Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ge á ns in a Síða 14 = ” ae Á = r i Vónandi er tann dagur ikki langt burturi, tå verkafeløgini fara at heita á limir sínar um at fara til Havnar at reka hetta ódugnaliga stýrið frá segði Petur Hans Hentze í 1. maidagsróðu síni í Vági, sum vit prenta í dag. Góðu kammirátar! Gott fundarfólk! Í dag eru vit komin saman fyri at halda altjóða arbeiðara- dagin, tann dag vit líta á steðuna hjá verkamanna- fjøldini. Føroyska verkafjeldin hevur fyri tað mesta havt ein mótpart á arbeiðs- marknaðinum, men nú sær út til, at vit hava fingið sjálvt landsstýrið til ein harðari mótpart enn arbeiðsgevararnar. Lands- stýrið er valt til at umsita alt land okkara, soleiðis at tað skal gagna ellum íbúgvum landsins. Men so er ikki. Hetta landsstýrið hevur einans tænt einari teggju av teimum framm- anundan vælbjargaðu í samfelagnum og kapital- inum. Ein atsókn fyri og onnur eftir er vend móti løntakarafjøldini her á landi. Fyrst settu teir innteku- lógirnar í verk, síðani tóku teir barnastyrkin og sein- ast prístalið. Men enn eru teir ikki lidnir. Teir ar- beiða hart fyri at seta len- ir okkara niður við 20%, og har er ikki torført at fáa eyga á, hvenn hetta fer at raka meinast. Og fyri at hetta kann setast í verk, verður ein stórur partur av verka- fjøldini rikin út í arbeiðs- loysið. Meguliga koma eini 10% at ganga arbeiðs- leys fyri lívið. Slíkum mannvondum politikki eiga vit ikki at finna okk- um í. Eitt annað dømi kann nevnast. Tekur tú ein arbeiðara, sum hevur arbeitt alt sítt lív — hann hevur eitt lán upp á 250.000 kr. og eina ársinn- teku upp á 120.000 kr. — hesin lentakarin skyldar sostatt 2 årsinntøkur. Fer nú lenin niður við 20%, kemur hann at skylda næstan hálvatriðju árs- inntekuna. Kammirátar! Tað verð- ur sagt, at lenin skal niður fyri at betra kappingarføri okkara og at lenarlagið í Feroyum er ov hegt. Men verkafeløgini hava prógv Nr. 69 — 10. maí 1990 fyri, at lønirnar í Føroyum er 5% lægri enn í Bret- landi og 39% lægri enn í Danmerk. Skal kappingarferi okk- ara betrast, so er tað betur um leiðslurnar á teimum ymsu virkjunum verða út- skiftar, enn at verkafólkið fer niður í len. Feroyska verkafólkið hevur altíð havt eitt gott orð á sær í øllum londunum uttan um okkum. So å hesum økin- um er einki, sum haltar. Sitandi landsstyri vid løgmanni å odda, hevur kostað okkum feroying- um nógv. Hesin sprelli- maður hevur sprellað ófert, hverja ferð banka- stjórarnir ella fiskaselu- stjórin hava togað í endar- nar. Og nikkudukkurnar í løgtinginum eru ikki eitt orð verdar. Kammirátar! Verka- feløgini hava mangan heitt å limir sinar, og tå hava teir eisini stadid saman. Vónandi er tann dagur ikki langt burturi, tá verkafeløgini fara at A = 7 MT RSS heita á limir sínar um at fara til Havnar at reka hetta ódugnaliga stýrið frá, og síðani seta eitt nýtt stýri, sum umboðar alla verkafjøldina og stuðlum hennara. Tástani fáa vit rættvísi í hesum landi. Góðan 1. Mai — Og slepp- ið ikki úr tykkara tonkum — hvat og hví vit eru savnað saman |. mai. Minnist til hetta!! Fara at misnýta skráseting Tá alt er ruðuleiki, skútan er við at kollsigla, er tor- ført at varðveita yvirlitið og gjegnumskoða tað, ið fram fer. Tann snildi passar sær legir og smíðar meðan jarnið er heitt, og noyðir til demis eina p-talsskrá- seting igjøgnum, sjålvt um flestøll rædast hesa skråseting. Men fólk eru skelkað. Yvirflóðin og ríkidemið var heilaspuni. Tann kaldi veruleikin við arbeiðs- loysi, niðurgongd og mis- treysti hevur gjert fólk í depurhuga, og gjert tey til lett offur fyri snildisliga fyrireikaðum tiltskum, sum man av berum mátt- loysi ikki orkar at yvir- skoða. Ræning omaná ræning, og nú hóttan um totala ognarteku er nokk til at man gevst á hondum. Samtíðarskattaskipan- in er óivað tann besti háttur at innkrevja skatt við, og dugi eg væl at skilja, at til at marka hvenn einstakan má teld- an hava okkurt eyðkenni, kallað tað p-tal ella annað tal, sama ger. Men tað ger ikki tað sama, um p-talið ella ann- að tal verður nýtt til ann- að eisini. Tí hvat er p-talið. Hevur tú p-tal 290255- 048, kunnu øll síggja, at tú er føroysk kvinna, 35 ára gomul. Trý tey sein- astu telini eru ikki við bert til pynt. Ávísir upp- lýsingar eru knyttir at hesum tali. Har er sagt frá um tú ert maður ella kvinna. Har er ella kann verða sagt frá um tú hev- ur hvíta, svarta ella gula húð, um tú ert av fer- oyskum uppruna osfr. osfr. Tá tú gevur p-talið til onkran myndugleika, nýt- ist honum hverki at síggja teg ella at spyrja nakra teldu fyri at seta teg í bás. Ivan Johannesen segði tað so vakurt í útvarps- sending herfyri. Persón- liga stemmaði hann ikki fyri p-talinum í 1983, og hann er heldur ikki fyri at víðka um nýtsluna nú, men av tí og tí orsek bla bla bla fór hann at seta skipanina í verk. Hann hevur álit á, at starvsfólkið hjá skatta- valdinum heldur sína tagnarskyldu, men ikki ålit å, at tey geva rætt upp til sama vald, sjålvt um skattavaldid sambært núgaldandi lóg altíð kann útvega upplýsingar frá peningastovunum um hvenn einstakan borgara. Fleiri tingmenn siga seg ikki dáma, at p-talsskrá- setingin verður víðkað. Fleiri dámdu heldur ikki í 1983, men síðan tá, tá p- talið bert mátti nýtast í sambandi við skatt, er tað longu víðkað til brúks hjá í minsta lagi 5 eðrum stovnum, barnastyrkurin, almannaveitingar, frí- tíðarlen, bundin uppspar- ing, Lenjavningargrunn- ur, og hvat veit eg, t.v.s. um leið eitt nýtt eki verð- ur lagt undir p-talsskrá- seting um árið. Ikki logið, at Ivani Jo- hannesen dámar illa. Hann átti snegt sagt at verið so ræddur, at hann legði alla sína ávirkan og orku í at steðga skráset- ingarskrímslinum. Próvgrundirnar fyri p- talsskrásetingini eru á líka lágum steði, sum moralska feri talsmann tess hava. Hendan er fín >Ræðist tú meira skráseting, hev- ur tú ikki reint mjøl í pos- anum«. Ella Hin. >Nógv fólk lata ikki ognaruppgerð inn«. ER mjøl mítt skitið, eigur legreglan at taka sær av mær. Lati eg ikki ognaruppgerð inn, ásetur skattalógin greitt hverja sekt eg fái. Har nýtist ikki meiri skráseting. Tað er beinleiðis lygn, at p-talið bert skal latast peningastovni eftir hesi nýggju skipan. Keypir tú uppá sátt- mála, skalt tú lata seljar- anum p-tal, tí annars kann sáttmálin ikki umsetast í peningastovinum, rentur- nar kunnu ikki dragast frá, og seljarin fær ongan reiðan pening fyri veruna. Nýtir tú gjaldskort í staðin fyri reiðan pening, kann skattavaldið fylgja við nær og hvar tú nýtir pening. Onki er, sum forð- ar fyri at skrásetingar á kassastrimlar í handlum og upplýsingarnir hjá skattavaldinum verða samankoyrdar. Meguleikin er til staðar gjøgnum víðkaða p-tals- skráseting. Hví eiga myndugleikar- nir ikki eisini at hava upp- lýsingar um hvussu nógv hver einstakur borgari kostar heilsuverkinum, legregluni og dómsvaldin- um. Hví eiga myndugleik- arnir ikki eisini at skrá- seta, hví borgarin nýtir samfelagstólini. Vit eiga tey jú øll. Tað er ikki órímiligt at krevja at fylgja við um nakar mis- nýtir okkara felags ogn. Møguleikin er tilstaðar gjøgnum víðkaða p-tals- skráseting. Eiga myndugleikarnir ikki eisini at kanna hvussu peningurin til skúlaverkið verður nýtt- ur. Sjálvandi má kannast og skrásetast um næm- ingar meta upp, um teir læra nakað, og um teir duga nakað. Møguleikin er tilstaðar gjøgnum víðk- aða p-talsskráseting. Meguleikarnir til at víðka um nýtsluna av skrásetingini eru óav- markaðir, tað einasta, ið krevst er, at onkur upp- finnur ein terv. At slíkt virksemi kostar nógvan pening tosar eingin um, nei, man bert ímyndar fólki allan tann deiliga pening man finnur og sparir, nú verður Palleba vardur. Okkum tervar ikki meiri skráseting, men eina nýggja skattalóg. So leingi ongin lóg bannar P/f Rentuspekulatión, P/f Av- skrivingar og P/r Fupp og Svindil at sleppa undan at gjalda skatt, er øll skatta- skipanin innanholað og órættvís. Hon eggjar veik- um sálum at útnytta eina skipan, ið allarhelst var góð, áðrenn smartir ómoralskir heilar gjerdu tað til eina ófera lenandi vinnu at hjálpa fólki gjøgnum holini í henni. Sambært greinareð hjá Framhald á síðu 19