leygardagur 2. juni 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
Nr. 84 — 2. juni 1990
S íða 5
Madurin varð
nidursligin!
Stjórn og limir í Fylking
Bíða eftir
Ingeborg
Framtíðin hjá Dánjali av Rana sum formanni
fyri Fylking stendur og fellur við, hvørt FÁ
góðtekur undirskriftirnar ið krevja eykaaðalfund
ella ikki.
Ingeborg Vinther kemur aftur úr Íslandi í
dag, og stóða verður væntandi tikin í næstu viku
Tað kann henda at Dánjal
av Rana, sum seinnu árini
hevur verið bæði formaður
í Fylking, nevndarfor-
maður í Tvgroyrar Flaka-
virki og býráðsformaður á
Tvøroyri, um fáar dagar
bert hevur síðsta starvið
eftir.
Á Tvøroyrar Flakavirki
hevur hann onki at siga so
leingi Eurofish rekur
virkið (hóast møguleiki
sjálvandi er fyri at siga
sáttmálan upp), og fáa
limirnir tann eykaaðal-
undin teir hava kravt, er
møguleiki fyri at má fara
frá sum formaður í
Fylking eisini.
Onøgdir limir
Tað er stór énøgd millum
limir í Fylking við avgerð-
ina hjá meirilutanum í
stjórnini, um at senda tær
32 undirskriftirnar sum
krevja eykaaðalfund ul FA
til "ummælis".
Tí lógin sigur greitt, at
tá minst 25 limir krevja
tað, so skal eykaaðal-
fundur haldast. Og grund-
gevingin hjá stjórnini um
at "HF-næmingar og
pensionistar" hava skrivað
undir, verður av mongum
roknað fyri at vera sera
vánalig.
Karl Jespersen upplýsir,
at av teimum 32 monn-
unum arbeiða 26 á Tvør-
oyrar Flakavirki. Og
Olavur Simonsen sigur við
Tingakross, at millum
"pensionistarnar" eru
eisini gamlir menn, ið
arbeiða á virkinum.
HF-næmingurin (har var
bara ein!) arbeiðir eisini á
Tvøroyrar Flakavirki tå
tað ber til, og nakað
arbeiði er. Tað eru ti tey ið
skíra målburdin hjá
stjórnini, endurgivin varð í
útvarpinum týsdagin, fyri
"beinleiðis diskrimi-
nerandi".
Víst verður eisini á, at í
lógini verða dagar ikki
tiknir millum hvørjir limir
id eru egnadir at krevja
eykadaalfund, og hvørjir
ikki eru tað.
Avgjørt í næstu viku
Men brævid við kravi
limanna er also sont til
FA. Og har gera tey onki
við tað fyrr enn í næstu
viku.
Ingeborg Vinther og FA
eiga næsta leik. Hava teir
32 limirnir rætt til
eykaaðalfund hóast ein
HF-næmingur og nakrir
pensionistar eru ímillum,
ella hava teir ikki. Avgerð
verður væntandi tikin um
hetta í næstu viku
Ingeborg Vinther, for-
maður, er nevniliga í
Íslandi í fakfelagsørindum,
og kemur aftur í dag.
Væntandi er ti, at stóða
verður ukin ul kravið hjá
fylkingslimum einaferð i
næstu viku.
S-S-
Útbyggingin i Søldarfirdi
Byrådsminnilutin
hildin uttanfyri
Agnar Poulsen er næstfor-
runavikar byråd. Nevndin
hevur samráðst um útbygg-
ingina av skúlanum í Søldar-
firði - men Agnar hevur onki
hoyrt um tað
Fyri um fýra mánaðum
síðani varð uppskot um
útbyggingina vidgjørt í
runavíkar býráð. Allir
limirnir tóku undir við ti,
men meirilutin - fimm
limir - vildi hava ein 24
fermetra svimvjihyl,
meðan minnilutin ongan
hyl vildi hava.
Síðani hevur mentunar-
nevndin arbeitt við máli-
num. Tríggir limir eru í
hesi nevnd, tveir frá
meirilutanum og ein -
Agnar Poulsen - úr minni-
lutanum. Og hóast hann er
formaður, er hann als ikki
kunnaður um tað, sum
farið er fram.
? Á
maður í mentunarneyndini i
Í miðbýnum
kunnu handilshelini
Dr. Jakobsensgeta 16
fáast til leigu.
Gólvvíddin er um 87 m?.
Millum loft og gólv er 2.80 m.
Hølini kunnu verða leigad kundir einum
ella verða býtt sundur eftir tørvi.
Ahugað kunnu skriva nøkur orð ella
ringja (best um sekstíðina) til
BOS
Dr. Jakobsensgeta 16
Tlf. 11951
- Eg havi skilt at fundir
hava verið við landsskúla-
fyrisitingina, har roynt
hevur verið at koma nærri
teimum ynskjum, lærara-
ráðið og skúlaneyndiun
hø du, men eg havi onki
hoyrt um tað frá
formanninum í mentunar-
nevndini, sigur hann.
Agnar gjørdi munnliga
vart vid hetta á býráðs-
fundi fyri einum mánaði
síðani, men hevur kortini
onki hoyrt síðani.
- Eg veit ikki um nakað
er hent síðani tann
býráðsfundin, men eg eri
so ikki vorðin kunnaður
um nakað, sigur hann.
Men ongin meldaði tann ið sló
Mikudagin segði ein
maður í Sosialinum, at
hann helt hann varð
niðursligin á norðoya-
stevnu.
Hann varð innlagdur
á sjúkrahúsið leygar-
dagin, og útskrivaður
aftur sunnudagin - illa
skurðslaður og við eini
brotnari tonn.
Hann mintist ikki
hvussu tað var hent,
men helt ikki at hann
kundi hava fingið so
nógvan skaða bara av
at detta.
Á politistødini søgdu
teir ein maður var
meldaður fyri harðskap
á nordoyastevnu, men
at tað ikki var móti
hesum manninum.
Hesin var als ikki
umtalaður í politi-
rapportini.
Varð nidursligin
- men ongin
meldadi
Men mangt bendir
kortini á, at maðurin
varð niðursligin á
nordoyastevnu.
Tveir ungir menn
sum rógva við Kvi-
viKingi, SOU ein mann
verða slignan av einum
Klaksvikingi, tå teir
vóru á veg av fótbólts-
vellinum ul Teistan,
sum teir skuldu suður
við 15 min. seinni.
Maðurin brast í
jørðina, og svímaði.
Róðrarmenninir
fingu fatur á einum bili
- einum Volvo, sum
ein genta koyrdi - og
fóru á sjúkrahúsið við
manninum. Teir
royndu at koma í
samband við
politistóðina fyri at
melda ulburðin, men
tíðin gjørdist ov knøpp.
- Teir náddu akkurát at
koma umborð á
Teistan áðrenn hann
fór.
Hesir eru rættiliga
vísir í, at hetta er
maðurin, sagt varð frá í
blaðnum. Og teir halda
tað vera sera løgið, at
ongin hevur meldað
tann, ið slerdi. Tí tað
hendi beint við fót-
béltsvøllin, og nógv
fólk sá ulburðin.
Kann framvegis
meldast
Á politistødini í Klaks-
vík siga teir seg fram-
vegis onki hava hoyrt
um hesa hending.
- Men er nakar ið sá
tilburðin, vilja teir sjál-
vandi fegnir koma í
samband við viðkom-
andi. Málið kann eisini
meldast til politið í
Havn, sum so fer
víðari við U, siga teir.
S-S-
Tveir skúlar
- tvey mål
Vit søgdu i gjår frå
tveimum málum í
sambandi við skúla-
viðurskifti í runavíkar
kommunu.
Annað var um út-
bygging, og hitt var
um víðkan av parker-
ingsøki.
Málini vórðu um-
talað á somu síðum, og
onkur hevur tí fingið
tað fatan, at tað er sami
skúli, tað snýr seg um.
Tað er tað ikki! Tað
er skúlin í Søldarfirdi
ið skal útbyggjast, og
tað er parkeringsøki
vid skúlan á Glyvrum,
ið skal víðkast.
Skúlarnir eru í somu
kommunu, og hoyra ul
sama kommunuskúla,
men annars hava
málini onki við hvert
annað at gera.
blaðm.