Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Havsins silvur ØLL fylgja vit í hesum døgum spent við, hvussu leikur fer við sildini, sum føroysku skip- ini aftur hava rakt við í før- oyskum sjógvi. MAN hon fara at verða skjót eftir seg ella er kanska so mikið til, at vit við skilagóð- um fiskiskapi, lagaðum eftir virkismeguleikum á landi og eftir kanska enn ikki umhugs- aðum hagreidingarmøguleik- um, kanska kunnu vænta okkum sildina sum fastan vinnutátt framyvir. skilagott má tað sigast at vera, nú vit í góð 20 long ár hava bíðað eftir sildini, at vit í hesum byrjunardøgum av- marka veiðu okkara og bert fiska hetta havsins silvur til matna. ALNEYÐUGT er eisini hjá okkara trongstadda nótaflota at fáa sum mest fyri veiðuna, fáa tann prís henda gylta veiða veruliga er verd. HETTA er tó helst lættari sagt enn gjørt, tí aftaná 20 long ár við nærum ongari sild hjá okkum og í næstu granna- londum okkara, er sildamark- naðurin nú so mikið avskepl- aður í mun til áður, at ilt kanska er at meta um rætta prísin. Hagreiðingarvirkini uttanum okkum, sum áður kappaðust um sildina eru mong ikki til longur og tey virki, ið við stuttum skoðbrá kunnu taka á seg at arbeiða 100 tonsaþtais nøgdir kunnu kanska heldur ikki bjóða tann prís, sum galdandi hevði ver- ið, um talan var um stødugari veiðu, framleiðslu og harvið marknað, sum litið kundi ver- ið á. HEPPIÐ er tó, at virki sum Bakkafrost kann vera við í undantøkuni frá byrjan. Men er so mikið til, sum vit øll vóna, so er hetta langt ífrá nóg mikið. Ábyrgdarblaðstjóri Jan Miller Fyritaksstjóri: Kristjan Dahi Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov Blaðfólk Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Útgevar Prent: P/f Sosialurin Uppseting: P/t Sosialurin Pit Pressan 1981 HVUSSU marknadurin er ella ikki, halda vit okkum ikki vita betur enn onkur annar. Tó halda vit, at sildin flakaskorin hjá teimum, ið kunnu skera, og rundsaltað og kryddað í tunnur hjá øðrum, kunnu skera, helst ið ikki er tann frægast hugsandi loysnin hjá okkum i løtuni. HÅLVFABRIKAT, gamani, | Bústaður. Argjavegur 26 Telefon 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Teletax men vøra, ið til ber at selja og kanska eisini at goyma nær- um eins leingi og fryst fyrsta- floks feit sild. KUNDI hetta gjørst veruleiki og kundu vit skipad so fyri við méåttøku á landi, hagreið- ing, kanska flutningi millum bygdir og fingið hóskandi nøgdir á land, hevði hetta ar- beiði verið kærkomið íkast afturfyri tað stødugt mink- andi arbeiði úti um landið alt. ROYNDIRNAR farnu árini hava víst, hvussu ótrúliga við- brekin sildastovnurin er og standa tær enn okkum so ræðandi í minni, at eingin bert nøkunlunda at sær kom- in nú kann hugsast at við- mæla sildaveiðu til ídnað. MEN part okkara av havsins ágóðum skulu vit hava. Hetta má og skal fremjast undir ábyrgd, við fyriliti mótvegis stovni og ødrum við somu áhugamálum og sama rætti — og íkki minni týdningar- mikið, við størstu virðing fyri tí frálíka fødsluvirdi sildin hevur. TANN nøgd, um hon veruliga er til í havinum, sum vit antin so ella so kunnu hugsast at megna at arbeiða undan á landi, er kanska ikki nóg stór til at bjarga øllum okkara nótaflota einsamøll, men allur bati bøtir. GRINDINI og andstøduni utt- aneftir móti okkara viðferð av henni, hava vit havt okkara góða stríð av. Men stríð okk- ara av sildini, um hon ikki øll kemur virdiliga til høldar og til matna aleina, verður ikki minni. Um útlit eru fyri var- andi veiðu, hvussu avmarkað henda so er, ræður tí um hjá okkum um beinanvegin at skipa so fyri á sjógvi og landi, at sum mest og best fæst burturúr frá byrjan. k. Postadressa: Postsmoga 76