týsdagur 15. mai 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Ábyrgdarblaðstjóri. Jan Múller | Blaðfólk Høgni Djurhuus | Utgevari Pit Sosialurin | Bústaður. Argjavegur 26 | Postadressa: Postsmoga 76
| Fyritaksstjår:: Kristjan Dahi | Randi Jacobsen | Uppseting P/f Sosialurin | Argir H 110 Tórshavn |
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Tórfinn Smith | Prent P/f Pressan 1381 | Teiefon: 11820 | Teletax 14720 |
Bretar og vit
TAÐ mundi vera ein kensluborin løta
fyri mong av teimum umleid 7000
fólkunum, sum leygarkvøldid høvdu
leitað sær út á Molan, oman á
Kongabrúnna og oman á Vaglid í
Havn at taka ímóu bretsku gestunum,
sum vitja aftur at minnast, at tað eru
So ár síðani, at bretar hersettu Før
FAÐ var sum á ólavsgku hetta góða
vårkvøld, har tónarnir frá teimum
víðagitnu skotsku sekkjapípunum
settu sin serstaka dám á ta ovurstóru
mannafjøld í havnargøtum. Fyri
mong mundi henda løtan kveikja liv í
gomul minni frá 40-árunum, tá
oyggjar okkara vórðu hersettar av
bretskum herdeildum.
NU kann tað í fyrstu atløgu tykjast
løgid soleiðis at hátíðarhalda eima
herseting av egnum landi - soleiðis at
hátíðarhalda dagin „tá land okkara
varð hersett av fremmandum her-
monnum. Men soleiðis sum um-
støðurnar vóru, tá bretar gjørdu av at
senda hermenn til Føroya, var tað
Ikki so nógv ein spurningur u at
verða hersettur, men tað var meira ein
spurningur um at vera hersettur av
hvørjum, hvør mundi vera fyrstur at
fáa fótin fastan á hesum klettum:
týskarar ella bretar. Tí fyri bæði hesi
lond hevði tað stóran hermålsligan
týdning at hava fingið fótin fastan í
Føroyum. Til alla Guds lukku vóru
tað sameindu okkara bretar, sum vóru
teir fyrstu. Tað munnu mangir av
teimum løroyingum, sum á sinni
lovprisadu týsku nazistunum og tí
ynsktu bretar har piparið grør, eisini
vera fegnir um í dag. Hetta hevur so
tann stóra undirtøkan i håtidar-
haldinum longu prógvað
HOAST tað tá vóru fleiri føroyingar,
sum tóku undir við týskarunum undir
krígnum, so má tó sigast, at megin
parturin av fólkinum í Føroym metu
týskararnar sum okkara størstu
figgindar. Og her sóu vit ti ein verja
og bjargara í bretsku hersetingini.
OKKARA leiklutur í krignum var so
sanniliga eisini at hjálpa bretum. Tað
er nógv skrivað og sagt um dirvi
føroyinga undir krignum, sum førdu
manga fiskalastina ul Bretlands at
føda fólkið har, sum jú striddist móti
tyskarunum kring alt Europa. Føroy-
ingar mistu mong skip, og mangir av
okkara fiskimonnum lótu liv á hesum
vandamiklu ferðum til Bretlands við
fiski. At hetta so eisini var ein góð
forrætning fyri okkum eigur heldur
ikki at verða gloymt.
SAMANUMTIKID må sigast, at
føroyingar og bretar - sum hersett
land og hersetingarvald - komu væl út
av tí. Hóast innrás av so nógvum
fremmandum hermonnum, so vóru
brotasjógvarnir millum fólkið á
staðnum og útlendingarnar ikki
nógvir. Og tað er kanska eisini ein av
orsøkunum tl, at førovingar í dag
minnast aftur á hersetingarárini meira
við gleði enn beiskleika.
MANGT er annars broytt hesi hálvt-
hundrað ár síðani bretsku her-
setingina. Frá at vera ein hin argast
fíggindi okkara tá, er Týskland í dag
eitt land, sum mong av okkum hava
stóra virðing fyri. Hetta kanska
serliga fyri dugnaskap og arbeidsemi,
ið eyðkennir týska fólkið í dag. Men
enn man óttin framvegis liva i
mongum av okkum og eisini bretum,
sum enn ikki halda seg hava nakra
vissu fyri, at søgan ikki skal
endurtaka seg. Nú bæði týsku ríkini
ætlandi verða løgd saman til eitt týskt
stórríki verður hesin Ótti IKKI Minni.
Men tíðir skifta og vit við teimum.
Vit, sum ikki hava upplivað
heimskríggið, kunnu so bert vóna, at
hesar ræðuligu hendingar ikki fara at
endurtaka seg - vóna, at týskarar
hava lært av sínum mistøkum - vóna
at arbeiði fyri friði og menning
gevur slík úrslit, at vit kunnu kalla
okkum siviliserað og upplýst fólk
HÓAST tað í ti stóra og heila var sátt
og semja millum føroyingar og bretar
undir krígnum, nú nazistarnir vóru
okkara felags fíggindi, so hevur tað
ikki bara verið gott millum okkum
síðani. Vit minnast stríðið við bretar
um sjómarkið, tá teir ikki vístu sína
bestu síðu móti okkum. Tað er farið. Í
dag er tað kortini eitt annað mál, sum
í ávísan mun hevur sett kuril á mill-
um bretar og okkum. Og tað er einki
minni enn ætlaninar hjá bretum at
goymas alt kjarnorkuburturkast sítt í
havbotninum útfyri Skotlandi. Hetta
er eitt mál, sum hevur fingið mangar
føroyingar at illneitast inn á bretar,
serliga bretsku politikararnar, sum
vilja trumfa igjøgnum at byggja
ætlaðu kjarnorkugoymsluna á einum
stað, sum kann gerast ein hóttan móti
okkara lívsgrundarlagi.
TEIR mongu bretsku gestirnir, sum
vitja í hesum døgum, skulu vera
hjartaliga vælkomnir. Tað er ikki
minst einum ókúgandi bretskum vilja
at varðveita og verja demokratii fyri
at takka, at vit í dag liva í einum
fríum og frælsum Europa. Men bretar
Í morgin 16. mai
Bingo-tøl og -plátur skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi í morgin
mikudagin 16. maí
Sosialurin Boks 76, 110 Tórshavn
eiga tó eisini at taka í egnan barm.
Teir hava ongan rætt til at hótta
okkum smátjóðir í Norðuratlantshavi
við slíkum ræðuætlanum sum at
goyma sitt vandamikla
kjarnorkuburturkast, so nær okkara
bestu fiskileidum, at hesar verda
hóttar. Hetta hava bæði løgting og
landsstyri mint bretar å seinastu årini,
og hetta vilja vit endurtaka i dag, nú
bretar eru komnir so mannsterkir aftur
higar.
FARIÐ heimaftur við bestu
lukkuynskjum - men eisini við
vitanini um stóra ótta okkara fyri ti
ræðuliga kjarnorkukgsti tykkara
fremstu politikarar vilja leggja á
havbotninum nærhendis Føroyum.
jamu