týsdagur 15. mai 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
BA
- Vilda Bech úr Havn hevur hetta skúlaárið verið í
High School í Houston í Texas. Í einum brævi, vit
hava fingið frá henni, greiðir hon frá um skúlan,
sum er ødrvisi enn skúlarnir í Føroyum, um tann
ringa heimlongsulin og um ymiskt annað, hon hevur
upplivað teir níggju mánaðirnar í USA. Hon skriv-
ar, at hon kemur heim aftur til Føroya umleið 22.
juni.
Brævið er bæði upplýsandi og hugvekjandi,
millum annað hevur unga Havnargentan nøkur góð
ráð til teirra, sum ætla sær at fara í skúla uttan-
lands.
Góðu lesarar!
Tá ið eg fyri einum ári
og seks mánaðum síð-
ani úrfylti pappír at
sleppa at vera í Am-
erika í eitt ár, visti eg
ikki heilt, hvat eg fór
inn i. Eg visti bert, at
eg skuldi búgva hjá
eini amerikanskari
vertsfamilju og ganga
í einum amerikonsk
um High School. Nú
eru níggju mánaðir,
síðani eg kom higar til
Houston, Texas, her
eg havi búð í Amer-
ika, og eg kann i stutt-
um siga, at eg havi
havt tad størsta upp-
livilsið í mínum lívi.
Ég vil so fegin sleppa
at fortelja tykkum, ið
lesa hetta, hvat eg havi
upplivað:
Tað fyrsta, ið eg legði
ul merkis, tá ið eg kom
higar, var, hvussu stórt alt
er her. Vegirnir, bygning-
ar, ja, yvirhøvur landið
Amerika. Eg visti, at alt
var stórt, men tó ikki so
STÓRT
Tá ið eg hevði verið her
í eina viku ella so, byrjaði
skúlin. Eg var ógvuliga
spent at fara at ganga í
einum High School. Tá ið
so gerandisdagurin byrjaði
og alt tað stuttliga var
liðugt, bleiv eg eitt sindur
vonsvikin. Men so setti
eg niður og hugsaði um
støduna. Tad var jú ti, eg
var her, fyri at vera ein
partur av Amerika og upp-
liva at vera ein ektaður
við heima í Føroyum. Tað
fyrsta, 10 eg legði til
merkis, var, at fólk her
altíð hava eitt skema. ið
tey ganga efur. Tað er
nakað annað við okkum
føroyingum: "verður tað
ikki í dag, so verður tað í
morgin". So tað var eitt
sindur trupult at fylgja við
í byrjanini, men tað vardi
ikki leingi.
VILTIST Í SKÚLANUM
Skúlar í Amerika eru nógv
ødrvisi enn skúlar heima i
Føroyum. Fyrsta dagin í
"Taylor High School
viltist eg. Alt var so stórt
og nýtt. Her skifta tey
stovu hvønn tíma, so tað
var eitt sindur trupult at
finna næstu stovuna, eg
noyddist altíð at spyrja
onkran í gongini, hvagar
eg skuldi fara. Í skúlum
her hevur tú títt egna skáp
í gongini og tú hevur so
eina kodu at opna skápið
við. Í byrjanini hevði eg
trupulleikar við at opna
skápið, so eg varð noydd
at fara í tíma uttan bøkur.
Nú er nógv betri, eg kenni
skúlan sum mína egnu
hosu, eg skuldi bert koma
inn í alt.
Hver tími er 45 minutt-
ir og tú hevur seks min-
uttir at koma í næstu
stovu. Ert tú ov sein,
skrivar lærarin teg upp og
tú verður noydd at eta tin
"lunch" í einum rúmi
saman við einum lærara,
og einki tos. Hetta verður
kallað ein "lunch dententi-
on". Vit hava eina stóra
caféteria í skúlanum. Tú
anum fyrst. Tú skalt hava
eina ógvuliga góða grund
fyri at fáa loyvi at fara
heim. Skúlin byrjar kl.
7:45 og er liðugur kl.
14:40.
Eg noyddist at venja
meg vid nógvar reglur. Nú
havi eg bara fortalt um
byrjanina í amerikonskum
High School. Men vit
hava tað eisini ógvuliga
stuttligt. Vit hava nógv
ítróttarlið í skúlanum og
kappast móti gðrum
skúlum. Eg eri á svimji-
lidinum, so eg havi eisini
møguleikan at vera við í
kappingum móti ødrum
skúlum. Eg eri eisini í
"Photo Journalism Staff".
Har taki eg myndir fyri
skúlaárbókina og skúla-
dimmuna, so eg fái eisini
møguleikan at fara út við
teimum ymsu liðunum og
taka myndir.
HEIMLONGSULIN
Mær longdist ógvuliga
nógv tær fyrstu triggjar
vikurnar. Eg vildi bara
sleppa heim. Men tað var
okkurt, ið helt mær . Eg
fekk eisini stóra hjálp frá
amerikonsku mammu
minari. Hon hjålpti mær á
allan hátt, hon kundi. Hon
fekk meg at gloyma, at
mær longdist, og eg havi
nógv at takka henni fyri.
Eg haldi, at mær longdist
mest i byrjanini og um
jólini. Jólini eru jú ein
tíð, tú vilt vera hjá fam-
ilju tíni. Jólini her verða
annars hildin sum í Føroy-
um, men eru tó tann 25.
desember, orsakað av tíð-
Vilda í Disney World í Florida.
ar heima í Føroyum og eg
haldi heldur ikki, at eg
kann vera burturi frá øll-
um, sum eg havi kært,
leingi afturat. Familjan, ið
eg búgvi hjá, er ógvulig
opin og blíð. Tey hava
eina dóttur, ið er 11 ára
gomul og eitur Kim. Eg
beundri tey ógvuliga nógv
fyri at hava opnað heim
sítt fyri einum fremmand-
um. Tey eru ógvuliga pos-
itiv og hava stóran áhuga
fyri Føroyum. Tey fáa
meg at kenna meg væl-
komna. Tey ætla at fara til
Føroya næsta summar.
DISNEY WORLD
Sum eg segði áður, so
búgvi eg í Houston, Tex-
as, í einum forstaði, 30
minuttir vestur úr "down-
town" Houston. Forstað-
urin er tætt við smábýin
Katy, so vit hava nógv at
takast við. Vikuskiftini eri
eg ofta á Galvestone Island
saman við vinum. Galve-
stone er ein lítil oyggj, ið
hoyrir til Texas, og brúgv
er ímillum. Umleið tveir
tímar eru at koyra hagar.
síggja aðrar statir, Alaba-
ma, Louisiana og Mississ-
ippi. Vit vóru í Florida i
eina viku og vit vóru
eisini og vitjaðu Disney
World. Tað var ógvuliga
spennandi at síggja og
uppliva. Í heystfrítíðini
var eg í New Orleans,
Louisiana, í ein dag og har
sóu vit "the French Quart-
er". So tað kann sigast, at
eg havi upplivað eitt sind-
ur, meðan eg havi verið
her í Amerika.
Eg havi eisini lært nógv
hetta árið, eg havi verið
heimanífrá. Millum ann-
að, hvussu gott vit hava
tað í Føroyum. Og eg eri
eisini meira takksom fyri
tað, eg havi.
NØKUR GÓÐ RÅD
Eg kom higar púra eins-
amøll og tað hevur heilt
vist gjørt meg meira sjålv-
støðuga. Í byrjanini var eg
eitt sindur bangin, tí at
fara úr Føroyum við
47.000 fólkum til Houst-
on við 3.000.000 fólkum
var heilt vist ein stór
broyting. Men eg lærdi at
vera positiv og taka ein
skúlanum og fyri vinum
og kenningum. Fólk eru
ógvuliga áhugað í oyggj-
um okkara, tí tey flestu
hava ikki hoyrt um okk-
um. Eg havi eisini havt
heilt tápuligar fyrispurn-
ingar so sum "hava tit
bilar, sjónvarp og so fram-
vegis". Og mær dámar
heilt væl at fortelja teim-
um um Føroyar.
Eg havi nøkur góð ráð
til tykkum, ið ætla tykk-
um burtur í eitt ár at
ganga í skúla: verið posit-
iv, alt er ikki so einfalt
sum ein heldur, tað fer at
verða. Trúgvið mær, eg
havi roynt tað. Tykkum
fer ivaleyst at leingjast,
men roynid at hugsa um,
at tit koma ju heim aftur.
Og møguleikin at ganga i
skúla í ødrum londum
kemur neyvan aftur. So
roynið at fáa so nógv burt-
urúr, sum eg havi. Hetta
árið hevur verið heilt
ógloymandi fyri meg...
Eg vil enda við at takka
S.T.S. Sprogrejser fyri at
hava givið mær hendan
møguleikan. At enda ein
heilsan til vinir og kenn-
amerikanari. Og trúgv kanst keypa "lunch" í armuninum. Eg havi eisini runt í dag í senn ingar heima í Føroyum.
mær, tað hevur verið skúlanum ella taka hann Eg eri vorðin ógvuliga = hesum stóra landi. Í mars Eg havi eisini lært Ein serlig heilsan til
spennandi! við neimanilrá tætt Knytt at amerikonsku = var eg við vertsfamilju Mei kkara oyggjar Mmammu, systkin mini,
Eg haldi, at mentanin Ikki er loyvt at fara av = familju mini. Teyroynaat míni í Orlando. I lorida havt Heidi og Petur, og so Rig-
her í Amerika er eitt sind skúlagkinu hevur tú fáa meg at vera verðandi Vit koyrdu hagar, so eg ) Før-
ur ødrvisi enn eg eri von ikki í ð loyvi frå stjór men eg havi jú røtur mín hevði eisini møguleikan at 1að í —
AAA AA AAA AA