hósdagur 7. juni 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 7. juni 1990
SP soSialurin
Síða 7
Tosa um svartkjaft í nýggjar!
fiskirannsoknarstovu
Fundur hjá Fiskivinnunevndini fyri Landnyrdingspartin av Atlantshavi, NEAFC,
i Føroyum 6.—8. juni 1990 í nýggju fiskirannsóknarstovunt
Á ársfundinum hjá
NEAFC í London í no-
vember 1989 varð avgjørt,
millum annað eftir ynski
frá Feroya Landsstýri, at
halda ein fund um býtið
av svartkjaftakvotuna í
Norðuratlantshavi millum
lond. Feroya Landsstýri
samtykti 16. januar 1990
at vera vertur fyri einum
tilíkum fundi.
Fundurin skal fyrireika
eina stødutakan í hesum
spurningi til ársfundin í
NEAFC, sum verður no-
vember 1990 í London.
Umleið 25 fólk umboða
limirnar í NEAFC, t.e.
Felagsmarknadurin,
Noreg, Sovjetsamveldid,
DDR, Island og Føroyar.
Harafturat eru umbod fyri
hevuðsskrivstovurnar hjá
ICES og NEAFC. Kjart
Hoydal, fiskivinnu-
Fundurin verður á
nýggju Fiskirannsóknar-
stovuni í Nóatúni og byrj-
ar kl. 10.00 mikumorgun-
in.
Fundurin fer at viðgera
tilfar um svartkjafta-
stovnin tey komandi árini
og hvat skal leggjast til
grund fyri einum Dbyti.
Serligur dentur verður
lagdur å veiditølini sidan
hesin fiskiskapur byrjadi
av ålvara og ekkomåting-
arnar av stovninum i gyt-
ingartidini og tå hann
gongur norðureftir og á
summarbeiti norðanfyri,
sigur Feroya Landsstýri í
tíðindaskrivi.
Hans Tausen Olsen:
Jú, vist vart tú fyri, Hans Jacob!
- Hans J. Lamhauge skrivaði sjálvur undir
gerðabókina hjá Býráðnum, eftir at vit - og
eisini hann! - hóvdu samtykt at geva kiosk Mai
loyvi at standa norðanfyri Glyvra Bio
Tað stendur orð móti orði
millum býráðslimirnar í
Runavíkar Kommunu.
Hans Tausen Olsen
segði leygardagin at allir
býráðslimirnir vóru fyri at
geva kioskini og grill-
barrini hjá Sólrun Johann-
esen loyvi at standa
norðanfyri Glyvra Bio
(beint við skúlan). Men
Hans Jacob Lamhauge
segði í gjár at hvørki hann
ella Agnar Poulsen høvdu
atkvøtt fyri hesum.
ERE
4/5 samtykti Runavikar Byråd at geva hesari kioskini loyvi at standa bein! vid skúlan á Glyyrum - á einum Øki, sum
hvørki bóndin ið eigur tað ella Jarðarráðið hava givið kommununi loyvi til ai taka. Hvor hevur - og hver hevur ikki
- ábyrgdina av ti?
Gerðabókin
Men fyri at fáa ein enda á
hesum, sendi Hans Tausen
okkum í gjár avrit av
gerðabókini frá fundinum,
tá hetta varð samtykt. Og
hon er soljóðandi:
Býráðsfundur 05.04.90.
Vidtikid varð at geva Mai
(kioskini, bladm.) eitt 5
ára loyvi norðanfyri
Glyvra Bio smb. tekning
frå E.K. (E.K. er starvsfólk
á teknisku umsiting,
blaðm.) dagf. 3/4 - 90 og
geva kioskini á Hogabóli
eitt 5 ára loyvi sunnari
enn hon stendur nú, smb.
tekning frá E.K. dagf. 3/4 -
90.
Tað verður álagt at
halda økid uuan um
kioskina reint, um tað ikki
verður yvirkildið, kann
loyvid verða tikið aftur
Kioskin sum kemur at
standa tætt við skúlan á
Glyvrum, fær ikki loyvi at
hava opið í skúlatíðini.
Fundurin iokin.
Undirskrivað gerðabókina
hava hesi:
Hans J. Lamhauge, Agnar
Poulsen, J. Knudsen,
Martin Olsen, Sunleif
Í Á '
Højgaar 1, Arnoia Qisen
J r På }
Hans Í dusen (71
Rólant Jacobsen 2
Sólrun Johannesen
Øll fyri
- Eg kann leggja afturat at
tað síðsta petu um at
áleggja kioskini at rudda
upp, og ikki hava opið í
skúlatíð, kom við í bókina
eftir uppskou frá Hans J.
Lamhauge sjálvum, sigur
Hans Tausen.
- Men fyri tað um Hans
Jacob og Agnar hava
skrivað undir gerða-
bókina, so er tað
prógv fyri at teir atkvoddu
fyri uppskotinum?
- Jú! sigur Hans. Tá alt
býráðið ikki er samt,
verður tað altíð ført
gerðabókina hvor atkvøddi
fyri, og hver atkvøddi
ímóti. Tá tað bert stendu
"viduikid varð" merkir tað,
at allir limir vóru fyri
- Og at Hans J. Lam-
hauge atkvøddi fyri hesun
uppskotinum, iað skal e
standa inni fyri so leingi
eg havi bæði beinini oman
á jørdini!
Ág í
i
EDER