Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 86 — 7. juni 1990 Fundurin millum Gorbatjov og Bush er av, og heimurin tykist at hava fingið eina veika vón um heimsfrið. Men í øllum fagnarrópunum hoyrast tó onnur róp, sum rættiliga vist benda á, at stóri heimspolitiski spurningurin nú er um at snara 90 stig, so at hann nú í komandi árum verður ein norður- suður spurningur. Lat tað beinanvegin verða sligið fast, at sosialisman ikki er deyð, sum so mong ýla um í stórum fagnaði. Einum fagnaði við kapitalismuni og teimum óvitandi á odda. Tá Gorbatjov hjálpti Jeltsin Summarið 1988 var eg so heppin at vera lesandi á sonevnda Lenin-Læru- stovninum í Moskva. Eg sigi heppin, av tí, at júst í juli 1988 fór 19. Sam- veldisráðstevna Sovjetsamveldisins fram í Ráðstevnuhellini miklu i Kreml. Tíðindafólk úr ellum heiminum kundu tá standa uttan fyri ráðstevnuhellina og fylgja við, hvat ið fyrifórst har inni hesar dagar. Men vit lesandi høvdu tað einastandandi hevi á sjálvum læru- stovninum at hava 6 stórar sjónvarps- skermar í eini hell, sum roknað var til fyrilestrar og filmsýningar, at síggja og hoyra alt, vit orkaðu av rådstevnuni við simultantulki. Ein serlig hending á rådstevnuni var endavendan Boris Jeltsins á politiska leikpallin. Jeltsin royndi fleiri ferðir at reða til ráðstevnuna, men illa gekst, tí meginparturin av luttakarunum vóru ímóti honum og róptu, at hann skuldi niður av reðarapallinum. Tá reistist Mikhail Gorbatjov, floksskrivari, og mælti: >Latið tá mannin sleppa at tosa. Latið okkum hoyra, hvat hann hevur at siga<! Sum tann demokratur, Gorba- tjov er, rætti hann Jeltsin eina hjálp- andi hond. Soleiðis kom Jeltsin aftur til valdið. Men Gorbatjov hevur fyribils fingið tað afturlønt í gráum kålvskinni. Sovjet á vegamótinum Gjegnum lestur okkara hetta summar- ið, gjørdist tað okkum púra greitt, at Sovjetsamveldið var komið á eitt vega- mót, og at einans perestrojka-leiðin var gongd í hesum risastóra sosialistiska samfelag. Alternativið var afturvendan til Bresnev-tíðina, og tað var Ogjørligt. Sosialisman broytist eins væl og aðrar samfelagsskipanir. Einki stendur í stað. Hetta mátti ásannast tá, og tað má enn meira ásannast nú. Men sjálv marxistiska læran vikast ikki. Hon er tíðarleys. Tá stóð okkum púra greitt, at pere- strojka ikki bert var leiðin í Sovjet, men í Eystureuropa yvirhevur. Tó hevði eingin droymt um, at rembingarnar í Eystureuropa skuldu fara knappliga. Tó kann heilt vist sigast longu nú, at mangur skjótt fer at vakna við kaldan dreym í Eystureuropa. Mangur, sum hevur væntað eina paradístilveru. Hóast samlaði kapitalistiski heimurin nú stendur klárur at pumpa pening inn í Eystureuropa, fyri at vinna hann fleir- faldaðan aftur, koma hesi lond at verða tveitt út í eitt púra ókent arbeiðsloysi uttan tað sosiala trygdarnet, tey eru von við. Tey koma nú at skula gjalda skatt, tey koma at gjalda fyri húsa- leigu, fyri útbúgving, fyri barnagarðar og veggustovu. Ja, helst eisini fyri læknahjálp. Tað verður ringt hjá eystureuropearum at vakna aftur til gerandisdagin innan karmar, sum eru dikteraðir av stórkapitalinum. Mun- andi eðrvísi er við Sovjetsamveldinum, har kommunistaflokkurin sjálvur hev- ur brotið slóð fyri broytingunum. Í hin- um partinum av Eystureuropa var hetta eitt krav frá fólkinum, mótvegis flokkinum. Men eisini í sjálvum Sovjetsamveld- inum kunnu fólk koma at vakna við kaldan dreym, um kapitalisman fram- vegis megnar at íbirta etniskar remb- ingar, sum kunnu fáa Sovjetsamveldið at syndra og noyða Gorbatjov frá. fram so Triði heimurin Í mong ár eru ávaringar komnar úr tí sonevnda Triðja Heiminum um, at hes- in nógv tann stersti partur av heimsins fólkum verður við skerdan lut, um risa- veldini bæði fara at hálsfevnast. Tann gamla læran um, at tey ríku gerast rík- ari og tey fátæku fátækari, gerst meira verulig enn nakrantíð áður. Við Kuba á odda Í mong ár hevur Kuba verið forsprák- arin á heimspolitska leikpallinum fyri Triðja Heiminum, sum er nógv tann fólkaríkasti parturin av heimsins fólk- um. Fyri ell hesi lond er Kuba fyri- myndin av, hvussu skjótt eitt niður- undirkomið menningarland í støðugum stríði við heimsins ríkasta risaveldi, USA, kann gerast so framkomið á mongum økjum, at enntá heimsins rík- astu lond evunda tí. Og veldugi leiðari kubana, Fidel Castro, hevur á ongum økjum spart ákærur sínar móti kapitalismuni og USA. Tíðindafalsan Just á hesum økinum eru vit vitni til kanska sterstu tíðindafalsan í heims- seguni. Vit hoyra at kalla bert tíðindi, sum hava verið gjøgnum amerikanska sensurin. Útvarp Feroya fær einans eina peningaupphædd, sum loyvir tí at keypa tíðindi frá donsku tíðindastovuni Ritzau, sum aftur fær tíðindi síni frá amerikonskum tíðindastovum ella bein- leiðis frá CIA. Ikki ein einasta tíðinda- stubba hoyra vit frá kubansku tíðinda- stovuni, Prensa Latina, sum hóast alt er redd Triðja Heimsins. Hon er bein- leiðis boykottað av amerikanska stór- kapitalinum, sum er altvaldandi í kapi- talistiska heiminum. Heilatváttanin av fólkunum í kapital- istiska heiminum hevur givið fólki ta fatan, at Fidel Castro skal hava sagt seg vera til reiðar at gerast seinasti verjin av sosialismuni. Hin seinasti Mohikanin, um tú vilt. Harafturat verður ein kíli av misáliti trýstur mill- um Kuba og Sovjetsamveldið, hóast hann ikki er til enn. Hann kann koma, men tað vita vit einki um enn. Panama — ein svikasøga Eitt klassiskt dømi um eina roynd at varðveita amerikanska valdið í Triðja Heiminum, ikki minst í Latínamerika, kom 19. desember í fjør, sum ein våttan av kubansku ávaringunum. Tá gjerdi USA innrás í Panama, niðurbardi 7000 fólk við mest nútímans vápnum, ið finnast og hersetti tríggjar sendistov- ur. Alment fingu vit at vita, at hetta var fyri at fáa panamanska forsetan, Noriega, sum var undir illgruna fyri narkosmugling, útflýggjaðan. Hetta eydnaðist ikki. Men sannleikin var ein heilt annar. Noriega, forseti, hevði ong- an týdning fyri USA, hóast hann hevði verið næsti medarbeiðari George Bush, forseta, innan CIA. Tað, sum hevði týdning, var at forða, at Carter-Torrijo sáttmálin um at Panama-veitin skuldi á panamanskar hendur 31. desember 1989, skuldi ganga út! Okkurt skuldi tað eite, fyri at fjala út yvir brotsgerðina. Í hesum degum er heimurin á gosi — ; Sida 9 |- sjónarmið Sosialisman er ikki devd Havanna verður helst nyggi miðdepilin fyri heimskommunismun!i, skrivar Arnbjørn Thomsen, blaðstjóri á Fríu Fóroyum yvir kinesisku brotsgerðirnar á Neyvan verður orð grett í Himmalfriðartorginum, tá lótu liv 3000 kapitalistiska heiminum 19. desember i ár yvir tey 7000, sum vórðu myrd i Panama, m.a. fyri at royna nýggju amerikonsku laservápnini og fyri at varðveita valdið yvir Panama-veitini Kapitalisman við sínum marknaðar- buskapi, sínum sosialu gjålim og síni framferð, kann á ongan hátt verða am- boð til at loysa trupulleikar sosialism- unnar og at rætta tey mistek, sum eru gjørd. Kapitalisman hevur miðvíst framt eitt sera ójavnt býtislutfall við Triðja Heimin, sum eirindaleyst verður ofrað- ur á altari kapitalismunnar, fyri at varðveita okkara liviføt. Kortini hevur Fidel ikki mist allar vónir. Tverturímóti. Í eini reðu herfyri segði hann um Sovjetsamveldið: »Fyri at fáa skil á vitleysu steðuna í heimin- um eftir ein heimsbardaga, sum kostaði heimsins fyrsta sosialistiska arbeiðara- veldi 27 mill. mannalív, umframt meginpartin av framleiðslutólunum, fer hetta sama ríki sum ein annar fuglur Fønix at hevja seg upp úr eskuni fyri at hjálpa mannaættini fyri endaliga at burturbeina fasismuni, soleiðis at eisini tey hjálond, ið enn eru til, kunnu fríast. Nýggi miðdepilin Steðan í dag er tann, at steðugt fleiri heimsspekingar og búskaparfreðingar nú síggja stríðið millum órættvísi og rættvísi, fyri eyðræning og uppreistur vendan frá vestri móti eystri til ein norður/suður spurning. Somu hugsandi fólk meta eisini, at nýggi miðdepilin fyri heimskommunismuni verður Ha- vanna og ikki Moskva. Hildið verður, at Moskva ikki hevur stórvegis megu- leika framvegis at vera verji hjá teim- um kúgaðu fólkaslegunum, um landið fult og heilt gongur marknaðarbúskap- arligu leiðina. Hendir hetta, er lítil ivi um, at heimsins kúgaðu fólkasleg fyrst av ellum hava kubansku international- ismuna at líta á. Tó, her skal á ongan hátt verða sagt, at Sovjet er við at sleppa sosialismuni. Tað vita vit ikki fyrr enn perestrojkan er komin nakað væl longri áleiðis. Men vit mugu ásanna orð Fidel Castros, >Hvat hevur kapitalisman at bjóða fólkum Triðja Heimsins annað enn eyðræning?< art