Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 31 - 14. februar 2003 Mikudagin seinna- partin setti Haldóra Ranghamar, bygda- ráðsformaður, fyrsta spakan í fyri út- grevstrinum til eldra- sambýli í Norðragøtu ELDRARØKT Rúna Sivertsen Nakað av fólki var saman- komið í illfýsna veðrinum mikudagin, tá Halldóra Ranghamar, bygdaráðsfor- maður setti fyrsta spakan í fyri nýggja eldrasambýlin- um, sum kommunan fer at byggja. Eftir hátíðarløtuna bjóð- aði kommunan til ein drekkamunn í dagtilhaldin- um fyri eldri við Gøtu- gjógv. Tíggju búpláss - Vit fáa pláss fyri 10 bú- fólkum í sambýlinum, sum ætlanin er skal verða liðugt í mai 2004. Í kjallaranum verður tó pláss fyri 6 fólk- um aftrat seinni, sigur Hal- dóra. Hon sigur, at nakað av kjallaranum verður innrætt- að beinanvegin til dagtil- hald fyri eldri. Í løtuni hús- ast dagtilhaldið við Gøtu- gjógv. Har varð boðið til ein drekkamunn eftir hátíð- arløtuna mikudagin, og var møguleiki hjá fólki at síggja tekningina av sam- býlinum. Sunnan fyri nýggju býlingaútstykkingina hevur kommunan hevur sett stórt øki av til tey gomlu. Øki til útbyggingar - Vit vildu seta nóg mikið av plássi av beinanveg. Ætl- anin er seinni at byggja var- dar íbúðir og annað í sam- bandi við eldraøkið, sigur bygdaráðsformaðurin. Tað er landið, sum hevur ábyrgdina av starvsfólki til sambýlini, meðan komm- unurnar lata bygningar og náttarvaktir til. Hóast tað í seinastuni hevur verið nakað av rokilsi í sambandi við eldrasam- býlið í Klaksvík, so heldur Gøtu kommuna seg ikki aftur í at fara í gongd fyri at fáa pláss fyri teimum eldru í kommununi. Í leysari luft - Fløkjan, sum nú hevur tikið seg upp í samband við eldrasambýlið í Klaksvík, ger, at vit kenna okkum eitt sindur í leysari luft. Men vit vóna, at ein loysn er funnin á tí trupulleikanum, tá okkara stendur klárt at taka í nýtslu, sigur Haldóra Ranghamar at enda við Sosialin. Í Syðrugøtu hevur røktar- heimið í Runavík eina lítla deild, har pláss er fyri um 8-10 fólkum. Í løtuni er Gøtu kommuna við í eini útbygging av røktarheimin- um í Runavík, sum gevur rúm fyri 24 røktarplássum aftrat. Í Gøtu kommunu er nógv virksemi. Kommunan hev- ur ikki færri enn 28 skrásett partafeløg. Nýtt eldrasambýli í Norðragøtu Her setir Haldóra Ranghamar, bygdaráðsformaður spakan í, og tekur fyrsta flagið omanav fyri eldrasambýlinum í Norðragøtu Haldóra við økið, sum Gøtu kommuna hevur sett av til eldraøki. Her hevur kommunan ætlanir um seinni at byggja vardar íbúðir og annað í samband við tey gomlu Nýggja eldrasambýlið í Norðragøtu, sum teir báðir, Jens Klæmint Jacobsen og Henning Olsen, hava teknað. S/pf Teknistovan heldur til við Gøtugjógv NR. 31 • FRÍGGJADAGUR • 14. FEBRUAR 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO Vinningar Teir 29 bólkarnir og solistarnir kappast nógvar ymiskar vinn- ingar, og fleiri vinningar verða væntandi avdúkaðir næstu tíð- ina. Millum vinningarnar til finaluna verða hesir: Ein vika í Lundgaard Studio í Danmark. Vinnarin fær hesa virðisløn. Rætturin at luttaka í Star Fighters tónleikakappingini, sum verður á Skanderborg Festivalinum. Vinnarin fær hesa virð- isløn. Konsertframførsla á Jelling Festivalinum. Festivalurin ger sjálvur av, hvønn bólk hann vil hava. Konsertframførsla á Nibe Festivalinum. Festivalurin ger sjálvur av, hvønn bólk hann vil hava. Konsertframførsla á Listastevnu Føroya. Vinnarin fær hesa virðisløn Konsertframførsla í kenda spælistaðnum Vega í Keypmanna- havn. Vinningarnir í Prix Føroyum eru vorðnir fleiri og betri, síðani kappingin byrjaði fyri átta árum síðani. Finalubólkarnir fáa alsamt meira burtur úr luttøkuni, og tað er ikki bara vinnarin, sum kann gera sær dælt. Aðrir finalu- bólkar hava eisini nakað at fara eftir VINNARAR Eyðun Klakstein Tað er hent nógv hesi átta árini, Prix Føroyar hevur verið ein afturvendandi partur av føroyska tónleika- lívinum. Nýggir tónleikarar bjóða seg fram, nýggir bólkar stinga seg upp, nýggj andlit gerast kend og nýggir tónar eru at hoyra. Tað er eisini nógv størri virði í kappingini nú, enn tað var at byrja við, tá ið talan er um vinningar, og hvat annars kann fáast burt- ur úr luttøkuni. Vinningarnir vaksa støð- ugt – bæði í tali og í dygd. Tríggir danskir tónleika- festivalar skulu hava før- oyskar bólkar at spæla í summar, og nú hevur spæli- staðið Vega í Keypmanna- havn eisini bjóða seg fram við einum vinningi. Vinnandi bólkurin slepp- ur í gott danskt studio, og teir vinna eisini møguleik- an at spæla á onkrum festi- vali, men aðrir finalubólkar hava eisini nakað at fara eftir, hóast teir ikki vinna kappingina. Ymiskt hvussu tað royndist Fyrsti vinnarin av Prix Føroyum var bólkurin Moira, og Terji Rasmussen var sangari í hesum bólki. – Vit vunnu eina kon- sertferð til Finnlands, og tað var tað. Sjálvandi var hesin vinningurin góður, og tað var hugaligt at fáa eina slíka ferð, men tað er nógv meira at spæla fyri í Prix- num nú, sigur hann. – Vónandi eru fyrireikar- arnir eisini vorðnir betur at hjálpa bólkunum ávegis, tí vit saknaðu stundum stuð- ul, tá ið vit skuldu avstað og skuldu skipa fyri ymiskum. Moira spældi til festival- in, tey kalla Down by Lai- turi, sum verður hildin nær- indis býnum Turku í Finn- landi. Her spældi Moira fyri eini stórari áhoyrara- fjøld, og teir høvdu eisini konsertir aðrastaðni í Finn- landi. – Tað var ymiskt, hvussu undirtøkan var, har sum vit spældu. Á festivalinum var sera nógv fólk, meðan tað var minni fólk til okkurt annað tiltak, sigur Terji Rasmussen. Fyriskipararnir av festi- valinum vildu hava Moira aftur til Finnlands at spæla, tá skuldi tað vera í Hel- sinki, og Moira var aftur á ferð í Finnlandi nakað seinni, men meira spurdist ikki burtur úr tí finska. Seinni gav Moira fløgu út í Føroyum, og teir spældu eisini nógv til dans og konsertir, áðrenn bólkurin gavst fyri nøkrum árum síðani. Fingu nógv burtur úr Seinasti vinnarin av Prix Føroyum var Clickhaze, og tey halda seg hava fingið sera nógv burtur úr sigrin- um. – Vit fingu sera nógv burtur úr luttøkuni í Prix Føroyum. Hurðarnar vórðu latnar upp til danskar festi- valar, og vit løgdu grundar- lagið undir okkara fløgu í Lundgaard Studios, sum var ein av vinningunum, sigur Jón Tyril, gittar- spælari í Clickhaze. Nibe Festivalurin vildi hava Clickhaze at spæla hjá sær, og tað hevði síðani við sær, at bólkurin varð biðin aftur til hendan festivalin og slapp til aðrar festivalar í Danmark. – At vit høvdu spælt í Nibe var ein av orsøkunum til, at vit eisini sluppu at spæla í Roskilde og á Midtfyn í fjør, heldur Jón Tyril. Hann sigur, at bólkurin hevur fingið sera góð hjálp frá fyrireikarunum av Prix- num, eftir at kappingin var av. – Prix Føroyar er ein góður møguleiki hjá før- oyskum bólkum at sleppa uttanlands at spæla, og tað er ikki bara vinnarin, sum hevur møguleikan til tað. Festivalarnir kunnu jú velja sær júst tann finalubólkin, sum teimum dámar best. Tað vísti seg eisini, at Týr fekk sera nógv burtur úr Prix Føroyum, hóast teir ikki vunnu kappingina, sigur Jón Tyril. Prixið gevur meira Manningin í Clickhaze heldur, at tey hava fingið sera nógv burtur úr at luttaka í Prix Føroyum. Høvuðsvinningarnir løgdu grundarlagið fyri eini fløguútgávu og lat hurðar upp til danskar festivalar Mynd: Tom Laursen C M Y K 17 16