Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 1990síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A —————————————— Nr. 87 — 8. juni 1990 - Hóast ein skerjing upp á nakrar tíggjutúsund krónur er lítil í stóru heildini, kann hon fáa álvarsligar avleiðingar, tí hon rakar sjálva viðgerðina av teimum sinnissjúku, vísa starvsfólk á psykiatrisku deildunum á. Utferdir og heimferðir um høgtidir til dómis eru virkin partur av viðgerðini, tí tað er so umráðandi fyri sjúklingarnar at koma í annað umhvórvi. Starvsfólkini fara í í kvøld sjålvi at útvega pengar til hesa týðandi konto. Og tey, sum hava skert hana, skulu hjálpa teimum. Nógv vilja fegin gjalda 50,00 kr. fyri at síggja løgtingsfolk takla hvórt annað Tey, sum fyrireika fót- béltsdystin og almenna dansin í kvøld til frama fyri sjúklingar á psykiatr- isku deildunum, stúra ikki fyri, tey við hesum tiltaki sleppa politikarunum und- an ábyrgdini. Tvørturim6ti vilja tey vísa teimum, teir hava ábyrgd og noyðast hugsa um, hvørjar óhepnar avleiðingar, skerjingar kunnu hava. Men kunnu tey, sum avgera, hvussu nógvar pengar, Landssjúkrahúsið skal hava næsta ár, ikki taka tiltøkini í kvold fram aftur sum ein trumf: "pengar til hasa kontoina kunnu tit útvega sjálvi! Tað bar jú væl til í summar!" Tað væntaðu Anne Dorthe Mulvad, Vilgerð Modi, Hensia Einarsson, deildarsjúkrasystrar, Gitte Vibholm, sjúkrasystir og Magnus Isaksen, sosial- ráðgevi, ikki, tá vit hittu tey mikudagin. Tey hava, umframt Margrit Jacob- sen, sjúkrahjálpara, sam- skipað fyrireikingarnar til tiltakið i kvøld. PARTUR AV VIDGERDINI Og tey vita betur enn onn- ur, hvussu hart skerjingar, sum kunnu tykjast litlar i stóru heildini, fara at raka. Á kontoini "sosialar veit- ingar til sjúklingar" er parturin til undirhald skerdur. Hann var 100.000 kr. i 1989 og er 53.000 kr. i ár. Útferðir og fritid- - å Frælsinum. arferdir verða eisini goldn- ar av hesum pengum. Men í ár eru ráðini ikki longur til slíkar ferðir, siga starvsfólkini. Og hetta er sera óheppið, tí ferðirnar eru partur av viðgerðini Í miðal eru 75 sjúkling- ar á psykiatrisku deildun- um. 25 - 30 teirra eru har mánaðir ella ár, onkur hevur verið næstan 40 ár. Hjá slíkum fólki er um- ráðandi at koma út í annað umhvørvi. Broytingar i gerandisdegnum og nýggj- ar åvirkanir hjålpa teim- um. Starvsfólkini royna alla tíðina at finna sterku eginleikarnar hjá sjúkling- inum og stuðla teimum. Hetta ber til við at fara í nýggj umhvørvi. Útferðir eru ti virkin partur av við- gerðini. TRÍGGJAR KRONUR UM DAGIN Tey, sum búgva á deildun- um 1, 2 og 3, fáa lumma- pengar, umleid 600 kr. um månadin. Tad fåa tey ikki. sum búgva á Pensio- natinum, deild 5. Deildin fær 1.000 kr. um mánaðin at býta millum 11 sjúkl- ingar. Tað eru triggjar krónur um dagin til hvønn. Hetta er ikki nógv, tå havt verður í huga, at langtíðarsjúklingarnir ann- ars eru ognarleysir. Men kunnu hini so ikki brúka lummapeng- arnar at ferðast fyri? Nei, halda starvsfólkini. 2) s0stalurin 8 Lummapengarnar brúka tey ul biograf, konsertir, góðgæti og onkur roykir. Øll onnur í samfelagnum brúka pengar til slíkt og tað ber als ikki til at taka henda sjálvsagda rætt frá teimum sinnissjúku. ONGAN AVLOYSARA - ONGA YVIRTIÐ Skerda jåttanin er longu farin at virka. Á hvítu- sunnu fór ein sjúklingur út á bygd at vitja familju. Hetta bar bert til, ti fam- iljan rindaði ferðina. Men sparingarnar á Landssjúkrahúsinum fara eisini á annan, minni, hátt at veruna á deildunum Frítíðaravloysarar fáast ikki og oll yvirtíð skal frí- gangast. Goidið verður ikki fyri yvirtímar. Færri og ikki åvirka til- psykiatrisku Rakar Si viðgerðina starvsfólk, ikki minni arbeiði. Neyðugt verður ti at lata aftur Deild 1 í tveir mán- aðir í summar. Teir 18 sjúklingarnir verða anun sendir heim ella fluttir á hinar deildirnar. Nútíðarviðgerðin krev- ur, at starvsfólkini eru væl fyri, hava stundir og orku at geva sjúklinginum nógv. Ber hetta ikki til, svara nakrir sjúklingar við at gera meira vart við seg. Aðrir loka seg inni, gerast apatisk. Tey fáa tað verri. men FÓTBÓLTUR OG DANSUR Fótbóltsdysturin á vøllinum við Læraraskul- an i kvøld byrjar kl. 19.00. Hann er millun poliukarar og starvsfólk á gras- Landssjúkrahúsinum. Spælt verður hálvan tíma hvønn vegin. Sverri Trond Í Fuglafirði Í kveld kl. 20.30 fer Magnificat hjá Bach at ljóma í vøkru kirkjuni í Fuglafirði. Havnarkórið og tónleik- arar úr Føroya Symfoni- orkestri fara at endurtaka framførsluna, sum 400 fólk hoyrdu í Norður- landahúsinum hvítusunnu- A — Tjaldið á Hovsdali Kvinnukórið hjá Havn- arkórinum fer eisini at syngja A Cappella hjá Verdi. Harafturat fara donsku sangararnir Else Paaske og Lars Thodberg Bertelsen at syngja kirkjutónleik hjá Bach og Weyse. Undir- spælið hjá teimum hevur Anne Maric Fogh. Fundirnir halda fram hetta vikuskifuið. Leygardagin útifundur í Vági kl. 16.00. Evangeliskt mør kl. 20.00. Sunnudagin kl. 16.00 útifundur á Tvgroyri. Evangeliskt meti kl. 20.00 við luttøku úr Soli Deo Gloria og ødrum. Tøkk Qllum tykkum, sum við gåvum, blómum, fjarritum og sum á annan hátt mintust meg á 80 ára degnum, takki eg hjartaliga. Rosa Kjærbech —8i— Stór konsert FOLTKARNAR OG SAR VSFOLK 4 Síða 19 LANDSSJÓKRAHSINUM VO VERÐUR 4 Vuuum VID V 2 199 AC N 8- 218 Í KOSINAÐUR. KR 40 - is) Í Aa ny ) þf EGL VERÐUR í VETSL UKÓLUN! A LANDSSJÚKRA HUS NUM | BELØB fs 2202 KOSINAÐUR: KR 507 FÅ — Ps - —AGOÐIN ÆR Til. TRINNA SOSU? Plakatin hongur nógva ÚTFERÐIR og SJÚKUNGUM staðni í Havnini. Sjúkling HJ PBEYKIATE:SKUM arnir á psykiatrisku deildunum hava sjálvir litað tær Hansen hevur åtikid sær stóru ábyrgdina at byta fri- spørkini og innkøstini javnt millum partarnar. Og fyri at offsidefellurnar hjá báðum skulu eydnast hverja ferð, eru linjuverj- arnir inhabilir. Marita Petersen umsitur po sidulinjuna og ta skerdu hava Haliur Heinesen og Jens Johnsen efurluð við. Stórskemtarin Hilmar Jan Hansen er biðin um á vera fráspgumaður Átlgongumerkið kostar 50,00 kr. Um kveldið, ki. 22.00 - 02.00, spælir Black Birds ul almennan dans í Veitsl- uhøllini á Landssjúkrahús- inum. Har eru borð, fólk HUSKU kunnu sita við, tá tey ikki dansa. Og smurt breyð verður ul sølu. Grikkaland Drakmur VALUTAKURSIR USA Dollari .. Bretland Pund ... V-7yskland Markur . Svoríki Króna Noreg Króna .. Frakland Frankur . Belgía Frankur . Sveits Frankur . Holland Gyllin ... Italia Liri ..... Finnland Markur Ísland Króna .. Eysturríki — Skillingur Spania Pesetas . Portugal Escudos Kanada Dollari .. Japan Yen .... Írland Pund ... Kelda: Føroya Sparikassi Atgongumerkið til dans- in kostar eisini 50,00 kr. Allar inntøkur fara Oskerdar ul sjúklingarnar á psykiatrisku deildunum Oskerdar, tí alt arbeiðið í sambandi við tiltakið er sjálvboðið eins og utgerð og annað er fingið fyri onk:, so Sum hátalarar til dysuin og blómur at prýða Veitsluhøllin Umle:d hálví irað slarvstoik á Lan KTå húsinum hava verið við í tyrireikiigunum ey vóna sjálvandi, und: skan verður góð Onnur slík i eru ikki ætiað. Mei ngur væl í kveld, so kanska fólk fáa hug at halda fram, siga fyrireikararnu hd 76 síðsta mán. 645 45 645 65 1088,00 1085,75 380,88 381,29 105,43 105,48 99,10 99,21 113,06 113 18,520 18,527 448,80 453? 0,5180 0,5185 162,59 162 6( 10,70 10,70 54,135 54 200 6,158 6,142 4,3450 4,3400 551,85 548,70 4,2280 4,2375 1021,00 1021,60 3,8900 3,8900