mikudagur 20. juni 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Ábyrgdarblaðstjóri- Jan Miller
Fyritaksstjór:: Kristjan Dahl
ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Kjakið um EF
SOSIALURIN almannakunnger í dag
eina kanning vit hava gjørt um spur-
ningin Føroyar-EF. Vit hava eisini
fingið viðmerkingar til úrslitið av
kanningini frá núverandi og undan
farna løgmanni og einum av okkkara
fremstu vinnulivsmonnum, stjóranum
á Føroya Fiskasølu.
VIT hava spurt nærum 600 fólk
kring landið alt, um tey halda, at
Føroyar skulu gerast limur í EF ella
standa uttanfyri sum nú. Urslitid av
kanningini er, at ein stórur partur av
teimum spurdu, næstan 40%, onga
stóðu hava til spurningin. Síðani
kemur at næstan 45% halda, at vit
ikki skulu gerast limur, meðan bara
15.7 siga, at Førovar eiga at fara
upp í Ef
HETTA mugu vissuliga Sigast at vera
áhugaverd tøl, hóasi vit vidganga, at
kanningin er ikki gjørd av professi0-
nellum hagtalsfólkum. Kortini meta
vit - við teimum manglum, sum nú
kunnu vera í eini tílíkari kanning - at
hon gevur okkum eina mynd av
stødutakanini ella tørvandi stødu-
takanini hjå føroyingum til henda
stóra spurning.
Í viðmerkingum sínum sigur Birgir
Danielsen, at tað at ein so stórur
partur sigur seg ikki vita, er tekin um,
at fólk óttast tí ókenda. Og so leingi
EF-spurningurin er ókendur ella at
fólk bert verða fylt við ósakligum
argumentum verður úrslitið ikki
ødrvisi, sigur Fiskasølustjørin og
gevur bæði hesum og undanfarnu
landsstýrum eina stóra skyld í hesum
LØGMAÐUR er ikki samdur við
Fiskasølustjøran. Hann heldur, at
upplýsingin um EF hevur verið saklig
men kanska ov lítil. Vita fólk ov líuð
um EF-spurningin hava tey sjålvi
skyldina. Annars heldur hann, at ein
orsøkin til, at eitt nú teir politisku
flokkarnir ikki hava gjørt so nógv
burtur úr málinum er tann, at teir eru
rímuliga samdir um, at vit ikki eiga at
gerast limur men heldur fáa eina
rímuliga góða avtalu við EF.
UNDANFARNI løgmaður Atli Dam
sær eitt sindur gðrvísi uppá hetta
málið enn Sundstein og Danielsen.
Hann heldur als ikki, at vit skulu hava
nakað kjak um EF-spurningin, nú
okkara samráðingarmenn eru í sera
avgerandi og torførum samráðingum
við EF um eina fríhandilsavtalu.
HANN hevur einki ímóu einum kjaki
sum so, men heldur kortini, at eitt
kjak í løtuni við ýmsum møguleikum
bert fer at ørkymla samráðing-
arstóðuna við EF. Vit hava valt at
samráðast um eina fríhandilsavtalu,
og so leingi vit gera tað eiga vit ikki
at arbeiða við ødrum møguleikum
eisini. Atli Dam sigur víðari, at ikki
fyrr enn samráðingarumfarið er ført
<KRR00000
ang
heilt til enda ber til at fåa eitt kjak um
alternativar møguleikar.
FORMADUR javnadarfloksins og
løgmadur i mong ár hevur drúgvar
royndir sum samrådingarmadur. Tad
er einki yvir at dylja, at hann verdur
mettur høgt millum teir útlendingar,
sum vit hava havt samráðingar við
eitt nú norðmenn um fiskirættindi.
Hann skal hava dugað Oføra væl at
telva við aðrar tjóðir um at varðveita
og lata okkum fiskirættindi. Tað er tí
eisini rætt nú at geva orðum hansara
um EF-samráðingarnar gætur. Hann
skuldi vitað, hvat hann tosar um. Og
taktikkurin ella strategiin, sum hann
leggur upp til, og sum hann eisini
hevur gjørt galdandi í marknað -
arnevndini undan samráðingunum, er
„at vit stutt og greitt skulu siga EF, at
vit ynskja eina fríhandilsavtalu,
hvørki meira ella minni. Tvs. eina
avtalu, har tað verður samráðst um
handil kontra handil tvs. at EF skal
ikki sleppa at skilja millum henda
handil, tå tað snýr seg um fiskavørur.
Skulu partarnir strika allar tollamúrar
so mugu allar okkara fiskavørur vera
við.
HETTA er greið tala og eisini tað
uppleggið, sum okkara samráðingar-
menn arbeiða út frá. So er tað
spurningurin, hvussu langt EF vil
fara.
VIT eru samdir við undanfarna
løgmann í, at samrådingarmenn okk-
ara eiga ikki uttan víðari at víkja frá
tí løgdu kósini, nevniliga at fáa eina
fríhandilsavtalu. Tí ein slík verður
uttan iva tað besta, sum kann henda
okkum í dag. Hvussu stødan fer at
Blaðfólk. Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith Prent
Utgevari P/f Sosiakurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Pif Pressan 1981 |
síggja út um 3,5,10 ella 15 ár kunnu
vit ikki siga nakað um enn, eitt nú
hvussu verður við stóðu Noregs,
Svørikis osfr. til EF-limaskap. Hetta
er eisini tengt at úrslitinum av
samráðingunum millum EFTA og EF.
Fáa vit okkara fríhandilsavtalu, so
megu vit umneyðugt taka nýggja
stóðu, tå umrøddu broytingar kunnu
koma uppá tal.
MEN tað, sum vit ikki eru samdir við
undanfarna løgmann í, er meting
hansara av spurninginum um, hvgrvítt
tað er rætt ella ikki at kjakast um
EF-málið, fyrr enn samráðingarnar
eru lidnar.
SUM politikari og drivin samråding-
armadur vid onnur lond heldur hann,
at okkara samráðingarfólk skulu hava
frið at arbeiða, uttan at fjølmidlarnar
gera ov nógv hóvasták burtur úr.
Hann heldur fjølmidlanir og fólk
skulu vera tigandi, meðan bíðað
verður eftir årslitinum.
HETTA meta vit ikki vera rætt. Tí tå
kundi tú einsvæl sagt, at alt kjak, alt
orðaskifti í samfelag okkara, skal bíða
til okkara politikarar halda tað fyri
gott. Tað kann so ikki vera
endamálið við eini fríariog livandi
pressu. Hon skal tvgrturímóti vera
virkin alla tíðina, soleiðis at flest øll
sjónarmið framhaldandi koma fram
fyri dagsins ljós. Fólk hevur krav
uppá at verða upplýst um ein so
stóran spurning sum samráðingar um
okkara felags framtíð. At upplýsing
og kjak um eitt tílíkt mál skal nerva
og ørkymla samráðingar av hesum
slag kunnu tað sjálvandi vera ymsar
meiningar um.
Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
Telefon: 11820 Teiefax 14720
| BELL BEEBE. S=BB.ED
[MAR 3141 0 + 1.1 TFS
OKKARA meting er, at okkum alla
tíðina = nýtist eitt kontinuerligt -
framhaldandi - kjak um EF-
spurningin eins væl og aðrar týðandi
samfelagsspurningar. Vit kunnu ikki
bara seta okkum afturá og bíða til tað
passar okkara politikarum at fara í
holt við at viðgera eitt týðandi mál
sum júst Føroyar-EF. Jú vist skulu
vit hava eitt kjak um EF-spurningin
eins væl og aðrar spurningar. Tað fer
Sosialurin at halda fram við í
komandi blýðum eisini. Tað er helst
eingin loyna, at bæði fjølmiðlar,
politikarar og myndugleikar í Føroy-
um hava givið Føroyar-EF-målinum
líðan ans, hóast næstan allur okkara
fiskur verður útfluttur tann vegin.
MEIRI upplýsing merkir harfyri ikki,
at vit skulu fara upp í EF ella lata
vera. Tað merkir rætt og slætt, at fólk
og ikki minst okkara politikarar eru
varugir við, vitandi um, hvat
framhald av núverandi støduni og
møgulig broyting av henni til eina
fríhandilsavtalu, limaskap ella okkurt
heilt triðja, vil siga fyri okkum øll.
Tað vandamiklasta er at tiga eitt mál
burt og bara lata tað upp í hendurnar á
okkara politikarum einsamgllum. Øll
eru vit borgarar í hesum samfelag, vit
umboða ymisk sjónarmið, og tað eru
hesi sjónarmið og upplýsingar annars,
sum skulu fram í dagsins ljós dag um
dag. Har er einki at bíða eftir.
jamii