Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 100 — 27. juni 1990 tíðindablaðið 1 Viðmerkingar til Ola Jacobsen frá løgmanni Oli Jacobsen er í grein i blødunum 23. juni 1990 rættiliga sinnisrerdur. Fyri tað fyrsta metir hann løgmann vera orðloysing, fyri tað næsta leggur hann stóran dent á, at lands- stýrismaðurin i fiski- vinnumálaráðnum ikki kom til fyrsta fund í Fiski- vinnunevndini. Hann sær hetta sum tekin um, at landsstyrismadurin held- ur lítið um Fiskivinnuráð- ið og sammetir hetta við fyrsta fund hjá Sjóvinnu- ráðnum, har bæði lands- stýrismaðurin, fiskivinnu- stjórin og málsviðgerð- andi fulltrúin vóru á fundi og svaraðu spurningum. At bert ein skrivari frá landsstýrinum metti á fyrsta fundi hjá Fiski- vinnuráðnum er tó ikki tekin um lága virðing fyri Ráðnum. Tverturímóti var hetta púra rett fram- ferð, og samanberingin við Sjóvinnuráðið er heilt av leið. Sjóvinnuráðið er fyrst og fremst ein kæru- nevnd í sambandi við tær sjóvinnulógir, sum leg- tingið samtykti í 1988. Landsstýrið hevur latið avgerðarrætt til hesa nevnd í fleiri spurningum, serliga viðvíkjandi áset- ing av manning á føroysk- um skipum. Av tí at lands- stýrið á henda hátt letur umsitingarligar avgerðir yvir til eitt ráð var tað NYREDONOR EDONOR-TESTAMENTER« fas GRATIS høs … AD" á ops ker, bit heilt rímiligt, at lands- stýrismaðurin og umsit- ing hansara vóru væl um- boðað á fyrsta fundi. Fiskivinnuráðið hinveg- in hevur ongar umsiting- arligar uppgávur. Tað er fyrst og fremst eitt um- mælisráð, har vinnan sjálv skal siga sína hugsan um ymiskar spurningar innan fiskivinnuna. Landsstýrið skal á ongan hátt leggja ráðnum lag á og lógin er so stuttorðað, at eingin orsek var til at hon var annað enn útflýggjað á fyrsta fundi. Tað vildi beinleiðis verið skeivt, um lands- stýrismaðurin kom og segði ráðnum hvat tað skuldi gera. Viðvíkjandi at kunna ráðið um hvat arbeitt verður við, so fær ráðið so- hvert kunning skrivliga, og tað mátti haldast, at fiskivinnuuppritið er so víða kunngjert, at eingin orsek var at taka tað um aftur á fyrsta fundi. Tað er eitt sindur hug- stoytt ferð eftir ferð at lesa harðrend álop frá for- manninum í Fiskimanna- felagnum á tær royndir, sum núverandi samgonga ger fyri at finna eina loysn upp á ta djúpu kreppu okkara fiskivinna er í. Meðan at kalla oll eru samd um, at tann skipan, sum hevur verið, hevur fort okkum út í fíggjarligt TESTAMENTER í blodbunkerge m.v studningsóferi, sum ser- liga hevur merkt eina figg- ing av einum ovurveiði- orku, sum hevur fiskað fiskastovnar okkara niður- igjøgnum, so tykist Óli Ja- cobsen, umboðandi stersta og mest vælskipaða felag innan fiskivinnuna, halda, at gamla skipanin við Rá- fiskagrunni og Studnings- nevnd var so mikið fræg, at hon átti at varðveitast kanska við nøkrum broyt- ingum. Politisk semja er um, at skipanijn ikki kann halda áfram. So hesin spurning- ur verður ikki lagdur fyri nýskipaða Fiskivinnu- ráðið. Politiski veruleikin er nú einaferð hann, at ein politiskur meiriluti hevur samtykt eitt upprit. Tað hevur tá onga meining at senda uppritid til Fiski- vinnuráðið til viðmerking- ar. Harafturímóti verða sjálv lógaruppskotini send ráðnum til ummælis. Vit hava eina politiska skipan í Føroyum, har leg- enda tekur politisku avgerðir- nar, við ábyrgd beinleiðis fyri veljarunum. Vinnufe- legini hava ikki hesa heim- ild at taka politiskar av- gerðir, men sjálvandi kunnu tey royna at ávirka politisku avgerðirnar tann vegin tey halda vera rætt. Tað er ein vandi fyri fólkaræðið, um vinnufe- løgini beinleiðis uttan ábyrgd fyri veljarunum, krevja at taka samfelags- politiskar avgerðir. Hetta má Oli Jacobsen læra seg, eins og hini felegini, sum eru umboðað í Fiskivinnu- ráðnum. Vit vænta tí, at Fiski- vinnuráðið hevur sakliga viðgerð av uppskotinum og tilsvarandi sakligar viðmerkingar heldur enn persónlig álop. tingið í seinasta Jógvan Sundstein Spilling Harra Tórfinn Smith, blaðmaður. Við hesum biði eg tygum orsaka, at eg eri so seinur við rætt- ing til útspillandi grein tygara í Sosialinum tann 13. juni undir heitinum: Bátaspæl og bukka —. Eitt og annað hevur bundið tíð og avrik míni síðstu dagarnar. Til rætting skal sigast, at eg eri ofta við Gjógv, men eg havi onga tíð verið har sum umboð fyri nak- að, heldur ikki fyri Ferða- mannamiðsteðina. Stýrið fyri Ferðamanna- miðsteð Feroya hevði fund tann 3. mai. Eitt mál á skránni var ummæli við- víkjandi umsóknum til Gistingarhúsgrunnin frá Tjernuvík og Gjógv. Mær vitandi snúði málið seg um meguligt lán við van- ligari marknaðarrentu til bygging av almennum toi- lettum. At Gistingarhús- grunnurin letur stuðul til nátthúsvitjanir kom mær ikki til hugs. Tað er ósatt, at eg ikki vil hitta bygdaráðslimir við Gjógv. Um tað mundið hitti eg sum so ofta sjálv- an bygdaráðsformannin. Í prátinum um so mangt annað vóru vit samdir um fleiri brek við hasi bygg- ing, sum hetta bygdaráð hevur arvað frá undan- farna bygdaráð. Mær dámar væl at koma til Gjáar. Tað fólk, ið har balist, lærdi eg at kenna, tá eg við gamla PRIDE sigldi har undir gnum. Gjáarfólk eru blíð og vinarlig. Kend fyri dugna- skap og at vera sjálv- bjargin. So tey klára helst síni nátthúsproblemir utt- an innblanding frá tygum, harra Tórfinn Smith Men nú var ein megu- leiki at spilla ein kanska annarleiðishugsandi út Blaðmaðurin og býráðs- limurin, sum umboðar hitt heilaga pressufrælsið, sá her eyðsæð ein meguleika fyri at vísa, hvat hann av sonnum meinar við hug- takið: frælsi, javnaður og breðralag í fólkaheiminum Feroyar, har hin einstaki kann kenna seg tryggan. Spilliklúturin er íkki bara onkur sum helst, men blaðmaður á Sosialinum, býráðslimur í Havn o.s.v. At tikið telefonina og spurt meg um nakað, áð- renn tygum hongdu meg út, kundi ikki fallið tygum inn. Sum haldari av Sosialinum í mong ár havi eg eisini á ein hátt stuðlað, at áskoðan blaðsins kemur fyri dagin. Hetta væntaði eg mær sjálvandi onga tekk fyri, men ein og hver skilir, at eftir slíka viðferð kennist hetta sum herskin kostur, og má ásannast, at so lágt liggur blaðetiska steðið hjá tykkum. Leif Niclasen Tit ringja Sosialurin, tíf. 11820 — vit skriva Eyðkvæmislinjan svarar alt samdegrið á tif. 188 20. Týsdagar kl. 16.00— 18.00 fæst persónlig ráðgeving og serligir spurningar verða svaraðir. Minnist haldaragjaldið ! — Ég gerist haldari av Tíðindablaðnum 8 J | Sosialinum og fái blaðið 5 ferðir um a = vikuna. Haldaragjaldið fyri ársfjórðingin er kr. 170,-. Haldarar uttanlands gjalda kr. 205, ársfj. Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, id eru eftir at koma í einum ársfjórðingi. Navn = Bústaður: - Kannað posthusinum <4;13| 9" hit Opostað MISTALRI RIN nader postg ald:b Box 76 110 Torshav?