tí spenningur um Bók-
mentaviðrsløn Norðurlandaráðsins, fellur hon til
føroyska evnið, fær tað stóran týdning framyvir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Spenningur um virðisløn
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Signar P. Heinesen
So upplivdu vit tað aftur.
Starvsfólk hjá tí almenna
fara til arbeiðis við tí í
huga, at gera dagsins verk
aftur í dag. Eftir bestu
sannføring og soleiðis sum
lívið og umstøðurnar eina-
ferð løgdu tað til rættis.
Knappliga eru tey í einum
kríggi.
Friðarfólk, sum ongantíð
kom til hugs at gera eini
hønu mein, tíansheldur at
gera nøkrum starvsfelaga
nakað. Hyggin fólk, sum
settu sær fyri, at teirra
skuldi ikki liggja eftir og
tað skuldi vera við reinum,
opnum kortum eftir eini
lívsleið, sum fingu ikki
kann setast á – menniskja-
liga talað. Tí rein í víðastu
týdningi eru heldur ikki
hesi.
Men knappliga eru tey í
opnum kríggi.
Í almenna
kjakinum
verður í rættvísis navni
»hugt til báðar síður«, tí
tveir partar skulu til at
kríggjast, sambært fólka-
ligum orðafelli.
So er ikki. Ein, sum
hevur formligu leiðsluna
oman fyri annan, er ríkiligt
til at skapa krígg.
Alt meðan tað fjølgast í
tigandi skara.
Í krígsstøðu
Jóannes Eidesgaard
Havnar Arbeiðsmannafelag
fekk nýggjan formann fyri
stuttum. Hans Joensen varð
valdur, og eg vil nýta høvið
til at ynskja honum tillukku
og góða eydnu við starvin-
um. Hetta er vissiliga eitt
álitisstarv, og tungur verður
eisini arvurin at lyfta eftir
tann navnframa Karl Jo-
hansen, men við áræði og
dirvi skal tað bera til
Í einari samrøðu hoyrdi
eg nýggja formannin seta
fram ynski um, at arbeiðs-
mannafeløgini framyvir fór
at standa meira saman.
Hann hugsaði ivaleyst fyrst
og fremst um sáttmálasam-
ráðingar. Hetta er sanniliga
eitt gott og bjart mál at seta
sær, og eg vil eisini skunda
mær at ynskja honum og
allari
arbeiðararrørsluni
eydnu við tí.
Fyri ikki so nógvum ár-
um síðani tók arbeiðs-gev-
arasíðan stig til, at vit fingu
sokallaða Vinnuhúsið. Eitt
á allan hátt skilagott stig.
Vinnuhúsið hevur síðani
verið ein aktivur partur av
samfelagskjakinum. Teir
hava dúgliga meldað sína
áskoðan út um mangt og
hvat. Alt frá einari alt ov
stórari almennari umsiting
til fløskuhálsar á ansingar-
økinum umframt mangt
annað.
Fyri okkum politikkarar
hevur tað verið ein stórur
fyrimunur, at vit nú hava
eina rødd, sum umboðar
arbeiðsgevarasíðuna á ar-
beiðsmarknaðinum, antin
tú so ert samdur ella ikki.
Nú eru tað ikki longur
mongu arbeiðsgevarafeløg-
ini, sum siga nakað, men nú
er tað teirra felags organ
Vinnuhúsið, sum úttalar
seg. Hetta frøast vit um,
men samstundis sakna vit
tess meira, at ein og bert
ein tilsvarandi rødd eisini
er frá løntakarasíðuni.
Fjølmiðlarnir taka tíðunt
ymiskt frá heimasíðuni hjá
Vinnuhúsinum og bera tað
fram, men altíð standa hesi
sjónarmið so nakin, tí ein
rødd frá fakfelagssíðuni
ikki samstundis hoyrist.
Nú hava vit ofta lyndi til
at samanbera okkara viður-
skifti við viðurskiftini í
øðrum londum. Men taka
vit hetta økið, so síggja vit,
at í øllum Norðurlondum
hava boðskaparnir frá pørt-
unum á arbeiðsmarknaðin-
um stóran týdning fyri al-
menna kjakið. Hvussu ofta
hoyra vit ikki endurgivið, at
nú hava LO ella DAF sagt
hetta ella hatta? Og hvussu
ofta síggja vit ikki ymiskar
analysur um viðkomandi
mál verða kunngjørdar,
sum eitt nú LO ella DAF
hava framleitt? Og á henda
hátt eru partarnir altíð ak-
tivir í kjakinum, ja mangan
seta teir sjálvir dags-
skránna.
Vit hava so fingið eina
arbeiðsgevararødd Vinnu-
húsið, og tað er avgjørt eitt
framstig, Men framstigið er
ikki fullkomið, fyrr enn vit
eisini hava fingið eina
føroyska LO-rødd. Eitt hús,
har sjónarmiðini hjá tí
samlaði føroyski løntak-
arasíðuni
onkursvegna
verða savnað til eitt sjónar-
mið.
Eg veit fullvæl, at hetta
er ikki so lætt sum hjá ar-
beiðsgevarunum, men tá
tað ber væl til í øðrum
londum, so hví ikki eisini
her hjá okkum? Arbeiðs-
mannafeløgini og arbeiðs-
kvinnufeløgini
kundu
kanska tikið fyrsta stigið.
Hetta er ikki sagt sum ein
rødd fyri einari saman-
legging, tí tað mugu feløg-
ini sjálvandi sjálvi finna út
av, men hetta verður sagt
fyri at skunda undir, at
sjónarmiðini á einari og
somu síðu verða saman-
sjóðaði.
Hettta hevði verið til
stóran fyrimun fyri al-
menna kjakið, og vit høvdu
veruliga fingið tvær røddir,
sum við vekt høvdu kunnað
sett sín dám á orðaskiftið
umframt sjálvi at sett dags-
skránna. Hetta hevði gjørt
boðskapin greiðari.
Latið tí ikki Vinnuhúsið
framyvir standa so einsa-
malt.
Vinnuhúsið stendur ov einsamalt
Tøkk
Øll tykkum, sum gjørdu sítt til, at áttati ára føð-
ingardagur mín gjørdist so hugnaligur, takki eg
hjartaliga. Takk fyri heilsanir við flaggi, sangi,
brøvum, fjarritum og telefonsamrøðum bæði innan-
lands og uttanlands, takk fyri blómur og vakrar
heilsanir frá mínum fyrrverandi arbeiðsplássi og aðra
staðni frá, og takk tit, sum komu inn á gólvið og
gjørdu løtuna ógloymandi.
Hjartans tøkk øll somul við ynski um Harrans sign-
ing yvir tykkum øll.
Ditlev
Abraham Mikladal
Nú er tað staðfest, at Símun
V. Arge ikki smæðist fyri at
nýta ósannindi og ógrund-
aðar pástandir fyri at skapa
sum mest øsing um, at hann
ikki fekk starvið sum
landsantikvarur
Magistarafelagið,
har
Símun er limur, hevur Sím-
unar vegna skrivað til
landsstýrismannin í menta-
málum og kravt, at setanin
av landsantikvari verður
annullerað. Grundgevingin
er bygd á ein fund, sum
nevndin í Magistarafelag-
num hevði við Símin.
Høvuðsniðurstøðan var,
at orsakað av, at starvslýs-
ingin í føroysku bløðunum
ikki samsvaraði við starvs-
lýsingina í danska blaðnum
Magisterbladet, so hevði
Símun V. Arge verið fyri
órætti, tí hann ikki kendi til
tey krøvini, ið vóru sett
umsøkjarunum í tí donsku
útgávuni.
Nú hevur landsstýris-
maðurin í svarinum til
Magistarafelagið víst á, at
Símun alla tíðina hevur
kent til ta donsku útgávuna
av lýsingini. Hann fekk
hana til kunningar og til
ummælis, áðrenn hon varð
sett í Magisterbladet.
Eg kann leggja afturat, at
uttan mun til, um Símin
ikki skuldi kent til ta
donsku útgávuna av starvs-
lýsingini, so hava teir søkt,
og fyrireikað seg til set-
anarsamrøðurnar á somu
fortreytum,
og
ikki
ymiskum, sum Símun vil
vera við: Tað er nevniliga
so, at umsøkjarin, ið fekk
starvið, brúkti ta føroysku
útgávuna av starvslýsingini
sum grundarlag fyri síni
umsókn.
Eg havi í telduposti spurt
bæði Símun V. Arge og
Steffen S. Hansen um hetta,
og havi frá Steffen S.
Hansen fingið soljóðandi
citat úr umsóknini hjá hon-
um til landsantikvar:
"Landsantikvar på Før-
oya Fornminnissavn. Jeg
har med stor interesse læst
opslaget til ovennævnte
stilling i Dimmalætting den
28.9.2002".
Frá Símun havi eg í
skrivandi stund einki svar
fingið, hóast rykt er eftir tí.
VIÐMERKINGAR
Elin Lindenskov
býráðslimur
Sum býráðslimur í Tórs-
havnar kommunu sendi
undirritaða tann 11. mars í
2002 býráðnum uppskot
um at gera eina felags
framhaldsdeild fyri allars
skúlarnar í kommununi.
Einki hevur verið at frætt
um uppskotið í býráðnum,
tó at tað hevur verið við-
gjørt í onkrum skúlastýr-
um.
Tískil havi eg biðið borg-
arstjóran um at seta málið á
skráan til býráðsfundin
komandi hóskvøld. Hetta
fyri at fáa kjak um málið í
býráðnum, so tað kann fáa
eina veruliga politiska við-
gerð. Uppskotið var soljóð-
andi:
»Ásannandi, at skúlarnir
í kommununi eru ov trong-
ir, loyvi eg mær at skjóta
upp, at kanna møguleikan
fyri eini felags framhalds-
deild
fyri
skúlarnar
í
kommununi.
Í Tórshavnar kommunu
eru 5 barnaskúlar, sum ikki
hava framhaldsdeild. Hoy-
víkar skúli, Sankta Frans
skúli, Kalbaks skúli, Kolla-
fjarðar skúli og Adventista-
skúlin. Í verandi skúlaári
ganga tilsamans 128 næm-
ingar í 7. flokki á hesum
skúlum. 137 í 6. flokki, og
149 ganga í 5. flokki.
Tilsamans 414 næmingar,
sum næstu 3 árini, skula
skifta skúla.
Umframt næmingarnar í
barnaskúlunum, eru tilsam-
ans 542 næmingar við
fimta, sætta og sjeynda
flokkunum á Argjum, á
Venjingarskúlanum,
í
Kommunuskúlanum og í
Eysturskúlanum. Tilsamans
956 næmingar sum kom-
andi 3 árini skulu í fram-
haldsdeildina.
Sum skúlastýrislimur í
Sankta Frans og Kolla-
fjarðar skúla, eri eg blivin
kunnað um, hesar trupul-
leikar, sum næmingar hava
av skúlaskiftinum frá 7. til
8. flokk:
Næmingarnir, sum flyta
skúla, koma í flokk saman
við nærmingum, sum hava
gingið øll 7 barnaskúla
árini á skúlanum. Tey
kenna skúlan og tað mentan
sum er har, meðan teir
nýggju næmingarnir mugu
venja seg við broyttu um-
støðurnar. Sum í mongum
førum er sera trupult fyri
einstakar næmingar.
Næmingurin fær sjálvdan
tær lærugreinar, hann sam-
bært fólkaskúlalógini eigur
at kunna velja í fram-
haldsdeildini. Orsøkin sigst
vera, at ov fáir næmingar
hava valt lærugreinina.
Um vit høvdu ein felags
framhaldsskúla í komm-
ununi, var trupulleikin við
skúlaskiftinum burtur. Tá
vóru allir nærmingarnir,
sum byrja í 8. flokki nýggir.
Øll byrja í nýggjum um-
hvørvi. Næmingagrundar-
lagið verður størri, soleiðis
at møguleikin fyri fleiri
vallærugreinum
eisini
verður størri.
Kommunurnar i Sunda-
lagnum
hava
drúgvar
royndir við felagsfram-
haldsdeild á Felagsskúlan-
um á Oyrarbakka. Sam-
starvið um felags fram-
haldsdeild byrjaði í 1971.
Á
Felagsskúlanum
á
Oyrarbakka ganga í ár 118
næmingar. Royndirnar við
Felagsskúlanum á Oyrar-
bakka eru sera positivar.
Sambært næmingatalin-
um á teimum 5 barna-
skúlunum er grundarlag
fyri einum felags fram-
haldsskúla,
fyri
hesar
skúlar. Tilsamans ganga
416 børn í 5 - 7 flokki í ár.
Vit kunna byrja við eini
felags framhaldsdeild fyri
teir 5 skúlarnar, sum í dag
bert hava barnaskúlaflokk-
ar. Tá fáa vit nakrar royndir,
sum
kunnu
brúkast
í
komandi
útbygging
av
skúlunum í Kommununi.
Samstundis,
sum
vit
loysa trupulleikarnar hjá
næmingunum við skúla-
skiftinum og vallærugrein-
unum, verður meira pláss á
nøkrum av hinum skúlum.
Eg mæli til, at uppskotið
um felags framhaldsdeild
verður sent skúlastýrunum
og
skúlaleiðslunum
í
kommununi til ummælis.
Tórshavn, 11.mars 2002.«
Vónin við hesum upp-
skoti er fyrst og fremst at
fáa kjak um málið, nú vit
tosa um skúlabyggingar.
Nógv verður tosað um
broytingar,
og
nógvar
rembingar eru at hoyra. Tí
skal vón mín verða, at hetta
verður eitt íkast til kjakið
um, hvussu vit best skipa
framtíðar skúlan í komm-
ununi.
DANSUR
Tíðindaskriv
Fyri 12. ferð skipar
dansifelagið »Kom og
Dansa« fyri grýludansi á
Kambsdali.
Fyrireikarnir siga, at
teir hava roynt at gera til-
takið meir fjølbroyt enn
vanlig dansitiltøk flest,
og hevur nógv forvitnis-
ligt verið á skránni hesi
árini, nevnast kann móta-
show, fleiri dansishow og
Føroyskir Chippensdales
bert fyri at nevna nøkur.
Eisini hevur høllin
verið pyntað við ljósper-
um og ballónum hvørt ár.
Øll árini hevur dans-
urin verið í ítróttarhøllini
á
Kambsdali.
Sigast
kann, at hetta er vorðin
ein verulig traditión, og
hava nógv fólk verið til
dansin hvørt ár. Mest úr
Eysturoynni, men eru
nógv eisini komin aðra-
staðni frá, og mong av
teimum hava nýtt møgu-
leikan at lata seg í
grýluklæðir. Ein hevur
týðuliga sæð, at nógv av
teimun hava brúkt nógva
tíð at seyma og annars
gera sær eina drakt.
Fyri at gera tað meira
áhugavert og spennandi
at gera góð og orginal
grýluklæði, hava tað á
hvørjum ári verið vinn-
ingar til bestu grýluna,
og í ár er ætlanin at gera
nakað serligt burturúr.
Besta grýlan vinnur nem-
liga ein uttanlandsferð
fyri 2 .
Nr. 2 og 3 fáa eisini
vinning.
Nevnast
kann,
at
grýluklæðini skulu vera
heimagjørd fyri at koma
upp í part, tá dømast
skal. Ikki tí, keypt grýlu-
klæðir eru eisini meir
enn vælkomin, men tað
verður ikki hildið at verið
rætt, at ein sum fer inn í
ein handil og keypir sær
ein drakt, skal vinna yvir
einum, sum hevur sitið
og hevur nýtt hendur og
hugflog og nógva tíð til
arbeiðið.
Til dansin í ár fara teir
vælumtóktu »All That
Rain« at spæla, tað er
nakað síðani, at teir hava
spælt, onkur av teimun
hevur veri uttanlands, og
so er ein komin uppí
bólkin afturat, soleiðis at
teir nú eru fýra.
Í steðginum verður
discotek.
Alt hetta stóra tiltakið
verur á Kambsdali leyg-
arkvøldið 1. mars.
12 ár við grýludansi
á Kambsdali
BLÓÐGEVARAR
Tíðindaskriv
Blóðgevarar í Suðuroy í
suðuroy
skipa
tórs-
kvøldið 20. februar kl. 20
fyri hugnaløtu og aðal-
fundi í hølinum hjá
Naddoddi á Tvøroyri.
Aðalfundurin verður
sambært lógini.
Eftir fundin verður
hugnaløta við heitum
drýli og drekkamunni –
Marita
Simonsen
úr
Havn
luttekur,
sigur
Bergur Stórhamar, sum
er skrivari hjá Blóðgev-
arum í Suðuroy.
Hugnaløta og aðal-
fundur hjá blóð-
gevarum
Símin V. Arge er ikki sannførur!
Felags framhaldsdeild í Tórshavnar
kommunu
SINNISBATI
Tíðindaskriv
Sinnisbati boðar frá, at
formaðurin, Svenning av
Lofti, hevur farloyvi til 1.
apríl í ár. Hesa tíðina røkir
næstformaðurin, Margretha
Poulsen, formansstarvið.
Skrivstovan hjá Sinnis-
bata er í MBF húsinum á
Íslandsvegi 10 C í Havn og
er opin mikudagar kl. 16-
18. Annan mikudag í hvørj-
um mánaði er skrivstovan
opin 16-18.30 og hevur tlf.
322544.
Telduadressa:
sinnbati@post.olivant.fo
Svenning í farloyvi
C
M
Y
K
11
10