fríggjadagur 22. juni 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——|—[
tíðindablaðið
sosíalurin
Meðan vit bíða
MANGIR eru teir føroyingar, sum í
hesum døgum bíða í spenningi at
frætta tíðindi frá ødrum samráðing-
arumfarinum um eina fríhandilsavtalu
millum Føroyar og EF.
TAÐ er eisini væl at skilja, tí úrshuð
av hesum samráðingunum er rættiliga
avgerandi fyri lagnu og støðu okkara
bæði í dag og í næstu framtíð. Hetta tí
at tann stóri EF-marknaðurin er tann,
sum skal keypa okkara fiskavgrur. Vit
kunnu so bert vóna, at okkurt gott fer
spyrjast burtur úr, hóast útlitini
:ftaná fyrsta umfar í samráðingunum
ikki tykjast tey allarbestu.
FØROYSKIR blaðmenn hava júst
vitjað í EF-býnum Brussel, har høvi
varð at tosa við embætismenn á EF-
høvudsborgini. Tað vil sjálvandi vera
avmarkað, hvat blaðfólk fær burtur úr
á tílíkari stuttari vitjan. Serliga tá ein
bara hittir embætismenn, sum í stóran
mun ikki hava loyvi at úttala seg eitt
nú um aktuellu samráðingarnar mill-
um Føroyar og EF. Men okkurt fingu
teir so kortini at vita, um ikki annað
komu teir heimaaftur við varhuganum
av ymsum.
STØDAN í løtuni er tann, at EF
hevur g6dtikid krav føroyinga um
ikki at blanda fiskirættindi uppi eina
frihandilsavtalu. Frå politiskari sidu
bædi i Danmark og i Føroyum hevur
ovasta leidslan i EF fingid greitt at
vita, at vit kunnu ikki góðtaka, at
spurningurin um fiskirættindi
afturfyri tollfrælsi í heila tíkið er við
í samráðingunum. Víst er á, at vit
bara hava eina vinnu og kunnu vit
ikki geva EF-skipum fiskirættindi
sum handilsvøra í eini avtalu. Hetta
hava topparnir í EF skilt og hava teir
tí eisini vikið frá tí grundleggjandi
prinsippinum um, at EF skal hva
atgongd til resursir hjá gðrum, sum
fáa tollfrælsi frá EF.
UMFRAMT at EF-leiðslan er gingin
frá resursprinsippinum, so hevur eis-
ini sjálv samráðingarnevndin hjá EF
góðtikið ynski okkara um at fáa
tollfrælsi fyri allar fiskavørur. Men
her kemur so eitt stórt MEN inn í
myndina. EF heldur ikki, at vit skulu
hava bæði posa og sekk, og tí hava
teir skotið upp, at loft skal leggjast á
tær nøgdir av fiski, sum vit kunnu
útflyta tollfríar til EF. Hetta, siga teir,
verður gjørt fyri at ganga góðsking-
aridnadinum hjá EF á meti, sum ikki
sær, at Føroyar sum 3. land fáa
javnbjóðis rættindi teimum.
EF-embætismenn vilja vera við, at
Føroyar eiga at taka til takkar við
hesum og halda teir, at vit fáa eina
góða avtalu.
HETTA eru okkara samráðingarmenn
ikki samdir við teimum í. Teir siga, at
vit ynskja eina fríhandilsavtalu, har
talan er um handil kontra handil, og
har fiskavørur eru uppí uttan nakra
avmarking. Teir vísa á, at einasti
vinnuvegur Føroya er fiskivinnan.
Sum stødan er í dag útflyta vit ein
Ábyrgdarblaðstjóri. Jan Miller
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahl
ljósmyndari Kalmar Lindenskov
stóran part av fiskinum lítið ella einki
vidgjørdan og fáa harvið ikki lut í tí
stóru virðisgking, sum liggur í góðing
av fiskinum. Skulu vit nú til at
góðtaka eitt loft, sum hevur stødi i
teimum mongdum, ið vit higartil
hava útflutt til EF, so tekur hetta full-
komiliga grundarlagið undan ætlan-
unum at góðska fiskin meira í
Føroyum og harvið lata føroyska
samfelagið fáa stórri lut í
virdisøkingini av ti fiski, sum svimur
í okkara egna sjógvi, og sum verður
fiskaður av okkum sjálvum.
HETTA er greið tala. Hóast vit sjálv-
andi eru komnir eitt stórt stig víðari
við tað, at EF hevur slept kravinum
um fiskirættindi og haraftrat vil geva
fult tollfrælsi fyri allar fiskavørur, tó
avmarkað til verandi nøgdir, so fer
eitt tílíkt tollkontingent nettup at
forða fyri skilagóðari og sjálvsagdari
menning her á landi í allari framtíð.
VIT halda, at okkara samráðingar-
menn eiga at standa fast við hesi sjón-
armið: at vit mugu og skulu hava
møguleikan at útflyta meiri góðskaðar
verur til EF í framtidini, uttan at tær
skulu verða álagdar høgan toll. So
nógv fortreð kann okkara útflutningur
av góðskaðum vørum til EF heldur
ikki gera teimum. Ella er tað veruliga
so, at EF við hesum politikki, rætt og
slætt ger seg sekan í hálvkolonial-
istiskum atburði, nevniliga við at gera
tolltreytirnar so torførar fyri Føroyar,
at vit vera noydd til at selja fiskin so
lítið vidgjørdan sum gjørligt til EF,
fyri at teirra idnadur kann heysta
mesta vinningin! Vit kenna hetta frå
londunum i eitt nå Afrika, har
hjålondini i Europa keyptu råvøru fyri
biligan penga fyri so sjálvi at virka
hana víðari og harvið fáa meginpartin
av vinninginum!
SJÅLVANDI mugu vit vidganga, at
tad eru ikki vit, sum seta treytirnar.
EF kann sum so lata okkum sigla
Blaðfólik Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
okkara egna sjógv. Men sum partur
av danska ríkinum, ið jú er limur av
EF við undantaki av Føroyum og
Grønlandi, so er EF eisini noytt til at
vísa hensyn. Og hetta tykist tað eisini
at vera semja um: at vit sum partur av
Danmark ikki fara at verða slept uppá
fjall í komandi samráðingunum.
FØRT hevur verið fram, at vit sum
partur av Danmark hava fult tollfrælsi
fyri okkara vørur til Danmarkar.
Hetta hevur EF ynskt broytt, men
hevur so ikki fingið hetta krav sítt
igjøgnum. Her er tað so, at føroyingar
og danir siga, at tað er bara at brúka
somu skipan millum Føroyar og EF,
sum í dag er galdandi millum Føroyar
og Danmark. Tað verður áhugavert at
síggja, hvussu leikur verður at fara
fram her. Nú eru vit einaferð í
ríkisfelagsskapi við Danmark, og
spurningurin er tí, í hvussu stóran
mun hesin felagsskapur eigur at koma
okkum til góða. Hvussu støda okkara
sum sjålvstødug tjóð hevur verið í
samráðingum við EF um eina
fríhandilsavtalu skal ikki verða nomið
við hesaferð. Men tann spurningurin
er helst eisini áhugaverdur at hyggja
nær at.
HVØRJA ferð EF setir krøv fram,
sum ikki eru so hugalig fyri okkum,
so leypa vinnulívsmenn og einstakir
politikarar i Føroyum upp í loft og
siga, at nú er tímin komin: einasta
loysnin er limaskapur.
HETTA er ov bíligt. Tí spurningurin
um EF-limaskap snýr seg ikki bara
um krónur og oyru ella fyri tað ECU.
Hetta er ein so grundleggjandi spur-
ningur, sum fer at hava avleiðingar
fyri okkum og okkara børn, at hann er
meira álvarsligur enn so, enn at nakrir
vinnulívsmenn í tíð og ótíð kunnu
siga og krevja av okkara politikarum,
at nú er eingin annar útvegur enn at
fara upp í EF.
Útgevari Pt Sosialurin | Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 75
Uppseting: P/f Sosialurin Í Argir 110 Torshavn
Prent: P/f Pressan 1981 | Telefon: 11820 Teiefax 14720
LIMASKAPUR í EF er ein sera
stórur og álvarsligur spurningur. Tað
er ein stór avgerð at taka at søkja um
limaskap í hesum risastóra
felagsskapi fyri eina pinkutjóð sum
okkara. Og hon verður bara tikin
einaferð. Hon eigur tí at verða tikin
av innari sannføring og ikki bara fyri
at vinna okkum nakrar fyrimunir á
tolløkinum. So leingi henda avgerð
ikki er tíkin, so hava vit
valmøguleikarnar. Og spurningurin
er, um vit hava mist so nógv vid at
hava staðið uttan fyri EF! Neyvan!
MEN nú hevur so ein nýggj støda
tíkið seg upp: innari marknaðurin í
EF og útflutningur okkara til henda
komandi marknað. Tað er hesum
okkara samráðingarmenn royna at
koma á mál við, og teir skulu hava
allan okkara stuðul til tess. Latið vera
við at gevast á hondum fyri tað, um
tað ikki sær so bjart út nú. Mýkið
tykkara mótstóðumenn, gerið teimum
greitt, at sjónarmið teirra um eitt
nøgdarloft gevur onga meining, tá
hugsað verður um, at vit á nógvum
vøruøkjum als ongar nøgdir hava í
hagtølunum, sum teir eru so glaðir
fyri at brúka sítt samráðingargrund-
arlag. Talan er als ikki um nakað
veruligt tollfrælsi kunnu vit ikki
sleppa at góðska heilt nýggjar fiska-
úrdráttir í framtíðini, uttan at teir
skulu koma inn undir nøgdarloftid,
sum fyri nógvar av úrdráttunum og
fiskasløgunum í dag telur nul í hag-
tølunum.
TAD er eingin, sum roknar vid, at
okkara menn fara at koma heim longu
nú við eini loysn , sum er skræddara-
seymað til okkara brúk. Vit vita, at
samráðingar hava tikið drúgva tíð
fyrr, og tað var eisini tann tíð, tá grøn-
lendingar hildu alt síggja so ómggu-
ligt út fyri eini avtalu við EF. Tað
skuldi so kortini laga seg í síðsta
enda. Tað er eisini tí, at okkkara
menn eiga at halda kósina: eina
frihandilsavtalu, sum eisini fevnir um
allar okkara fiskavørur við so fáum
avmarkingum sum gjørligt.
MEGNA embætismenn okkara ikki
nú ella í ti triðja umfarinum at fáa
eina avtalu ella næstan tað, so mugu
teir umhugsa at lata okkara polit-
ikarar fáa uppgávuna enn einaferð at
tosa við topparnar í EF fyri at greiða
teimum frá stóðu okkara. Her er als
ikki talan um nakra biddaraferð. Tað
ræður um at brúka diplomatiid og har
royna at sannføra skilagóð fólk í EF
um ta torføru stóðu samfelag okkara
er í, nevniliga henni, at vit bara hava
fiskin at Í íta á. Kunnu vit ikki góðska
hann meira, enn vit gera í dag, so er
ivasamt um tað í heila tikið fer at vera
nøkur menning her á landi í næstu
framtíð.
VIT nokta at trúgva, at tað veruliga
er politikkurin hjá EF at tvinga lítlu
Føroyar bara at vera råvøruleverandør
til stóra EF í allari framtíð. Koloni-
tíðin átti at verið av ella.....
jamii