hósdagur 17. mai 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 17. mai 1990
Undir hverjum umstødum vil ;
ein gjaldoyrislækkan kunna
bøta um støduna i Feroyum!
I Sjónarmiðinum í dag ger Karl Nolsøe, cand. scient %
viðmerkingar til fíggjarstóðuna i Føroyum.
Føroya núverandi løgmadur skal sam-
bært einum føroyskum blad hava sagt,
at búskapar- og figgjarvidurskifti i Før-
oyum hesi seinastu árini hava verið
sum áhaldandi devaluering, gjaldoyra-
minking, lækkan.
Tað er tí áhugavert at hyggja at, um
Feroyar hava meguleika veruliga og
formliga at fremja eina krónuvirðis-
minking.
Tað at danski tjóðbankin letur gera
seðlar við føroyskum teksti og mynd-
um, broytir ikki tann veruleika, at
hetta er danskt gjaldoyra, beint sum
teir seðlar, ið hesin sami banki letur
gera við donskum teksti og myndum,
og at einans danska stjórnin, danski
tjóðbankin, kunnu broyta virðið á hes-
um seðlum uttan mun til. um teir hava
feroyskan ella danskan tekst og mynd-
ir.
Í mong ár hevur danska og harvið eis-
ini sonevnda feroyska gjaldoyra verið
so tætt bundið at týska gjaldoyranum,
at tað flytir seg saman við hesum.
Millum annað tí at Vesturtýskland
steðugt hevur áhaldandi stórt út-
lendskt gjaldoyraavlop sum úrslit av
útflutningi, ið stødugt er sterri enn inn-
flutningurin, hækkar týska og harvið
danska gjaldoyra í virði, tað revaluerar,
virðishækkar í veriuleikanum.
Hetta er tað evugta av devaluering,
virðislækking. Útflutningurin verður
sostatt dýrari í útlondum og innflutn-
ingurin bíligari heima og skapar harvið
trupulleikar fyri útfiutningi og lætta
fyri innflutning.
Ásetanin av býtislutfallinum millum
ymisk gjaldoyru er politiskur spurning-
ur og hevur ávirkan á handilin. Tá ið
kostnaðarlegan í einum landi stødugt
forir hall við sær í uppgeðini fyri verur
og tænastur á gjaldsjavnanum, kann
ein gjaldoyralækking koma upp á tal.
Nakrar fyritreyti fyri at hon kann
gjøgnum førast við góðum úrsliti eru:
1. Hákonjukturur í ðrum londum.
2. Ikki arbeiði til allar hendur í egnum
landi.
3. Eftirspurningselastiteturin á egnum
verum í åtlondum størri enn 1.
4. Eftirspurningselastiteturin á inn-
fluttum verum á heimamaknaðinum
sterri enn 1.
5. Ongi móttiltek frá eðrum londum so
sum gjaldoyralækking ella diskrimi-
nering mótvegis tí landinum, ið lækk-
ar gjaldoyra.
6. Møguleiki fyri at økja egna fram-
leiðslu, uttan at hetta fær nýtslu +
ílegur at vaksa í sama mun.
7.Stjórn sum hevur vilja og evni at
grípa regulerandi inn fyri at halda
fast um tey positivu úrslitini sum
longst.
Gjaldoyralækking fær kursirnar á
fremmandum valuta at hækka, hvat ið
merkir lækking av prís- og kostnaðar-
leguni innlendis samanborið við onnur
lond.
Harvið verður tað lættari at kappast
við útlendskar verur bæði burturi og
heima, soleiðis at umsetningurin á út-
flutningsmarknaðinum veksur, meðan
innflutningurin minkar.
Við ávísum prísum fastsettum í krón-
um, verða tær útfluttu verurnar bíligari
í fremmandum gjaldoyra enn tær vóru
frammanundan gjaldoyralækking-
ini.
Harvið er ikki sagt, at teir fora meira
valuta heim. Tað veldst um, hvert eftir-
spurningselastiteturin á egnum verum
á uttanlands-marknaðinum er sterri
enn 1, soleiðis at lægri prísur ferir við
sær sterri úrslit av prís X negd enn áð-
ur, tá ið prísurin var hægri.
Nú kostar tann innflutta veran meira
í innanlanda peningi.
Um nú innanlanda eftirspurnings-
elastiteturin á útlendskum verum er
sterri enn 1, so vil marknaðurin verða
partvíst forsyrgdur við at innanlanda
verur (substitutt) koma í staðin fyri tær
innfluttu, partvíst við at landið sjálvt
fer undir at framleiða verur, ið fyrr
máttu keypast uttanífrá.
Gjaldoyralækkingin ber í sær størri
inntekur hjá útflutningsvinnuni og
hægri prísir á innfluttum verum, sum
aftur ber í sær sterri eginframleiðslu til
heimamarknaðin.
Tann sterra framleiðslan, og saman
við henni størri inntekan, skapar størri
eftirspurning eftir innfluttum verum,
bæði ráverum og brúksverum.
Gjaldoyralækkingin ferir meira ar-
beiði og sterri framleiðslu við sær uttan
at tað harvið er sagt, a arbeiðsútreiðsl-
urnar verða sterri.
Hetta er treytað av, at nóg mikið er
av arbeiðsmegi.
Tann samlaða inntekan veksur.
Útflutningurin veksur.
Arbeiðið verður til fleiri og fleiri
hendur.
Eftirspurningurin eftir brúksverum
veksur, í fyrstani mest eftir vorum av
heima uppruna.
Gjaldoyralækkingin ger, at innteku-
býti verður meira misjavnt.
Útflutningsvinnuvegirnir geva meira
av sær.
Innfluttar verur og substitutt fyri tí-
líkar eru blivin dýrari.
Arbeiðslenirnar fara ikki upp við ein
gang alt fyri eitt, og tey fastløntu eru
ikki fer fyri í skundi at laga sínar inn-
tekur eftir teirri hækkaðu kostnaðar-
leguni.
Sum heild er reallønin niðurfarin.
Finst automatisk lenregulering, vil
hetta bera lenarhækkingar við sær.
Annars vilja arbeiðsmanna- og
kvinnufelegini so við og við royna at
trýsta lenirnar uppeftir.
Við teimum veksandi inntøkunum
veksur eisini eftirspurningurin á heima-
marknaðinum eftir verum, bæði egin-
framleiddum og innfluttum.
Tað verða færri arbeiðsleys.
Eftirspurningurin eftir innfluttum
verum veksur somikið, at nettovaluta-
vinningurin minkar burtur aftur.
Í teirri stødu, ið higartil er viðgjed,
hava vit hugsað okkum til, at ikki øll
fólk hava arbeiði, at tað finst nakað av
arbeiðsloysi í fyrstani.
Inntøkuvøksturin kemur at vísa seg
við, at fleiri fáa arbeiði.
Skera vit gjaldoyra niður, meðan vit
hava arbeiði til allar hendur, fáa vit
sterri eftirspurning eftir arbeiðsmegi
og eðrum framleiðslufaktorum, hvat ið
førir lenglíðing við sær, fyrst sum
svartbersloysnir og síðan við hægri
sáttmálabundnum lenum, uttan at tað
harvið er givið, at meira verður fram-
leitt.
Tann ekta framleiðslan verður bara
nominel, ger seg galdandi sum lenar- og
príshækking, ell kostnaðarlegan otar
seg uppeftir.
Tann sterri eftirspurningurin á
heimamarknaðinum eftir egnum verum
ger, at framleiðslufaktorar verða fluttir
frá eksportframleiðslu til heimamarkn-
aðarframleiðslu, og av hesum stendst
minni útflutningur og sterri innflutn-
ingur.
Um tað almenna hevur fult tamar-
hald á steðuni, kann ein gjaldoyralækk-
ing í eini stødu sum hesi seinnu, vit
hava vidgjørt, møguliga fáa framleiðsl-
una at veksa sum frálíður gjøgnum
rationalisering og effektivisering av
kapitalútgerðini og umskúling av ar-
beiiðsmegini.
Ein gjaldoyralækking í eini tíð, tá ar-
beiði er fyri ellum ella næstan ellum
hondum, ger tað neyðugt hjá tí al-
menna at koma við tiltøkum, ið miða
ímóti at uppsúgva teir »vandamiklu«
pengarnar.
Tað man neyvan tæna nekrum enda-
máli at lækka gjaldoyravirðið í eini
steðu, har øll hava arbeiði, serliga tå
hugsað verður um, at tað ofta ber við
sær, at býtislutfallið versnar mótvegis
útheiminum, av tí at hesin nú krevur
eina sterri negd av útflutningsverum
enn frammanundan sum gjald fyri
ávísa negd av innflutningsverum. Men
hetta er tann upprunaliga ætlanin við
gjaldoyralækkingini, tí soleiðis verður
tað lættari at sleppa av við útflutnings-
veruna, og hetta skal so geva sterri
valutavinning av sær.
Aðrir og eðrvísi virkandi útvegir
kunnu eisini brúkast, tá ið tað ræður
um at vinna á trupulleikum við gjalds-
javnanum.
Men krónuniðurskurður verður ofta
tikin fram um aðrar, av tí at hann
vanliga ikki rakar nakað einstakt land
og soleiðis ger mismun, men virkar á
breiðum grundarlagi, fær tamarhald á
næstan øllæum útreiðslum á gjalds-
sjónarmið
javnanum og økir um inntøkuna av út-
flutninginum.
Tey lond, sum selja vørur, id lættliga
kunnu framleidast í ti landi, sum lækk-
ar gjaldoyra, koma at kenna sviðan ser-
liga meint, meðan onnur lond, hvers út-
flutningsverur hava ein elastiskan eft-
irspurning, ikki verða rakt so meint.
Tá ið eitt lítið land, sum keypir og sel-
ur verur í nógvum londum og hvers við-
urskiftivið tey einsteku londini tí í
flestum førum bert er ein lítil partua av
umsetninginum hjá hesum, lækkar
gjaldoyra sítt, so vil hetta landið sum
oftast, í hvussu er í fyrstani, veksa hóp-
in um samlaða útflutning sín, áðrenn
hetta fær framleiðarar og útflytarar í
viðkomandi londum at krevja tiltøk
sett í verk móti tí landinum, ið lækkaði
gjaldoyra.
Fyritreytin fyri, at ein gjaldoyra-
lækking kann geva væleydnað úrslit, er
hákonjukturur hjá samhandilslondum
og at ikki eitt ella fleiri av teimum
beinanvegin fremja móttiltek við sjálvi
at lækka egingjaldoyravirði. Hóast eins
egnu tiltøk iki eggja samahndilslondu-
num til at gera mottiltøk, kann tað
tykjast avmarkað, hvat ið eitt lítið land
kan fáa burtur úr í spardum valuta, um
stórur partur av innflutninginum er rá-
verur, ið eru neyðugar bæði fyri út-
flutnings- og heimamarknaðarídnaðin.
Í tí sum her er sett fram hava vit hugs-
að okkum, at gjaldoyralækkingin er
framd, meðan hákonjukturur ræður í
hinum londunum.
Um so er at teir innanhýsis trupul-
leikarnir við gjaldsjavnanum koma av
lækkandi konjukturi og tverrandi eftir-
spurningi í teimum londum, sum ein
vanliga rekur samhandil við, so er
neyvan væntandi, at ein gjaldoyra-
lækking fer at fáa tað ætlaðu ávirkan, tí
tað er væl hugsandi, at hini londini fara
at fremja móttiltek fyri at verja seg
ímóti framdu gjaldoyralækkingini í
tann mun hon skapar teimum menbog-
ar.
Í hesum feri sum í so mongum ræður
um at vera fyrstur.
Hvussu árinið verður í eðrum londum
veldst partvís um veruslagið, partvís
um hvussu stórur marknaðarparturin í
tí einstaka landinum er.
Hvat ið fiskaútflutninginum viðvík-
ur, so er tað einstek lond, ið eru hevuðs-
keyparar av teimum týdningarmestu
veruflokkunum.
Veran kann uppfatast sum foredlað
råvøra, sum, av ti at hon má sigast at
vera neyðsynjarvera, er minni viðkvom
fyri minkandi keypiorku í eðrum lond-
Framhald á síðu 10
Síða 9