leygardagur 19. mai 1990síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rul
Síða 18
Uppreistur móti
vánaligum leiðarum
Vit prenta her róðuna
Inger Hansen helt 1
mai í Fuglafirði
Fyri 200 árum síðan, í 1789,
vóru í Fraklandi fólk, sum
gjørdi uppreistur mOu vána
hgum leiðarum og Órimi
ari samfelagsskipan. Tað
var franska kollvelungin,
sum fekk stóran týdning í
vðrum londum við.
Hundrað ár seinni, 1889,
varð samtykt á altjóða
ráðstevevnu, at 1. mai
skuldi vera mótmælisdag-
urin hjá arbeiðarum.
Hugtøkini demokrati og
mannarættindin hava hu-
gtiki0 fleiri og fleiri fólk,
ikki minst í Europa. Sein-
asta ár var kollvelung í
Eystureuropa, ímóti komm-
unismu, ímóu vánaligum
leiðarum og fyri demorakti.
Í fleiri av teimum londunum
vilja tey hava eina skipan
sum í Norðurlondum, har
samfelagsskipanin byggir á
demokrati, pluralismu,
marknaðarbúskap og sosi-
ala vælferð.
HVOR HEVUR
ABYRGDINA HER?
Hvussu sær so ut hjå okk-
um? Hava vit ikki eisini
demokrati og sosiala væl-
ferð? Jú, í ein ávísan mun.
Men hvussu er ikki okkara
samfelag stýrt tey seinastu
15 árini! Løgtingid hevur
samtykt lógir, sum hava
oyst millión eftir millión úr
landskassanum. Vinnulívið
er í ønskriligari støðu og
gongur illa, og landið er í
sori búskaparliga. Eftir míni
hugsan hava allir flokkar
verið við ul at gjørt hesar
lógir, sum hava ført landið í
ófari, og allir politikarar,
sum vit hava valt og havt álit
á, hava svikið fólkið. Ferð
eftir ferð hava teir sagt Ósatt
fyri okkum, um hvussu væl
stóð ul, og øll vístu, at tað
var ósatt. So illa hava teir
umsitið tað, teir fingu litid
up í hendur, at teir áttu at
verið revsaðir fyri tað.
Men vit hava øll åbyrgd-
ina av tí, sum hent er. Vit
kundu sagt okkara hugsan
fyri 8-10 árum síðan, tá vit
sóu, hvønn veg tað bar, tá
bygd vórðu stór og prýðilig
skip til ovurfiskiskap, tá
berghol vórðu gjørd fyr
fleiri milliónir, tá pengar
vórðu tveittir burtur til
ferðir og mangt annað. Og
valdu vit ikki júst tey somu
fólkini inn aftur? Jú, vit
hava medábyrgd av skeivu
gongdini.
NEYÐUGT AT FAA
SUNT VINNULIV
Tað sær svart út, og eg beri
mest Ótta fyri framtíðini hjá
børnunum og teimum ungu.
Landsstýrið lænir og heldur
fram við at læna úr
útlandinum, og tað verða
tey ungu, sum skulu gjalda
skuldina. Hvussu skulu tey
klára hús og heim, ikki
minst um tey einki gott
arbeiði fáa? Tí arbeiði er
treytin fyri at vit kunnu fáa
fyritøkur, sum bera seg, sum
verða riknar við idni og
dugnaskapi uttan stuðul frá
tí almenna. Og neyðugt er at
hava sunt vinnulív, um vit
Skulu varðveita almanna-
verkið. Framleiðslan skal
kunnu klára útreiðslurnar til
vælferðarsamfelagið.
NAKAÐ GERAST
FYRI TEY UNGU
Hvussu er stødan hjá teim-
um stóru børnunum? Longu
nú eru tað fleiri foreldur,
sum hverki vita út ella inn, ti
børn teirra í 10. flokki
kunnu ikki sleppa i læru
nakrastadni og fåa heldur
einki arbeiði. Stødan við-
víkjandi hesum ungu er so
ålvarslig, at eg heiti á mynd-
ugleikarnar um at gera
11
okKurt I Stundin
t lin ritå 1
verið álagt øllum fyritókum
í landinum at tikið ein ella
fleiri lærlingar, kanska fyri
lægri løn, og so givið teim
um ungu skattafrælsi í læru-
tíðini. Vit kundu havt fram
leiðsluskúlar, t.d. í Klaksvík
í sambandi við tekniska
skúlan og húsarhaldsskúl-
an. Har eru góðir lærarar og
góð holi, ið unnu nýtast.
Ungdóminumm må tyggj-
ast arbeiði, ti annars kann
tað ganga sum i Onglandi og
í Danmark: drykkjuskapur
og rúsevnisnýtsla, krimi-
nalitetur, vonloysi og fleiri
sjálvmorð. Eg endurtaki, at
nakað má gerast nú, ikki um
fimm ella tíggju ár. Betri
ungdómur enn í Føroyum
finst onganstaðni, og vit
hava ikki ráð ul at missa
hann. Tað eru jú tey ungu,
sum skulu føra samfelagið
víðari.
DEMOKRATI
SKAL BYRJA
ISKULANUM
Hvat kunnu vit gera fyri at
fåa alt betri? Fyrst av øllum,
haldi eg, vit mugu velja
fleiri dugnaligar kvinnur í
løgtingid og í bygdarráðini.
Hygg ul dømis eftir Noregi
og Svøriki. Har vida tey
evnini hjá kvinnunum. Tað
eiga vit eisini at gera.
Harnæst kundu vit lagt
fyri vid at lært børnini eitt
sindur um at virka í einum
demokratiskum samfelag. Í
endam'ålsordingini hjå
fólkaskúlanum stendur m.a.
- atskúlin skal venja børnini
til sjålvstøduga meting og
stødutakan og til at royna
teirra hugflog, og skúlin
skal fyrireika børnini til at
liva vid i og vera vid til at
takaavgerdir undir felags
ábyrgd í einm fólkaræðis
ligum samfelag.
Tad er neyðugt, um vit
skulu fáa eitt betri samfelag,
at børnini læra at verða við
til at taka avgerðir og átka
sær medåbyrgd, og at arbeitt
verður tilvitandi við at
uppala til demokrati. Tey
skulu læra at at hugsa og
seta spurningar og gerasær
metingar, áðrenn tey taka
stóðu. Tey mugu eisini læra
at ansa eftir, hvgrji tey velja
til leiðarar. Í hesum sam-
bandinum loyvi eg mær at
endurgeva úr lestrabókini
hjá Jákup Dahl:
Har sum einki stýri er, har
kemur einki í lag. Vit í
okkara tíð hava sæð serliga
nógv dómi um hetta, at
einstakir verða hirðar og
høvdingar, meðan fjøld-
imar mega lúta og fylgja.
Tað eru bæði góðir og ringir
hirðar.
Fyri tað at ræði skal til, og
mangir eru hirðar, harfyri
skulu vit ikki geva okkum
inn undir hvønn sum helst
og ikki lata hvønn sum helst
vera hirda okkara.
Mangir bj6da sær til og
vilja vea hirdar, men duga
ikki at vera tað.
Mangir bjóða sær til, men
gera tað av følskum huga,
har er svik uppi í.
Eg fari at enda við einum
ørindi úr sálma 343, sum er
haldi vera so vakran, og sum
vit trenigja til:
O, faðir góði, signing gev,
Tí annars batar ei mítt strev,
Eg ongan frama fái,
Um dagsverk mitt skal
eydnast mær,
Eg studning fáa má frá tær.
Við hesum orðum ynski eg
tykkum góðan byrð
framyvir
Inger Hansen
Mangla tygum
nýggj tól,
so hava vit tey:
Eftir avtalu sýna vit fegnir fram okk-
ara stóra og góða úrval í framsýn-
ingarhølum okkara Millum Gilja 28.
4.200,00
820,00
2.460,00
8.995,00
7.400,00
2.190,00
Kassatól
Roknimaskinur ....
Skrivimaskinur
Kopimaskinur ....
Telefax
Faxomat ...
TIf. svararar 1.180,00
Teletonir ... ......... frá 445,00
Far-teldur v frá 16.320,00
Teldur 80286 . frå 9.495,00
Laserprintari frå 13.400,00
Harddiskur (HD) frå 3.200,00
Diskettudrev frå 880,00
Kopi pappír (ein kassi) . . . kr. — 269,00
EDV pappír (ein kassi) . .. kr. — 335,00
BRUKT TOL:
Kopimaskinur
Telefax
Teldur
frå 6.000,00
frå 3.100,00
Annars ringið vinarligast
P/f KONTORGROSSISTEN FØROYAR
Tlf. 19795 - Fax. 19785
MAMMUPLATTURIN
1990
er komin i
AG PÅ |
Tlf. 55522 - 86522
Vit gera gamla gólvið sum nýtt
% Slípa, reinsa, avsýra, lakkera, acrylbonbehandia, lút-
behandla 0.8.
% Træ,tundur, linoleum, flísar 0.a.
á Gólv, trappur, møblar 0.2.
* Bindandi tilboð og vegleiðing verður givin.
* Våkomaum altlandið. — -
Gólvtænastan
Tlf. 18875-19890
—