Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 89 — 12. juni 1990 S íða 18 Tvær gávur í part Bæði liðini kundu havt avgjórt dystin, men javnleikur var í lagi í einum dysti, IL F sum nakað av ferð kom á í seinna hálvleiki HB-KÍ 2-2 (1-2) 1-0: sjálvmál (14. min.) 1-1: Kurt Mørkøre (40. min.) 2-1: Kurt Mørkøre (43. min.) 2-2: Uni Arge (53. min.) HB og KÍ... tað skuldi borgað fyri góðsku. Men gakk. Allan fyrra hálvleik keddu vit okkum. Ikki tí, leikararnir vildu kanska gjarna, men teir megnaðu tað ikki. KÍ legði hart út og var naskt í HB-málteiginum fyrstu minuttirnar, men einki kom burturúr. Onk- untíð var tað um reppi, men tí spenninginum syrgdi Kaj Leo Johanne- sen fyri: hann misti ferð eftir ferð lættar bóltar niðurfyri, so Kl fekk eykamgguleikar forerandi, meðan HB-málverjin lá og grulvaði eftir bóluinum. HB átti midvøllin, men... Við og við fekk HB takið á midvøllinum, men með- an tað var lætt at spæla seg igjøgnum KI-mið- vøllin, so spældi HB seg ikki til nakran veruligan møguleika. Rói Arting og Oddbjørn Joensen vístu bert í løtum síni evni og smaskiftið við álopið og síðurnar haltaði álvarsliga. Eitt sjálvmál gav HB- leiðsluna, tá KI ikki fær HB-fríspark burtur. 2x Kurt KÍ, sum hevði Bein Poulsen á miðvgllinum, var ikki serliga sannfør- andi. Klaksvíkingarnir løgdu seg kortini framum beint fyri hálvleik, - hvørki av málunum var eftir uppspæl. HB fær ikki hornaspark burtur, Olgar Danielsen legur bólutin tvørturvid aftur málinum ul Kurt Mørkøre við handastu stong, ið bara skal nerta við bóluin fyri at fáa hann innum. Aftur ein forering Og løtuna eftir forerir HB- verjan eitt mál aftrat. Ein fullmannað HB-verja við fullum tamarhaldi á bólt- inum, sendir hann fyri føturnar á Kl-leikara, ið sendir Kurt Mørkøre av stað. Og Jóannes Jakobsen velur - púra burturvið off side-loysnina, men ein verjuleikari 'hongur', og so kann Kurt Mørkøre baka eitt mál burturúr ongum. Ídnir HB-framherjar Í seinna hálvleiki kom lukkutíð nakað av ferð yvir dystin. % rúgvi Poul- sen kom inn á KÍ-mið- vøllin fyri Bein Poulsen, ið skilliga hevði sam- skiftistrupulleikar, og á HB-liðnum sást tú Una Arge arbeiða nógv meira konstruktivt saman við miðvgllinum aftanfyri ein lika so ótroyttiligan Una Arge. KI-6løgi So hóast bert eitt mål kom, so var hesin hálv- leikurin meira ferðmikil og undirhaldandi, háost spælið ikki varð stórt betri. Eftir brølaran beint fyri hálvleik mundi HB verðið sent út í myrkrið, tá bert sjey minuttir vóru leikur. Men KI-bumbing í málteiginum endaði við, at skot var panikk- parerað, Kurt Mørkøre- stút rakti karmin og Jógvan Jacobsen endaði við at drøna bóltin á stongina. Møguleikar, men eingin avgerð I staðin skoraði HB løtuna eftir. Eingin vandi á ferð, men Gunnar Mohr tekur bóluin av Harley Berthold- sen bakstrikuni, fer fram- Gunnar Mohr (hægstur á myndini) og Uni Arge vóru ein stóðug hóttan ímóti KÍ-verjuni, sum her er umboðað av Bjarne Olsen Mynd: ingi við honum og sendir neyva avlevering ul ein kroystan Una Arge, ið fær skorað. Eitt gott mál, sum bestu HB-leikararnir stóðu fyri. Hvørki av liðunum var nøgt við annað sugið og bæði høvdu møguleika a gera dystin av. Rói Árting leggur neyva avlevering tvørturum målteigin, men Uni Arge stútar niðurí... og uppum, og í hinum endanum sendi Kurt Mørkøre bóltin uppum opið mál eftir eitt nýtt Kaj Leo Johannesen-drop. Jú, nakað var at uppliva í seinna hálvleiki, men langt frá so mikið, sum leikaratilfarið hjá liðunum lovar. Og tað er spell. Owh Gøtumenn i fremstu rød GÍ vann á einum B 71-liði, ið er i kreppu. Og kreppan tykist vera meira umfatandi enn bara vantandi skoring B 71-GI 0-2 (0-2) 0-1: Magni Jarnskor (7. min.) Q-2: Jóan Petur Olsen (43 min.) Kreppan í B 71 stendur við. Í hvussu er taptu sandingarnir 2-0 á heima- velli, tá gøtumenn vitjaðu. GI, sum hevði sett tann offensiva Paula Jarnskor á beinkin til frama fyri tann defensiva Erland Tvør- foss, legði varisliga út og lótu vertirnar um at skapa dystin. Mál beinanvegin Nógv ferð var á spælinum í fyrra hálvleiki, sum var rættiliga javnur, og sum í løtum hevði heilt gott spæl at sýna fram. Møgu- leikar vóru í báðum end- um, uttan at nakar kortini kann kallast upplagdur. Gøtumenn skoraðu tíð- liga í dystinum, tá Símun Petur Zachariassen við høvdinum longdi eitt Pól Enok Hansen-innkast til Magna Jarskor, ið stóð púra blankur við handastu stong; hann hevði einki annað í at velja enn at senda bóluin í neuð við einum hálvfluktara. B 71-tryst og GI-mål Magni Jamskor var um at verda leysur eina ferd aftrat, men var steðgaður vid eini takling nidur å lærið, ið hann vildi hava brotsspark fyri, men dóm- arin - Birgir Sondum, ið kom væl frá uppgávuni - lat floytuna tuga. Hálvleikurin endaði við B 71-trysti og GI-måli. Gøtumenn kontra, spæla bóltin uppum B 71- verjuna, har Jóan Petur Olsen kemur til (B 71 vil hava frispark fyri skump ímóu Ib Mohr Olsen) og skorar ímóti einum pass- ivum Wiezcek Zakrew- skij. Spæl til eitt mål og kontra Gøtumenn vóru sum vera man nøgdir og varlu at verja meginpartin av seinna hálvleiki og fáa sær andarhald í skjótum kontra-álopum, sum væl kundu givið okkurt málið Framhald á síðu 14 — stórt salatborð. | Et so nógv tú orkar fyri 98, | TORS CAFÉ Hósdag — friggjadag — leygardag 3 sløg av kjøtverdåum — bakað epli og sós = H+ & Á Ss