Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| i | | | | | tíðindablaðið ...Og Nú eisini Noma-Tek.... KREPPAN í Føroyum gerst alt meira sjónlig, sum tíðin fer. Vit hoyra um skipini, sum verða løgd og fara til tvang. Vit frætta um familjur, sum ikki fáa endarnar at røkka saman og tí mugu leita sær upp hjálp frá tí al- menna, og vit hoyra um virki, sum mugu lata aftur. HETTA eru teir syrgiligu veruleikar, sum standa ovast á forsíðunum í bløðunum og sum eru fyrst at síggja og hoyra í almennu fjølmiðlunum. SPURNINGURIN er um vit føroy- ingar veruliga vita, hvussu illa stendur til í hesum landi, um vit hava nakran varhuga av, hvønn veg tað ber, og um vit í heila ukið hava sæð skógina fyri berum trøum. Í dag er tað søgan um kjallarafyri- tøkuna, sum byrjaði í tí smáa, men sum endaði við at vera eitt týdning- armikið virki, Noma-Tek í Havn, sum or frammi í fjølmidlunum. Tí hon letur nú aftur med alla, ella kanska letur hon uppaftur......vit vita tað ikki, Í farin í sjålvbodna likvi- ti hon er datión SØGAN um Noma-Tek er åhuga- verd, ti her vóru tað nakrir vinmenn, nakr:r vanligir arbeiðsmenn, nakrir handverkarar og nakrir við hægri út- búgving, sum løgdu lunnar undir eitt virki, sum hevði til endamál at gera okkum meira sjálvbjargnar, at gera okkum minni heftar av dønum og útlandinum sum heild. TEIR høvdu tað stevnumið: at vit kunnu sjálvir, um vit bert vilja. Og við hesi stevnu fóru teir til verka. Arbeiðssetningurin hjá virkinum var at framleiða útgerð til fiskivinnuna, alivinnuna og fiskiflotan. Hetta var annars eitt øki, sum frammanundan í stóran mun varð nøktad av útlendsk- um fyritøkum. Nakað, sum vit føroyingar fegni vildu fáa vent. TAÐ er einki minni enn ein vanlagna fyri okkara vinnulív og fyri sjálv- bjargnisstremban okkara, at eitt tílíkt virki sum Noma-Tek nú má lata aftur. Tí við okkara mongu flakavirkjum er tað ógvuliga umráðandi at hava virki í Føroyum , sum kunnu ganga hesum tydningarmikla indad til handa og ikki minst gott fólk at fylgja við gongdini innan fiskiídnaðin, soleiðis at tá neyðugt er við umvælingum, ábótum, rationaliseringum og nýhugsan, so hava vit okkara egna fólk at taka til, ístaðin fyri sum áður, mugu fara av landinum til fyritøkur aðrastaðni at biðja tær senda fólk og loysnir til okkara. EFTIR hvat skilst, so hava okkara flakavirki verið sera væl nøgd við Abyrgdarblaðstjóri Jan Måiller Fyritaksstjóri: Kristjan Dahl Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov Í Blaðfólk Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith | Utgevari me [——=[—-|——— YLE YA | P/f Sosialurin Í Uppseting P/t Sosialurin | Prent P/f Pressan 1981 H Bústaður Argjavegur 26 | Telefon Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax hesa gongdina, sum Noma-Tek hevur lagt. Hetta hvørja ferð okkurt skuldi umvælast, broytast ella gerast heilt av nýggjum: tá at skula sleppa undan at ringja til Danmarkar, tí vit kláraðu hetta sjálvi. HVØR enn orsgkin er til at nú eisini hetta virkið er noytt til at lata aftur, so mugu vit gll ásanna, at tað er stórt spell, at eitt virki, sum nú rættiliga var við at finna seg sjálvt á tí stóra føroyska heimamarknaðinum bráddliga skuldi til at gevast á hálvum gekki. SJÁLVANDI eru onnur virki og verkstaðir í landinum, sum kunnu gera partar av hesum arbeiði, men vit eiga einki virki, sum veruliga hevur sum setning at skula endurnýggja, rationalisera og menna okkara heim- liga fiskiídnað við tí fyri eyga, at sam- felagið alt skal fáa meira fyri okkara fiskaútflutning. TAÐ er greitt, at soleiðis sum stødan er i fiskivinnuni, bæði á sjógvi og á landi, sú hevur tað sera álvarsligar avleiðingar fyri hjáídnaðin, tvs. tey virki, sum lata tænastur og framleiða ul áviskavist skip og virki. MEN her mugu vit til at ansa eftir, at ikki alt tað, sum vit hava bygt upp, og sum skal vera ein týðandi partur av framtíðar menningargrundarlagnum, fer fyri skeyti , ikki av egnum kleyvarskapi, men tí alt virksemi í samfelangum er steðgað upp. Sjálv- andi skulu vit ikki halda lív í virkjum, sum ikki eru kappingarfør og sum ikki hava nakran livimøguleika. MEN tey virki, sum vit veruliga fáa brúk fyri í framtíðini at halda lív í okkara fiskiídnaði og fiskiflota, tey mugu vit ikki sleppa sum so, bara tí at landið alt er í kreppu. Her mugu teir grunnar, sum hava fíggjað, vera so mikið at sær komnir, at teir brúka sítt sunna skil og meta um, hvgrjar iløgur, ið teir hava verið við til at játta, skulu sleppa at spíra aftur. EITT er núverandi stødan við tørv- andi arbeiði og ringum likviditeti. Men sjálvandi fer alt hetta ikki at standa við. Nógv av virkjunum og skipunum skulu halda fram og teimum tørvar virki sum Noma-Tek. Tað er tí okkara vón, at ikki fer at gerast heilt øskukalt á hesum nútímans virkinum, men at menn her á landi koma í gongd aftur so skjótt sum gjørligt. Mongu royndimar, sum eru fingnar vid einum slikum virki, eiga ikki at sleppa at verda heilt køvdar, soleiðis at tað i allari framtíð fer at verða neyðugt at boðsenda virkjum og fakfólki heilt inni á europeiska meginlandinum at koma til Førroyar at syrgja fyri, at hjólini mæla sum tey eiga. Tað áttu vit at megnað sjálvi. So latið ikki henda brotasjógv taka okkum av fótum. Latiuð okkum leggja til brots av nýggjum, hvgr so enn megnar tað. jamii