fríggjadagur 15. juni 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Scansat/TV 3
Susanne Teilmann
á . .
TV3-tidindi
Tann 1. juli byrjar Susanne Teilmann
sum programmstjóri hjá TV3. Susanne
Teilmann er donsk, hon er 39 ár, og hevur
starvast i líknandi starvi hjá Esselte
Television A/S. Hon hevur fingist við
sjónvarpsarbeiði síðani 1985.
Fríggjadagin kl. 17.30:
Grannarnir
Rosemary sannferir Helen og Madge um
at royna at broyta tilveru teirra og hugs-
an meira um seg sjálvan enn um familj-
una. Men úrslitið verður ikki, sum hon
hevði hugsað sær.
Fríggjadagin kl. 18.00:
M.A.S.H.
Dr. Borelli, medisinskur ráðgevi, kemur
til leguna, og Hawkeye og hann hata
hvenn frá fyrstu letu. Hawkeye dámar
ikki, at hin veit so nógv, og tá ið ein
veitsla verður fyrireikað í sambandi við
fødingardagin hjá Hawkeye, heldur hann
tad vera ovbodid. Hann meldar seg til
teir sjålvbodnu og fer at hjålpa einum
lækna vid arbeidinum, ti hann er særdur.
Friggjadagin kl. 18.30:
i Afrika
Dyrini
Joan Embarry
im. sendirød um djóralivið í Afrika. Tad
er Joan Embery, sum er vertur i sending-
in
Friggjadagin kl. 20.00:
Diskutabelt
Evnið hesaferð er hash. Tað er Robert
Aschberg, sum er vertur i sendingini,
sum snýr seg um hash — bæði fyri og
ímóti.
Fríggjadagin kl. 21.00:
Barn okkara
er burturi
Enskur filmur frá 1983.
Tann 11 ára gamla Rachel er horvin, og
tað einasta, løgreglan finnur, er súkklan
hjá henni, sum liggur við vegjaðaran.
Mamma Rachel er sannførd um at dótt-
irin er deyå, men hesum vil påpin ikki
trúgva. Hann ger av, at dóttirin skal
finnast, kosta hvat tað vil, og hann fer
leita millum brotsmenn, skjøkjur og
religiøsar sektir. Hann er visur i, at onku-
stadni fer hann at finna hana.
Leygardagin kl. 17.00:
Five Mile Creek
Maggie Scott og dóttir hansara Hannah
koma til Australia at leita eftir mann-
inum hjå Maggie, Adam, sum hevur ar-
beitt har sum gullgravari. Hann hevur
sent teimum eitt bræv, har hann biður
tær meta sær við Five Mile Creek, og tær
fara hagar
Leygardagin kl. 19.00:
Golden Girls
Rose skal aftur verða mamma — men
ikki á vanligan hátt. Pápabeiggi hennara
er deyður, og seinasta ynski hansara var,
at Rose skuldi ansa »barni« hansara.
Hinar genturnar undrast og eru eisini
spentar at eitt lítið barn fer at koma í
húsið. Tær gerast ikki sert bilsnar, tá ið
»barnid« kemur. Barnið er ein feitur gris-
ur við ættartalvu.
Leygardagin kl. 19.30:
Hon sá eitt morð
Nógv legið hendir heima í ti annars
friðarliga býnum hjá Jessicu, Cobot
Cove. Onkur sendir anonym brev til ym-
isk fólk í býnum. Beverly doyr av einum
óhappi í baðirúmi sínum, og Elvira tekur
livid av sær og letur eftir seg eitt bræv,
har hon skrivar, at tað var hon, sum
hevði skrivað brevini. Hesum trýr
Jessica ikki, og hon heldur eisini, at bæði
Beverly og Elvira eru myrdar. Amos
hjálpir henni við kanningunum
Sunnudagin kl. 19.00:
Barney Miller
Fish og Harris fara avstað at forða eini
kvinnu at gera sjálvmorð. Samstundis
fer Battista aftan á einum grafittimálara,
sum undirskrivar listaverk síni við tele
fonnummari sínum. Hesar báðar
hendingar fáa fylgjur fyri ell, sum eru
komin upp í leikin
-
had
1140)
Sunnudagin kl. 21.00:
»Cassandra-brågvin«
Enskur filmur frå 1977.
Tað eydnast einum terroristi at flyggja
eftir at hava utvegad sær atgongd til
eina granskingarstød i Geneve, har hann
er smittadur vid einum vandamiklum
virus. Madurin snikir seg upp i eitt tok,
sum skal koyra gjøgnum Europa, og
skjótt smittar sjúkan hini i tokinum
Mánadagin kl. 21.00:
Erfaring ynskist
— men einki krav
Enskur filmur frå 1983.
Annie fær beint sum hon er lidug i skul-
anum starv å einum hotelli i Wales. Hon
fær innlit í eina verð, ti Ivan er homo-
sexuellur. Hon sær hvat gongur fyri seg
millum Hywell og Pauli og mong onnur.
Annie fer úr starvinum aftur nógv klók-
ari — men tað er bæði gott og ringt.
Mánadagin kl. 22.20:
Skaðastovan
Dr. Sheinfeld frættir frá báðum ex-kon-
unum hjá sær. Onnur bjóðar honum í
brúdelyp og hin krevur pengar frá hon-
um. Men alt hetta gloymir hann, tá ið
Thor gerst álvarsliga sjúkur.
Týsdagin kl. 18.00:
Rags to Riches
Patty heldur seg hava sæð mammu sína,
og hon biður Nick hjálpa sær at koma í
samband við hana. Tær hittast, og Patty
sær, at mamma sin er ikki sum fólk flest
Týsdagin kl. 21.00:
Nr. 92 — 15. juni 1990
Mikudagin kl. 18.00: |
Pør í hjørtum
Jonathan og Jennifer sameina arbeidi og
stuttleika, meðan tey royna nýggja
undirvatnsfototólið hjá sjóverjuni, með-
an tey kava uttan fyri Largos. Tá ið tey
hava kavað ein heilan dag, lata tey
starvsfeløgunum Larry og Fred foto-
tólið, og fara heim í smáttuna. Larry
roynir fyri seinastu ferð at kava niður til
vrakið, sum Harts hevur kannað og er á
veg uppaftur, tá ið ein kvinna svimur úr
vrakinum og stingur hann við einum
knivi. Hon og Fred svimja í land og halda
Larry vera deyðan. Men Larry rekur upp
á land tveir tímar seinni og Jonathan og
Jennifer finna hann. Larry fær sagt teim-
um hvat er hent, áðrenn hann doyr. Og so
byrja kanningarnar
Mikudagin kl. 20.05: |
Lívið um tey 30
Foreldrini hjá Hope skulu halda 40 ára
brúdleypsdag, og Hope og Janey fara til
Arizona at vera við í veitsluni. Michael
kann ikki fara við, men tá ið hann av til-
vild finnur útav, at Hope og John Duna-
way eru blivin væl, fer hann kortini til
Arizona
Mikudagin kl. 21.00:
Tann fyrsti polka
Tyskur filmur frå 1980.
Tann 31. august 1939, dagin fyri annan
heimsbardagi brast á, verður brúdleyp
hildið hjá familjuni Piontek. Elsta dóttir-
in giftist. Hóast býurin ýður av her-
monnum, tekur eingin vandan í álvara.
Hin ungi Joseph dansar sín fyrsta polka
við vinkonu síni Ullu, og tað vísir seg, at
hetta verður tann síðsti eisini
Western: Duellen í Bell City
Am. western frá 1984. Harry Holland er
lógleysur, sum fyrr hevur riðið saman við
Jasse James. Hann livir nú eitt róligari
liv, men tá ið eitt friðarligt kortspæl í
Bell City elvir til bardaga, endar hann
aftur skeivu megin lógina. Hann skjýtur
ein mann, og hesin er sheriffur í býnum,
James Coburn og Kirk Douglas
og fólkið í býnum er uppest, so Harry
flýggjar á eitt hotel, har hann tekur
vekru sjónleikarakvinnuna Bess sum
gisla. Fólkini í Bell City fáa fyrrverandi
sheriffin Sam Starret at hjálpa teimu ,
hann er gamal vinmaður hjá Harry, og
tann einasti, sum kann tosa við hann.