hósdagur 14. juni 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 14. juni 1990
Umhvørvisverndar felag.
Hann vísir her á nakrar av teimum mongu vandum og
hóttanum, føroyska umhvørvinum eru fyri - men fegnast
samstundis um at fóroyingar nú eru farnir at taka hesar
vandar í álvara
Eg fari at siga eitt sindur um, hvat Før-
oya Náttúru- og Umhvervisverndarfe-
lag hevur sett sær fyri at arbeiða við,
fortreytir fyri, at felagið varð stovnað,
hevuðsmálini, sum frammi hava verið,
og nakað um framtíðarætlanir.
Feroya Náttúru- og Umhvervis-
verndarfelag — vanliga stytt F.N.U. —
varð stovnað Grækarismessudag 1980,
so tað hevur 10 ár á baki.
F.N.U. hevur til fremstu endamál:
at varðveita og verja náttúruna og um-
hvervið, ásannandi, at eitt samfelag av
plantum, djórum og menniskjum sam-
an við sínum lívrunna og ólívrunna um-
hvervi er fortreytin fyri ellum lívi á
jerðini.
Fyri at skilja fortreytirnar, fara vit
aftur til 1973, tá oljuprísurin fleirfald-
aðist, og oljukreppan tók seg upp. Tað
førdi stórar rembingar við sær. Leitað
varð eftir eðrum orkukeldum enn olj-
uni.
Fleiri vatnorkuætlanir vóru frammi í
Føroyum. Serliga vóru tað ætlanir við
Eiðisvatn og Fjallavatn, sum komu til
umreðu. Spurnartekin varð sett, um
rætt var við hesum ætlanum. Orku-
stevna varð hildin, og víst varð á, at
vatnorkan bert kundi nøkta ein lítlan
part av orkutervinum. Vatnorkuverk-
ini góvu okkum tá 3 prosent av saml-
aðu orkunýtsluni.
Ein arbeiðsbólkur gjerdi árinskann-
ingar, og úr hesum arbeiðsbólki kom
ætlanin at stovna Feroya Náttúru- og
Umhvervisverndarfelag, F.N.U.
Tað var sostatt náttúrligt, at F.N.U.
ta fyrstu tíðina legði seg út í kjakið um
útbygging av Eiðisverkinum. Fram
kom, at væl bar til at byggja hægri
uppi, so meiri orka fekst, sjálvt um
vatnmongdin var minni. Harvið bleiv
árinið á umhvervið eisini minni.
Eiðisverkið varð útbygt eftir upp-
runaligu ætlanini, so sjónarmiðini hjá
F.N.U. vunnu ikki frama.
Var alt so til fánýtis? — Vit halda av-
gjørt ikki.
Kjakið fór eisini fram um útbygging
av Fjallavatni. Tað liggur lágt, so stór-
ar vatnmongdir skulu til, fyri at vinna
nakra orku. Tí skuldi ógvuslig byrging
gerast, og alt mýrulendi og slættarnir
fram við vatninum høvdu farið undir
kav.
Saman við lendinum við Eiðisvatn
hevdu vit mist tey áhugaverdastu
mýrulendini, vit eiga í Feroyum, og
harvið mist áhugaverdan part av
plantu- og djóralívinum í Feroyum.
Sárið í Vágoynni hevði verið ógvus-
ligt.
Nógv vatn hevði verið tikið frá
Sjatlá, so útskiftingin av vatninum í
Leitisvatni hevði minkað hættisliga.
Tað eydnaðist at vekja so stóran
áhuga, at Vágafólk sektu um at fáa
Fjallavatn friðað.
1986 viðtók Yvirfridingarnevndin, at
Fjallavatn skuldi friðlýsast.
F.N.U. hevur verið nógv frammi í við-
gerðini av brennisteðunum.
Tá tað snýr seg um dálking, skilja vit
millum tað, sum lýtir, og tað sum er
vandamikið.
Tað, sum lýtir, kann vera plastikk,
sum liggur og rekst, burturkastaðir bil-
ar, fløskur og mangt annað.
Skaðiligt kann vera akkumolatorar,
blýggj, máling, heilivågur, skordýra-
gift sum DDT og annað.
Mangt bæði lýtir og er skaðiligt.
Fleskur brotna, í bilinum er olja,
blýggj, måling og annað.
Sjálvt teð gerast vandamikil, har tað-
að verður meira enn umhvervið tolir.
Ovurtaðing á vetnum og firðum gevur
so ógvusligan vekstur, at alt, sum and-
ar, kevist í oksygentroti.
Brenna vit burturkastið, hvervur tað
ikki, men umskapast. Ein stórur partur
fer út í luftina, tað mesta broytt til kol-
tvíiltu og vatn, men eisini so mangt
annað. Svávul verður bundið at vatni
og regni niður aftur sum svávulsýra, ið
týnir skógir, lívið í vetnum og ger
skaða aðrar vegir. Ymisk evni, eitt nú
"af
Ólk eru farin!
at rakna við
Sjónarmiðið í dag er talan id Óli Mikkelsen helt á
umhvørvisfundinum á Hotel Borg herfyri, har hann greiddi
frá søguni og virkseminum hjá Føroya Náttúru- og
ymisk plastevni, gera dioxinir, sum eru
eitrandi.
Við tí ógvusliga ektu orkunýtslu, vit
hava, har nógv olja verður nýtt, økist
mongdin av koltvíiltu í luftini, so
vakstrarhúsárinið broytist. Hitin á
jørdini økist og veðurlagið broytist.
Tá brent er, hava vit eskuna eftir, og
har kann mangt skaðiligt vera í, kik-
silvur, kadmium, blýggj og annað.
Vit eiga at minka um tað, sum fer á
brennisteðirnar, og fáa so nógv sum til
ber aftur í natúrliga ringrás.
Endurnýtslustevna varð hildin í
februar 1987. Dentur varð lagdur á at
skilja burturkastið. Tá verður so nógv,
ið kann nýtast aftur. Eingin grund er at
beina fyri fleskum. Pappír kann nýtast
aftur. Lívrunnin evni kunnu fara til feði
hjá dýrum, ella goymast, so tey verða
mold aftur. — Sjálvt plastevni kann
endurnýtast.
Tað eru nógv onnur dálkingar- og
friðingarmál, F.N.U. hevur roynt at
ávirkað, eitt nú friðing av svartfugli,
atomreaktorin í Dounreay, og oljudálk-
ing. — Seinasta fiskastykkið á Tveroyri
er vorðið friðað. — Smá mál hava eisini
týdning.
F.N.U. ætlar framyvir at hava enda-
málið fyri eyga: at varðveita og verja
náttúruna og umhvervið.
Vit vilja stuðla eftir førimuni og orku.
Í figgjarorku megna vit ikki nógv,
hava limagjaldið at arbeiða við. Styrkin
má koma aðrar vegir.
Stuðla nóg nógv arbeiðinum við um-
hvervisspurningum, rakna politikarar-
nir við, og so kann okkurt fáast á
skaftið.
Heildarætlan fyri allar Feroyar ar-
beiða vit við. Bygdaplanir eru vanligir
og óivað ein hjálp. Meginparturin av
Feroyum er uttanfyri hesar bygdaplan-
ir. Alt eigur at samskipast. Ætlað verð-
ur um, hvat skal nýtast til dyrkilendi,
——
—— A
nýggj havnaleg, byggilendi til sethús
og idnad. Hvar eiga tyrvingarplássini
at vera. Hvar er best at hava flogvøll?
Hvørji sterri eki skulu friðast burtur-
av, og hvat skulu vit verja í ti smáa.
Rekt av daláum og getum hava vit
áður arbeitt við, og taka vit henda tátt
uppaftur. Har velt verður, eru áirnar
ikki at kenna aftur. Geturnar eru burt-
ur ella ógongdar fyri stikum. — Hósk-
andi geil eigur at vera gjørd gjøgnum
dalarnar, og gongt má vera eftir getun-
um.
Ferðamannavinnuni ætla vit sam-
starva við. Vit unna øllum at síggja
okkara prúða land, men ansast má eftir
eggja- og fuglatjóvum, og teimum, sum
gera skaða á annan hátt.
Skelkað vórðu vit upp undir seinasta
val, tá innslag til tunnil undir Vest-
mannasund varð sett í gongd. Hetta
hendi á áður friðaðum eki, men vísti seg
nú, at yvirfriðingarnevndin hevði givið
loyvi til arbeiðið.
Vit mótmæla hesum.
Ein friðlýsing má hava ávíst virði, '
vera galdandi í ávíst áramál ella styrkj-
ast á annan hátt. Ber til at avtaka eina
friðlýsing í eini handavend, er hon einki
verd. Skal Fjallavatn rúka upp undir
næsta val? Slíkt ber ikki til.
Samanumtikið vil eg siga, at fólk
flest eru við at fáa eyga á, at um-
hvervismál skulu takast í álvara. Teir
ráðandi halda umhvervisstevnur í heil-
um.
Tað tykist, at allir vita so væl, hvat
hini skulu gera.
Ger umhvervisárið, at vend kemur í,
so hvert land, hver fyritøka og hver
einstakur minkar um dálkingina, so eru
vit komin á rætta kós.
Óli Mikkelsen