Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Stórt framstig LEYGARDAGIN varð nýggi millum- bylgjusendarin hjá útvarpinum tíkin í nýtslu og hundradtals fyri ikki at siga túsundstals føroyingar, sum eru stæddir í fremmandum sjógvi ella í fremmandum londum kunnu nú hoyra útvarpið. HETTA er í sjálvum sær ein stór- hending, og mugu vit sanna orðini hjá Margrethu drotning, tá hann tendraði sendaran, at hesin dagur fer at eins stórur dagur at minnast afturá, sum tá vegir og brýr, berghol og ferjur vórðu tiknar í brúk. Ti við nýggja millum- bylgjusendaranum er brúgv bygd millum móðurlandið og so teir mongu føroyingar, sum vinna sær til dagsins uppihald á sjónum, og teir, sum eru búgvandi í einum av okkara grannalondum. Hetta má so sanniliga sigast at vera stórhending og kunnu vit nú bert vóna, at tað verða so mong Abyrgdarblaðstjór: Jan Miller Fyritaksstjór:: Kristjan Dahi Ljósmyndar: Katmar Lindenskov Blaðfólk sum gjørligt, sum fara at hava gleði av hesi stóru iløguni. UMRØDDI sendari hevur verið eitt av teimum málunum, sum aftur og aftur hevur verið nomið við í almenna kjakinum her á landi í mong mong ár. Nú er so rokkið á mál, og vónandi eru tey, sum skulu hava gagn av hesum sendara, nøgd. Fyrst og fremst eru tað okkara útróðrar- og fiskimenn, sum skulu hava gagn og nyttu av sendaranum. Teir hava higartil verið noyddir at vera dagsaktuell tíðindi heimanífrá fyriuttan, tí okkara útvarp rakk so stutt út um landoddarnar. NÚ verður so ødrvisi, ti nú sleppa teir at fylgja við í øllum tí, sum nú einaferð bylgist í samfelagnum dag um dag. Teir vera nú at kenna seg meira sum ein partur av samfelagnum og kunnu nú í stórri mun gera sínar meiningar galdandi og harvið ávirkan. Teir eru bráddliga blivnir ein partur av samfelagnum, higartil hava teir verið noyddir kunna seg um gongdina heima við at lesa í rúgvuvís Føroyar Størri Sjófólk og føroyingar på i grannalondunum kunnu nú hoyra útvarpið og fylgja vid, hvat hendur í Fóroyum. Hetta hendi leygardagin, tá nýggi millumbylgjusendarin varð tikin í nýtslu. Leygardagin varð nýggi Sendarin, sum við stendur á Akrabergi og millumbylgjusendarin hjá gllum arbeiði kostar asvloysir hann tann gamla útvarpinum tendraður. umleið 65 mill. kr., og minni sterka sendaran Margretha drotning tendrar millumbylgjusendaran. 1; Høgn; Djurhuus | Utgevari Pí Sosislurin | Randi Jacobsen | Uppseting P/f Sosialurin | Tórfinn Smith Prent Pif Pressan 1981 | av blødum, sum eru vordin vikur og mánaðar gomul. Í veruleikanum hava mangir av okkara fiskimonnum als ikki verið partur av menningini í samfelagnum, og teir hava ikki havt møgulcika at gjørt seg galdandi tvs. at vera við til at ávirka avgerðir, sum bæði so og so eisini viðvíkja teimum sjálvum. Men hetta skal nú broytast. VIT kunnu ti gledast um, at føroyskir fiskimenn og sjómenn nú fara at kenna seg meira heima og meira sum partur av samfelagnum, nú teir hava høvi at lurta eftir útvarpinum hvønn dag. HETTA setir so sanniliga eisini krøv til útvarpið. Ti ein so stór fløga, sum nú er gjørd í millumbylgjusendaran, má eisini onkursvegna síggjast aftur. Hetta kann tí ikki sigast at vera annað enn ein rættiliga stór avbjóðing til nýggja útvarpsstjóran, sum nú er í ferð við at stinga út í kortið fram- íðarkósina hjá útvarpinum. Bráddliga at fáa ein lurtaraskara, sum er nógv stórri og sum eisini hevur annan tørv Bústaður Argjavegur 26 Teiefon Argir 110 Tórshavn 11820 Í Teiefax 14720 enn tað, sum vanliga verður sent, má sigast at vera ein spennandi avbjóð- ing fyri føroyska útvarpið, nú vit eisini eru farin inn i 90-ini. Fyri undanfarna stjóran må tað kennast glediligt, at hesin nógv eftirspurdi sendarin nú endiliga er vorðin veruleiki, tí hann hevur verið millum teirra, sum alla tíðina hevur strongt á okkara politikarar at játta teir neyðugu pengarnar, soleiðis at okkara fiskimenn ikki altíð skulu vera við sviðið soð. TILLUKKU við nýggja sendaranum ynskja vit bæði útvarpi, telefonverki og ikki minst tykkum mongu á sjógvi og landi, sum nú fara at kenna tykkum væl nærri heimlandinum enn higartil. Vónandi kann henda iløga verða okkum øllum til gangs sum frálíður. Nú verður so spennandi at frætta, hvat vit veruliga fara at fáa fyri pengarnar. Tað vil tíðin so vísa. jamú Postadressa: Postsmoqga 76 ed hjá útvarpinum. Við tí nýggja millum- bylgjusendaranum verður eitt gamalt og stórt ynski gingið á meti. Tað er ynski frá okkara siglandi fólki heima sum burturi at kunna fylgja við i ti, sum fyriferst heima á klett- unum. Higartil hava fiskimenn, sum hava fiskað nær landi, so dánt hoyrt útvaprið, nú fara fiskimenn, ið hava sítt dagliga arbeiði so langt burturi sum í Eysturgrøn- landi og í Barentshavinum Mynd Arne Johansen åstæddur er Sólbjørn Jacobsen, telefonverksstjóri at hoyra tíðindi heimaífrá fleiri ferðir um dagin. Men serliga hentur verður sendarin hjá teimum mongu av okkara útróðrar og fiskimonnum, sum hava sítt dagliga arbeiði hér kring oyggjarnar. Ti so løgid tað enn ljóðar, so hevur tað veið ógvuliga avmarkað, hvussu langt útvarpið er rokkið út um landoddarnar. Men nú kemur so broyt- ing í. Tað var Margretha drot- ning, sum tendraði nýggja millumbylgjusendaran á Akrabergi. Hetta gjørdi hon leygardagin í sam- bandi við, at hon vitjaði í Suðuroynni. Aðrenn drotningin tendraði sendaran segði Sólbjørn Jacobsen nøkur orð. Hann vísti m.a. á, at ein av teimum týdningar- mestu uppgávunum hjá Telefonverkinum er at viðvíkahalda sendinetið hjá útvarpi og sjónvarpi Føroyar eru eitt sjófar andi fólk og hava sjómenn Ikki í gerandisdegi sínum tilboð, sum eitt nýtímas samfelag hevur at bjóða sínum borgarum Tad hevur ti í mong ár verið eitt stórt ynski, at fiskimenn og aðrir sjó- menn skuldu fáa betri møgulcika at frætta tíðindi heimanífrá. Hetta hevur bert verið gjørligt í sera líðan mun higartil, tí tann gamii sendarin røkkur ikki so langt. Sóbjørn Jacobsen visti á, at tað liggur eitt stóri og drúgvt fyrireikingararbeiði aftanfyri, nú tann nýggi millumbylgjusendarin er liðugur og tíkin í brúk. -Eg skal nýta høvid til at takka øllum, sum hava verið vid í arbeiðinum uppá nýggja sendaran segði Sóbjørn Jacobsen, telefonverksstjóri, tå hann bað Margrethu drotning tendra sendaran. Drotningin helt eina stutta rødu og segði: -Mange har set frem til denne dag med glæde og forventning. Det har længe været følt som et savn, at den færøske radio ikke har kunne aflyttes af de mange færinger, der har deres daglige arbejde på havet, langi fra de hjemlige farvande. For dem vil den nye radiofonisender betyde langt bedre muligheder for at vide, hvad der sker derhjemme og høre dem på deres eget sprog og således fastholde kontak- ten hjem til den færøske hverdag. Mange vil endnu have í frisk erindring, hvorledes åbningen af en ny vej- eller færgeforbindelse gav helt andre muligheder end før for udvikling og kontakt. Jeg er sikker på, at mange i årene der kommer, vil tænke tilbage på denne dag som en tilsvarende milepæl. Jeg ønsker hjertelig tillykke med denne seneste land- vinding for den færøske kommunikation og indvier Framhald å sidu 3