Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 16. juni 1990 | Nei, hann er ikki til longur. Sporini eru horvin i Oslo. Soleidis svaradi Almar Nordhaug, tå vit i vikuni ringdu til hansara i Noregi og spurdu hann, um bilur- in, hann gjørdi í Havn fyri góðum triati árum síðani, er til enn. Almar hevði bilin við sær til Noregs og koyrdi í honum har nøkur ár, held- ur hann seg minnast. Men so var ein bilasølumadur í Álesund, sum so fegin vildi hava bilin frá hon- um. Og at enda játtaði hann og býtti hann um við ein Studebaker. - Tíverri, má eg siga nú. Ég vildi fegin viljað havt bilin nú. HORVIN Í OSLO Seinasta, Almar veit um bil sín, er, at hann stóð sum prýði inni í einum møblahandli í Oslo. Men hesin handil er givin fyri nógvum árum síðani og hvat tá varð av bilinum, veit Almar ikki. Nú sær hann bara bilin á myndum í norskum bløðum. Skrivað verður um hann av og á og fyri einum åtta-tiggju árum síðani, fregnaðist onkur um hann í stóra viku- blaðnum "Vi Menn". Og tað eru ikki meira enn tvey ár, síðani hann varð nevndur í einum bilblaði. TAÐ BAR TIL Almar Nordhaug, sum júst er fyltur 70 ár og hevur handil og campingpláss á Moldeleiðini í Noregi, var i Føroyum hálvt triðja ár miðskeiðis í fimtiárunum fyri at byggja Tunnuvirkið yviri við Strond í Havn. Vit fingu eitt hugnaligt telefonprát við hann miku- dagin um bilin, sum hann gjørdi saman við føroysk- um handverkarum. Hug- skotið kom knappliga, sigur harn. Teir vóru nakrir, sum eitt kvøldid prátaðu um bilar. Teirra millum vóru menn, sum fingust við bilar og dámdu væl bilar. Men ber til at gera bilar i Føroyum? Teir flestu hildu ikki. Men Almar og kanska onkur við honum vóru ikki samdir. Og fyrr at prógva, at tað bar ul gera bilar í Føroyum, fór hann sjálvur ul verka. - Stjórin hjá Wentzel tíðindablaðið Petersen segði, eg skuldi fáa ein Vauxhall, kundi eg gera ein bil. Og so var onki annað at gera hjá mær enn at taka av. Og tað bar til. TÓK EITT ÁR Almar greiðir frá, at teir arbeiddu upp á bilin um kvøldarnar. Teir brúktu rammuna, undirvognin og motorin úr Vauxhall'in- um. Plátur keypt hann úr Danmark. Plátuarbeiðið kundi ikki vera ov torført, tí teir høvdu ikki møgu- leika at fáa tær valsaðar. Pláturnar eru bara boygdar ein veg. Lutir at prýða bilin við, keypti hann í bilhandlunum í Havn. Almar heldur, tað tók teimum eitt ár at gera bil- in. Og fyrsta ferðin var av Tunnuvirkinum niðan ul Sjónleikarhúsið og út aft- ur á Tunnuvirkið. Hetta var ein ferð fyri myndug- leikarnar, sum skuldu góð- kenna bilin. Tað gjørdu teir og bilurin fekk nummarplåtur, Fø 307. Almar minnist ikki nú, hvussu nógv bilurin kost- aði at gera. - Vit høvdu hetta sum itriv og arbeidsløn var ti ongin. Tad var ikki biligt kortini, men eg var gamal drongur, so eg hugsadi ikki so nógv um pengarn- ar, sigur Almar læandi. HEIM AFTUR Bilurin, sum var hvítur og reyður, koyrdi ikki so leingi í Føroyum. Almar tók hann við sær, tá hann fór heim aftur til Noregs. Hann fór við Tjaldri til Keypmannahavnar og hað- ani við skipi til Oslo. Í Noregi vakti bilurin ikki minni ans enn í Før- oyum. - Tá eg setti hann onkra- staðni í býnum og fór inn á skrivstovur ella í handl- ar, mundi eg ikki sloppið av stað aftur, tí so stór mannfjøld var savnað utt- an um bilin. Almar sigur, hann koyrdi í bilinum um summarið. Um veturin stóð hann inni. TÓNLEIKUR Bilurin hjá Almar Nord- haug var framman fyri samtíð sína. Hann hevði ul dømis fýra streymstyrk- ir, 6, 12, 24 og 220 volt. 220 volt, tí hann hevði bæði bandspælara, Phi- lips, og útvarpstól. Og ikki færri enn fýra hátal- arar, tveir uttaná, framman og aftan, og tveir innii. Hann hevði stór blunkljós á síðunum og ljós var eisini í antennufótinum. Stórur var bilurin, fimm metrar langur og góðar tveir breiður. Men hann var ikki so góður at koyra, sigur Almar. Hann var í so tungur fyri undirvogn- in. Hann hevði 60 - 70 hestar og mesta ferðin var í hvussu so er 100 km/t, minnist Almar. VILJI OG HUGFLOG Almar Nordhaug hevur ikki verið í Føroyum aft- ur, men kundi væl hugsað sær at komið higar og sæð, hvussu nú sær út her. Hann hevur ikki gjørt aðrar bilar enn henda eina. Men nú á gamalsaldrinum er hann farin at hugsa um at byrja aftur við hesum sjáldasama itrivi. Fryntligi norðmaðurin, sum prógvaði, at tað ber til at gera bilar í Før- oyum, hevur hesa lívs- speki: - Er vilji og eisini hug- flog ber næstan alt til. Tað vísir lívið okkum í síni heild. hd Bilurin var stórur. Gronin á einum Morris Minor sæst uttast til vinstru at samanbera vid. Myndin er tikin úti við Velbastaðvegin, har kappríðingin plagdi vera fyrr. Bilurin er opin, men Almar sigur, hann hevði eina kúpu úr plexiglasi at seta oman á hann.