mikudagur 16. mai 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pr AAf[f Af ff [ff
tíðindablaðið
Í sosíalurin
Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Múller | Blaðfólk Høgni Djurhuus | Utgevar P/4 Sosialurin | Bústaður Argjavegur 28 Postadresså: Postsmoga 76
; | ; | Arah | 110 Tórshavn
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahl Randi Jacobsen Uppseting. P/t Sosialurin | 9
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov í Tórfinn Smith Prent: P!4 Pressan 1981 Telefon: 11820
Í Telefax 14720 |
pr
Setrið 25 år
Í HESUM døgum hátíðar-
halda vit 25 ára stovningar-
dag Fróðskaparsetursins.
Hátíðarhaldið verður mar-
kerað við fyrilestrum og
samkomum í Norðurlanda-
húsinum komandi sunnu-
dag. Vit føroyingar hava all-
ar orsakir: til at fegnast um
henda stovn og vit hava
nógvar góðar grundir til at
hátíðarhalda tann runda
dagin.
GRANSKING og undirvísing
á hægri stødi er ein fortreyt-
in fyri, at ein tjóð kann
mennast og varðveita síni
eyðkenni og sín mentunar-
liga arv og siðmenning. Tað
var i tøkum tíma, at hygnir
menn tóku stig til at fáa sett
gransking og undirvísing á
vísindaligum grundarlagi á
stovn i Føroyum. Teir hugs-
aðu væl eins og nógv onnur,
at kundi føroyskt verða vis-
indalig læru- og rannsóknar-
z
grein á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn, so kundi
hetta eisini bera til í Føroy-
um. Tíðin hevur givið teim-
Hans Jacob Debes, professari heldur fyrilestur í samband við 25 ára dagin. Foto kalmar
um rætt, og føroyskt mål,
føroyskar bókmentir, før-
oysk søga og sidsøga eru nu
vidurkendar visindagreinir å
universitetsstigi. Eisini nått-
åruvisindi og teldufrødi eru
vordin partur av virksemi-
num hjå lærda håskula Før-
oya.
FRODSKAPARSETUR Før-
oya hevur stødugt verid i
menning hesi 25 árini, Setrið
hevur á baki. Hvussu tey
næstu 25 árini fara at verða,
veldst sjálvsagt um, hvønn
mentunarpolitikk vit fara at
reka. Flestøll munu tó í dag
viðurkenna tann stóra týdn-
ing, Setrið hevur fyri okkara
andaligu og tímiligu menn-
ing. Vónandi verður tí fram-
vegis breið politisk semja
um, at fjálga um stovnin og
geva honum tær bestu for-
treytir fyri at mennast og
búnast so hann til einaog-
hvørja tíð verður førur fyri at
liva upp til sítt nýggja heiti
Universitas Færoensis.
LÆRDIR háskúlar verða oft-
ast lastaðir fyri at vera fíla-
beinstorn í samfelagnum.
Hetta merkir, at hesir stovn-
ar so at siga liva sítt egna lív
uttan samband við sam-
felagið. Henda ábreiðsla
kann eftir okkara tykki ikki
vendast móti Fróðskapar-
setrinum. Heldur halda vit at
Setrið eigur rós fyri at royna
at kunna almenningin um
virksemi sítt og fyri síni al-
mennu tiltók — ikki minst
teir fråliku kvøldfyrilestrar-
nar, sum stérur saknur er i.
Stéran åhuga millum manna
hevur målpolitikkur Seturs-
ins — tað vil so vera. Kanska
kundi eitt meira opið orða-
skifti og ein eitt sindur liði-
ligari stóða mótvegis ødrvisi
hugsandi verðið ein fyri-
munur fyri Setrið og al-
menningin í framtíðini.
SAMANTIKIÐ halda vit, at
eitt stórt og gott arbeiði
verður gjørt á Fróðskapar-
setri Føroya og tað skal vera
vón okkara, at Setrinum
verða skaptar tær bestu um-
stødur í framtíðini.
menn vilja heldur klandrast um tons og prosent. Tað
låturverda í øllum hesum er, at råvørubytid er ikki tann
veruligi trupulleikin hjá okkara fiskivinnu skrivar Vilhelm
Johannesen, tingmaður í greinini.
Samgonguflokkarnir tykj-
ast vera samdir um at á-
fiskurin skal býtast ímill-
um fiskavirkini. Spurn-
ingurin er hvussu råvøru-
býtið skal skipast. Skal
býtið fara fram í tonsum
ella prosentum.
Hesin heldur láturverði
spurningurin hevur fert
til aftur eina stjórnar-
kreppu. Hesar eru nú
vorðnar so nógvar at ong-
in kenn ir tað rætta tal-
ið. Og tað láturverdá er, at
ráverubýtið er ikki tann
veruligi trupulleikin.
Tann veruæligi og
grundleggjandi trupul-
leikin er steðan hjá nekr-
um av okkara fiskasløg-
um. Men tann spurningur-
in verður yvirhevur ikki
umreddur. Landsstýris-
menn og legtingsmenn úr
samgonguflokkunum
hava býtt seg í tveir bólk-
ar — tonsabólkurin og
prosentbólkurin.
Alt politiskt arbeiði
liggur lamið, meðan fólk
úr tonsabólkinu, og pro-
sentbólkinum stríðast
um, hvussu ein steðugt
minkandi og hótt ráveru-
negd eigur at býtast. Tað
veruliga vandamáli verð-
ur ikki tikið upp á tungu.
Hvat er so alternativið
til hesar báðar klandurs-
bólkarnar (tonsabólkin og
prosentbólkin)? Vit kunnu
gera eina roynd at seta út
í kortið.
1. Við uppheggingar-
grunninum og upphøgg
ingarskipanini eigur veiði-
orka at verða keypt út úr
flotanum. Í hesum máli
setti undanfarna lands-
Síðani
stýri
landsstýrisskiftið í januar
í fjør er uppheggingar-
stuðul ikki veittur í meira
enn eitt ár. Men nú sær tí-
skjøtil á.
betur út til at gongd kem-
ur á.
2. Føroya Banki eigur at
verða friðaður fyri ollum
fiskiskapi í nøkur ár.
Javnaðarflokkurin hevur
lagt uppskot fram á ting
um at friða bankan. Í upp-
skotinum verður mælt til
at friðingin fyribils verður
galdandi í eitt ár.
ONE
Teir gloyma støduna
hjå fiskastovnunum
Veruliga vandamålid i fiskivinnuni: at fleiri av okkara
fiskasløgum eru hótt, verður als ikki tikið uppá tungu, men
gjølligar og strangar regl-
ur fyri trolfiskiskapi á før-
oyskum eki.
Her eru so fimm spurning-
ar, ið allir hava munandi
sterri týdning fyri fer-
oyska fiskivinnu nú og
serliga í framtíðini, enn
sjónarmiðini hjá ávikavist
tonsabólkinum og pro-
sentbólkinum.
3. Friðingin av várgrunni-
num (gytingarøkinum) á
Norðhavinum eigur at
gerast nógv meira umfat-
andi. T.d. eigur friðaða eki
at ganga nógv longur úr
landi soleiðis at allur land-
grunnurin og kanturin
verða innanfyri.
4. Vit eiga at áseta TAC
fyri tosk, hýsu og upsa.
Hetta eru tey mest hóttu
fiskaslegini. Loyvda
tonsatalið av toski, hýsu
og upsa verður síðani býtt
millum skipini og/ella
virkini.
5. Vit eiga at avmarka
talið av trolarum — ser-
liga teimum miðalstóru,
sum ikki veiða á djúpum
vatni — heilt munandi.
Eisini eiga vit at gera
Vilhelm Johannesen
ÉT