Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S íða 10 Vit fyrireika okkum ikki til framtíðina! -Tað er eins og tankar um framtíðina drukna í dagligu pro- blemunum, vit hava einfalt ikki stundir til ella áhuga fyri at VAN VA ÆTTA fyrireika okkum til framtíðina. Hetta skrivar Robert Poulsen, stjóri í "Sjónarmiðinum" í dag. Grein hansara stendur í síðsta nummarinum av blaðnum "Alarin" og hava vit fingið loyvi at prenta hana. Robert Poulsen heldur ikki vit kunnu loyva okkum at fara lætt um framtíðina. Vit verða noydd til at hugsa meira um vørumenninng eitt nú hvat tí nógva laksinum viðvíkur. Bert tos Fyri nekrum árum síðani var veru- menning til viðgerðar á fiskivinnuting- inum í Norðurlandahúsinum. Luttak- aratalið var stórt. og nógv vóru inn- leggini um evnið. Um vit nú í dag spyrja okkum sjálvi, hvat ið kom burturúr, so mugu vit helst ásanna. at tað ikki setti nakað í gongd yvirhovur. Tað sama kann sigast um. at alivinnan var til viðgerðar sjónarmið Tað er eins og tankar um framtíðina drukna í teimum dagligu problemun- um; vit hava einfalt ikki stundir til ella áhuga fyri at fyrireika okkum til fram- tíðina. Framtíðin tykist ikki itøkilig. Men ein skal minnast til, at framtíðin gerst nútíð, og tessvegna kunnu vit ikki loyva okkum at fara lætt um fram- tíðina. Eg kenni onga fyriteku á altjóða mat- verumarknaðinum, nýtir minni sum ? Á Robert Poulsen, stjóri: -Hvat hava vit gjør: - Nr. 101 — 28. juni 1990 Mynd: Thomas/Alarin einki - bert notið gott av norsku tiltókunum, samstundis sum vit gremja okkum um norska undirbjóðing. enn 1,5% av umsetninginum til veru- menning (framtíðina). Tað samsvarar við, at vit í Feroyum skuldu nýtt í minsta lagi 10 milliónir kr. til sama endamál. Okkara ílega í framtíðina man neyvan fara upp um 10-20% av hesum minsta máti. Laksur og vørumenning Taka vit laksin, so siggi eg fyri mær eitt øki, sum er fullkomiliga forsømt, hvat vørumenning vidvikur. Laksurin verdur sum er 100% utflutt- ur sum óvirkað råvøra, og eingin skal billa mær inn, at fleiri túsund tons av laksi kunnu umsetast til prísir, sum ali- vinnan kann liva við bert á feskfiska- marknaðinum til roykingar ella gravingar. Norðmenn hava nýtt rúgvu av pen- ingi í selufremjandi tiltøkum og hevur hetta ekt munandi um nýtsluna, ser- stakliga á hotel- og restauratiónsekin- um, men ikki nóg mikið. Seinasta tiltakið hjá norðmonnum, at innfrysta 40.000 tons, kann í besta feri bert útseta pínuna. Hvat hava vit gjørt — einki — bert notið gott av norsku tiltokunum, sam- stundis sum vit gremja okkum um norska undirbjóðing. Vit mugu framleiða verur, sum eggja brúkaran, t.m. einstaka húsarhaldið. Vit mugu duga at gera okkum dælt, at veran smakkar væl og er í tráð við lívs- stílin í dag, eitt nú at veran hóskar til ein vanligan ovn (ómakaleyst), mikro- ovn (skjótt og ómakaleyst) ella á grilliin (uttandura). Nýtið fantasiið Fólk geva meir og meir gætir, hvat tey eta. Tað gevur okkum møguleikan at gera brúkaran varugan við, at laksur inniheldu nógvar ómettaðar feittsýrur m.a. omega 3 (EPA — eicosapentaen- syra), sum virkar fyribyrgjandi móti sjúkum í hjarta og blóðæðrum. Hevði tað eydnast at ment nakrar retailverur burturúr laksi, har omanfyri nevndu hentleikar og tillagin til livihátt eru inubygdir, og hevdu vit evnað, helst saman við nekrum, sum framm- anundan er inni á smáselumarknaðin- um, at fingið eina selu í gongd, kundi tað bett munandi um alivinnu okkara. Samstundis kundi ein tílík vorumenn- ing framt tankan um, at nøkur av okk- ara fiskavirkjum kundu gjørst special- virki. Soleiðis kundi verið minkað um verandi yvirkapasitet í flakaídnaðinum, og samstundis skaptu vit meiri og nýtt arbeiði. Robert Poulsen