Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Skálkurin Um arkitektur og design Grót og flag“ ” Fa — … sv om » Vid Hans Dåvid Dam og Hannis Egholm Men ikki fyri hvønn sum helst Hóast við so nógvum ymiskum náttúrugivn- um byggitilfari, so hava forfedrar okk- ara klárað at skapt sær rímulig livikor land okkara ikki er vælsignað burtur úr okkara tilfeingi, nevniliga gróti og flagi, tó hevur verið neyðugt allan vegin upp gjøgnum tíðirnar at innflutt eitt triðja byggitilfar, timbur, sjálvt um nakað av hesum hevur fing- ist sum rekaviður Av hesum trimum tilfarssløgum vóru bygningar til nærum øll endamál skaptir. Talan var um bygging í stórum samljóði við náttúru okkara. Hugsa vit okkum gróthúsini, takt við flagi, so vuksu tey upp úr lendin- um, uttan at sýnast fremmand, ja, virkaðu sum liður í einari kultivering av jerðini. Men tíðin stendur ikki í stað, og ser- liga hesa síðstu eldina er nógv broytt. Fólkatalið er fleirfaldað, vinnuvegirnir nýggir, samskiftið, innanoyggja so væl sum við útheimin, ekt og bygt verður sum ongantíð fyrr. Hvussu stendur so til við báðum okkara sløgum av uppruna byggitil- fari? Taka vit grótið fyrst, so hevur nýtsl- an verið stødugt vaksandi og ongantíð sterri enn hesi síðstu árini. Vit hava fingið eitt nýtt gróttilfar, nevniliga skotið grót, og fleiri eru fjallalíðirnar, har grotbrotini hava sett síni spor. Vit hava brúkt tilfarið sum ífyllu, til vegir og havnir og byggibún- ingareudamál, ella vit knúsa grótið til skerv, sum vit so nýta sum tilfar í as- falti ella betongi. Skorið grót er eitt annað nýtti gróttilfar, ið hevur verið brúkt av okkara byggimarknaði síðstu árini, bæði innan og uttandura, sum flísar á gólv og tún, og i einstøkum førum sum bygningsklædningur, eitt spennandi tilfar til slik endamål, og vid nógvum ótroyttum nýtslumeguleik- um. Gamla gróttilfarið, steinarnir, ið liggja leysir omaná ella í jørdini, verður tó framvegis nýtt, ikki til bygningar, men serliga til stuðlagarðar í nýggju sethúsaútstykkingunum og uttanum almennar bygningar og parkerings- pláss í Havnini serliga, og er hetta til frægd fyri eygað. Harmuligt er tað tó, at við neku- lunda somu ferð sum garðarnir í Havn verða lagaðir, fella gomlu fríttstand- andi begarðarnir á bygd, og gróthúsini við. Fólk yvirhevur eru so óluksáliga praktisk, at tá viðlíkahaldið av einum nýggjum hegni er minni enn av grót- garðinum, ja, so fær hann loyvi at fella. Nú tá tað er vorðið alt meira vanligt, at kommunurnar átaka sær uppgáv- una at halda bøgardarnar, altso hegnið millum be og haga, átti so mikið at fynd at verið í hesum fólkum, at tey, meira hátíðarliga sagt, sóu vakurleik- an í gávu fedranna til okkara og varð- veittu hana til teirra, ið eftir koma. Fella garðarnir heilt, fer óivað um nek- ur ár at vakna ein nostalgisk trongd í okkum at reisa teir aftur, tá verður tað eitt tyngri tak, og hava garðarnir flestir tá mist sína funktión. Og so til flagið. Tað hendir seg meira enn so at tað enn verður brúkt sum byggitilfar á onkrum almennum stovni ella til sethúsini hjá onkrum morgírig- um tjóðskaparsinnaðum persóni. Fyri at tillaga tilfarið nútíðar byggi- marknaðinum er tó púrt onki gjørt. Tú kanst ringja til Balslev ella einhvenn annan timburhandil og biða um t.d. eternit-, aluminium- ella zinktakklædn- ing, men bid teir um 130 m av flagi til eina tekju, og teir standa sum kånus. Her manglar nakað, tað kann ikki vera rætt, at eitt hjá okkum so náttúr- ligt tilfar sum flag, ikki skal vera við í tí vanliga útboðnum. Her er grundar- lag fyri einari skipaðari framleiðslu av flag-modulum ella -rullum, klárt at leggja á, men hetta setur so aftur krev til sakkunnleika, tí einstaklingurin hevur ikki ráð og orku til fyrst á onkr- an tverligan hátt at fáa sær flagið til vega, og síðani við egnum royndum at finna fram til hvussu tað skal leggjast, á hvenn hátt tað festir seg skjótast, hvussu tað skal rekjast o.s.fr. Attu ikki bæði grótmenn og flagtekj- arar at verið útbúgvingar, handverk- araáhugaðum stóðu í boði á teknisku skúlum okkara, so vit fingu sterri gleði av báðum okkara náttúrugivnu byggi- tilfarsslogum. HDD Nr. 85 — 6. juni 1990