Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 76 — 22. maí 1990 Ongin orsøk at óttast: Serlig trygdarskipan í samband við P-talið | Ein av spurningunum, sum hevur tikið seg upp i samband við, at fólk verða biðin um at lata peninga- stovnunum P-talið er trygdin. Hvørja trygd hava fólk fyri, at inntøkur og ogn hjá hvørjum Hanusi og Janusi ikki verður dagligt undir- hald hjá starvsfólkinum á Líkningarráðnum? Hendan spurning settu vit stjóranum á Líkningar- ráðnum, Petur A. Lam- hauge. Hann sigur, at eingin orsøk er at Óttast. Serlig trygdarskipan er gjørd hes- um viðvíkjandi, og er hendan skipan góðkend av skrásetingareftirlitinum. Spurdur um hvør hevur atgongd til upplýsingarnar hjá Líkningarráðnum sigur Petur A. Lamhauge, at tað eru bert tey starvsfólk, sum hava beinleiðis við hetta at gera. Og eisini mótvegis teimum er ein heilt serlig trygdarskipan gjørd, so upplýsingarnar ikki kunnu misnýtast. Stjórin á Líkningarráð- num leggur aftrat, at galdandi lóg fevnir nógv longur enn tað, sum nú er talan um. Einki at óttast fyri, sigur Líkningarráðið. Tað, sum kemur í telduna verður ikki vanligt undirhald. Tað forðar trygdarskipanin fyri. £Æ ja Í 2: Eftir galdandi lóg ber til hjá Líkningarráðnum at fáa upplýsingar um hvgnn smámun á hvgrjari konti hjá hvørjum einstókum. Tað sum nú er talan um eru bert netto-tøl í sam- band við ogn, skuld, rentuútreiðslur og rentu- inntøkur. Hetta er tað sum stendur á sjálvuppgávuni og ognaruppgerðini. -Hvat hendir, um tit bert hava fingið eitt fátal av P- tólunum inn tá freistin er úti? -Eg rokni ikki við, at hesin spurningar verður aktuellur. Vanligt er, at tá tveir dagar eru eftir til sjálvuppgávan skal latast inn hava bert eini tíggju prosent av fólki latið Líkningarráðnum sína sjálvuppgávu. Men tveir teir seinastu dagarnar fáa vit neyvan latið hurðina upp fyri berum sjálvupp- gávum. Eg rokni við, at hetta fer eisini at henda við P-talinum, sigur Patur A. Lamhauge, stjóri á Líkningarráðnum. t:4-4 Á ra 04 pe dedl I 114 DEYDAREVSING Í oddagrein i Tinga- krossi skrivar Bergur Jacobsen, blaðstjóri, m.a. um P-talið, at kanska skuldu vit havt deyða- revsing fyri fólk innan umsitingina, sum slatra og sleyga fyri eitt gott orð!? Spurdur um hvat stjórin í Líkningarráðnum sigur til deydarevsing fyri tey starvsfólk sum slatra sigur hann seg vera skelkaðan av tílíkari skriving. Av og á, kemur eitthvørt fram móti almennari umsiting, men so groft havi eg ongantíð sær tað áður. Eg ivist ikki í, at øll almenn starvsfólk eru skelkaði, og hetta ger okkum ónáðir í okkara arbeiði, sigur Petur A. Lamhauge sum leggur aftrat, at hetta bøtir ikki um álitið ul almenna um- siting. FOLK GERAST ØRKYMLA Enn hevur bert eitt fåtal av fólki latið peninga- stovnunum P-talið. - - ÁG inhla Al Føroya Banki sigur, at har hava stívliga tíggju prosent av viðskiftafólk- unum lati inn sítt P-tal. Sjóvinnubankin sigur millum átta og tíggju prosent og Fossbankin hevði ikki rættiliga gjørt upp, men kundi tó siga so mikið, at bert ein heilt lítil partur av teirra viðskifta- fólkum hava verið við sínum P-tali. Sama er stýðan hjá sparikøssunum. I Norðoya Sparikassa høvdu tey júst talt upp. Har høvdu i gjår fyrrapartin 4,33 prosent av fólki latið inn sitt P-tal. Brynjålvur Jacobsen, sparikassastjóri sigur, at tað má ørkymla fólk, at ein partur av stjórnar- flokkinum - Fólkaflokkin- um - hevur heitt á øll fólk um ikki at lata P-talið frá Oddagreinin í Norðlýsi- num fríggjadagin hevur heldur ikki hjålpt til at fáa P-talið inn. Har verður beinleiðis heitt á fólk um at taka allan sín pening úr peningastovunum um ein er í móu P-talinum. tór.- 5082 Kanska skuldu vit havt deyðarevsing fyri fólk inn- an umsitingina, SUM slatra ri eitt gott orð!? og sleyga fy óbj MOTOR MARINE ESBJERG aps. | ÚTRÓÐRARBÁTAR | 29—32 fót | BÁTAMOTORAR 15—550 HK Sera lagalig fígging ! Tif. 146 29 - 07515 2007 | Telefax 07515 23 43 | Lýsið i soslalinum