Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 85 — 6. juni 1990 Anm > aumm — |S0vann SÅ aftur Ikki nóg gott, NSÍ Skála-NSÍ 0-1 (0-1) 0-1: Eydun Gaardbo (7. min.) Oddaliðið NSÍ var ikki serliga sannførandi, tá tað vitjaði Skála. NSI kom framum stutt eftir dystar- byrjan uppá eitt gott mál skorað av Eyðuni Gaardbo eftir innlegg frá Gest á Liknagøtu, sum Jack Jac- obsen snildisliga lat fara millum beini ni á sær. Men eftirsidan kundi Skála saktans fingið eitt mál ella tvey í fyrra hálv- leiki. Ferð eftir ferð spældu vertirnir seg í- gjøgnum í vinstru NSI- síðu, og ferð eftir ferð eydnaðist at spæla bólun inn fyri, men Skála-liðið hevði ikki 'tyngdina' til at fáa nakað burturúr, og ti livdu skoringsroyndirnar als ikki upp ul teir møgu- leikar, sum veruliga lógu í uppspælinum. Naskastur var Hallur Mikkelsen, - fyrst við einum góðum solo-túri, sum NSÍ fekk bremsað, áðrenn hann slapp innum aftasta mannin, og síðani við einum góðum skoti, ið streyk framvið vinstru megin málið... NSÍ spældi uttan hug- flog beint niðanefur vøl- linum, so púra eingin nytta fekst burtur úr einum leikara sum Jack Jacobsen. Tað var snøgt sagt alt ov lætt hjá eini skilagóðari Skálaverju at rekja upp. Kom bólturin í námindi av Gesti á Liknagøtu, so var hann væl dekkaður av hálv- umgðrum manni. Í seinna hálvleiki var tað mestsum eitt heilt annað NSI-lið vit sóu. Størri tryst var lagt á Skála-miðvgllin og í ålopinum vórðu síðurnar tiknar vid í nógv stórri mun, - bæði høgra og serliga vinstra, og skála- verjan fekk ríkiligt at síggja ul. Boð vóru eisini rættiliga eftir henni nakrar ferðir. - ikki minst seinasta hálva tíman, tá ein skjótur, reikandi og driblisterkur Jan Jørgensen var komin inn í NSI-álopið. Næst eini skoring var Eyðun Gaardbo (á stong- ina) og Jack Jacobsen eftir frålika kombination vid Jan Jørgensen, medan Jens Martin Knudsen fekk høvi til at visa sini landslids- evni, tå hann kom ut, gjørdi seg reidan og forð- aði einum leysum Arthuri Johansen. Skála royndi seinastu fimm minuttirnar at javna, men kreftirnar vóru gingn- ar undan, álopið var ikki nóg talsterkt og avlever- ingarnar vóru ov óneyvar. Tålidini skulu sammet- ast, so var NSI-sigurin i lagi, men Skåla var sanni- liga ført fyri at minna NSI á, at tað er munur á, at vera suverenur í 2. deild og so at standa seg í 1. deild. ówh B36—SÍ 0—2 (0—0) 0—1 Jónsvein Olsen (0—1) 0—2 Andreas Hansen (0—2) SÍ vann leygardagin í Gundadali botnuppgerå- ina í 2. deild móti B36, og var tað betra liðið stersta partin av dystinum. Allan fyrra hálvleik og nakað út í seinna hálvleik stýrdu teir spælinum. 10 minuttir inn í seinna hálvleik fingu teir sítt fyrra mál, men nú vendist dysturin. B36 yvirtók spælið, og press- adi SI aftur å egna hålvu, men teir gjørdust ongan- tid vandamiklir. Hinvegin fekk SÍ nekur góð kontra- álop, og 10 minuttir fyri leiklok gav eitt av teimum mál. Eftir hetta mál var B36 ikki fert fyri at hótta 2—0 leiðsluna hjá SÍ. B36-liðið, sum á pappir- inum er væl betri enn tað eina stigið og 10. plássið bera boð um, er nú 3 stig eftir GÍ og SÍ í botninum í 2. deild, og tað fer at verða tungt at hála inn aftur, men enn er langt á mál, og stig kunnu teir taka frá flestu liðum í 2. deild. SÍ hinvegin leikti sín besta dyst higartil í ár, so dysturin ímóti LÍF kom- andi vikuskifti í Servági verður ein styrkiroynd fyri teir. Ábyrgdarváttan upp til 6 mánaðir 1 LB BILSØLA | verður á Skúlaloftinum í Hvalvík mikukvøldid 6. juni kl. 19.30. Vinningar: Oksafjórðingar, dunnur tjógv o. a. Dreingjaliðið hjá Streymi Spa rta-Sport FAROE ISLANDS + 298 41867 298 41938 DFDS N. Winthersgøta 3 - Tlf 1511 SCANDINAVIAN SEAWAYS Í Í | I Telefax 17511 + LIF-Fram 3-1 (1-0) 1-0: Årni Jacobsen (br.) (29. min.) 1-1: John Wilhelmsen (47. min.) 2-1: Kristian å Reynatrød (36. min.) 3-1: Erik Lervig (87. min.) Fram fór til Leirvíkar efur einum stigi, og tå fýra minuttir vóru eftir mundu teir vera vissir í, at tað fór at eydnast. Tá var stødan 1-1. Men tann annars so tryggi aftasti maðurin Volmar Højgaard faftrar eftir eitt Fram-innkast, LÍF fer av stað vid bólun- um og Kristian å Reyna- trgð kann leggja heimalið- ið framum. Tá var ov seint at taka tað mista aftur, og Erik > Dagbjartur Hammer og Birgir Carlsson (báðir hvítir) fóru til Leirvíkar fyri at fáa eitt stig, men Fram tveitti stigið burtur stutt fyri leiklok Mynd: jens kristian |-- hvar á knøttinum tú ætlar tær Flogfelag Føroya | útvegar ferðaseðilin — L