týsdagur 22. mai 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 22. maí 1990
B-Sigur á Sandi
Fyri aðru ferð í ár vann MB á B 71. Og sigurin kundi væl
verið stórri, men møguleikarnir í fyrra hálvleiki vórðu
burturspiltir. B 71-tryst í 2. hálvleiki gav ikki útjavning, men
rúm fyri MB-kontramálið stutt fyri leiklok
B 71-MB 0-2 (0-1)
0-1: Paul Snowball
0-2: Valbjørn Ole-Jacobsen
(82. min.)
Tå Paul Snowball skoradi
til 1-0 fyri MB tidliga i
fyrra hålvleiki, kundi mål-
ið eins væl verið eitt av
trimum ella fýra. Mið-
vingar høvdu takið á
sandingunum, sum vóru
offensivari enn vanligt,
men sum onga løtu fingu
frið at spæla fyri teimum
ágrýtnu gestunum.
Kundi verið fleiri
Tað var MB, sum hevði
bóltin mest og liðið spældi
seg eisini ul fleiri møgu-
leikar, men orsakað av
vanhepni, vantandi nær-
lagni og einum sera góð-
um Wiezcek Zakrewskij í
B 71-målinum máttu teir
taka til takkar við mál-
inum, sum varð spælt upp-
gjøgnum vinstru síðu, har
Jens Erik Rasmussen end-
aði við einum driblitúri,
áðrenn hann sendi bóltin
inn til bretan.
Petur Magnussen
í millum
B 71 legði taktikkin nakað
um í seinna hálvleiki: lat
MB koma langt fram, so
høvi beyðst til skjótálop.
Og hetta gav munandi
fleiri møguleikar, -
millum teirra triggjar, sum
bæði leikarar og áskoðarar
roknaðu fyri at vera inni.
Inntil Petur Magnussen
kom ímillum, t.d. eitt stút
frá Ib Mohr Olsen, ið
hevð kós beint undir
samankomingini. MB-
málverjin spældi ein
branddyst í seinna
hálvleiki.
Antin ella...
Sum tað leið ímóti dyst-
arenda var greitt fyri B 71,
at tað mátti rgkka ella
støkka. Meginparturin av
orkuni varð nú flutt niðan
í álopið fyri at tryggjað
annað stigið. Men tað rakk
heldur ikki, men støkk: B
71 varð felt eins og tað
sjálvt feldi so mangt liðið
í fjør. Søgan frá HB-dyst-
inum endurtók seg: eftir
eitt B 71-horna verður
bólturin spældur fram á
miðjuna, har Birgir Jørg-
ensen og Jens Erik Rasm-
ussen senda Eyðfinn Dav-
idsen av stað í høgru síðu,
innfyri og so er eisini Val-
bjørn Ole-Jacobsen komin
fram við, og hann hevur
lætt við at skora.
Tá vóru bert fáir
minuttir, og harvið var
annar B 71-ósigurin á rað
veruleiki.
(ówh)
B 68 á niður-
flytingarplåssi
Men toftamenn spældu ikki sum niðurflytarar, tá teir møttu
einum væl motiveraðum SIF-liði
B 68-SÍF 2-0 (2-0)
1-0: Torkil Nielsen (12. min.)
heima.
Hesin veruleikin eyð-
2-0: Jonhard Joensen (20. min.) kendi eisini allan dystin.
SIF—B68 2—0 (2—0)
12. min: 1—0 Torkil Nielsen
20. min.: 2—0 Johnhard
Joensen
At leika uttan uppbakk-
ing i verjuni, vid gjøgnum-
brotssterku og skjótu
miðvallarunum Torkil
Nielsen, Johnhard Joen-
sen og Jákup Olsen, so
vælleikandi sum í fyrra
hálvleiki í hesum dyst-
inum, kann kosta dýrt. Og
tað var, hvat tað gjørdi
fyri B68.
Einki er at ivast í, at
SÍF-leikararnir áðrenn
dystin vistu, at eitt tap
ímóti B68 kundi fera við
sær, at teir komu at enda
á botnplássinum, og tað
vildi verið eitt vánaligt út-
gangssteði áðrenn dystir-
nar ímóti HB úti og MB
SÍF legði betur út, og
longu eftir 12 min. gav
hetta úrslit. Eitt innkast
miðskeiðis á B68-hálvuni í
hegru síðu verður tikið
skjótt av SÍF-leikara til
ein framstormandi Torkil
Nielsen, sum við tveimum
trekkum er ígjøgnum
B68-verjuna, og hegnis-
liga setur hann bóltin í
netið.
At SÍF 8 min. seinni fær
innkast um somu leið, er
onki legið í, men at B68-
verjan letur Johnhard
Joensen gera Torkili
bragdið eftir, og eka til
2—0, er ikki at læra av
feilum. SÍF sat á ellum
fyrra hálvleiki, og kundi
havt fingið fleiri mál, um
eydnan hevði viljað tað.
Men sat SÍF á fyrra
hálvleiki, so gjørdi B68
tað so sanniliga í seinna
hálvleiki. Teir trýstu frá
fyrsta dómarabríksli
spælið niðan á SÍF-hálv-
una, og fyrstu 20 min. sá
tað út til einans at vera
ein spurningur um tíð, til
teir fingu tað fyrsta málið.
Tað fyrsta B68-málið
kom tó ongantíð, og sum
seinni hálvleikur leið,
gjørdist tað alt meira
greitt, at B68 fór ikki at
megna at umseta leikyvir-
vág til mál.
Teir megnaðu ikki nóg
væl at upploysa tað sam-
anpakkaða SÍF-liðið, og
skapa teir stóru málmegu-
leikarnar, og sum so mong
lið áðrenn teir, tá tíðin
byrjar at ganga undan,
góvu teir sær ikki tíð til at
byggja spælið upp afturi á
vellinum, og tá arbeiðir
tíðin ímóti einum.
Hesin dysturin var, sum
flestu av hinum dystun-
um í 1. deild í ár, merktur
av tí spennandi byrjan,
henda kappingin hevur
fingið. Ogjørligt er at
meta um áðrenn dystin,
hvat er betra liðið, og tað
liðið, sum fær betri byrjan
— er betur motiverað og
er betur taktiskt lagað eft-
ir mótsteðuliðinum,
megnar at fáa leiðsluna.
Klára teir so at fáa mál
eisini, ja, so verja teir
leiðsluna við at pakka lið-
ið saman á egnari helvt.
Einki er at ivast í, at ein
verja uttan dýpd hevur
motiverað teir skjótu SIF-
leikararnar til gjegnum-
brot, og tað kostaði B68
sigurin.
Hinvegin er tað væl ein-
ans ein spurningur um tíð,
til liðini hava vant seg við,
hvussu ein fær upployst
eitt lið, sum pakkar seg
Síóa 11
saman á egnari hálvu í 45
liðini, ið
læra at
min., og til at
hava leiðsluna,
verja leiðsluna við varn
um álopsleiki, og tá fáa vit
aftur at síggja vælleiktar
1. deildardystir í 90
minuttir.
F
Aftur tvey stig
á Sevmyru
Heldur ikki KÍ megnaði at fáa stig á Sevmýru. TB fekk sær
tvey stig eftir tvey mál, sum bæði vórðu skotin í fyrra hálvleiki.
Trý reyð kort vórð latin
TB-KÍ 2-0 (1-0)
1-0: Kári Niclasen (8. min.)
2-0: Pól F. Joensen (28. min.)
Bæði GÍ og B 36 hava
roynt at syfta TB á Sev-
mýru í ár. Men tað segði
tað sama: hvørki teirra
megnaði tað. Um viku-
skiftið royndi KI, og eisini
tað segði tað sama. Klaks-
víkingarnir noyddust
norður aftur við einum 0-2
ósigri.
KI hevði einki
at bjóða
Og tað var í lagi, ti norð-
anfjørdslidid hevði einki
at bjóða uppá. Hóast KÍ-
leikarar meira enn so vóru
gestir í TB-brotsteiginum,
so hevði KI ikki eitt
einasta skot úti frá uppá
Heimaliðið vísu tað fót-
bóltsspælið, sum var at
síggja, og spældi seg
eisini til fleiri møguleikar.
Men antin vóru stengurnar
ella KÍ-málverjin ímillum.
Tvey mál komu kortini
burturúr.
Tvey mál
Fyrst forleingir Bent
Albinus bólt innfyri, so
hann fer til Kára Niclasen,
ið kann seta høvdid á. Tá
vóru bert átta minuttir
farnir av dysunum.
Góð solo
Men TB fekk ongantíð
rættiliga gongd á mál-
skjótingina, og mátt seta
punktum við máli, tå
(ówh)
Andru Hansen ger seg
breiðan, men einki
hjålpti: KÍ fór norður
Mynd: arni
knappur hálvur tími var
farin, og sum skuldi vísa
seg at verða tað síðsta.
Tað syrgdi Pól F. Joensen
fyri eftir ein frálíkan solo-
túr av miðjuni, igjøgnum
bæði midvøll og verju,
áðrenn hann útplaseraði
Jákup Mikkelsen í KÍ-
málinum.
Trý reyð kort
Fleiri mál komu íkki í
hesum dyst, ið annars fer
at verða skrásettur við
trimum ryðum kortum:
eitt ul Kl-leikararnar Beni
Baldvinsson og Bjarne
Olsen, og eitt nl UR mál
verjan Rolf Chistiursn