leygardagur 1. mars 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 42 - 1. mars 2003
Nr. 42 - 1. mars 2003
35
Ph.D.-ritgerð
góðkend til verju
á Fróðskaparsetri
Føroya
Fríggjadagin 21. mars 2003 fer Erland Viberg
Joensen, cand. mag. at verja Ph.D.-ritgerðina
»Lossingarmenn í Havn« við Fróðskaparsetur
Føroya.
Í dómsnevndini hava sitið Jóannes Dalsgaard,
deildarstjóri,Ph.D.,Jonathan Wylie,professari,Ph.D.,
við Massachusetts Institute of Technology og
Elisabeth Vestergaard, granskingarleiðari, Ph.D., við
European Science Foundation í Strasbourg.
Sjálv verjan, sum er almenn, fer fram í høllini á
Føroya Sjómansskúla. Byrjað verður klokkan 13.00.
Ritgerðin »Lossingarmenn í Havn« liggur alment
frammi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskapar-
setrinum frá fríggjadegnum 28. februar 2003. Hon
verður eisini at fáa til keyps í bókabúðunum í
næstum. Føroya Fróðskaparfelag gevur bókina út
sum Supplementum nummar XXXVII til Fróðskap-
arrit. Bókin fer at kosta 280,- krónur.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabosgøta 14,
100 Tórshavn
N O R Ð U R L A N D A H Ú S I Ð
Tiltøk í mars 2003
Leygardagur 01.
kl. 14.00
Álendsk fotoframsýning letur upp. Myndirnar eru við
evnum frá krígnum í Bosnia
Mánadagur 03.
kl. 19.30
Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins sýnir »Við orku og
fragd – á ferð« Knud Erik Jensen, Noreg 2002, 105 min.
Leygardagur 08.
kl. 21.00
Prix Føroyar 2003, 5 umfar. Í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði
Sunnudagur 09.
kl. 16.00
Rútmiskur musikkskúladagur. Konsert
Sunnudagur 09.
kl. 17.00
Orfeus í skúlanum í Trongisvági. Johannes Andreasen
(FO) soloklaver.Spæld verða verk eftir eldri klassiskt tóna-
skald og nýggjari norðurlendskur tónleikur
Mikudagur 12.
kl. 19.30
Orfeus.Johannes Andreasen (FO) soloklaver.Spæld verða
verk eftir eldri klassisk tónaskald og nýggjari
norðurlendskur tónleikur
Leygardagur 15.
kl. 15-18.00
Móðurmálslærarafelagið heldur fund
Leygardagur 15.
kl. 21.00
Prix Føroyar 2003. (Hetta umfarið er kapping millum 2-
arar) í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Sunnudagur 16.
kl. 16.00
Havnarkórið,konsert.Framført verður Elias Oriatoriið eftir
Bach
Leygardagur 22
kl. 16.00
Grindamannafelagið heldur fund
Sunnudagur 23.
kl. 16.00
Tórshavnar Manskór. Konsert
Mánadagur 24.
kl. 19.30
Brúkarasamtakið skipar fyri almennum tiltaki
Sunnudagur 30.
kl. 16.00
Konsert v/ Verkætlan Musikkskúlaskipanin og Føroya
Symfoniorkestur
Broytingar í skránni kunnu koma fyri.
Høvi er at keypa te, kaffi, sodavatn, øl, breyð,
køkur o.a. í kaffistovuni.
Húsið er opið gerandisdagar kl. 10.00 -18.00
og sunnudagar kl. 14.00-18.00.
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900.Telefax nr. 319790
e-mail:nlh@nlh.fo · www.nlh.fo
Tekstvarp í SvF frá síðu 650
Týsdagur 11.
kl. 09-15.00
Grundlógarráðstevnan 2003. Fyriskipari er Dennis
Holm
Mikudagur 12.
kl. 09-15.00
Grundlógarráðstevnan 2003. Fyriskipari er Dennis
Holm
Hósdagur 13.
kl. 09-15.00
Grundlógarráðstevnan 2003. Fyriskipari er Dennis
Holm
Tann internationala
Bachterapeut
útbúgvingin
Skeið í Dr. Bach blómuremedium.
Skeið nr. 1 verður 12.-13. apríl um nóg nógv tekna
seg.
Skeið nr 1. er eitt 2 dagar skeið fyri øll, ið ynskja
at læra um Dr. Bachs blómu remedier. Á skeiðinum
lærir tú um Dr.Bachs 38 blómu remedier sum
kunnu hjálpa tær við kensluligum óbalansum.
Hvørt remedie er til eina serstaka kenslu.
Tú lærir hvussu tú kann seta tey røttu remedieni
saman.
Aftaná skeið 1. dugir tú at geva tær og tínum
nærmastu Dr. Bachs remedier.
Skeið 1. er eisini fyrsti partur av Bachterapeut-
útbúgvingini, um tú hevði ynskt at lært meir.
Skeið 2 og 3 er um tú vil arbeiða fakliga sum Bach-
terapeutur.
Prísir
Skeið 1: 1.800 kr.
Skeið leiðari:
Susanne Løfgren
Polaris Centret, DK.
www.bachs-blomsterremedier.dk
Vil tú vita meira, kann tú seta teg í samband við
Marjun Samson
tlf 457860 ella 265913 aftaná kl 18.
Skeið adr.: Undir Klakki 51 · Klaksvík
Aðalfundur
Alzheimerfelagið hevur aðalfund tann 30. mars í
MBF-húsinum.
Skrá samb. lógum felagsins.
Mál til viðgerðar á fundinum skulu sambært viðtøk-
um felagsins verða nevndini í hendi í seinasta lagi 8
dagar fyri fundin.
Nevndin
Kvikkeyp í
Hornabø
Søkt verður eftir fólki yvir 18 ár til kvøld og
vikuskiftisvaktir.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á tlf.
212490.
Sandoyar Sýslu
Javnaðarfelag
Ársaðalfundur Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag
verður í Eiriksgarði í Dali fríggjakvøldið 21. mars kl.
19.30. Aftaná verður hugnaløta við onkrum til
matna og við luttøku av tingfólki floksins.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Maskinmeistarafelagið
Aðalfundur
Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund á Hotel
Hafnia leygardagin 15. mars kl. 14.
Skrá sambært lógini.
Nevndin
Verkfrøðingur
til plan- og prosjektdeildina
Starv sum leiðari av plan- og prosjektdeildini hjá
Landsverkfrøðinginum er leyst at søkja.
Plan- og prosjektdeildin er deild undir vegadeildini.
Til rætta fólkið kunnu vit bjóða eitt spennandi og
áhugavert starv, ið er fakliga og persónliga menn-
andi og við góðum arbeiðsumstøðum.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum kann
rokna við at skula røkja og standa fyri, eru hesar:
• Gera ætlanir fyri landsvegakervinum
• Gera ætlanir fyri trygdartiltøkum
• Programmeringar, forkanningar, prosjektering og
prosjektgransking
• Eftirlit við verkætlanum og
• Myndugleikaumboðan
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir verkfrøðingi við royndum
innan omanfyri nevndu virkisøki, og er neyðugt, at
umsøkjarin dugir at samskipa og leiða arbeiðið á
deildini.
Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar
eginleikar, og rokna vit við, at viðkomandi er fyri-
komandi og hevur góð samstarvsevni, dugir at
skipa sítt arbeiðsøki og kann geva sítt íkast til
menning av arbeiðsplássinum og er førur fyri at
arbeiða sjálvstøðugt, eggja og ganga undan.
Setanarviðurskifti
Tænastustaðið verður skrivstovan í Havn. Løn og
setanartreytir annars verða sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og Føroya Verkfrøðingafelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv)
verða at senda til
Landsverkfrøðingin
Postboks 78
110 Tórshavn
og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi
10. mars 2003. Brævbjálvin eigur at merkjast
»Verkfrøðingur til vegadeildina«. Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá
Finnleifi Durhuus, leiðari av vegadeildini, á tel.
311333, lokal 213 (e-postur: finnleif@lv.fo).
Tilmelding
til Útibarnagarðin í Æðuvík
– eitt øðrvísi ansingartilboð –
Tey, ið ætla at søkja um upptøku í Útibarnagarð-
inum í ár, fyri børn í árganginum 1997–1998,
mugu lata umsókn inn áðrenn 1. apríl.
Børnini eru nógv úti í náttúruni, har dentur
verður lagdur á at nýta nógvu møguleikarnar, ið
náttúran og tær ymisku árstíðirnar hava at bjóða.
Góðir møguleikar eru eisini fyri innandura aktivi-
tetum í hugnaligu hølunum, tá veðrið ikki er til
vildar.
Útibarnagarðurin Víkin í Æðuvík hevur pláss fyri
22 børnum í aldrinum 5 til 7 ár.
Útibarnagarðurin Víkin
645 Æðuvík
tlf. 44 9998 - 21 4306
Skeið í byggijura
Um nóg nógv tekna seg skipa Arkitektafelag
Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggi-
frøðingafelag, Byggiharrasamtak Føroya og Føroya
Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafel-
ag fyri skeiði í byggijura.
Skeiðið
er
ætlað
handverksmeistarum,
byggiharrum,
teknikarum,
byggifrøðingum,
verkfrøðingum, arkitektum, løgfrøðingum og
banka- og sparikassafólkum,sum fáast við bygging.
Innihaldið á skeiðnum
Á skeiðnum verður undirvíst í løgtingslógini um
útbjóðing v.m. og í avtalugrundarlagnum millum
byggiharrar og arbeiðstakarar ABF 92.
Á skránni eru m.a. hesi evnir:
• Avtalugrundarlagið
• Trygdir og trygging
• Útinning av enterprisuni
• Gjaldskyldan hjá Byggiharrum
• Tíðarfreistleingjan og seinkan
• Handan av arbeiðnum
• Manglum
Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum verður Peter Andersen frá
Håndværksrådet.
Skeiðstaður og kostnaður
Skeiðið verður á Hotel Norð tann 3.og 4.apríl 2003.
Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 3500,- fyri hvønn
íroknað vistarhald.
Tilmeldingarfreist & -stað
Freistin at tekna seg til skeiðið er 14. mars 2003 í
Vinnuhúsinum á tlf.311864 ella á teldupostadressu:
industry@industry.fo
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
CRE8
pdf
C
M
Y
K
35
34