Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 31. mai 1990 - Vinnan í Feroyum má fáa tøkan pening at arbeiða vid her og nú Vinnan her á landi er sum heild í akuitari likviditetskreppu. Mynduleikarnir mugu tí hjálpa vinnuni við útvegan av tókum , peningi sigur Føroya ldnadarfelag í eini , áheitan á myndugleikarnar. Felagið heitir á myndugleikarnar um at leggja alt smáligt kjak tilsíðis og loysa hetta týðandi málið - so skulu tit síggja, at vit nokk skulu klára okkara part sigur Føroya Ídnaðarfelag m.a. í skrivi, sum er sent okkum. Í Sosialinum frå 22. mai 1990 eru 4 sera áhuga- verdar greinar, ið allar snúgva seg um feroyskt vinnulív, tær 2 um flaka- vinnu og hinar báðar um alivinnu. Onnur greinin um flaka- vinnu er ein samreða við Martin Jacobsen, stjóra á Bacalao. Niðursteða hans- ara er: 1) Vit hava ov nógv flakavirki og harvið ov smáar eindir, ið ikki eru ferar fyri at út- nytta kapitalapparatið og ta neyðugu eksper- tisuna nóg væl. 2) Tað er misskilt bygdamenning at spjaða ov nógv flaka- virki út um landið, samstundis sum sam- bandið bygdanna mill- um er vorðið so gott. 3) Tey virki, ið noyðast at lata aftur, mugu ikki lata upp aftur sum flakavirki, men sum spesialvirki. 4) Ein slík umlegging fer ikki at geva færri arbeiðspláss — tvert- urímóti. 5) Tað ber væl til at virka verurnar meira enn gjørt verður í løt- uni. 6) Tað ber til at reka okkara flakavirki líka rationelt sum td. donsk virki av sama slag. Hin greinin eru viðmerkingar til uppskot til samtyktar, ið lagt er fram á tingi um arbeiðs- skapandi tiltøk á flaka- virkjum, har áleggjast skal landsstýrinum: 1) At umskipa studn- ingslóggávuna fyri fisk, soleiðis at studn- ingurin verður lagdur í seluliðið. 2) At eingin studning- ur verður latin til fisk, sum fer ótilvirkaður av landinum. 3) At studningur bert verður latin til fyrsta floks verur. 4) At studningur verð- ur latin í mun til til- virkanina. 5) At so hvert sm betri prísur fæst fyri tilvirk- aðu veruna, fellur studningurin — burtur ella lutvíst burtur. 6) At seta eina skjótt- arbeiðandi nevnd at ar- beiða við hesum spurn- ingum og at leggja málið til viðgerðar á Feroya Legtingi, tá tingið kemur saman á ólavseku. Vit skilja boðskapin hjá Martin Jacobsen soleiðis, at nú er tíðin komin til, at tað í hevuðsheitinum skulu verða marknaðar- kreftirnar, sum avgera hvussu nógv flakavirki eru í landinum, og at hetta vil gera, at tað verða sterri og meira kappingar- forar eindir — líka kapp- ingarførar sum t.d. dansk- ar av sama slag — ið eru førar fyri at skapa enn fleiri arbeiðspláss. Hinvegin so skilja vit uppskotið hjá sjálvstýris- flokkinum soleiðis, at po- litikararnir og umsitingin framvegis skulu umsita okkara flakavinnu bert við nýggjum reglum. Vit skulu ikki leggja okkum útí, hvussu nógv flakavirki skulu vera í Feroyum, men vit vilja greitt siga frá, at vit vóna, at tann áskoðanin vinnur frama, nevniliga at út- nytta okkara kapasitet og ekspertisu best meguligt, samstundis sum vit leggja doyðin á at tilvirka okk- ara verur meira og kanska fyrst og fremst á spesial- virkjum, soleiðis at skapt verða fleiri arbeiðspláss. Tó vilja vit fult taka undir við, at í sambandi við ein- ari foreinkling og minking av teimum ymisku stuð- ulsskipanunum, verður studningur til fisk, sum fer ótilvirkaður av land- inum, avtikin beinanveg- in. Vit fegnast serliga um úttalilsið, at tað í dag ber til at koyra eitt føroyskt flakavirki eins væl og eitt væl rikið danskt virki av sama slag, tí fáa slík fer- oysk virki frið at menna seg, er hóast alt vón fyri foroyskari flaka- og fiski- vinnu. Hinar báðar greinirnar eru um alivinnuna. Aðra greinina hevur Jergin Gunnarsson skrivað, og er hansara nidurstøda: 1) At kreppan i ali- vinnuni er sjålvskapt og orsakad av uppi- leggingum — politikar- anna fyri at tryggja sínum valdømum og veljarum serligar semdir og í navni bygdamenningarinnar. 2) Óneyðugar og skaði- ligar avmarkingar eru álagdar alivinnuni. 3) Gerast skulu góðar rammulógir fyri ali- vinnuna at virka undir og latið vinnuna ann- ars passa seg sjálva. Ta seinnu greinina hev- ur Gloria Kalse skrivað, og kemur hon til ta niður- stødu, at alivinnan hevur ein bráðneyðugan terv fyri kapitali, og fæst hann til vega og alivinnan ann- ars fær meguleikar at virka rationelt, vil vinnan gerast kappingarfør. Feroya Ídnaðarfelag vil taka fult undir við báðum greinskrivarunum í, at vinnuni tervar fríast meguligar ræsur og tann | neyðuga kapitalin til at figgja skilagóðar iløgur og sunnan rakstur. Tað eigur tó ikki á nak- | Irski | sama hátt sum vit gjørdu, eru ran hátt at verða skilt so, at vit eru ímóti bygda- menning tverturímóti. Vit halda, at bygdamenning er ein av okkara stóru samfelagsuppgávunum, men vit eiga at ansa eftir, at vit í navni bygarmenn- ingarinnar ikki leggja meinbogar í vegin fyri vinnuna sum heild. Bygdamenning má heldur vera íleggingar í gott sam- band, flutningsstuðul og annar beinleiðis stuðul til virksemi í utjadaraøkjun- um. Tað er týðuligt, at tað oll trý umboðini fyri vinnulívið skriva, ber á tað borðið, at vinnan skal og kemur at klára seg marknaðarbú- viðurskift- um, tó við ti treyt, at vinn- an annars fær somu sømd- ir sum teir, vit kappast við. Eitt mál mugu myndug- leikar okkara taka upp sum eina eingangsupp- gávu sum hjálp til vinn- una, og tað er útvegan av likviditeti. Úrslitið av tí undir skaparligum førda politikkinum árini frammanundan er tað, at stórur partur av ílegum okkara hava vist seg at sum vera skeivar, og tær, hava verið rættar, ert vegna yvirhitanina av okkara búskapi, soleiðis at tað eru ógvuliga fáar fyritøk- ur, ið geva nakað avkast vorðnar ov dýrar av sær og geva sítt íkast til tann neyðuga likvidi- tetin, fyri ikki at tosa um tey tap, tær skeivu ílegur- nar hava havt við sær. Síða 13 Vinnan hevur tí sum heild eina akutta likvidi- neyðini tetshjálp fyri Okkara áheitan á myndugleikarnar vil tí vera leggið alt smáligt kjak tilsíðis og loysið hetta málið, so skulu tit síggja, at vit nokk skulu klára okkara part. Vit eru altíð tilreiðar at tosa nærri um hetta Feroya Ídnaðarfelag or Ha # 3 bes) Føroya Ídnaðarfelag heldur tær tríggjar greinarnar i Sosialinum herfyri, sum allar vidgjørdu føroyskt vinnuliv, vera sera åhugaverdar. Tað var ein samrøda Sosialurin hevdi við Martin Jacobsen, stjóra og so tvær greinar eftir Gloriu Kalsø og Jørgin Gunnarson, sum Sosialurin endurprentaði úr blaðnum Alarin Til landsins myndugleikar og Føroya fólk! Eru mótmælisskriv og undir- skriftir ikki gildugar, tå tær koma frá 23 blindum fólk um??? Hvar er rættartrygdin í Fer oyum??? Hvar er sjålvognarrætturin i Føroyum?? Hvar er demokratiid vorðið av í Føroyum?? Eru vit blindu sett aftur, so vit nú hava formyndara? Er Blindastovnur Føroya ein Heygadrangur?? Hvussu er rættur hjá felag, ið eigur eginpeningin í fastari ogn?? Hvussu eru okkara juridisku rættindi?? Hava limir Føroya Blinda- felags ongan rætt til at vera við at taka avgerðir meira, hvorki tá tað snýr seg um Blindastovn- in ella hvat ið gjørt verður við okkara midstød fyri blind?? Samanbera vit mótmælis- skriv og undirskriftir hjá okk- um blindu og semdirnar vit fingu!! Og nú fólkaflokkurin mót- mælir við undirskriftum á hesar undirskriftir meira gild- ugar, enn tær undirskriftir frá okkum, ið blind eru?? Hevur Feroya landsstýri lagt upp í hendurnar á hesum monnum - Petur Simonsen og Jógvan Heinesen, - at skalta og valta við Blindastovni Føroya, og valdar nú lógloysi og undir- gravandi virksemi, og Vil blindu eru koyrd burtur av Blindastovninum av síggjandi og maktsjúkum fólkum sum Petur Simonsen og Jógvan Heinesen, ið uttan fyrilit bróta niður í staðin fyri at hvegja upp. Og er tað ein stór vanlukka fyri okkum, ið nýta stal henda stovn, at hesir mean. Petur Simonsen og Jógvan Heinesen, ikki vita, hvat vkk- um blindu tørvar og hvussu vii vildu brúka teir møguleikar við okkara Blindastovni Føroya miðsteðin fyri blindum og sjónveikum fólki gevur okk um Vit hava arbeitt við hesum síðani í 1976 og við tógvið stríð hava fingið eitt gott, men tí verri ógvuliga kostnaðarmikið hús á Íslandsvegi 10. Vit eru ikki til reiðar at avhenda hetta hus, hvørki til Jógvan Heinesen ella landsstýrisumboðið, form- yndaran Petur Simonsen úr Fuglafirði, við dyggum stuðli frá systur síni Marjun Sigurðs- dóttir á Almannastovuni, ið vit alment klaga fyri maktmis- nýtslu og gera ansvarliga fyri blokadu ímóti okkara verk- staðardeild í nú 2 ár. Marjun Sigurðsdóttir skuldi via Almannastovuna goldið húsaleigu av verkstaðardeild- ini á Blindastovni Feroya, sum Aimannastovan skuldi leiga frá okkum síðani apríl-mai 1988, men enn er ikki eitt oyra inngoldið - og nú koma vit inn í juni, tað harrans árið 1990. Hvar er henda upphædd á fíggjarlógini til rakstur av verkstaðnum á Blindastovni Føroya, hvat er hesin peningur brúktur til - Marjun Sigurðs- dóttir?? Treytirnar tú - igjøgnum Al- mannastovuna setur fram til landsins myndugleikar, fyri at uppheva blokaduna av verk- staðarpartinum, eru millum annað, at verksteðini skulu vera vard verkstød, eins og verkstaðið Vón og verkstaðið í Skrivaragøtu, hvar vit skulu ar- beiða fyri 60 oyru um tíman. Skalt tú Marjun blíva við at broyta reglugerðina fyri Blindastovn Føroya og fuska við lógum, so sum tú nú skal brúka tær, - ber hetta lógloysi til hjá tær Marjun Sigurðsdótt- ir, - hevur tú sett bróður tín Petur Simonsen so nógv upp ímóti okkum blindu og Blinda- stovni okkara, at á Blinda- stovninum nú bert skal verða eitt vart verkstað, ið Marjun og bróðir hennara Petur skulu reka: eru tit bæði eisini ulreiðar at arbeiða fyri eina løn uppa 60 oyru í tíman og eins og »seydur í krubbu< í vardum básum, bert tí vit eru sjónveik; hvat eru tit fyri menniskju, tú og bróðir tín?? Tú hevur. líka síðam vit blindu byrjaðu at arbeiða við Blindastovni Føroya, roynt at leggja henda stovn inn undir teg Marjun og nýtt ymiskar háttir ímóti okkum, og bóðu vit tí landsstýrið um at koyra teg vekk og var tú vekk úr øllum nevndum í januar 1989 Men eins og tjøvur á nátt er tú Marjun, nú aftur, og ikki nokk við tað. nú er bróðir tín Petur Simonsen við at hjálpa tær at fremja áherðslu og svik, ein ógvuliga óhugnaligur at- burður. og lítið semir tað seg fyri tykkum bæði. Nú spyrja vit landsins mynd- ugleikar, um hetta er við teirra samtykt, og vit á henda mann- minkandi hátt verða undirmett sum menniskju, og skal alt sjálvsdirvi og sjálvsálit takast frá okkum? Vit krevja sjálvi at ráða yvir, hverji vit vilja vera saman við, samstarva við og hverjar av- gerðir verða gjørdar bæði við- víkjandi tí fólki, vit hava sett í starv á Blindastovni Feroya og hvat ið fer fram á Blindastovn- inum, miðsteðin fyri blind og sjónveik. Havandi í huga, at verkstød- ini bert er ein lítil partur av okkara miðsteð, ið hevur nógvar aðrar funktiónir fyri okkum sjónveiku, og hesar funktiónir eru vit nógv ið nýta og vilja vit berjast fyri at varð- veita saman við okkara fyri- steðufólki, sjálvt um »funger- andi almannastjóris Marjun Sigurðsdóttir roynir av øllum alvi at leggja henda stovn inn undir seg og sín bróðurskap. Tórshavn *. 19. maí 1990 Virðingarmest Andras úr Pálistovu.