Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 73 — 17. maí 1990 za 5 = - A SI ulin] UN Eftir Dagny Joensen - Vit hava als ikki havt alsk til ítrótt ella slíkar kappingar á nakran hátt, ja, eg kann ikki torga ítrótt. Men sum foreldur kom eg í ta stóðu at fáa ítróttaráhugaði børn, og tað hevur sett dám á gerandisdag okkara frá byrjanini, skrivar Dagny Joensen m.a. í hugleiðingum sínum frá sidulinjuni Leiðarin fyri ítróttarsíð- unum í Sosialinum hevur biðið meg skriva um ítrótt! Tað er dekan ov nógv at krevja av mær, serliga tá hann veit, at eg ikki kann torga ítrótt - og kortini, men tað venda vit aftur til. Tað eg veit um ítrótt, er at kalla einki. Í barnaskúl- anum høvdu vit fimleik og eg minnist at lærarin segði: "høkuna inn og bringuna fram.. og so vinstra, høgra, vinstra, høgra, tað er rætta lagið" - hvønn veg hin parturin av kroppinum skuldi peiggja segði hon einki um. Síðani gingu vit gentur so sunnar kring um í høllini, til vit fóru undir onkrar venjingar, sum eg nú havi gloymt Í dag kann eg á "gam- alsaldri" so dánt lokkast í "Fragd og Fimi" eitt tíð- arskeið, men tað er - heilt erligt - bert í vón um at fáa fastari lør framyvir. Foreldur og børn So var tað hatta ' kortini' í byrjanini, sum eg sipaði til. Sum foreldur kom eg í ta stóðu at fáa ítróttar- áhugaði børn. Onkur sig- ur, at børnini verda litt av ti, sum foreldrini læra tey ella fáast við, men her noyðist eg at ásanna, at tað ikki heldur í okkara føri. Vit hava als ikki havt alsk til ítrótt ella slíkar kappingar á nakran hátt. SUSAN ON ». ” * Tvær gentur hjá okkum blivu bitnar av itrétti - ein í fimleiki og hin í fótbólti, og tað hevur sett dám á okkara gerandisdag frá byrjanini, til tær vóru so gamlar at tær fóru burtur í lestrarørindum ella tí tær heilt einfalt góvust, tá gamla kappingarliðið ikki var fullmannað longur, vegna skaða - kanska or- sakað av ítrótti, arbeiði 0.Ø. Fyri einum 15 árum síð- ani, var tað ikki vanligt at gentur sparkaðu fótbólt. Tá var tann yngsta eini átta-níggju ára gomul. Henni dámdi so væl fót- bólt, at hon fekk aðrar gentur í grannalagnum í Gundadali, við sær oman Ábyrgdarváttan upp til 6 mánaðir ensen, HB. Tað er Bjorg við bóltinum og myndin man vera ein hin elsta av foroyskum kvinnufótbólti, tikin í 1984 3., 17 og 31. juli ÅR Mynd: Dagny Joensen á fótbóltsvgllin.. Hesin gentufótbóltur datt onkunsvegna niður- fyri og dótturin vandi síðani saman við piltalið- inum hjá HB. Vandi á piltaliðinum Tað var ikki uttan trup- ulleikar, serliga minnist eg ein gráan regnveðursdag, tá hon kom heim, gjøgn- umbloytt og runut í venjingarbúna. Mamman gramdi seg um, at hon skuldi ganga soleiðis, fekk kanska krím og hvat visti hon, og helt at tað minsta gentan kundi gera var at hava skiftiklædir vid sær, so hon kundi koma turr- skødd heimaftur. - Men gakk - hon vandi saman vid piltunum, og tå noydd- ist mamman å fyrsta sinni ai åsanna, at vitid ikki rakk ítróttarmálum. Gent- an kundi sjålvsagt ikki „tra í skiftirúmið, tí dreingirnir vóru har! Men tað forðaði kortini ikki fyri, at hon varðveitti áhugan fyri fótbóltinum! Bert fá ár seinni varð HB gentuliðið stovnað og rættiliga komið fyri seg, og so vítt eg minnist vóru fýra millum tær, sum byrjaðu í síni tíð. Eisini onnur fótbóltslið komu og kappingar, venjingar, prát og stuttleiki fylgdi við. Hjá okkum kendist tað einamest av tí rúgvus- mikla skógvaskóginum í forstovuni, tá tær áðrenn ella eftir venjing hittust harheima. Ítrótturin kravdi ikki nógv av okkum, men kortini kundu vit veita teimum eina hjálpandi hond av og á. Samskiftisumboð Eitt nú kravdi tað sum fráleið, at vit vóru til reiðar at gjalda telefon- rokningina, sum ofta vaks munandi í summarhálvuni ella tå tær høvdu mest um oyruni í ítróttinum. Eis- ini var neyðugt at leggja bil til, tá tær høvdu fingið koyrikortið og reikaðu kring um í landinum til fótbóltdystirnar her og har. Eisini var neyðugt at virka sum telefondama ella beinleiðis skrivari. Tað gekk ofta soleiðis fyri seg: - Mamma, eg fari til XX. Um nú YY ringir, kanst tú so ikki siga henni tað? Jú , gaman í. Men so ringdi RR og fekk boðini at hon var farin til XX. - Kanst tú ikki siga GG at eg eri farin til XX eisini? Hon kemur niðan til tykkara um ein løtu, eg helt at vit skuldi hittast hjá tykkum? Soleiðis gekk ofta og tað var bara í fínasta lagi. Fótbóltsgenturnar vóru al- tíð fittar og fryntligar, fólkaligar og góðar at hava við at gera. Og andann Ítróttaskaðar ? Loysinin er: Persónlig vanlukkutrygging ! Biðið um íaldara ; A EN * ) OSDSPPPSSPD [90000900 4 v OPP TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR Tlf. 14590 $ ……—…e…e 0000 …—…… TORS CAFÉ Hósdag — friggjadag — leygardag 3 sløg av kjøtverdum — bakað epli og sås — stórt salatborð. Et so nógv tú orkar fyri 98, Besta tænasta — vakrasta umhvørvi og besta útsýni Hotel EIÐI Tif. 23 456 FR-470 Eiði