fríggjadagur 14. februar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 31 - 14. februar 2003
Nr. 31 - 14. februar 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Ólógligar rakettir
Hernaðarfrøðingar halda, at irakar hava rakettir,
sum bera longri enn 150 kilometrar. Er hetta so, er
tað brot á ST-samtyktirnar, sum banna Irak at hava
rakettir, sum bera longri enn 150 kilometrar.
Bretsk bløð skriva frá hernaðarserfrøðingunum,
sum hava hjálpt vápnaeftirlitsmonnunum hjá ST, at
onkrar rakettir, sum eftirlitsmenninir hava funnið,
bera 183 kilometrar og eru tískil ólógligar. Enn er
kortini ikki greitt, hvussu stóran dent Hans Blix fer
at leggja á hetta, tá hann fer at kunna ST-
trygdarráðið um kanningarnar hjá eftirlitsmonn-
unum.
Sambært The Guardian vóru tað hernaðarserfrøð-
ingar úr USA, Bretlandi og Ukraina, sum hjálptu
vápnaeftirlitsmonnunum við rakettunum. Russland
varð boðið at senda ein serfrøðing til kanningarnar,
men tók ikki av tilboðnum, skrivar blaðið.
Brot á fólkarættin
Leypa amerikanarar á Irak, er tað brot á fólkarættin,
sigur Richard Goldstone, ið verður mettur sum ein
tann fremsti serfrøðingurin í altjóða revsirætti.
Sambært Richard Goldstone, sum millum annað
hevur verið formaður í altjóða krígsbrotsmanna-
dómstólinum í Haag, kann eitt land ikki leypa á eitt
annað land, uttan at talan er um sjálvverju, ella at
ST-trygdarráðið hevur góðkent tað. Sjálvur sigur
hann seg ikki hava sæð nakað, sum prógvar, at Irak
hóttir USA.
- Tí er eingin ivi um, at eitt amerikanskt álop á
Irak hevði verið brot á ST-viðtøkurnar, segði
Richard Goldstein, sum er suðurafrikani, í amrøðu
við eina avstralska útvarpsstøð.
Vilja hava samband
við Castro
Meiri enn helmingurin av teimum kubanunum, sum
búgva í USA, vilja hava betri samband við stýrið
hjá Fidel Castro á Kuba. Tað vísir ein meininga-
kanning hjá blaðnum Miami Herald.
Kanningin varð gjørd, beint eftir at umboð frá teir
útlagnu kubanararnar høvdu havt fund við kubanska
sendimannin í USA, Dagoberto Rodriguez. Enda-
málið við fundinum var at skipa fyri einari ráð-
stevnu um viðurskiftini millum teir útlagnu
kubanararnar og myndugleikarnar á Kuba.
Sambært kanningini hjá Miami Herald taka 56
prosent av kubanunum í USA undir við betri sam-
bandi við stýrið hjá Castro. Kanningin vísir, at hugs-
unarhátturin er nógv broyttur, tí fyri tíggju árum
síðani tóku bert 36 prosent av kubanunum í USA
undir við betri sambandi við myndugleikarnar í
Havana.
Banna vatn og vín
Nakrir amerikanskir kongresslimir eru so argir inn á
amerikansku mótstøðuna ímóti Irak-krígnum, at teir
hótta við at leggja fram uppskot um at steðga øllum
innflutningi av vatni og víni úr Fraklandi.
The Washington Post skrivar, at republikanski
framsøgumaðurin í umboðsmannatinginum, Dennis
Hastert, er fremsti talsmaðurin fyri at banna øllum
fronskum vatni og víni. Samstundis eru aðrir farnir
undir eina herferð, sum hevur til endamáls at fáa
fólk at keypa annað vín heldur enn franskt. Eitt nú
verður sagt, at fronsku vínbøndurnir koyra oksablóð
í reyðvínið fyri at fáa tað klárari. Hetta hevur vakt
ans í USA, tí samstundis minna politikararnar fólkið
á, hvussu neytaøðin gjørdi um seg í fleiri londum í
Evropa í fjør.
Amerikanarar keypa nógv drekkivarn í fløskum úr
Fraklandi. Í fjør var hesin innflutningurin næstan
150 milliónir krónur.
Norðurkoreanska
uttanríkisráðið sigur
nú beinleiðis, at
landið kann gera av at
leypa á USA.
Samstundis ávarar
CIA um, at Norður-
korea hevur rakettir,
sum kunnu raka mál í
Kalifornia
KRÍGSHÓTTAN
Árni Joensen:
Talsmaðurin hjá norður-
koreanska uttanríkisráðn-
um, Ri Kwang-hyok, legði
ikki fingrarnar ímillum, tá
hann gjáramorgunin varð
spurdur um viðurskiftini
millum Norðurkorea og
USA.
- Vit eru førir fyri at raka
amerikansk mál um allan
heimin, og vit fara ikki at
drála, gera amerikanarar
tað minsta, sum kann eggja
okkum til at leypa á. Okk-
ara álopsevni eru óavmark-
að. Vit kunnu raka teir alla-
staðni, segði Ri Kwang-
hyok.
Hann legði afturat, at tað
slepst
ikki
undan,
at
grannalondini hjá Norður-
korea verða drigin upp í eitt
møguligt kríggj millum
Norðurkorea og USA.
Alment hava amerik-
ansku politikararnir ikki
gjørt nógv burtur úr norð-
urkoreansku hóttanini, men
seinastu tíðina eru loft-
verju- og radarstøðir settar
upp í Washington, og tyrlur
og jagaraflogfør eru støð-
ugt á flogi til tess at halda
eygað við loftrúminum,
skriva amerikanskir fjøl-
miðlar.
CIA ávarar
Samstundis ávarar amerik-
anska
fregnartænastan,
CIA, amerikanarar um, at
Norðurkorea hevur rakettir,
sum kunnu raka mál á
amerikansku vesturstrond-
ini. Stjórin í CIA, George
Tenet, segði í einari hoyring
í Senatinum fyrradagin, at
hann er sannførdur um, at
norðurkoreanar hava rakett-
ir, sum bera so langt, at tær
kunnu raka mál í sjálvum
USA.
Einstakir amerikanskir
embætismenn hava nevnt
hetta fyrr, men George
Tenet er tann mest týðandi
embætismaðurin,
sum
beinleiðis hevur sagt, at
Norðurkorea kann raka mál
í USA.
Undir hoyringini vísti
George Tenet á eina frá-
greiðing, sum CIA skrivaði
í 2001. Har stóð, at norður-
koreanar hava eitt slag av
rakettum, sum teir nevna
Taepo Dong-2, og at hesar
rakettirnar bera so langt, at
tær lættliga kunnu raka mál
á Hawai, í Alaska og á
amerikansku vesturstrond-
ini. Undir hoyringini segði
Tenet eisini, at tað er ikki
óhugsandi, at Norðurkorea
hevur
nóg
mikið
av
plutonium til tvær kjarn-
orkubumbur.
Altjóða kjarnorkustovn-
urin, IAEA, hevur biðið ST
loysa ósemjuna, sum hevur
tikið seg upp, eftir at Norð-
urkorea hevur tikið sína
kjarnorkuverkætlan uppaft-
ur, men í gjár boðaði kines-
iska stjórnin frá, athon er
ímóti, at ST leggur seg út í
málið.
Kinesiski ST-sendiharrin,
Zhang Yan, segði í New
York í gjár, at møgulig ST-
tiltøk ímóti Norðurkorea
fara bara at gera støðuna
uppaftur verri. Hann helt,
at málið er nóg álvarssamt,
sum tað er.
Russiski forsetin,
Vladimir Putin, sigur,
at Russland fer
kanska at nýta
sýtingarrættin, tá ST-
trygdarráðið fer at
viðgera Irak-málið
aftur.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
- Russland hevur ofta nýtt
sýtingarrættin fyrr, og er
tað neyðugt, fara vit at nýta
hann eina ferð afturat,
segði Putin, tá hann endaði
vitjan sína í Fraklandi.
Putin legði afturat, at
russiska stjórnin hevur
somu støðu sum stjórnirnar
í Fraklandi og Týsklandi til
Irak-málið. Tað merkir, at
russar taka undir við, at
vápnaeftirlitsmenninir eiga
at fáa betri stundir til at
leita
eftir
møguligum
ólógligum vápnum í Irak.
Russiski forsetin ásann-
aði, at tað fer at ávirka við-
urskiftini millum Russland
og einstøk onnur lond, ger
landið av at nýta sýtingar-
rættin, men tað mugu vit so
taka við, legði hann afturat.
Hóttir við at leypa á USA
Russland fer kanska at nýta
sýtingarrættin
Norðurkoreanar vísa í hesum døgum, at teir fyrr hava vunnið amerikanarunum neisur. Hendan myndin er tikin umborð á
amerikanska njósnaraskipinum "Pueblo", sum norðurkoreanar tóku í 1968. Manningin, sum taldi 83 mans, varð hildin aftur, til
USA ellivu mánaðir seinni bað um umbering fyri at hava njósnast ímóti landinum
Yvirgtangsserfrøðing
ar vænta, at yvir-
gangsmenn ætla at
skjóta eina rakett eftir
einum ferðamanna-
flogfari við Heath-
row-floghavnina í
London. Løgreglan
biður fólk um hjálp
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Síðani týsmorgunin hava
umleið 1.000 løgreglumenn
og einir 450 hermenn við
stríðsvognum, 30 milli-
metra kanónum og maskin-
byrsum staðið á varðhaldi í
og við Heathrow-floghavn-
ina í London alt samdøgrið.
Hermenn í stríðsbúna og
við sjálvvirkandi vápnum
ganga aftur og fram í mót-
tøku- og fráferðarhallunum
og úti á sjálvum flogvøll-
inum.
Orsøkin til tað sera
stranga eftirlitið er, at løg-
reglan, Scotland Yard, hev-
ur fingið eina hóttan um
yvirgang. Sambært blaðn-
um The Independent er tað
felagsskapurin
al-Qaeda
ella ein felagsskapur, sum
líkist honum, ið fyrireikar
seg til at søkja at einum
stórum máli í sambandi
við, at tann muslimska há-
tíðin Eid endar í morgin.
- Hóttanin ímóti Bret-
landi er líka álvarssom sum
atsóknin at USA tann 11.
september í 2001, segði
formaðurin í stjórnarflokk-
inum Labour, John Reid,
við sjónvarpið Sky fyrra-
dagin.
Hann kom við sínari
ávaring stutt eftir, at David
Blunkett,
innanríkisráð-
harri hevði sagt seg vóna, at
Bretland fór at sleppa
undan einari yvirgangs-
atsókn teir næstu dagarnar.
Spurdur, um trygdar-
tiltøkini ikki vóru í so um-
fatandi, svaraði John Reid:
- Tey, sum halda, at hótt-
anin bara er ein partur av
einum leiki, vita ikki, hvat
tey tosa um.
Rakettálop
Scotland Yard hevur sýtt
fyri at avdúka, hvat slag av
hóttan talan er um, men
serfrøðingar í yvirgangi
halda, at talan helst er um
eitt rakettálop á eitt flogfar,
eins og al-Qaeda skipaði
fyri í Mombasa í Kenya
herfyri.
- Uppgávan er at tryggja
økið kring Heathrow-flog-
havnina. Vit kunnu fylla
alla floghavnina við nútím-
ans trygdartøkni, løgreglu-
monnum og hermonnum,
men tær nýtist ikki at vera
nakar Einstein fyri at seta
ein bil tætt uttan fyri flog-
havnina og at skjóta eina
rakett haðani, sigur Chris
Yates, sum starvast hjá
viðurkenda Jane's Airport
Review, við The Indepen-
dent.
Kanna alt
Løgregluovastin í London,
John Stevens, roynir at
sissa fólk, men hann leggur
kortini afturat, at fólk eiga
at hava eygu og oyru opin
og at gera vart við seg,
varnast tey nakað óvanligt.
Síðani týsmorgunin hava
løgreglumenn og hermenn
steðgað øllum bilum nær-
hendis Heathrow-floghavn-
ini. Fólk skulu upplýsa,
hvørji tey eru, hvørji ørindi
tey hava, og bilarnir verða
eisini kannaðir.
Í Windsor, sum er tætt
uttan
fyri
floghavnina,
ganga hermenn í gøtunum,
og allar viðalundir eru væl
og virðiliga kannaðar. Í lítlu
bygdini Wraysbury tætt við
floghavnina eru hermenn at
síggja í gøtunum, og í mið-
býnum í sjálvum London
eru eisini munandi fleiri
løgreglumenn at síggja, enn
vanligt er.
Tað er heldur ikki bara í
London, at eftirlitið er
styrkt. Í floghavnini í Man-
chester eru eisini nógvir
løgreglumenn á varðhaldi.
Løgregluovastin í býnum,
Martin Gaffrey, segði við
tíðindastovuna AP í gjár, at
tey øktu trygdartiltøkini eru
ætlað at vísa fólki, at mynd-
ugleikarnir gera alt, sum
gerast kann til tess at
tryggja, at tey kunnu ferð-
ast uttan at óttast nakað.
Blair gav boðini
Muslimarnir í Bretlandi eru
í øðini inn á tað umfatandi
eftirlitið, og teir halda tað
vera niðursetandi, at myn-
dugleikarnir
seta
eina
møguliga yvirgangsatsókn í
samband við muslimsku
hátíðina Eid.
- Hetta er tað sama sum
at siga, at tey kristnu fara at
nýta jólini til at bumba
jødisk,
muslimsk
ella
buddhistisk trúarsamfeløg.
Hetta er heilt burturvið,
sigur Massoud Shadjareh,
sum er formaður í islamsku
mannarættindanevndini í
London við The Indepen-
dent.
Tað var Tony Blair, for-
sætisráðharri,
sum
gav
myndugleikunum boð um
at herða trygdartiltøkini í
Heathrow-floghavnini. Tað
váttaði ein talsmaður fyri
Downing Street mikudagin.
Talsmaðurin
segði,
at
stjórnin og trygdarløgregl-
an gera alt, sum gerast kann
til tess at verja fólkið.
London kann fáa sín 11. september
Alvápnaðir hermenn á
varðhaldi við Heathrow-
floghavnina skulu tryggja, at
London ikki fær sín 11.
september. Fólk verða
steðgað, og bilar kannaðir, tí
her sleppur tilvildin ikki at
ráða
C
M
Y
K
13
12