fríggjadagur 18. mai 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| tíðindablaðið
Abyrgdarbiadstjori: Jan Múller |
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahi |
ljósmyndari Kalmar Lindenskov |
Blaðfóik
Høgni Djurhuus | Útgevari
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith Prent
P/t Sosialurin
Uppseting. P/f Sosialurin
Pif Pressan 1981 |
| Bústaður Argjavegur 26 |
Telefon
Ar
Argir }
11820 | Teiefax 14720
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
|
|
Sambandskreppan
| TVÆR hendingar skakaðu í gjár lítla
politiska heim okkara. Og báðar
høvdu tær somu adressu:
sambandsflokkurin.
LANDSSTÝRISMAÐUR sambands-
floksins Jógvan Ingvard Olsen, boð-
aði frá, at hann leggur frá sær.
HIN politiska bumban var tann, at
Pauli Ellefsen hevur gjørt av at fara
frå sum formaður í ungbólki sam-
bandsfloksins.
TAÐ mundi neyvan koma heilt óvart
á fólk, at fiskimálaráðharrin tók
avgerðina at leggja frá sær. Hetta
hava vit bíðað eftir nú í eina tíð. Ikki
júst ti, at vit fegin síggja hann burtur
úr starvinum í Tinganesi, men meira
| tí, at hetta vildi verið einasta nátúrliga
reaktión hansara uppá áhaldandi
uppíleggingina í arbeiði hansara frá
egnum partamonnum. Jógvan Í. Olsen
vildi rætt og slætt ikki longur fungera
sum sprellimaður hjá Paula Ellefsen.
TAÐ vóru annars mong, sum hildu
tað vera eina hepna avgerð hjá sam-
bandinum at seta J. I. Olsen sum
fiskimálaráðharra. Hann hevði jú gott
skil á fiskivinnumålum og bar orð
fyri at vera siduligur og hampuligur
maður í allar mátar. Tí vóru tað eisini
fólk í øllum flokkum, sum mettu tað
kærkomið, at sambandið setti hann í
tann tydningarmikla fiskimålaråd-
harrasessin.
MEN tað gjørdist skjótt greitt, at
sjålvstødugur og kønur maður sum
hann er á fiskivinnugkinum, so vildi
hann ikki ganga við til at lata seg
stýra og diktera í einum og ollum av
sínum egna formanni Paula Ellefsen.
Anun helt Pauli seg í skinninum ella
legði hann frá sær munnu hava verið
Jógvansa síðstu orð. Ganga vit so
eftir úttalilsunum hjá Paula í
fjølmiðlunum seinastu dagarnar er
greitt, at hann ætlaði sær ikki at víkja
fyri fiskimálaráðharranum. Tað gav
so ursliud, at Jógvan I. segði seg frå.
TAÐ eigur nokk í hesum viðfangi at
verða nevnt, at hetta er ikki fyrstu
ferð, at ein landsstýrismaður sigur seg
úr starvi vegna vånaligt samstarv við
Paula Ellefsen. Øll vita vit, at júst
hetta var orsøkin til, at ein annar
samgongufelagi hjá Paula Ellefsen
fyri nøkrum árum síðani, tók seg úr
landsstýrinum. Tað var Olaf Olsen,
sum var landsstýrismaður um sama
mundið sum Pauli Ellefsen var
løgmaður. Olaf kláraði ikki upp við
Paula. Hann orkaði ikki meira. Var
niðurkoyrdur av Paulasa ping-
pongarfi og halloyi í hverjum
smámáli. Tað var um somu tíð sum
Pauli sjongløradi við síni viðagitnu
grein 13 og setti eld í tað heila.
AT Jógvan Ingvard møguliga fór at
leggja frá sær, tað høvdu vit illgruna
um. Men at sjálvur sambands-
høvdingin eisini skuldi taka avgerðina
at leggja frá sær sum formaður í
tingbólki floksins man nokk koma
sum eina bumba fyri tey flestu. Hetta
hevði eingin grunað. Men sum so er
hetta í tråd við alt politiska lív Paula
Ellefsens, ið er føroyameistari í at
rumbla og gera fólk bilsin. Enn
einaferð slapp hann at stíga fram á ti
politiska leikpallinum og seta seg
sjálvan í fokus.
ER tað ikki hetta hann hevur gjørt!
Allastaðni standa fólk spyrjandi: hví
skuldi hann nú eisini fara frá. Var tað
ikki nokk, at Jógvan I. fór!
Í SKRIVANDI løtu vita vit ikki, hvor
orsøkin er til hesa kúvending sam-
bandshøvdingans, sum ongantíð áður
hevur stigið bara so mikið sum eitt fet
aftur. Ongantíð hevur bakkað somikið
sum ein tumma, men altíð hevur
fingið sín vilja. Hugsið bara um,
hvussu hann fekk bæði fólkaflokk og
tjóðveldi at sleppa øllum sínum
sjålvstyrispolitikki og undirskriva eitt
reint sambands-samgonguskjal!
TÁ hugsað verður um, hvussu væl
hesin sambandsgamblarin hevur spælt
síni kort spyrja vit, um seinasta
avgerð hansara ikki rætt og slætt er
eitt ulrættalagt og væl gjøgnum
hugsað spæl fyri gallaríðnum, ein
mangvra fyri at sambandsflokkurin
og harvið eisini hann sjálvur skulu
kunna bjarga skinninum á nøsini! Er
tað ein gestus yvirfyri Jógvan 1., at
Pauli nú vil vísa seg sum tann
forsónandi og eftirgevandi! Er tað ein
provokatión! Ella rætt og slætt tímir
Pauli ikki at spæla við longur, nú
allur flokkurin ikki vil dansa eftir
hansara pípu meira!
NÓGVIR eru spurningarnir. Og
mong eru svarini, nú vit royna at gita.
Eitt er tó vist, og tað er, at fyrr ella
seinni hevði so formaður sam-
bandsfloksins verið noyddur til at
taka avleiðingina av sínum rumbuls-
og "one man show" politikki. Tað er
nóg væl, at hann skal hava hildið sær
so leingi á toppinum, tá hugsað
verður um, hvussu hann í einum og
øllum hevur rikið sín egna taktiska
politikk. Partamaður hansara Jógvan
I. segði tað so væl í Dimmalætting
herfyri: at tað nógva hjá Paula mundi
vera tann beri politiski taktikkur.
MEN hann megnaði so kortini sum
tann einasti politikarin í landinum
nakrantíð, at vera atvoldin til, at heilir
tveir fiskimálaráðharrar løgdu frá sær
í úrtíð. Tað er m.a. avleiðingina av
hesum, sum vit síggja í dag, tá
formaður sambandsfloksins í fyrstu
atløgu tykist taka í egnan barm og
takkar fyri seg.
TAÐ er fåur, sum ivast í, at
sambandsflokkurin í Paula Ellefsen
hevur havt ein virknan, gávuríkan og
talusnildan formann. Hann hevur
eisini skaffa flokkinum ein hóp av
nýggjum veljarum. Men tað krevjast
eisini aðrir eginleikar fyri at kunna
leiða ein flokk, sum vitturliga má og
skal kunna samstarva við aðrar flokk-
ar og politikarar. Øll minnast vit,
hvussu ávísur politikari í fólka-
flokkinum mundi forkomið flokki
sínum møguleikan at koma aftur i
Tinganes í hesi gldini. Ikki fyrr enn
hann misti blað sítt og harvið fekk
kjaftband fingu partamenn og
floksfelagar hansara arbeiðsfrið. Nú
eisini formaður sambandsflokins hev-
ur gravað stridsøksina tykist sum at
hesin kilapolitikkur , id serliga hevur
eyðkent hesar báðar sidstnevndu
politikararnar , er jarðaður ella lagdur
á hillina fyri eina tíð.
VAR tað ikki júst sambandsflokkurin,
hevði Pauli Ellefsen neyvan havt so
frítt spæl øll hesi ár. Hesin flokkur:n
hevur uppá gott og ilt borið orð fyri at
vera ein flokkur, har øll altíð stóðu
saman um eitt og alt, har øll lýddu á
og blint góðtóku orð formansins, og
har tað sjáldan funnust ymsar
meiningar um politikkin. Men við
Jógvani I. Olsen er hetta vorðið
broytt. Her var ein maður, sum ikki
vildi ganga undir eitt og alt sum
formaður hansara prædikkadi og
dikteradi. Higartil hevur hesin skiln-
aður teirra millum verið mestsum fyri
afturlatnum hurðum, men nú vórðu so
leiktjóldini drigin frá og var hesin
álvarsleikur opinberaður fyri øllum.
Og tað er hesa skorðflongjuna fyri
opnum teppi frá sínum egna parta-
manni, sum formaður sambands-
floksins nú má taka avleiðingina av.
jamú
Samgongan er óarbeiðsfór:
Skrivid ut nýval!
-sigur Atli Dam, formaður javnaðarfloksins um politisku stød-
una í landinum
-Eg haldi, at samgongan — skift út her og har, og
skjótast gjørligt átti at: átti hon tí samst um at
åsannad, at hon ikki hev- heitt á løgtingid um at
ur verið arbeidsfør, íkki = skriva út nýval.
er arbeidsfør og helst Hetta sigur Atli Dam,
ikki verður arbeiðsfór formaður javnadarfloksins
uttan mun til, um nakað í eini viðmerking til
av manningini verður aktuellu politisku støðuna
í landinum.
Uppá fyrispurning
hvussu tað verður at hava
eitt val nú um summarið
sigur Atli Dam, at tað
helst eru ávís átrokandi
mál at fáa frá hondini og
kundu vit væl greitt hetta í
eini Stuttari tingsetu í mai
og juni mánað, soleiðis at
valið kundi verið hildið til
ta hóskiligu tíðina um
miðjan september.
-Tað er eingin loyna, at
Framhald á síðu 3