Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 1990síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 2. juni 1990 A [[[[ [ff A[[[ [fy [[[[[[[——— Føroyar og EF Sameindu Nordur- lendsku Tjóðir - SNT -Eingin ivi er um, at eitt sterkt SNT vil vera eitt av teimum mest áhugaverdu økjunum í heiminum, sama hvussu tilknýti verður við EF. Fad VIL KOMU As | if ] 18) MI: OrouratianlSnavtntltm verkfrødingur m.a. í Sjónarmuð í dag. Hann heldur, at hetta átti at pliktað norðurlendsku tjóðirnar at finna saman og skapa ein mótpol ímóti tí tilfeingisoyðandi og umhvørviseitrandi stórídnaðinum í bæði Eystur og Vestur Europa. at umstta ( eiga ) eitt av teimum fáu enn i n í heiminum skrivar To) Í | Í Í | Í Hetta mål hevur verið havt á lofti við millumbili tey seinastu 40 nakað annað er komið burturúr enn politiski bindiklubbin „Norðurlanda Rådid« eitt ráð, ið higartil mestsum einans hevur við- gjørt felags innanhýsis trupulleikar. Men rætt skal vera rætt: Norðurlanda Ráðið hevur eisini leyst onkrar av hes- um trupulleikum, og somuleiðis hava veruligar royndir verið gjerdar at knýta bondini landanna millum fastari — eitt nú royndirnar við norður- lendsku »tolluniønini« í 1956 og »Nordøk« í 1970. Passfrælsi og frælsur arbeiðsmarknaður eru tó ítekilig úr- slit, og somuleiðis hava vit fingið ein heilan hóp av norðuriendskum ment- anar- og vinnulívsgrunnum, og nýggir norðurlendskir = stovnar/felagsskapir verða stovnsettir nærum á hverjum ári. Hóast spurnartekin kunnu setast við veruliga gagnvirðið hjá fleiri av hesum norðurlendsku stovnum og grunnum — so mynda teir tó í sjálvum sær í hvussu so er eina vón um eitt vinnuligt og mentanarligt samstarv millum Norðurlondini, og fram um alt mynda teir, at tað onkustaðni í okkum býr ein kensla av, at vit, ið búleikast í hesum londum, ynskja at draga somu línu. jevnum árini, uttan tó al DANMARK Í ) dum 2570 tydningarmesta partin av "móður Dahl, Nato-samgongan skapti i sinari tid so djúpar gjáir millum Norðurlondini, var at um eina »yvirpolitiska« sameining landanna millum, og limaskapur Danmarkar í EF gjørdi sjálvandi málið upp aftur meira fløkjasligt. Hin vegin uppliva vit nú hvussu av- leiðingarnar av »glasnost/perestrojka« knappliga heilt hava máað burtur steð- ið undir Warszawa-paktini, og sostatt eisini gjørt Nato-samgonguna nógv minni týdningarmikla. Stersta forð- ingin fyri einari veruligari sameining av norðurlendsku tjóðunum skuldi tí nú verið meira og minni jarðlegd. Eitt Danmark leyst (ella leysari) av EF er samanumtikið ein spurningur um at fáa einans 4—5% av teimum mongu »lunkadu« EF-viðhaldsatkveðunum yvir i >Norðurlandabólkin< — so tað meti eg verða minsti trupulleikin. Baltisku londini: Estland, Letland og Litauen liggja í dag nærum á knø- unum fyri Norðurlondunum. Skulu Norðurlond bert lata hesi útpíndu lond sigla fyri vind og vág, til tey verða trýst inn í EF, tí tey ongar aðrar val- meguleikar hava? Eingin ivi er um at eitt sterkt SNT vil verða eitt av teimum mest áhuga- verdu økjunum í heiminum, sama hvussu tilknýtið verður til EF. Eg at ógjerligt hugsa i. partur ivist heldur ikki i, at vidskygdu sum Jacques Delors og fjøldin av teimum skjótt »ælabogaflokkunum« i EF-londunum og EF-parlamentinum vildu fegnast um ta avbjóðing, sum SNT vildi verið. Eitt SNT vil koma at umsita (»eiga«) týdningarmesta partin av Norður At- lantshavinum — eitt av teimum fáu enn ódálkaðu og tilfeingisríkastu ekj- unum í heiminum. Hetta átti eisini at pliktað norðuriendsku tjóðirnar at finna saman og skapa ein mótpól ímóti tí tilfeingisoyðandi og umhverviseitr- andi stórídnaðinum bæði í Eystur og Vestur Europu. Tí tað er eingin loyna, at heldur gongdin í hesum londunum fram sum higartil, so er tann tíðin ikki langt burtur, tå meginøkid í Europu er „uppbrúkt< og niðurdálkað. Hetta veit tann dálkandi stórídnað- urin fullvæl, og hetta vita eisini tær meira framkomnu skrivstovurotturnar í Brúxelles. Fyri hesi fólk vil tí sterri rásarúm vera einasta loysnin at skjóta út tað >skrædlið<, sum má koma fyrr ella seinni, tí hóast sjálv Margaret Thatcher nú knappliga hevur snarað 180% og er vorðin ljósagren (í m.a. karbondioxsyd-málinum — »vakstrar- hus-måtturin«), so eru eingin tekin um at stórídnaðurin kemur at lurta eftir henni. politikarar vaksandi: møguleikar, hvat vit kanska so, at vit í Norðurlondum ikki hava eina Tórmóður Dahl: -Sjálvandi skulu Norðurlondini tillaga seg viðurskiftini í eitt nú EF, men tað er uppá tíðina, at vit sjálvir nú byrja at vísa á okkara kunnu og vilja. Ella er tað einastu visión av einum betri Europa at liva i? Eingin verulig menning vinnulig ella framd uttan mótpólar. Fyri ell Norður- polit ISK, mentanarlig verður lond — Danmark íroknað — hevur tað higartil alla tíðina verið ein spurningur um at tillaga seg viðurskiftini í ti stóra, arroganta EF (eins og tað í okk- ara vinnulívi tey seinastu 20 árini hev- ur verið ein spurningur um at tillaga seg áskoðaninar hjá Fiskaseluni). Sjálvandi skulu Norðurlondini tillaga seg viðurskiftini í marknadarlondun- um — m.a. EF, men tað er uppá tíðina at vit sjálvir nú byrja at vísa á okkara meguleikar, hvat vit kunnu gera og hvat vit vilja. Ella er tað kanska so at vit í Norðurlondunum ikki hava eina einastu visión av einum betri Europa at liva í? Apokalyptisk verður sagt: >Tíðin er altíð komin! Ein eingil skal koma og siga frá, tá hon er farin!< — Ongantíð í nýggjari tíð hevur tíðin verið so >komin< at samla Norðurlondini í eitt »Sameintu Norðurlendsku Tjóðir< sum júst í dag! 2. partur kemur í komandi viku