Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 15. maí 1990 Endurtøka Fyri aðru ferð i år noyddist B 36 av Sevmyru við ósigri ímóti einum ågrytnum, hart- og til tíðir eisini vælleikandi TB-liði TB-B 36 3-2 (2-0) 1-0: Jóan P. Olgarsson (br.) (2. min.) 2-0: Oluf Mortensen (32. min.) 3-0: John Redgaard (67. min.) 3-1: Bergur Magnussen 3-2: Bergur Magnussen TB legði hart út í heima- dystinum ímóti B 36. Og longu í ødrum minutti verða gestirnir tiknir á bóli. Eftir tvær TB-skotr- oyndir noyðist Jóannes Guttesen at royna seg sum málverji, og tað verður sektað við einum brots- sparki, sum Jóan P. Olg- arsson setur í netið. Sjálvmál? Eftir hesa skelkbyrjan fekk B 36 summað seg og hevði gott tak á vertunum, uttan kortini at vera ført fyri at spæla seg til nakran veruligan møguleika. So hvørt sum hálvleik- urin leið, tók heimaliðið yvir og fleiri ferðir vóru boð eftir B 36-verjuni. Og eina ferð í hesum hálvleiki lá hon boðini av sær: TB sleppur at leggja bólt inn í málteigin, og so kunnu Oluf Mortensen og Hans Petur Johansen gera av, hvør átti hægra høvdid, áðrenn bólturin sveimaði uppum Egin Høgnesen, ið hevði ditta sær í so langt út. B 36 upp í part TB byrjaði seinna hálvleik har tað slepti fyrra, og tá góður tími er leiktur, kann John Rødgaard (bestur á TB-liðnum saman við tí reikandi Pól F. Joensen) drøna foreringsbólt frá B 36-verjuni í netið frá brotsteigarmarkinum. B 36 kom nú meira við í spælið, sum skifti millum brotsteigarnar. Kári Gull- foss helt seg hava minkað um málmunin við einum góðum langskoti, men Rolf Christiansen vísti síni evnir og sína longd, og hann kom eisini ímillum, tá Regin Arge létu seinni varð púra leysur. Bergur tvey, men ov seint Í hinum endanum sendi John Rødgaard eitt rimm- arskot (25 metra fjarstøda) snipst framvid samankomingini. Bergur Magnussen kom inn midskeidis í seinna hálvleiki, og hóast hann skoraði tvey mál við minutti ímillum uppundir dystarlok, so ber kortini til at siga, at dysturin varð ongantíð spennandi. TB var betra liðið, og fyri aðru ferð í ár noyðist B 36 av Sevmýru við ongum, - hesa ferð eftir ein dyst, sum kanska ikki var so væl leiktur, men heldur undirhaldandi framman- fyri málunum. . ? (ówh) Rógvi Thorsteinsson, B 36 (ytst høgrumegin) var á ødrum sinni og vitjaði á barndåémsvøllinum, men báðar ferðirnar sendu bygdafelagar hansara hann norðuraftur við ongum Mynd: armi Flogfelag Føroya | Sama hvar á knettinum tú ætlar tær | útvegar ferðaseðilin | EN p rar mæ Fyrsti MB-sigurin - i landskappingini. Og 2-1 sigurin i Sandavågi å VB var uppiborin, men alt ov defensivur leikur í seinna hálvleiki kundi havt kostað MB stigini MB—VB: 2—1 (1—0) 39. min. 1—0 Jens Erik Rasmussen 51. min. | —1 Jón Pauli Olsen 69. min. ” 2—1 Paul Snowball (brotssp.) Þeir fyrstu landskapping- ardystirnir í ár hava sett síni tydiligu spoor á tað áðrenn landskappingina so vælleikandi MB-liðið. Í triðja læandskappingar- dystinum ímóti VB á heimavelli sunnudagin byrjaði MB betri, og hevði leikyvirvág allan fyrra hálvleik, men strilti gekk hjá teimum at fáa sett bóltin í netið. MB-liðið byrjaði ikki við hugflogi sum ein hevur sæð frá teirra síðu fyrr í ár, og serliga var tað uppspælið igjøgnum síð- urnar sum ein saknaði. Men sum hálvleikurin leið varð yvirvágin sterri, og kann VB takka einum sama vælleikandi málverja, tí unga og evnaríka Bjarna Johansen, og VB-veteran- inum Hans Mikal á Lága- bø fyri, at MB ikki førdi 3—0 við hálvleik. Hans Mikal, sum leikti defensivur miðvallari á VB-liðnum, megnaði at steðga MB at enda álopini við gjøgnum broti eftir miðjum velli. Men sum tíðin gekk, megnaði MB at skapa nekur álop gjøgnum síðurnar, og seks minuttir fyri hálvlkeik eydnaðist tað MB at byggja eitt álop upp í vinstru síðu, og við góð- um forarbeiði frá Birgir Jørgensen endaði bólturin hjá Jens Erik Rasmussen, sum hevði lætt við at skjóta bóltin framvið ein- um hjálparleysum VB- málverja. Ein fyrri hálvleikur sum endaði við MB leiki sum aftur var við at koma á Beinleiðis til ALCUDIA á Mallorca 3.,17 og 31. juli SMS urist Trapputreðin tif 15443 100 Tórshavn skinnararnar, og einum VB-liði sum vid onkultum kontraålopum visti, at enn høvdu teir nógv at visa, gv vónir um ein góð- an seinra hålvleik vid und- irhaldandi ålopsleiki. Hvat er sagt i umklæð- ingarrimunum bådum i steðginum, er ilt at meta um, men undirhaldandi fótbólt i seinra hálvleiki sóu vit ongantíð. VB byrjaði betri, og longu eftir seks minuttum eydnaðist tað Jón Paula Olsen at javna fyri VB, og megnaði VB at halda eina lítla leikyvirvág, uttan nakað samanhangandi spæl frá nekrum av liðu- num, og uttan teir stóru målmøguleikarnar. Eitt brotsspark til MB miðskeiðis í seinra hålv- leiki, sum Paul Snowball setti trygt i netid avgjørdi dystin. Eitt brotsspark, sum — stórt salatborð. Et so nógv tú orkar fyri 98, TORS CAFÉ Hósdag — friggjadag — leygardag 3 sløg av kjøtveråum — bakað epli og sås sr fekk ødi í VB-leikararnar, sum mettu at dómarin hevði mistikið seg, tá hann lat linjuverjan fáa viðhald. Hetta var ikki einastu ferð, at linjuverj- arnir tóku ivasamar av- gerðir, í støðum, har dóm- arin var væl staddur til sjálvur at kunna taka av- gerðir. At MB-lidid ikki byrjaði seinra hálvleik, har teir sleptu í fyrra hálvleiki, kundi, um VB hevði eydn- una við sær, havt kostað teimum sigurin. VB hin- vegin livdi ikki upp til vónirnar, og ein sigur, sum skeivur MB-taktikk- ur í seinra hálvleiki kundi givið teimum, hevði ikki verið nógv at bygt fram- tíðina upp á. F Hans Michaci á Lågabø og Jens Erik MUSSEn. Tveir av teimum mest eyðsýndu leikarunum í dystinum Mynd: kaj kyllesbæk Besta tænasta — vakrasta umhvervi og besta útsýni Hotel EIÐI Tlf. 23 456 FR-470 Eiði