Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1990síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

útvarps- og sjónvarpsummæli tíðindablaðið Høgni Djurhuus skrivar Drotningin er i Føroyum og fjølmiðlarnir, almennir og privatir, kappast við donsku litmyndalættisopp- apressuni um at renna aft- aná hennara majested fra sted til sted. Sjálvur skilji eg ikki, hví tað er ein slík stór- hending (hóast tey hava gudastatus) at ein donsk drotning og franski maður hennara, koma til Føroya, millum annað fyri at halda okkum føroyingar fyri tað turra spott við at heiðra politikarar fyri at hava hildið okkum fyri tað turra spott. Hví fær útróðrarmaðurin ikki dýran málm úr ríkis- ins skattkamari? Ella flak- akvinnan? Hver teirra ger landinum størri gagn enn allir poliukarar og stjórar tilsamans. Føroyingar, kommun- istar og tey i uttastu høgru veit og sjálvandi fjølmidl- arnir, hava fyri einum mánað síðani fagnað teim- um, sum hersettu okkum í 1940. Og nú komu aftur við vaåDnum K járn fk p Ki t ii ter avgera at brúka so nógv folk og so nógva tíð til eina drotningarvitjan, har alt er avgjørt frammanundan. Vektin er skeivt stillað. Mær tykir synd i skyld- manninum Tróndi og ødr- um dugnaligum journalist- um. Men eg kenni eisini svarið hjá SvF og UF: vit noyðast, hetta er tað, fólk vil hava. Ja, fólk vil hava undir- hald við Happy End. Se & Hør!!! EISINI HM HM (ikki Hendes Maje- stæt), men heimsmeistara- kappingin i fótbólti leggur eisini hald á fjølmiðlarnar hesar dagarnar. Serliga Sjónvarpið brúkar nógvar tímar. Og annað noyðist víkja. Eitt nú sendingin "Á sýnini" og tað er spell. Væntandi var ikki, at tey bæði varpini fóru at geva okkum fótbóltssinn- aðu fullfíggjaða tænastu. Urslitini frá seinnaparts- dystunum eru bara komin so hissini. Tad átti at ver- 10 ein sjålvfylgja, tey komu i tidindasendingini hjå UF kl. 18.30 og HM- sendingini hjá SVF sama kveld. Øll kunnu ikki fara til hús seinnapartin at hyggja eftir fótbólti. Men at mótmæla, at "Dagur og vika" ikki kundi flytast, er burturvið. So týðandi er alheimsfót- bóltur ikki. Hinvegin hevur ongin mótmælt, at SYF ikki tor- ir at sýna filmin "Rose- mary's Baby" (DR hevur júst endursent hann), tí onkur frelstur fær ilt av tí. Tað verður hervið gjørt! ENDALIG STOÐA Men hvør er so munurin á øðrum HM-undirhaldinum fótbólti kann alt henda og alt hendir eisini Ein drotningarvitjan er sekund og millimetrar. Tad er ein fótbóltsdystur eisini. Men i fétbéltinum er ikki avgjørt framman- undan, nær sekundini eru og hvar millimetrarnir. HM 1990 hevur havt nógvar ótrúliga spennandi lýtur og óvæntað úrslit. Alt kann henda í fót- bólti. Eisini, at HB vinnur B36 í morgin! Høgni Djurhuus Nr. 98 — 23. juni 1990 0 Klókara liðið Vinnur - sigur fyrrverandi B 36-venjarin Jógvan Norðbúð, sum trívist væl í grannafelagnum Jógvan Norðbúð er ikki bara venjari hjá HB. Hann er eisini fyrrverandi venj- ari hjá B 36. Jógvan sigur uppundir ervadystin í morgin, at hansara kunn- leiki til B 36-leikararnar eisini kann verða ein vansi. - Ja, soleiðis at skilja, at eg hefti meg ov nógv við B 36-heldur enn at leggja spælið til rættis út frá mínum egna tilfari, sigur HB-venjarin. Og hvussu sær HB- taktikkurin so út? Ja, tað vil HB-venjarin einki siga um. - Vit hava avgjørt virð- ing fyri B 36, serliga hes- um évanunum teir hava fyri við at vinna fyrra dystin, sigur Jógvan Norð- búð. Men eg kann lova fyri, at tað verður ein lok- aldystur við øllum ti sum hartil hoyrir. Hann vil heldur íkki siga meira um hvor vinn- ur enn hetta: - Tað verður klókara liðið, sum vinnr dystin. Hetta er millum tað, Jógvan Norðbúð sigur í B 36-leikskránni, ið m.a. hevur spurt hann um, hvussu hann trívist í HB. - Eg havi tað fínt, sigur B 36-venjarin fyri B 36- blaðnum. Eg eri vorð- in væl móttikin og havi fing- ið góðan stuðul í felagn- um. I B 36-leikskrånni er Jan Dam, HB, sett tøl 4, hvussu leikur fer: - B 36 spælir altíð væl Kári Reynheim og B 36 kunnu sjálvir gera av, um teir liggja ovastir, tá dyst- urin er av. ímóti okkum; tað verður ein dystur, ið verður merktur av taktiskum spæli, og hann endar 1-1 ella 2-0 annan vegin, sig- ur HB-leikarin. ówh ES