mikudagur 16. mai 1990síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Stórar og spennandi ætlanir:
Førovar sum ferðamanna-
land í týska Sjónvarpinum
Skal vekja áhugan hjá einstaklingum at vitja heldur enn
stórri ferðalógum og hópturismu
Í hesum døgum vitjar ein
týskur sjónvarpsjourna-
listur i Føroyum. Enda-
málið við vitjan hansara er
at kanna, um Føroyar skal
koma við í eina rgð av
tilsamans 10 filmum um
einstaklingaferðing kring
knøttin.
Nathan Jariv arbeiðir
fyri eina privata filmsfyri-
tøku i Vesturtysklandi.
Hon eitur Simba-Film og
ger filmar ul stórar sjón-
varpsstødir.
Herfyri gjørdi Simba-
Film eina avtalu vid ZDF
sjønvarpsstødina, sum er
tann størsta i Tysklandi og
tann næststørsta i Europa
aftanå BBC.
Avtalan snyr seg um, at
Simba-Film skal gera
tilsamans tveir ferda-
mannafilmir um ånd kom-
andi fimm årini.
Talan er um at gera
filmir i londum, sum eru
vælegnad til sokalladar
einstaklingaferdir. Tvs.
har fólk sjálvi fara út at
ferðast og ikki nýtast at
ferðast í stórum bólkum.
Teir hava longu gjørt
tann fyrsta filmin. Hann er
um at ferðast í Negev
oydimørkini í Sinai.
Tad heldur 6vanliga vid
hesi filmsrødini er, at tann
sera kendi tyski rocksang-
arin Peter Maffay skal
vera vid i filmunum.
Hesin sangarin er sera væl
umtóktur í Týskalandi og
eru hansara plátur í
heilum nummar 1 á
hitlistunum. Við at brúka
hann og gentu hansara í
filmunum rokna
framleiðararnir við, at tað
verða sera nógv týskarar,
sum fara at fylgja við í
hesi filmsrødini um
serstakar åhugaverdir
blettir á jørdini.
Í filminum teir longu
hava gjørt um oyði-
mørkina i Sinai í
mideystri ferðast Maffay
og genta hansara á
motorsúklu.
Um ein filmur úr
Føroyum verður veruleiki,
hvussu kundi hann so
hugsa sær henda
rocksangaran í filminum
spurdu vit Nathan Jariv!
-Hatta er alt ov tíðliga
at siga nakað um enn, tí
higartil havi eg bert kunn-
að meg við oyggjar tykk-
ara. Tað er heldur ikki
vist, at tað verður til
nakað her, men eg vóni
tað. og skal eisini
viðganga, at eg haldi
møguleikarnir at gera ein
film í Føroyum eru góðir
sigur Nathan Jariv.
Tey fólkini, sum
stigtakararnir til filmin
serliga venda sær til í
filmunum, eru fólk, sum
eru farin um 40 ár, fólk,
sum vóru við í rock-
bylgjuni, tá hon var í
hæddini.
Hetta eru ikki serliga rík
fólk, men fólk, sum fegin
vilja út at síggja verðina
sum einstaklingar heldur
enn í stórum ferðaløgum.
-Eg haldi tykkara land
er sera vælegnað ul hetta
slag av ferðing sigur
Nathan, sum er ikki sørt
hugtikin av føroysku nått-
úruni.
Serliga dámar honum
stóru mótsetningarnar
millum tann friðsæla og
grøna bøin og so tey høgu
og berligu fjøllini.
-Hetta framalir serligar
sterkar kenslur innan i tær,
sum eg haldi týski hyggj-
arin fer at dáma sigur
Nathan, sum eisini leggur
stóran dent á tað sera ríka
fuglalívið, ið hann metir
vera spennandi fyri ein
vanliga týskara.
Nathan Jariv sigur
víðari, at hann
upprunaliga ætlaði at gera
ein film um Hetland,
Føroyar og Ísland. Men nú
heldur hann tad hevdi
verid best egnad bara at
brukt Føroyar og Island i
filminum, tí hesi bæði
oyggjalondini eru so
Nr. 72 — 16. maí 1990
Nathan Jariv tv. saman
við Klaus Kiesewetter,
báðir týskarar og báðir
við áhuga fyri at gera
sjónvarpsfilmir úr Før-
yum. Foto jan.
1jølbroytt og ymisk.
Verður hesin filmurin
veruleiki, so koma teir
ikki til Føroya at gera
upptøkur fyrr enn í næsta
ár ella seinni. Nummar
tvey filmurin verður úr
norðara parti av Kanada.
Nathan Jariv er annars
sera fegin um at hava hitt
ein landsmann sín í
Føroyum. tað er Klaus
Kiesewetter, sum eisini
arbeiðir innan sama yrkið.
-Hetta er ómetaliga gott
fyri okkum, tí verður
filmurin veruleiki, so hava
vit longu okkara um-
boðsmann í Føroyum, og
tað hevur nógv at siga
sigur Nathan, sum gjørdist
ikki sért bilsin av at skula
meta einum landsmannni
og innan sama yrki í
Føroyum. Klaus hevur so
eisini havt Nathan
búgvandi og hevur hann
havt høvi at síggja tær
mongu og frálíku film-
arnar, sum Kiesewetter
hevur gjørt.
-Eg havi skilt á fólki eg
havi tosað við, at tit
Mangla tygum
nýggj tól,
so hava vit tey:
Eftir avtalu sýna vit fegnir fram okk-
ara stóra og góða úrval í framsýn-
ingarhølum okkara Millum Gilja 28.
Kassatól
Roknimaskinur
Skrivimaskinur
Kopimaskinur
Telefax
TIf. svararar
Telefonir
Far-teldur v/ HD
Teldur 80286
Laserprintari
Harddiskur (HD)
Diskettudrev
Kopi pappir (ein kassi)
EDV pappír (ein kassi) ... kr.
BRÚKT TÓL:
Kopimaskinur
Telefax
4.200,00
820,00
2.460,00
8.995,00
7.400,00
2.190,00
frá 1.180,00
frá 445,00
frá 16.320,00
frá 9.495,00
frá 13.400,00
frá 3.200,00
frá — 880,00
kr. 269,00
335,00
frå 6.000,00
frå 3.100,00
frå 10.000,00
Annars ringið vinarligast
P/f KONTORGROSSISTEN FØROYAR
Tlf. 19795 -
MOTOR MARINE
Fax. 19785
ESBJERG aps.
29—32 fét
føroyingar ynskja ikki at
fáa nakra hópturismu til
landið. Um so er, so kann
eg vissa tykkum um, at vit
við filmi okkara fara at
raka við júst tey, sum ikki
koma í hópum, men
heldur vilja síggja landið
einsæris. Vónandi kann
filmur okkara - um hann
verður veruleiki - vera við
til at fremja júst tað slag
av ferðafólkavinnu, sum
tit føroyingar ynskja sigur
ein fryntligur og brosandi
ÚTRÓÐRARBÁTAR
BÁTAMOTORAR
Sera lagalig fígging!
Tlf. 146 29 - 07515 20 07
15—550 HK
Telefax 07515 23 43
Nathan Jariv at enda i
samrøduni vid Sosialin.
Hann hevur annars
arbeitt i fakinum i meira
enn 30 år. Sjålvur tosar
hann fleiri mål eitt nú
kinesiskt, russiskt,
arabiskt fyri bert at nevna
nøkur teirra. Foreldrini
vóru sovjettiskir jødar og
fluttu til Kina, har hann
varð føddur. Hesi seinastu
30 árini hevur hann búð í
Týskalandi.
jan