Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1990síða 17

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Allan Miller, VB: Tað verður ikki lætt - men eg havi góðar vónir um at fáa stig á Sevmýri Í forhond kann roknast við, at ein tann mest spennandi dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið verður spældur á Tvør- oyri. Har verður onnur lokaluppgerðin, sum vant- að í fjør, tá TB var í 2. deild: VB kemur á vitjan. VB-framherjin Jan All- an Miller roknar við einum sera jøvnum og rómmiklum dysti við nógvum áskoðarum. - Tað verður ikki lætt at vinna, sigur hann, tí TB hevur eina av bestu verj- unum í landinum, og teir hava eisini stóran kunn- leika til okkara, sigur hann. - Men vit hava eitt gott lið og plaga at hava hampuligt tak á teimum, so eg vænti tað fer at ganga, sigur VB-framherj- in. - Tað avgerandi verður helst, hvat av álopunum hevur ein góðan dag, sigur Jan Allan Miiller. - Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá tykkum higartil? - Nei, men nú letur til, at gongd er komin á, sigur Jan Allan, sum einki hev- ur hoyrt um, at venjarin Tommy Christensen verð- ur við á liðnum. Jan Allan greiðir frá, at ov langt hevur verið millum verju og álop við ti úrslit, at miðvøllurin als ikki hevur verið við i spælinum. - Men vit hava arbeitt nógv við hesum, og m.a. tað gevur mær vónir um at fáa minst annað stigið, endar Jan Allan Miller. ) Drúgvur talvdagur Victor A. Belobragin vann 6, tapti 8 og 8 talv ímóti teimum 15 føroyingunum Russarin Victor A. Belobragin, ið starvast sum hand- ilssendimaður á sovjettisku sendistovuni í Keyp- mannahavn, hevði úr at gera hósdagin: hann telvdi ímóti 15 føroyingum samstundis! Tá triggir eru undantiknir, so vóru allir føroy- ingarnir úr Havnar Telvingarfelag. Belobragin hevði tulk vid sær til Føroya, men í sjálvari telvingini hevði hann ikki tulk fyri neyðini: talv'målid' er altjóða. Stødid hjá Belobragin sum telvari er åjavnt við teir bestu føroyingarnar. Endaúrslitið var eisini rættiliga javnt: Belobragin vann 6 talv, spældi eitt javnt og tapu 8. Yngsti telvarin, ið Belobragin mátti lúta fyri, var tann 12 ára gamli Flóvin Tór Næs. ÓHEPPIN - at reglugerð ikki fyriliggur viðvíkjandi tennis- vøllunum, áðrenn teir verða handaðir, sigur Tórfinn Smith, býráðslimur. Býráðið eigur nýggju tennisvgllirnar í Gunda- dali, sum verða handaðir í dag. Teir verða handaðir Havnar Badmintonfelag, ið skal umsita vøllirnar Hetta vil eisini siga, at felagið skal umsita gkið, m.a. hvør skal sleppa at gera nýtslu av vøllunum. Tá málið var samtykt av býráðnum herfyri, eftir- lýsti Tórfinn Smith, bý- ráðslimur, eini reglugerð viðvíkjandi økinum. Svar- ið frá meirilutanum var, at málið hevði skund kommunalt øki, og koma”. eglur verða gjørdar, áð neovur la ð nú DI | 110 i DTI 1Øt 1YTE di øk10, enn býráðið - Men í prinsippinum hava vit øll atgongd ul eitt ylubrevt á vet r Framhald á baksiduni 39