Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. februar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 31 - 14. februar 2003 Nr. 31 - 14. februar 2003 19 Prix Føroyar er ein tón- leikakapping, sum Norðurlandahúsið í Føroyum skipar fyri í samstarvi við Føroya Undirhaldstónleikarafel ag (FUT), Útvarp Før- oya og Sjónvarp Føroya. Kappingin hevur verið hildin annað hvørt ár síðani 1995. Kappingin er skipað við fimm innleiðandi um- førunum, har vinnarin í hvørjum umfari kemur í finaluna. Bólkarnir, sum enda sum nummar 2 til innleiðandi um- førini, skulu kappast í eini hálvfinalu, har vinnarin fær seinasta finaluplássi. Endmálið við kapping- ini er at hækka støðið innan føroyskan tón- leik. Kappingin vendir sær til føroyskar undir- haldsbólkar, rockbólk- ar og onnur við tí í hyggju, at geva vinn- arunum møguleikan at spæla á útlendskum palli. Øll tey innleiðandi um- førini verða hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Finalan verður í Norðurlanda- húsinum í Havn. 29 bólkar eru við í kappingini í ár. 6 bólkar sleppa í finaluna. 1. umfar, 25. januar kl. 21.00 Flux S.C.A.T.G.O.H Headache Blues Treo Søren Søgaard MC Hár Human Chaos Vinnari: MC Hár Nummar 2: Headache Blues Tro 2. umfar, 1. februar kl. 21.00 Mind’s Eye Déjá Vu onkikanndiskuterast.alt kann Speaker Holgar og Villmenn Vinnari: Déjá Vu Nummar 2: Mind’s Eye 3. umfar, 15. februar kl. 21.00 Braccet Crashwave Mary’s Baby Lawetz Krit Masha (fluttir frá 2. um- fari) 4. umfar, 22. februar kl 21.00 Makrel Chain Side Effect Fluffy Toys MMM Páll Finnur Páll Eyðun Klakstein Triðja undanumfarið í Prix- num verður í Fuglafirði leygarkvøldið, og talan er um eitt umfar, har tað ber illa til at peika á ein greiðan favoritt. Rockbólkurin Krit er helst kendasta navnið, men teir hava ikki skarað framúr tónleikaliga enn, og tí kunnu aðrir bólkar eisini blanda seg upp í kapping- ina. Formaðurin í Føroya Und- irhaldstónleikarafelag segði fyri 10 døgum síðani í Prix-sendingini hjá SvF, at føroyingar mugu koma burtur frá grindamentali- tetinum, tá ið tað snýr seg um tónleik. Við hesum meinti Kaj Johannesen við, at tónleikarar knappliga leypa upp frá og finna upp á eitt ella annað, tá ið eitt hvørt serligt er á vási. Sum til dømis Prix Føroyar. Tað vóru nógvir sannleikar í hesi útsøgn, og triðja umfar í Prixnum er eitt sindur umboðandi fyri hendan mentalitetin. Her eru fleiri nýggir bólkar við, og onkur bólkur hevur valla verið virkin síðani seinasta Prixið fyri tveimum árum síðani. Grindamentaliteturin hevur fleiri ting við sær, og onkur kunnu vera góð. Bólkarnir eru ikki kendir framman- undan, og tað kann geva áhoyrarunum onkur ó- væntað upplivilsi. Soleiðis var til dømis við Mind´s Eye í farna umfari. Har var talan um bólk við spenn- andi úttrykkið, hóast teir enn kunnu mennast tón- leikaliga. Tað førir eisini við sær, at tónleikarar leita saman í nýggjar samansetingar, og við hvørt kann okkurt gott spyrjast burturúr tí. Bólk- urin Clickhaze var til dømis eitt úrslit av nýggjum sam- starvi millum tónleikarar, sum høvdu spælt í ymsum samanhangum framman- undan. Men grindamentaliteturin hevur eisini ymiskt við sær, sum er minni hugaligt at tosa um. Bólkarnir kunnu ikki vera væl saman- spældir, tá ið tónleikararnir bert hava spælt saman í nakrar fáar mánaðir, og hetta hevur eisini merkt fleiri av bólkunum í kapp- ingini higartil. Tónleikaliga dygdin hjá summum bólk- um er ikki tann, sum krevst av einum bólki, sum veru- liga ætlar sær nakað við tónleikinum. Tað skal mið- víst arbeiðið til fyri at fáa ein bólk at svinga, og tað krevst eisini, at tónleik- ararnir eru dugnaligir hvør í sínum lagi. Ungir tónleikarar skulu ikki missa mótið, hóast teir ongan veg koma í Prixnum, tí síðani kappingin byrjaði fyri átta árum síðani, hava tað verið fleiri dømi um tónleikarar, sum hava tikið seg nógv fram, og hava gjørt meira vart við seg aftaná nøkur ár. Allir bólkar skulu byrja onkrastaðni, og Prixið er millum annað vorðið ein pallur hjá teim- um, sum hava hug og áræði at føra seg fram við tónleiki. Leygarkvøldið verður so triðja undanumfarið, og kappingin tykist verða púra opin frammanundan. Seks bólkar liggja framvið, og talan er um um fleiri ókendar bólkar. Krit hevur verið nógv frammi seinasta árið, og Masha hevur verið við í Prixnum áður. Men fýra aðrir bólkar ætla eisini at liggja fram við, og so fæst at síggja, um andaligi leiðarin í MC Hár kann fegnast um, at ein havna- bólkur afturat verður í finaluni. Prixið og grindin Bólkurin Masha er mannaður við fýra vágamonnum, men har er einki vága- sound. Bólkurin spælir melodiøsan rocktónleik, og tørvur á sangara gjørdi, at teir noyddust at flyta umfar VÁGAMENN Eyðun Klakstein Upprunaliga skuldi bólkurin Masha spæla í 2. umfari í Prixnum, sum varð hildið fyri tveimum vikum síðani, men teir høvdu manglað sangara og høvdu funnið ein nýggjan í síðstu løtu. Hetta gjørdi, at leiðslan fyri Prixið lat teir spæla í 3. umfari ístaðin. Og nú er tað so álvari hjá teimum fýra vágamonnun- um í bólkinum, og teir ætla sær ikki so lítið. – Vit ætla at vinna Prixið. Nei, lat okkum fyri fyrst siga, at vit ætla at vinna innleiðandi umfarið leygar- kvøldið, sigur Tummas Gudmudssen, sum spælir ljómborð í bólkinum. – Tað gekk væl hjá okk- um fyri tveimum árum síð- ani, men vit komu tíverri ikki í finaluna. Nú hava vit skift sangara, og vit ætla at royna einaferð afturat. Einki vágasound Holgar & Villmenn spældi í seinasta umfari, og har var avgjørt nakað av vága- sound at hoyra. Hetta verð- ur ikki endurtikið, tá ið Masha fer at spæla fríggja- kvøldið. – Nei, her er einki vága- sound, vit eru ikki somu megin vatnið, so tað verður eitt annað slag av tónleiki. Vit spæla rocktónleik, sumt er hart, men tað er eisini melodiøst, sigur Tummas Gudmundssen. Síðani Masha royndi seg í innleiðandi umfarinum í Vágum í 2001, hevur ikki nógv verið at hoyrt til bólk- in, men teir vóna, at teir fáa møguleikan at spæla meira komandi tíðina. – Onkrar smáar uppgávur eru í Vágum, men tað er ikki nógv. Vit vilja fegnir spæla meira, og vit skulu vera við á eini konsert í Havn í næsta mánaði. Vónandi verða tað eisini aðrir møguleikar hjá okkum at spæla. Okkurt nýtt Tónleikurin, sum Masha fer at spæla leygarkvøldið, er nýtt og gott gamalt. – Vit hava gjørt onkran nýggjan sang til Prixið, men vit brúka eisini okkurt, sum vit hava havt liggjandi, sigur Tummas Gudmunds- sen. Og við ella uttan vága- sound, so ætlar bólkurin úr Sandavági at gera vart við seg í kappingini. Fyrsta málið er eitt finalupláss. Vágamenn uttan vágasound Leygarkvøldið verður Ei- vør Pálsdóttir ein serligur gestur til Prixið. Tað verður ikki í livandi líki á pallin- um, men hivegin umvegis sjónvarpaðar myndir úr Ís- landi. Eivør skal syngja í ís- lendska Grand Prixnum leygarkvøldið, og fram- førslan hjá henni verður víst á stórskíggja í Mentan- arhúsinum. – Hetta gera vit, so tey, sum koma til Prixið, eisini kunnu síggja framførsluna hjá Eivør, sigur Fróði Vest- ergaard, samskipari. Tá ið Eivør skal á pallin í Íslandi verður ein stuttur steðgur í Prix-tiltakinum í Fuglafirði. ek Eivør á stórskíggja Síðani tað var koyrandi um Vestmannasund, hevur Masha fingið sær trillibørur at flyta ljóðførini hjá sær við Mynd: Edvard Joensen 5. umfar, 8. mars kl. 21.00 Týr Zink Blív Jam Gestir Hatespeech Hálvfinala, 15. mars kl. 21.00 Allir bólkarnir, sum endaðu sum nummar 2 í teimum fimm innleið- andi umførunum, kapp- ast um eitt pláss í finaluni Finala, 26. apríl Tann stóra finalan í Norðurlandahúsinum. Seks finalistar kappast um sigurin í kappingini og møguleikan at spæla á donskum festivalum. Dómarar 10 dómarar meta um framførslurnar hjá bólk- unum til tey innleiðandi umførini. Teir geva bólkunum stig fyri teir ymsu partarnar av framførsluni. Stigini hjá øllum dómarunum verða tald saman, og síðani verður vinnarin funnin. Í finaluni eru 28 dómarar. Vinnarar 1995: Moira 1997: Mark No Limits 1999: Taxi 2001: Clickhaze Atgongumerki Atgongumerki til inn- leiðandi umførini kunnu keypast á Kunn- ingarstovunum kring landið, í Mylnuni í Miðvági og á Shell- støðini í Gøtudali. Eis- ini ber til at keypa at- gongumerki á www.billetmaskinen.dk 600 fólk sleppa inn til hvørt umfar. Bussar Í sambandi við kapp- ingina leygarkvøldið koyra bussar til og frá tiltakinum. Bussar fara úr Vest- manna, Sørvági og úr Havn kl. 20.00 Bussar fara av Toftum og Strondum kl. 20.30. Teir steðga ávíkavist í Leirvík og í Gøtu kl. 20.50. Aftan á tiltakið koyra bussarnar heim aftur. Ferja Sjóvegis samband verð- ur til Klaksvíkar kl. 03.45 av Fuglafirði. Ferðaseðlar skulu keyp- ast í Norðoya Kunning- arstovu og í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Prix í Sosialinum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Teldupostur: eydun@sosialurin.fo Fyrsti kvinnuligi sangarin í Prixnum í ár fer á pallin í Fugla- firði leygarkvøldið. 17 ára gamla Olivia Mikkelsen hevur stórar ætlanir við tónleikinum, men hon ætlar sær at taka eitt stig í senn fram ímóti eini yrkisleið sum tónleikari KVINNUR Eyðun Klakstein Meðan genturnar fullkomi- liga dominera kappingar sum Ársins Songrødd og Barnaprixið, er støðan ein heilt onnur, tá ið tað ræður um luttøkuna í Prix Føroy- um. Tá ið Flux var á pallinum í fyrsta umfari av Prixnum, komu tvær gentur á pallin at spýta eld, men tað er higartil einasta kvinnuliga umboðanin á pallinum. Tað var ikki so frætt, at MC Hár kundi vartra upp við øðrum enn longum mannfólkahári. Leygarkvøldið kemur vend í, tí tá fer eysturoyar- bólkurin Mary´s Baby at spæla. Har er ikki bara ein kvinna við í bólkinum, tær eru heilar tvær í tali, og onnur teirra er frontfigurur í bólkinum. – Eg dugi ikki at siga, hví tað eru so fáar gentur við í Prixnum, men kanska tora tær ikki at halda seg framat. Tær tíma kanska betur at syngja einsamallar til Ár- sins Songrødd, sigur 17 ára gamla Olivia Mikkelsen, sum er sangari í Mary´s Baby. Kór og songrødd Olivia hevur sungið í kóri, síðani hon var 14 ára gom- ul, og hon hevur eisini roynt seg í onkrum tón- leikabólki áður. Í fjør var hon við í kapp- ingini um at gerast Ársins Songrødd, og hon stóð seg sera væl. Hon slapp við í finaluna, og har var hon bert eitt fet frá at vinna kappingina. Hon gjørdist nummar tvey. Hetta hevur helst verið viðvirkandi til, at manning- in í bólkinum Mary´s Baby sendi boð eftir ungu gøtu- gentuni. – Eg var til eina konsert í Losjuni í Gøtu, tá ið teir komu og spurdu meg, um eg hevði hug at syngja í teirra bólki. Eg tók bara kjansin, og mær dámar betur at syngja í einum slíkum bólki, enn at syngja í kóri, sigur Olivia. Hon fór upp í Mary´s Baby í september mánaði, og síðani hava tey javnan vant. Seinastu vikurnar hevur venjingini eisini verið nógv, men Olivia heldur, at tey hava eitt av- slappað forhold til kapp- ingina. – Vit gera ikki ov nógv av, og vit royna at hava tað gott, tá ið vit venja og spæla, sigur hon. Eivør spøkir Helst fremsta føroyska songkvinnan í løtuni, Eivør Pálsdóttir, er úr Gøtu, og tí er tað trupult hjá eini ung- ari gentu úr Norðagøtu, at sleppa undan eini saman- bering við songfuglin, sum vann Prixið fyri tveimum árum síðani. – Eg og Eivør hava báðar sungið í kórinum Gøta/ Leirvík, og vit hava havt sama kórleiðari, sum hevur lært okkum ymiskt. Men, sigur Olivia Mikkelsen og fyrireikar seg næstan til at leggja sjógv ímillum seg og Eivør. – Eivør er sjálvandi ein fyrimynd, men um fólk fara at siga, at vit líkjast á onkran hátt, so er tað kanska tí, at vit hava sungið í sama kóri og hava havt sama kórleiðari. Eg leggi meg í øllum førum ikki eftir at líkjast Eivør, eg royni at finna mín egna stíl, sigur Olivia. Útlandið Hon ætlar sær ikki at lata seg nerva av, at Útvarpið sendir beinleiðis, og at nógv upptøkutól fylgja framførsluni í Prixnum. – Eg havi sungið live í Útvarpinum fyrr, og eg fari bara at lata sum um, at upptøkutólini ikki eru har. Eg rokni ikki við, at tað verður tað, sum eg fari at hugsa um, tá eg eri á pallinum, sigur Olivia Mikkelsen. Hon hevur ætlanir um at fara á sangskúla í útlandin- um, og hon vónar eisini, at hon kann fáa eina yrkisleið sum tónleikari. Men hon fer ikki at leypa fram av. – Eg taki eitt stig í senn, sigur hon og vil ikki so frætt sum siga, um hon ætl- ar sær við í Ársins Song- rødd aftur. Fyri tveimum árum síðani var bólkurin I AM í finaluni í Prix Føroyum. Hesaferð fara tveir av tónleikarunum at royna seg aftur, men tað verður í øðrum bólkum. Gittarspælarin Arni Zachariassen spælir í bólkinum Braccet, og trummuspælarin Hans Ove Johansen er við í bólkinum Crashwave. Umstøðurnar hava lagað tað soleiðis, at teir báðir tónleikararnir koma at kappast ímóti hvørjum øðr- um leygarkvøldið. – Eg veit, at Arni er ein góður gittarspælari, men eg kenni ikki nýggja bólkin, sum hann er við í, sigur Hans Ove Johansen. I AM er ikki givið at spæla, men teir hava ikki verið serliga virknir, síðani sangarin, Birgir I. Sigurðs- son, fór undir lestur niðri í summar. Teir hava tó onkrar planir fyri hetta árið. ek Tveir I AM tónleikarar kappast Olivia stílar høgt Nú koma kvinnurnar á Prix-pallin. Olivia Mikkelsen er sangari í bólkinum Mary´s Baby, har ein onnur kvinna, Sunneva Eysturstein spælir ljómborð Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 19 18