Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— AA Nr. 91 — 14. juni 1990 Rúsdrekkalógin skal hroytast -siga útvið 80% av gllum teimum, sum Sosialurin hevur spurt. Sosialurin hevur spurt 542 fólk úr øllum landinum hvat tey halda um rúsdrekkalógina. Skulu vit taka samanum hvat tey 542 føroyingarnir Sosialurin hevur spurt, halda um rúsdrekkalógina er svarið, at fólk halda, at hon eigur at verða broytt. Tå ikki soleiðis, at vit fáa fria rúsdrekkasglu. Nógv tey flestu halda, at hotell 'g gistingarhús skulu hava IOYVI al skeinkja VIN Og aftur við matinum. I neiriluti av Ul einkarsølu av rusdrekka 542 SPURD Sosialurin setti 54 kring alt landid fyra spur ningar. Til spurningin um fólk eru nøgd við verandi skipan svaraðu 75,8% nei Her var lítil munur á svarunum hjá kvinnum og monnum. Munurin var stórri tá vit spurdu um vit eiga at hava fría rús- drekkasølu. Her svaraðu 63,6% nei. Av teimum kvinnum, sum vóru spurdar svaraðu 67,3% nei og av monnunum svaraðu 59% nei. Spurd um hotell og gistingarhús skulu hava loyvi at skeinkja vín og gl aftur við matinum svaraðu 79% ja. Her vóru menn og kvinnur rættiliga samd Meira Osand vóru menn og kvinnur tá spurt var um almenna risdrekkasølu Samanlagt svaraðu 54,6 - ja. Av kvinnunum svaraðu 4/% ja og 64 al monnunum. 3 fólki Z TOIKI MILLUMLOYSN Við ødrum orðum sigur kanningin, sum sjálvand skal takast við ávísum fyrivarni hóast 542 fólk úr øllum Føroyum eru spurd at fólk ynskja at nú- galdandi rúsdrekkalóg verður broytt. Hinvegin ynskja tey ikki fría rús- drekkasølu, men eitthvert harímillum. FYRIREIKAR UPPSKOT Marita Petersen, løg- tingskvinna fyri Javnad- arflokkin hevðu áður boðað frá, at hon hevur í hyggja at koma við einum uppskoti til broyting av rúsdrekkalógini. Ella eini heilt nýggjari rúsdrekka- lóg. Tá tað frættist, at landsstýrið var farið undir at fyrireika uppskot at broyta rúsdrekkalógina steðgaði Marita á við sínum ætlanum, men eftir at tað tykist meira ógreitt um landsstýrið yvirhøvur kemur við einum upp- skotið, hevur Marita Petersen gjørt av, at hon fer at leggja uppskot um broyting av rúsdrekka- lógini fram á Olavsøku. Møguliga saman við gørum. Vit spurdu Maritu Pet- ersen um úrslitið av kanningini sigur henni nakað. Hon heldur, at tå triggir fjórðingar av øllum teim- um spurdu siga seg vera ónggdan við núgaldandi lóg átti tað at sagt politi- karunum so mikið, at okkurt má gerast við at endurskoða lógina. Hon sigur seg vera rættiliga samd við tað meirilitin av teimum spurdu sigur, og kann ein tí hugsa sær, at uppskotið hjá Maritu fer at líkjast hesum nakað. Marita Petersen sigur tó, at hóast næstan 80% vilja loyva gistingarhúsum at skeinkja vín og gl aftur við matinum er hetta ikki nógmikið at broyta lógina. -Ég eri fyri, at gisting- arhúsini fáa tílíkan rætt, men hetta loysir í sær sjálvum ikki trupulleik- arnar. Allur rúsdrekka- spurningurin eigur at verða vidgjørdur, sigur løgtingskvinnan sum sigur seg vera fyri almennari rusdrekkasølu sum hevur einkarrætt til allan inn flutning av rúsdrekka MUGU FAA LOGLIG VIDURSKIFTI Jåkup Lindenskov, løg- ungsmaður hevur eisini virka fyri at fáa broytt núgaldandi rúsdrekkalóg Tað gjørdi hann millum tå 1ann sat sum landsstýris maður í almannamálum. Hansara viðmerking til útrslitið av kanningini er, at hann er rættiliga samdur við tað meirilutuin av teim- um spurðu sigur. Hann leggur aftrat, at var hann spurdur, hevdi hann eisini svara ja til spurningin um at broyta lógina og nei til fría rúsdrekkasglu. Hann hevði eisini svara ja ul at loyva gistingarhúsum at skeinkja aftur við mat- inum, men verður hetta loyvi givið, eigur tað at vera eftir nærri ásettum reglum. At halda fram við núverandi skipan kunnu Síða 3 vit ikki liva við. Vit mugu fáa lóglig viðurskifti á økinum, sigur Jákup Lin- dneskov. Jákup Lindneskov er eisini fyri, at tað almenna stendur fyri øllum inn- flutningi og allari sølu av rúsdrekka. tór.- Modellf I Mynd Kalmar Enn standa gløsini tóm Men verður rúsdrekka- lógin broytt soleiðis sum flestu fólk ynskja, kann roknast við, at tey einaferð fara at fyllast við ti, sum nú er bannað Mynd:Kalmar