hósdagur 28. juni 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarbladstjor: Jan Múller
Fyritaksstjór:i Kristjan Dahl
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov |
Afrika og HM-fótbóltur
FOTBOLTSDYLLAN er yvir okk
um. Næstan hvønn dag og hvert
kveld í meira enn tvær vikur hevur
in stórur partur av heimsins íbúgvum
hgið, sid ella staðið frammanfyri
-
1
wpið og fylgt við i heimsmeist
arakappingini í fótbólti. Ongantíð
áð sjónvarpssógum hevur eitt åvist
ilt ingið so nógva umrødu sun
1 HM it i I i
i N mu mong av
Or icr al ger
in ra nøkur loyna, at fótbólts
hugad I verið meira
fegin, um tað hevði eydnast danska
landsliðnum at røkka HM. Tað gjørdi
tað tíanverri ikki, og emasta norður
lendska liðið, sum hevur verið við
Svørik:, Of nu cisinmi Out
HVØR M skul u vit la við!
M há kosið sær S I í
ið nyu } id
KK Í tú i
í | > i y
K Q 1 +
( | I Jvik (
KR
5 hein
i að
KI 1ONKUT ið
k i XO | |
Destur Neita hava (ir
) bæð individualistar og
ið. Tað er ti stórt spell, at vit ikki tara
at síggja hetta liðið spæla fleiri av
sínum uppvisingardystum komandi
dagarnar. Men soleiðis er fótbóltur nú
emaferð..
EITT tað liðið, sum annars hevur
ukið allan fótbóltsheimin á bóli, er
afríkanska landið Cameroun. Tað
eingin hevði torad at droymt um
hendi, tá hetta afríkanska liðið vann á
núverandi heimsmeistarunum úr
Argentina. Og soleiðis hevur landið
hildið fram við sigursrød síni og skal
tað komandi sunnudag spæla í
kvartfinaluni móti Onglandi.
TAÐ er fyrstu ferð í fótbóltssøgunit, at
eitt afrikanskt land er rokkið so langt
í eini HM-kapping, og tað eru teir
eygleiðarar, sum rokna við, at sigurs-
ferðin hjá teimum kviku og vælleik-
andi spælarunum úr Cameroun ikki er
at enda komin.
NÚ fleiri av teimum, eftir okkara
tykki, londunum við ti besta fót-
bóltinum eru útsligin, kann ein so
spyrja, hvat land ein nú skal seta sínar
vónir til - hvat land ein fegin sær sum
vinnara! Okkara lið eitur Cameroun.
Og tað hevur eisini aðra orsøk enn
bara sjálvt fótbóltsspælið. Tí hugsið
tykkum bara, hvussu stóran týdning
tað ikki hevði havt fyri sjálvsálitið og
sjálvsvirðingina hjá tí annars so
niðurundirkomna Afrika, at eitt av
teirra egnu gjørdist heimsmeistari í
fótbólu.!!! Hesin tankin man fyri
mangan av okkum europearum
tykjast heilt burturvið og fjarur fyri
ikki at siga tåpuligur. Tí hvussu kann
eitt svart lið úr ti fátæka og
krígsherjaða Afrika vinna eina tílíka
kapping!!!
NÚ um dagarnar stóð ein frálík grein
at lesa í danska blaðnum Ekstra
Bladet við yvirskriftini "Afríka på
banen”. Har vónar greinskrivarin, at
eitt av luttakandi londunum i Afrika
verdur heimsmeistari. Tad fer av fåa
ómetaligan sålarligan tydning fyri
allar afrikanarar. Sjålvsvirdingin hjå
teimum svertu i Afrika er gjøgnum-
súrgað av uppfatanini, sum lond i
vesturheiminum hava av teimum,
nevniliga verandi óbrúkiligir,
minniverdir og undirbrotligir.
OKKARA uppfatan i Vesturheim-
inum av Afrika er oftani sera einvis
og nidurgerandi: einaræði, neyð og
elendigheit, villini djór, stammu-
kriggj, analfabetar, tjóvar osfr.
Henda meting okkara av afrikanarum
svarar als ikki til ta mynd vit nú fáa
av afrikonsku fótbóltsliðunum.
Bladtålk Høgni Djurhuus | Útgevari P/t Sosialurin |
Randi Jacobsen | Uppseting P/f Sosialurin |
Tórfinn Smith — | Prent
Pit Pressan 1981
Bústaður: Argjavegur 26 | Postadressa: Postsmøga 76
i
Argir } 110 Tórshavn
Telefon: 11820 Í Teletax 14720
FYRI bæði Argentina og fyri
Háland, sum ikki megnaðu at vinna á
Cameroun og Egyptaland, mundi tað
kennast sera svárt at skula lúta og
spæla javnleik móti hesum londum.
Men tað er kanska júst sovorðið, sum
skal til, fyri vit europearar, sum hava
fingið eina einvísa og reingjandi
mynd av Afrika, kunnu broyta
uppfatan okkara av hesum í mangar
mátar kúgaða fólki, ið enn livir í kjal-
arvørrinum á hjálandatíðini. Kunnu
hesir afrikonsku sigrar og kanska enn
fleiri vika bara eitt lítið sindur við
hesa okkara rongu og ófullfíggjaðu
mynd okkaraav Afrika, so er nógv
vunnið.
NÚ kann onkur halda, at tað er ikki
rætt at gera hesa samanmeting, tí
fótbóltur er fótbóltur og einki annað.
Til tað er at siga, at tann nidurstødan
ikki altíð er røtt. Minni enn so. Vit
vita øll, hvussu nógv prestisja og
reklama tað er í heimsfótbólti, og
skuldi tað ótrúliga hent, at eitt
afrikanskt land gerst heimsmeistari í
fótbólti, so skulu vit vera vís í, at tað
verða fáar forsíður í heimspressuni,
sum ikki fara at lovprisa Cameroun
og harvið Afrika og teimum svertu
har búgva. Her liggur vón okkara,
ikki minst nú tað besta av øllum fót-
bóltsliðum, Brasilia, er sligið úr kapp-
ingini.
EINGIN ivi er um, at fótbóltur er ein
av heimsins best umtóktu ítróttar-
greinum. Vit kunnu ti bert siga, at vit
taka fult og heilt undir við omanfyri
umrødda greinskrivara í danska
blaðnum, tá hann endar grein sína
við orðunum: Ein HM-sigur til Afrika
fer at fáa alstóran týdning fyri okkara
uppfatan av tí fátækasta heimspart-
inum, sum meira enn nakar tievur eitt
sindur av altjóða prestisju fyri
neyðini.
jamii
%