leygardagur 9. juni 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| tíðindablaðið
Tey ungu slept
uppá fjall!
Í gjár var seinasti skúladagur hjá
teimum mongu, sum hava gingið í 10.
flokki. Summi fara víðari til hægri
skúla, meðan onnur eru leidd og kedd
av skúlanum og vilja ti heldur fara
út í arbeiðslívið.
HETTA hendur um somu tid, sum
nógv verður tosað um krepputidir.
Skip verða løgd, virki stongja og
arbeiðsloysið vindur uppá seg. Lítið
og einki verður tó tosað um tey ungu
og lagnu teirra í hesum krepputíðum !
Er tað ú, at eingin hevur tíð at tosa
um tey ella tímir ongin! Helst bæði
tvey, men serliga man tað vera ein
veruleiki í Føroyum, at tað verður
ikki tosad um støduna og um
komandi trupulleikar hjá teimum
ungu, tí fólk rætt og slæti tíma ikki at
geva sær far um tað. Og tá sagt verður
fólk, so verður her fyrst og fremst
hugsað um okkara politikarar. Hesir,
ið áttu at gingið á odda í almenna
ordaskiftinum, tíma so frægt sum at
stíga fram alment og siga sína ærligu
hugsan um, hvussu samfelagið skal
fyrihaida seg til støðuna hjá ungdómi
okkara í dag. Ella er tað so galið, at
teir hava onga meining um hetta
álvarsmál, hava ongantíð roynt at
gjørt sær eina meining!!!
TAÐ eru mong ung, sum í hesum
døgum fara ut í samfelagið ur 10.
flokki. Fleiri teirra hava valt at fara
víðari innan skúlagátt - á studenta-
skúla, HF, handilsskúla og annan
skúla. Men eftirspurningurin er vorð-
in so stórur, at verri enn so øll, sum
vilja fara henda vegin, sleppa inn.
Tey mugu so til at hyggja sær eftir
læruplássum ella vanligum arbeiði -
saman við teimum mongu, sum longu
hava gjørt av at kvitta við skúlan, nú
10. flokkur er lokin.
VIT vita tað, men eingin tosar um
tað, at tað eru fá ella so gott sum eingi
lærupláss til øll hesi ungu fólk, og
vanligt arbeiði er so slettis ikki at
finna. Tvs. at lagnan hjá einum hópi
av ungum fólki er óviss. Og ein setir
sær spurningin, um tað veruliga er so
galið, at tey ungu verða noydd at ríma
av landinum med alla!
NU er tað kanska ikki so sjáldsamt, at
ung, sum fara úr 10. flokki, ikki vita,
hvat tey skulu fyritaka sær restina av
lívinum, men sum stødan er i dag,
tykist sum mong av teimum her
stoyta høvdid móti einum múri. Tey
stara inn í myrkursins óvissu. Har
fyrr var arbeiði, har læruplássini vóru
í hópatali, har eingir trupulleikar vóru
at koma inn á skúla, har er nú
eiðasert.
NÚ er summar í hondum. og tey ungu
vilja sjálvandi sleppa at njóta
frítíðina aftaná 10 ár á skúlabonki.
Mong teirra hava ú heldur ikki givið
sær far um tann veruleikan, sum bíðar
Abyrgdarbiaðstjór: Jan Miller
Fyritaksstjór:: Kristjan Dahi
Ljosmyndar: Kalmar Lindenskov
eftir teimum, tá sólin er farin i kav og
heystið aftur nærkast. Fyrr var tað so,
at tey tóku eitt sabattár, har tey
tókust við okkurt fyrifallandi
arbeiði. Nú er einki tílíkt longur, og
tí er spurningurin bæði tey og vit øll
eiga at seta: hvat kann gerast fyri at
bøta um støðuna!
TAÐ finnast sum vera man eingi
hagtøl yvir, hvussu mong ung nú fara
út í arbeiðsloysi ella ikki fara at
sleppa inn á hægri skúla. Heldur ikki
vita vit, hvussu mong lærupláss ella
vanlig arbeiði finnast her á landi til
hesi mongu ungu. Tað merkir, at vit í
veruleikanum onga føling hava av,
hvussu stødan hjá ungdóminum er, nú
hann gevst við sitt 10. skúlaár, sum er
eitt sera týdningarmikið vegamót hjá
teimum ungu. Tá skulu tey fyri fyrstu
ferð sjálvi sunga út í kortið framtíð
og harvið framtíðar lagnu sína.
SJÁLVANDI áttu bæði politikarar,
skúlaumsiting og vinnulív alla tíðina
at fylgt við, hvussu stødan er hjá
teimum ungu, sum skulu í hægri
skúla ella út í vinnulívið. Aðrataðni
hava tey vegleiðarar, har hava tey
hagtøl og har vísa tey hesum
tydningarmikla målinum:
møguleikunum hjá teimum ungu
aftaná 10. flokk, alstóran áhuga. Vit,
tvs. serstakliga okkara politikarar,
vísa eina syrgiliga líkasælu mótvegis
øllum hesum problemstillinginum.
HVUSSU álvarslig stødan er hjá
hesum ungu og harvið samfelagnum
øllum hoyrdu vit herfyri, tá leiðarin á
Blaðfólk Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith Prent:
Utgevari Pí Sosialurin
Uppseting P/f Sosishæin
Pit Pressan 1981
sosialu deildini í høvudsstadnum
greiddi frá, at fleiri og fleiri komu til
teirra at biðja um forsorgarhjálp, tí tey
einki arbeiði, einki lærupláss ella
skúlapláss høvdu. Og av hesum vóru
tey flestu heilt ung, sum vóru farin úr
skúlanum beinleiðis út í vinnuloysi.
Tað má so sanniliga sigast at vera eitt
óhugnaligt framtíðar perspektiv hetta
land okkara hevur at bjóða ungdóm-
inum At vita sær, at stórur partur av
teimum ungu, sum í dag fara úr
skúlanum, skulu leita sær inn á teir
sosialu hjålparstovnarnar at biðja um
forsorgarhjålp, åtti at givid okkum
nakad at hugsa um.
NÓGV kann vera sagt og skrivað um
støduna í Føroyum i dag, hví hon er
so, hvør hevur ábyrgdina osfr. Tað er
so lætt at geva hinum skyldina fyri
allar trupulleikarnar. Og hetta er tað
vit gera, serliga okkara politikarar. Í
staðin fyri at koma við itøkilgum
uppskotum, sum miðja ímóti at loysa
trupulleikarnar, so brúka teir tíð sína
til at geva hvørjum ødrum skyldina
"Góða mamma tað var ikki eg,
dreingirnir teir fýrdu meg......" Teir
kunnu siga, hvat teir vilja. Men eitt er
so vist: okkara samfelag kann ikki,
hvorki nú ella í framtíðini liva við, at
okkara ungdómur verður sleptur uppá
fjall.
AT búskaparligir trupulleikar eru
atvoldin ul, at lítið og einki arbeiði
er at fáa er so eitt, og nakað, sum vit
øll verða noydd at góðtaka, men
harfyri verður ikki sagt, at vit skulu
geva skarvin yvir. Men vit góðtaka
Telefon: 11820
Bústaður: Argjavegur 26 | Postadressa: Postsmoga 76
| 110 Tórshavn
Argir
| Telefax 1720
ikki ta fullkomnu likasælu, sum ser-
liga føroyskir politikarar í dag vísa
okkara ungdómi. Teir hava bidid
fólkið velja seg at stýra hesum landi
trygt inn í framtíðina. Hesum mugu
teir taka fulla ábyrgd av. Brótið upp
um armar og vísið hesum stóra parti
av føroyingum stórri áhuga og ans.
AT havast at teimum ungu fyri dov-
inskap ol. er tykkum til lítlan sóma.
Tað er í hvussu er ikki uppvaksandi
ættarliðið av føroyingum, sum hevur
ábyrgdina av tí stóðu, sum landið er í
í dag. Tey ungu hava uppborið, at
samfelag okkara, og tá serliga polit-
ikararnir, vísa teimum stórri
ans. Dagurin í gjár, tá tey ungu fóru
úr 10. flokki, kundi kanska verið ein
áminning til tykkum um at vísa
hesum stóra og týdningarmikla bólki
av føroyingum størri ans.
jamii