leygardagur 19. mai 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Abyrgdarblaðstjóri Jan Múller
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahi |
ljósmyndari Kalmar Lindenskov |
Politikarar og ålit
TAÐ man uttan iva kennast tómligt
og legið at vera sambandsmaður nú
dagin eftir, at tveir av
oddamonnunum í flokkinum í mong
ár, hava lagt frá sær. Orsgkina siga
teir vera innanhýsis ósemja.
VIT hoyrdu og sóu teir báðar í bæði
útvarpi og sjónvarpi. Men aftaná
stendur tú framvegis spyrjandi. Tú
spyr, hví alt hetta skuldi henda í
slíkum skundi og so eisini
samstundis.
TÚ sat sum lurtari og hyggjari eftir
kånus, tí her ruggaði ikki alt sum tað
átti helt tú. Her vóru ov nógvir ósvar-
aðir spurningar fyri at kunna skilja
alla orsøkina ul hesa kollvelung í ein
um av okkara størstu politisku flokk-
um, Ul eini teirri størstu politisku
hending her á landi í langa tíð. Og
ikki bara ein hending, sum hevur
áhuga og týdning fyri sambandsfólk
aleina, men sum so sanniliga eisini
vekir ans í øllum ti politiska lívinum
her á landi
HOAST tað kann
djúpt inn í
vera torført at koma
I
hugaheim J.I. Olsens, so
stendur tað koruni púra greitt, at hann
hevur ynskt at fara frá sum lands
hann er komin í
minniluta ul sínar egnu. Annars hava
um, at tad leingi hevur
verið vátt í reiðrinum millum teir
báðar, Paula og Jógvan Ingvard. Hes-
in róligt, litillætni og seigligi tofta-
t r x
styrismaður, ti
gingið søgur
maðurin hevur í sær sjálvum verið ein
fullkomin måtsetningur til hin
sprelska, framtúrandi og meira sjálv-
uppukna miðvingin. Fyrr ella seinni
mátu bresta teirra millum. Og nú kom
so skrædlið.
VÆL vita vit, at eitt omanlop tekur
annað við sær, men fáur mundu vara,
at tað skuldi taka sjálvan formannin
við. Tí hann hevur altíð verið til
dystin fús, hevur altíð megnað at fáa
sín vilja igjøgnum. Hevur klárað
einaoghvørja situation uppá sín egna
serliga facon. Og hvi so ikki eisini
hesaferð verður spurt!
SJÁLVUR sigur formaður sambands-
floksins, at hann tekur avleiðingarnar
av, at hann ikki hevur megnað at stýrt
flokkinum, nú semja brådliga ikki er
um eitt og alt hann sigur og ger.
Ikki síðani 1906 er tað hent, at ósemja
hevur verið í flokkinum - fyrr enn nú
sigur Pauli Ellefsen. Hann metir ti
verandi støðuna sum eina misálitis-
váttan á seg sum formann og pakkar
síni ung.
SUM lurtarar og hyggjarar standa vit
púra málleys aftaná eitt slíkt úttalilsi.
Er hetta veruliga orsøkin til, at hesin
maðurin, ið hevur halgað politiskum
arbeiði so nógv av síni tíð, nú takkar
fyri seg! Tað kann bara ikki passa. Tí
hetta er ein alt ov jánkaslig og bílig
forkláring og sømir seg ikki einum av
okkara mest framstandandi politik-
arum seinastu mongu árini.
ER tað ikki tvgrturímóti nátúrligt og
sunt fyri ein flokk, at menn ikki eru
samdir í einum og øllum, at tað finn-
ast fleiri enn ein meining um øll tey
mongu av samfelagsins málum -
eisini í sama flokki! Er tað ikki ein
veikleiki heldur enn ein styrki at
ásanna, at tað ongantíð hevur verið
ósmeja í flolkkinum í næstan 100 ár!
Og hevði tað ikki verið formanni
sambandsfloksins til stórri sóma, um
hann tók hetta innanhýsisstríðið sum
ein maður og royndi at greiða tað
heldur enn at loypa frá øllum, bara tí
hann ikki einaferð fekk sín vilja!
NEI Pauli, hatta var ein fátæksligur
saluttur, hann var tær ul lítlan sóma.
At taka til rimingar júst tá tað
veruliga galt at tetta lekan, tað átti tú
ikki at verið maður fyri.
FYRI ein eygleidara kennist tað ikki
sért spell, at ein hóast alt so evna-
ríkur politikari skal leggja frá sær á
ein slíkan hátt. Gávur eigur hann
men tíanverri má sigast, at tær eru
misbrúktar av honum sjálvum ul líuið
annað enn at rumbla og buldra við
Tað vita vit øll. Og tað er hetta
hansara rumbul, hansara æviga kílarí,
hansara pingpongarí, sum Finnbogi
tók ul nú um dagarnar, sum nú rakar
formann sambandsfloksins aftur sum
ein boomerang. Eingin annar enn
hann sjálvur er orsøkin til, at flokk-
urin nú bråddliga tykist farin full
komiliga í upploysing. Nú kann onkur
halda, at hetta er ósómuligt skoðsmál
at geva politikara, sum gevst eftir so
langt áramál. Gamaní, men Pauli
eigur at fáa tað aftur við somu mynt
sum hann sjálvur hevur givið øðrum
Tað mundi vera honum til lítlan
sóma, tá hann seinasta tingdagin hjá
Hilmari Kass efur 25 ára tænastu ræti
og slætt rakkaði hann niður av ti allar
grovasta slag.
AT tað leikar hart á í sambandsflokk-
inum í hesum døgum er eyðvitað.
Men óivað man henda stóða upptaka
aðrar flokkar eins nógv. Aftaná slíka
hending og aftaná tað kegl og kland-
ur, sum hevur verið millum okkara
politikarar, er greitt, at virðingin hjá
vanliga føroyska veljaranum fyri pol-
itikarum er minkað nógv. Uttan mun
ul flokk. Tað kenst sum um, at tær
ringu tíðirnar her á landi hava fingið
fólk at lata eygun upp fyri tí, sum
veruliga fer fram á ti politiska leik-
pallinum. Á sama hátt sum æviga
keglaríið og rumblið í samgonguni
hevur gjørt, at fólk missa álitið á okk-
ara politikarum, so hevur deydatøgnin
í andstøduni eisini gjørt tað. Polit-
ikarar í øOrum flokkum hava tí onga
orsøk til at kenna seg ov tryggar í
sínum sessum. Veljarin eyðgleiðir als
ikki bara byltingarnar í sambands-
flokkinum, men í gllum flokkum sum
heild. Ti er líul nytta at frødast yvir
trupulleikarnar hjá hinum. Tað er ikki
ov nógv sagt, at hevdi val verið í
dag, so vóru fleir! blankir
atkvødusedlar enn nakrantíð fyrr.
Rætt og slætt ti, at fólk hava ov litid
álit á tí føroyska politikaranum.
Blaðfólk Høgni Djurhuus
| Utgevar P/t Sosialurin |
Randi Jacobsen | Uppseting: P/f Sosialurin |
Tórfinn Smith Prent P/f Pressan 1981 |
VIT rópa okkum eitt demokratiskt
samfelag. Vit breggja okkum av, at
her á landi kunnu vit skriva og tala
frítt, vit kunnu tjakast, vit kunnu hava
orðaskifti, vit kunnu velja fólk á ting
og í landsstýri at umboða tær ymsu
meiningarnar osfr. Men hvat er tað
so, ið veruligur hendir! Hvussu oftani
síggja ella hoyra vit tey fólk, sum lata
seg velja á ting, luttaka í samfelags-
kjakinum, hetta, sum átti at verið so
grundleggjandi og týdningarmikið
fyri menningina av okkara samfelag!
Og tá vit síggja okkurt á prenti, so eru
tað oftani tilvildarlig og einkisigandi
aftursvar uppá álop. Hvar er tað gev-
andi, tað uppbyggjandi, tað fram-
eftirlítandi, tað serigsa orðaskiftið,
sum er ein grundarsteinurin undir
okkara demokratisku traditión - hvar
finna vit tað í Føroyum í dag! Vit
breggja okkum av at hava eina parla-
mentariska stýrisskipan, har enda-
málið og ábyrgdin hjá eini og hvørji
andstøðu er at vera á varðhaldi og
fylgja væi við øllum ti, sum fer fram í
samfelagnum.
JAVNAÐARFLOKKIN sum nú hev
ur sitið í andstøðu í meira enn eitt ár,
hava vit tíanverri hoyrt alt ov lítið til.
Tad krevst so sanniliga meira av eini
andstøðu - skal hon takast í álvara og
fyri fult - enn bara tað einaferð um
árið at fyrileggja alternativ uppskot til
eina fíggjarlóg og at gera niðurstøður
á einum landsfundi. Tað nyttar so
lítið, um politikararnir ynskja veljar-
ans álit og virðing bara at klikkja
niður á hinar, bara at geva hinum
skyldina fyri allar ólukkur, um tú
ongantíð ert so mikið maður sum at
taka í egnan barm. Eisini javndarfólk
og javnaðarpolitikarar eiga at taka í
egnan barm. Teir eiga at viðganga
gjørd mistøk, ti tá hevði veljarin fing-
ið virðing fyri teimum. Og út frå
hesum eiga teir eins og allir aðrir
politikarar her á landi at verið við í ti
so týdnignarmikla orðaskiftinum um
samfelagsins menning.
TAÐ er tíanverri ein sannroynd í før-
oyskum politikki í dag, at vit hoyra
ov lítið ul andstøduna. Hvar eru
røddir og pennar tykkara, tá stór og
álvarslig mál fyri okkum øll verða
koyrd igjøgnum av verandi borgarliga
sambandslandstyrinum! Hvat veit
Palleba um tykkara hugsan i
mongum av hesum málum! Hví hoyra
við ikki melið í tykkum, tá ein slíkur
reindyrkaður og fanatiskur
lokalpatriotur sum Asbjørn Joensen i
almennu fjølmidlunum nidurger
partar av føroyska
sjúkrahúsverkinum uppá tað
allargrovasta! Er tað ikki tykkara
simpla ábyrgd at geva tykkara bidrag
ul ordaskiftid um eitt slíkt mål! Er tað
ikki bæði uppgávan og ábyrgdin hjá
fólkavaldum politikarum - uttan mun
til flokk ella ideologi - at vera við í tí
almenna orðaskiftinum! Tað skuldi
verið so sjálvsagt, men hvar eru teir
Tað einasta vit í veruleikanum hava
sæð ul nú í eitt mannaminni eru rum-
bulsgreinarnar hjá formanni sam-
bandsfloksins og hatsku og
persónligu álopini frá stavnamanni
Bústaður Argjavegur 26
Telefon
110 Tórshavn
14720
Argir |
| Telefax
11820
fólkafloksins nú år eftir ár. Tað eru
fólk fyri langari tíð síðani givin at
taka fyri fult.
ER tað ikki uppá hægstu tíð at vit
fara at krevja at føroyskum polit-
ikarum, at teir eru livandi og virknir í
tí sum bylgist í samfelagnum, at teir
geva sítt bidrag til tað mennandi
orðaskiftið. Elía er tað veruliga so, at
tey fólk, sum vit hava valt á ting at
umboða okkum, verliga einki hava
uppá hjartað! Ella tíma ella tora tey
ikki at vera við í ordaskiftinum!
ØLL kenna vit til hetta, at politikarar,
tá val nærkast, tríva í pennin og vilja
sleppa framat í bløðunum og í al-
mennu fjølmiðlunum. Her mugu teir
hava misskilt uppgávu sína. Tí
politikkur fevnir um gongdina i
samfelagnum hvgnn dag og ikki bert
teir seinastu dagarnar undan vali ella
afturvali.
AT vitnema við henda spurning um
tørvandi seriøsa luttøku politikaranna
i samfelagskjakinum just nå er
kanska ikki heilt av tilvild. Nógv
verður nevniliga tosað um nýval, og
spurningurin er ti, um ikki flestu av
okkara snorksovandi politikarum nú
fara at rakna við sum úr dvala og
aftur vera at síggja í bløðunum,
hoyrast í útvarpi og sjónvarpi osfr!
Skulu núverandi føroyskir politikarar
vinna aftur álit og virðing veljaranna,
tá sigið okkum, hvørjir tit eru, hvat tit
standa fyri, hverjar hugsanir tit hava
um framatíðar føroyska samfelagið.
Tá tit hava gjørt tað kunnu veljararnir
meta tykkum út frá tí tit eru og Ú tit
vilja og ynskja fyri hetta samfelagið.
jamii
Postadressa: Postsmoga 76 |
|