týsdagur 12. juni 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
i
;
;
Nr. 89 — 12. juni 1990
nátúrreligiónir.
Tey liva í ævigum ótta
fyri teimum illu andunum.
Fátæk eru tey og lá tey so
haraftrat skulu til at ofra
nakað av tí besta tey eiga,
so Sigur tað seg sjálvt, at
stødan er ikki góð hjá
hesum fólkum sigur Óluva
víðari.
Hon heldur tað ikki vera
rætt at trýsta okkara ment-
an inn á tey, men harfyri
heldur hon tað vera rætt
at boða evangelii fyri
hesum fólkum fyri á tann
hátt at kunna skapa
teimum betri
liviumstødur. Sum stødan
er so hugsa tey so nógv
um lív aftaná núverandi
jarðarlívið, at tey koma
sær ikki burtur úr neyðini
við egnari hjálp.
Hvussu mong kristin
eru tá í hesum stóra
landinum við meira enn
110 mill. íbúgvum!
Óluva Laksá heldur tað
vera niðanfyri 1%, sum
eru kristin. Hetta kann
sýnast at vera lítið, men
tað er sera torført at boða
kristindómin í einum
landi, har islam hevur
fingið fótafesti.
Í samkomuni har Óluva
hevur virkað eru 7400
fólk. Øll eru tey santalar.
Hetta er ein av teimum 20
stammunum í Bangla
Desh. Hgvuðsfólkið er
bengalar.
Hombrom bispur og konan avmyndað uppi í KFUK
Stórur munur er
stammunum. Óluva sigu
seg dáma so væl santalar,
ti teir eru so gott fólk.
-Teir hava so gott lyndi.
Eru góðir og positivir,
smíla og flenna. Hetta eru
eginleikar eg meti høgt,
og sum santalfólkið eisini
hevur framum aðrar
stammur í Bangla Desh.
Vit spurdu Oluvu hvat
er størsti trupulleikin hjá
einum landi sum Bagla
Desh:
-Tað er fólkavgksturin.
Hesi seinastu 20 árini er
íbúgvaratalið vaksið við
40 mill. upp í 110 mill.
Ringt er at breydføda øll
hesi menniskju, hóast
rísmarkirnar eru nógvar
og stórar.
Familjuplanlegging
soleiðis sum vit kenna tað
er torfør í einum islam-
iskum landi.
Haraftat kemur, at
landið oftani verður rakt
av náttúruvanlukkum og
serliga er tað vatnflóð,
sum ger um seg.
Hombrom bispur sigur
í hesum sambandi, at tey
fáa nógva hjálp úr útheim-
inum, og tað eru teir
takksamir fyri.
Hvat hesi hjálp annars
viðvíkur so sigur Óluva, at
tíanverri endar hon í;
ein stóran part
lummunum hjá teimum,
sum hava ríkiliga nokk
frammanundan. Tað vísir
seg €ISInI, al munurin
millum rík og fátæk í
Bangla Desh er sera stórur
og bara økist.
Óluva Laksá heldur
annars, at peningurin, sum
m.a. føroyingar so trúliga
hava laitð til arbeiðið hjá
santalmissiónini, ið hon
arbeiðir fyri, ikki er latin
til fánýtis. Tvørturim6t
eru teir við til at halda lív í
og menna manga santal-
familjuna. ;
Såttmålin hjå Oluvu
gongur út um tvey ár. Hon
hevur enn ikki avgjørt, um
hon fer at halda fram.
Men tá vera tað so 25 ár
síðani hon sum
einsamallur føroyingur fór
til Bangla Desh at boða
kristnu trúnna og at hjálpa
fátækum og neydstøddum
fólki har.
Óluva sigur at enda, at
hetta hava verið nøkur
áhugaverd og lærurík ár.
-Fyri meg hevur tað
havt nógv at siga at hava
kunnað boðað evangeliið í
hesum stóra landi, men
tað hevur so eisini verið
ein lærurík tíð fyri meg
sjálva at kunna liva lið um
lið við tí so fryntliga og
góða santalfólkinum, ið
minnir ikki sért um
føroyingar í mangar mátar
gur Óluva at en
Óluva Laksá, sum hevur starvast sum trúboðari
í Bangla Desh í 23 ár
Gjørt verður vart við, at teir morgnar har
Norrona… Churchill
eru á Havnini, t.v.s.
mánamorgun, mikumorgun og
friggjamorgun
verður siglt av Drelnesi kl. 06.30 og
lagt verður at á brimgarðshavdanum.
Strandfaraskip
Landsins
men ikki við
Menningarstovan er
farin undir at skráseta
øll føroysk virki og í
hesum sambandi hava
virkini fingid spurnar-
blad frå Menningar-
stovuni.
Ein av spurning-
unum, sum skulu
svarast er hvat ar-
beiðsgevaratal vid-
komandi virki hevur.
Hetta tal verður van-
liga kallað A-talið.
A-talið verður brúkt
í samband við út-
gjalding av lénum og
hetta sama A-tal nýtir
Líkingarráðið eisini í
samband við skatting
av virkjunum.
I hesujm sambandi
hevur okkurt virki
vent sær til blaðið og
spyr um A-tali hjá
virkjum ikki er nakað
tað sama sum P-tali
hjá fólki, og um hetta
tí kann nýtast til skrá-
seting, sum ætlanin nú
er.
Vit hava sett
Halgeri W. Poulsen,
formanni i
skråsetingareftirlit-
inum Spurningin.
Hann sigur, at i
lógini verður bert P-
talið umtalað og
hevur
skráseungarnevndin ti
ongantíð viðgjert
spurningar
viðvíkjandi A-
talinum. Hann heldur
tí einki vera til
hindurs fyri at A-talið
kann nýtast sum æla-
nin nú er.
A-talið er sum skilst
ikki ein so eymur
spurningur sum hitt
nógv umtalaða P-
talið, og har er gamla
reglan ikki galdandi
um, at hevur tú fyrst
sagt A mást tú eisini
siga P...
tór.-